Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. apríl 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Pedagogar Dr. Margrethu Barnagarður sekir eftir 4 pedagogum, at byrja 3. august: Einum 30 t/pedagogi til stovu við 12 barnum í aldrinum 1% —3 ár. Tveimum 40 t/pedagogum til stovu við 20 børnum í aldrinum 3—7 ár. Einum 25 t/ pedagogi til seinrapart stovu við 20 børnum í aldrinum 3—7 år. Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur undir KFUM og -K og byggir á kristið grundarlag. Vit leggja dent á: Dygd til at skapa tryggleika og menning fyri børnini. Ynski og hug til at samarbeiða við starvsfólk og foreldur. Vera ábyrgdarligur og arbeiða " sjålvstødugt. Visa ågrytni og vera virkin. Størvini verda lønt sambært såttmåla millum Landsstyrid og Føroya Pedagog- felag. Umsóknirnar skulu sendast til Dr. Mar- grethu Barnagarð, Gerðaggta 700, Klaksvík, áðrenn 23. apríl. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, Torsdag den 30. april 1992 kl. 10.30 TvangSauktiol (ÁS nr. 11 92 ON 423 a Tvøroyri beliggend Tvøroyri Aukti egæret af advokat Fríða Petersensgøta 9, 100 Tórshavn, tlf. 1.1145 j. nr. (920011) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 160 m? stor grund, det bebyggede areal idgør 45 m? i 3 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med Y > advokat Auktionsdokumenterne ligger til genn- emsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, Ole G. Olesen dfm. Bergmenn eru altid til reidar at spæla til veitslur og annað. TIf. 13961 Nýggj kanning vísir: Foroyskir menn eir våttligastu Í Norðurlondum 1902 fóroyingar hava svarað einum spurnarblaðið um rús- drekkanýtslu og kaningin vísir, at føroysku mannfólkini drekka mest í Norðurlondum Í oktober seinasta heyst fór Rúsdrekka og Narko- tikaráðið í holt við eina rúsdrekkakanning í Før- oyum. Kanningin var tann sama sum onnur norðurlond gjørdu í 1979. 2989 spurnarblød vórðu send út og 1902 fólk svaraðu spurningunum. Kanningin vísir at før- oysku mannfólkini eru tey váttligast í Norðurlondum, tó er Danmark ikki við í norðurlendsku kanningini. Og tey eru váttligast heilt upp ul fimnu ára aldur Av teimum, sum svar- aðu, at tey høvdu drukkið alkohol seinastu 12 mán aðarnar høvdu føroysku mannfólkini drukkið 6.82 litur. Verður samanborið við hini Norðanlondini, so liggur Finland beint undir Føroyum við 5,79 litur, síðan koma svensku mannfólkini við 4,96 litur, norðmenn við 4,66 og niðast íslendsku mannfólkini vid 4,02 litur Teir ungu drekka mest Kanningin vísir, at tað eru teir ungu føroyingarnir sum drekka mest. Mann- fólkini í aldrinum 20-29 år drukku seinasta árið 8.98 litur í meðal. Hetta er væl omanfyri okkara granna- lond. Næst er Noreg, har drekka ungu norðmennir- nir 7,12 litur í meðal og lægstir eru aftur íslending - arnir við 5,02 litrum. "Renna hornini“ Tá mannfólkini eru komin uppum tey tríati (30-49 ár) og hava runnið hornini burturav sær, minkar rúsdrekkanýtslan. Kanningin vísir at tá drekka føroysku mann- fólkini í medal 7,25 litur. Her eru føroyingar fram- vegis omanfyri øll hini norðanlondini. Teir eldru føroyingarnir eru tó meira hóvsamir Her er ársnýtslan komin niður á 3,49 litur fyri sein- asta árið. Teir drekka minni í hesum aldursbólki enn finnlendingar og sviar, men framvegis meir enn norðmenn og íslendingar. At teir eldru drekka minni passar eisini væl saman við einum yvirlitið frá Hagdeildini, sum vísir rúsdrekkanýtsluna roknað fyri hvønn einstakan í- búgva seinastu 40 árini. Yvirlitið vísir, at í 1950 drakk hvor føroyingur yvir 15 ár 2,6 litur av alkoholi. Í 1990 er talið 6.7 litur. Vit hava tó drukkið meir fyrr. Í 1985 var talið 7,1 titur pr. íbúgva av reinum alkoholi í 1987 var nytslan 8,1 litur. Kvinnurnar minni Kanningin visir, at før- oysku kvinnurnar drekka fleiri ferðir minni enn mannfólkini. Tær kvinnur sum hava smakkað tað seinastu 12 mánaðarnar drukku í meðal 1,30 litur og hetta er lægsta talið samanmett við hini norðurlond. Tó drekka kvinnurnar í norðurlend- sku kanningini væl minni enn mannfólkini. Í hesi kanningini drekka tær svensku kvinnurnar mest 1,94 litur og tær føroysku minst. Hjå kvinnunum sæst eisini at tær ungu drekka mest. jústinus