hósdagur 9. apríl 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 70 — 9. apríl 1992
Ein avgjórdur sjálvstýrisflokkur:
Stedgid sllum %
luksusiløgum %
Føroyska samfelagið hevur ikki ráð til luksusútbyggingar
hvørki á skúla-, heilsu- ella almennaøkinum. Vit hava heldur
ikki ráð til at gera undirsjóvartunnilin ella halda fram við
stóru havnaútbyggingini í Havn. Hetta má alt bíða til vit
hava ráð. Heldur eiga vit at gera ílógur í arbeiðsskapandi
tiltøk, ið vaksa um framleiðsluvirði samfelagsins.
Hetta er niðurstóðan hjá umboðum sjálvstýrisfloksins
á tingi í einum tíðinaskrivi til fjólmiðlarnar. Skrivið er
soljóðandi:
Sjálvstýrisflokkurin kann
ikki góðtaka tilvildarliga
arbeiðshátt landsstýri-
sins, og er hetta eisini or-
sekin til, at flokkurin mið-
víst er farin undir at við-
gera samfelagsbúskapar-
ligu steðuna út frá einum
heildarsjónarmiði.
Tey tel, ið landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum
og landsstýrið borðreiddu
við fyri hálvum ári síðani,
hava nú víst seg at vera so
langt av leið, at tað kann
ikki góðtakast framhald
andi at taka lán, ella at
skuldarbinda Feroya fólk
til ílogukrevjandi tiltøk,
serstakliga tá hugsað
verður um, at almenna
låntøkan er hækkað við 2
milliardum krónum síðani
seinastu trý árini.
Sambært almennum
upplýsingum verður hall-
ið á fíggjarlógini í ár 300
mió. kr., og næsta ár helst
einar 400 mió. kr. For-
treytirnar eru so grund-
leggjandi broyttar, at
stórur vandi tykist vera
fyri, at føroyska samfe-
lagið ikki megnar at svara
skyldur hverki úti í heimi,
ella heima hjá okkum
sjálvum.
Sjálvstýrisflokkurin
krevur tí, at einstáttað til-
tek víkja fyri heildartil-
tøkum, og ikki sum nú,
har hin sterkari dregur til
Tey trý umboðini fyri sjálvstýrisflokkin: Helena Dam á Neystabø, Ásbjørn
Joensen og Lasse Klein halda, at ákærurnar um vantandi heiðurligheit og
reiðiligheit eiga at verða kannaðar á øllum økjum
sín.
Sjálvstýrisflokkurin iv-
ast ikki í, at fast samband
um Vestmannasund kem-
ur, tá ið vit hava ráð.
At brúka 50 mió. kr. aft-
urat teimum 100 mió. kr.,
sum longu eru brúktar til
t.d. havnaútbygging í
Havn út í Nólsoyarfjerð,
er heilt burturvið í hesum
degum, og eigur ikki at
verða framt nú.
Sama er galdandi fyri
aðrar luksusútbyggingar
á skúla, heilsu og al-
mannagkinum.
Hóast tað íkki
aðist sjálvstýrisflokkin-
um at fáa undirsjóvar-
tunnilin útsettan á hesum
sinni, eydnaðist tað at fáa
eydn-
tingið at samtykkja eina
áheitan á landsstýrið at
raðfesta allar ílegur á
samferðslugkinum og at
leggja hesa raðfesting fyri
legtingið.
Stersti meinbogi innan
føroyska fiskivinnu er, at
framdar eru alt ov nógvar
stórar skeivar ílegur, og
politikkurin hjá skiftandi
samgongum hevur í alt ov
stóran mun verið merktur
av, at sleppa teimum, ið
fram hava hesar ílegur,
undan avleiðingum og
undan ábyrgd.
Samfelag okkara hevur
livað yvir evni á mongum
økjum í nógv ár, hendan
stødan kann ikki halda
fram, og tí kunnu vit und-
ir ongum umsteðum góð-
taka, at moralsk virði
verða tveitt fyri borð fyri
letuvinning og politiskan
ágóða. Ákærurnar úti og
heima um vantandi
heiðurligheit og reiðilig-
heit eiga at verða kannað-
ar á øllum økjum.
Eitt tað stersta vanda-
málið, føroyska samfelag-
ið hevur at hugsa um, er
hækkaða arbeiðsloysið úti
um landið, og tí er tað av
allar stersta týdningi, at
peningurin í samfelagnum
í sterri mun verður brúkt-
ur til arbeiðsskapandi til-
tok, ið vaksa um fram-
leiðsluvirði samfelagsins
A Føroya Løgtingi,
tann 7. april 1992
Lasse Klein
Asbjørn Joensen
Helena Dam å Neystabø
Bilur vid skada
Suzuki Swift 1,3 GTI, til sølu.
13040
Norrøni
Eftirskúlin
Ert tú millum 14 og 18 ár og hevur hug
at royna nakað nýtt komandi skúlaár, so
eru góðir møguleikar á Norrøna Eftir-
skúlanum í Hygum við Lemvig.
Møguleiki er at taka 9., 10. ella 11.
skúlaár, ið enda við teimum føroysku
fráfaringarroyndunum.
Dentur verður lagdur á fjølbroytta undir-
vísing við m.a. skeiðvirksemi, evnis-
vikum, útferðum og uttanlandsferð,
umframt eitt stórt úrval av frítíðarvirk-
semi.
Áhugað kunnu venda sær til skúlan, tlf.
074698831, tlf. 57640 í Klaksvík, tlf.
44317 í Fuglafirði, ella við at skriva til
skúlan, og biðja um faldara og innskriv-
ingarblað.
Norrgni Eftirskúlin
Sønderballevej 35, Genner
6230 Rødekro
Styrk hjartað
— nýt moldina
og bót um gjaldsjavnan
Vit selja í ár hesi
seteplasløg:
MARIS PIPER grade
»Super Elite«
i sekkjum å 50 kg
i sekkjum å 25 kg
BAILLIE grade
»Super Elite«
i sekkjum å 25 kg
Bæði eplasløgini eru
skotsk.
Maris Piper er slagið, sum gav bestu
frukt í kg/m? sambært eplakanningarnar
hjá Royndarstødini í fjør.
Baillie er nytt eplaslag í Føroyum. Hetta
eplaslag er í paring við Maris Piper, hev-
ur somu góðu eginleikar, men sigst at
vaksa skjótari.
Vit senda um alt landið.
Ni
PIF LAN SN
N
: Tlf. 11385
% Fax 13556
ILIN
3. hvørt sethus
i Føroyum hevur
ein CTC-ketil
Umleið
5000 set-
hús í
Feroyum
+
hava
ein
CTC-
ketil. :
Tad progvar +
at CTC er
verulig
dygð.
Alt tilfar til
hitaverk og sanitet
LESS ES //
yntsvegur 8 - Tf 12000 - Postsmoga 182 - 110 Tórshavn