fríggjadagur 10. apríl 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 10. apríl 1992
Bussleiðin í Havn
verður umskipað:
Fara aftur
atkoyra 2
sunnudag 77
-og nýggju býarpartarnir fáa
busssamband
Býráðið í Havn hevur sett
sær ein áhugaverdan set-
ning viðvíkjandi busskoyr-
ingini. Tænastustødid skal
betrast og prisurin skal
niður.
Stórvegis broytingar eru
ikki gjørdar í bussleiðini í
Havn seinastu fýra árini.
Væl at merkja eru onkrir
partar av skipanini skerdir,
tí hetta var einasti møgu-
leiki at spara nakrar krón-
ur. Millum annað var
sunnudagskoyringin tikin
burtur.
Nú vil býráðið hava, at
broyttu marknaðarviður-
skiftini skulu geva buss-
leiðini meira fyri minni.
Tænastan skal betrast og
prísurin niður.
Poul Michelsen, býráðs
formaður sigur, at sáttmál-
in millum busseigararnar
og býráðið fer úr gildi
fyrst í komandi ári. Sami
sáttmálin verður ikki end-
urnýggjaður, men annað-
hvørt verður samrådst við
verandi busseigarar um
nýggjan sáttmála, ella
verður koyringin boðin út
heilt av nýggjum. Býráðs-
formaðurin sigur, at or-
søkin til, at býráðið longu
nú tekur spurningin upp er,
at verður koyringin boðin
út av nýggjum, skulu
onnur, sum møguliga hava
áhuga, eisini fáa møgu-
leika til at onga sær nýggj-
ar bussar til endamálið.
Sunnudagskoyring
Tey, ið vanliga nýta
bussleiðina í Havn, fara
eisini at merkja til broyt-
ingarnar. Talan er um at
koyra onkran seinri túr á
kvøldi, og somuleiðis at
taka sunnudagskoyringina
uppaftur. Hetta hevur verið
eitt stórt ynski, serliga frá
teimum, sum búgva í
útjaðarunum í býnum. Ein
onnur broyting verður, at
bussleiðin verður víðkað
til eisini at fevna um
nýggju býarpartarnar, sum
einki busssamband hava í
dag.
Poul Michelsen sigur, at
ungingar verða eisini ukn-
ar upp við vygdarráðið á
Argjum, tí har koyra buss-
arnir eisini. Á Argjum er
spurningurin millum annað
hvussu nýggji býlingurin
uppi á hamrinum skal
koma upp í bussskipanina.
Enn er ikki avgiørt júst
Fyrst í næsta ári verður
bussleiðin í Havn
víðkað. Tá fara
bussarnir aftur at koyra
sunnudagar
Mynd: Kalmar
hvussu bussarnir fara at
koyra framyvir, men undir
øllum umstødum fáa vit
eina nýggja bussskipan
fyrst í komandi ári.
tór.-
Svar innan
rímiliga tíð
Ein samd Rættarnevnd
tekur undir við Tordi
Niclasen í, at tey, sum
venda sær til ein al-
mennan stovn, eiga at
fáa svar innan rímiliga
tíð.
Og tað var júst hetta,
Tordur Niclasen skeyt
upp. Hann heldur, at
fólk mugu mangan bíða
alt ov leingi eftir svari,
eftir at tey hava vent
sær til ein almennan
stovn við fyrispurningi
av einhvørjum slagi.
Rættarnevndin sigur i
åliti sinum, sum hon
mælir løgtinginum til at
samtykkja, at hon
heldur tað sum eina
sjålvfylgju, at almennir
stovnar veita borgarum
sína góðu og sømiligu
tænastu sum yvirhøvur
móguligt.
Rættarnevndin heldur,
at hetta er galdandi
innan flestu stovnar,
men tað eru eisini aðrir,
sum ikki eru so kvikir
at svara, og tekur
Rættarnevndin tí undir
við hesi áheitan frá
Tordi Niclasen.
tór.-
Landsverkfrødingurin
vil átaka sær arheiði
uttan fyri Førovar
-At vit kunnu gera okkum galdandi er einki at ivast i, men so
mugu serligar lógarreglur gerast, sigur Henning Jacobsen,
landsverkfróðingur
Nú arbeiði hjá eitt nú
Landsfrødingsstovninum
minkar i Føroyum hava
røddir verid frammi um
møguleikarnar hjå stovn-
inum at åtaka sær arbeidi
uttan fyri landoddarnar.
Hendan møguleika
nevndi Tummas Arabo,
landsstyrismadur herfyri.
Henning Jacobsen, lands-
verkfrødingur heldur, at
hetta er ein spennandi
tanki. Á stovninunum hava
teir tosad um tad fleiri
ferðir, uttan at nakað
itøkiligt er komið burturúr.
Henning Jacobsen sigur, at
stovnurin hevur eina tílíka
tekniska vitan og royndir,
soleiðis at teir uttan iva
kundu gjørt seg galdandi á
teimum gkjum, teir eru
mest kønur i, men sum er,
ber ikki til.
Hann visir å, at Lands-
verkfrødingsstovnurin
liggur beinleidis undir
landinum, og ti ber ikki til
at átaka sær nakran
tapsvanda, sum altíð er, tá
ein bjóðar seg til at gera
eitt arbeiði. Men hesum
eru eisini ráð fyri, um vilji
er til staðar. Landsverk-
frødingurin heldur, at ein
møguleiki er, at gera eitt
partafelag, har privatir
eisini eru við. Landsverk-
frødingurin kann ta vera
bakkur, sum hann tekur til.
-Men tað eru eisini aðrir
sum duga. Vit eiga at fara
varðisliga fram, men tað er
royndina vert, sigur
Henning Jacobsen.
Tummas Arabo, lands-
stýrismaður sigur í stuttari
viðmerking, at hann nú fer
at tosa við hinar lands-
styrismernninar um hendan
031-578999.
Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49
Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. '
Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella
møguleikan. At partafelag
verdur stovnad, har lands-
verkfrødingsstovnurin er
vid, heldur landsstyrismad-
urin vera eitt sera gott
hugskot.
tór.-
Fleiri sløg
av mjólka-
úrdráttum
Líkt er til, at Mjólka-
virki Búnaðarmanna
fær møguleika til at
víðka so mikið, at til
ber at fara undir nýggja
framleiðslu.
Treyun fyri hesum er,
at lán fæst úr Jarðar-
grunninum, og tað
mælir ein meiriluti í
fíggjarneyndini løgting-
inum til at játta, sum
landsstýrið eisini hevur
skotið upp.
Landsstýrið hevur
skotið upp, at Jarðar-
grunnurin kann lána
upp til 20 milliónir, og
vísir á, at ein av upp-
gávunum, sum liggja
næstar, er fígging av
eini útbygging av
mjólkavirkinum.
Mjólkavirkið leggur
seg eftir at framleiða
ymisk sløg av mjólka-
úrdráttum, og hevur tí
tørv fyri stórri plássi,
og má byggja út.
Men hesum eru sam-
bandsumboðini í Figg-
jarnevndini ikki samd i.
Tey mæla frá at lands-
kassin átekur sær stórri
lán uttan at tað er heilt
átrokandi.
tór.-