Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. apríl 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Av misgáum kom teksturin til hesa tekningina ikki vid í blaðnum í gjár og prenta vit hana ti við fulla tekstinum Gevist meðan væl er, drekkið minni! Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, Torshavn, afholdes Torsdag den 30. april 1992 kl. 10.10 tvangsauktion (AS nr. 8/92) over matr. nr. 553 Fuglafjørdur, beliggende Fugla- fjørður. Auktionen er begæret af advokat Ann- finn Hansen, Advokatfelagið, Bryggju- bakki 22, 100 Tórshavn tlf. 1.1260 j.nr. (29944) pá vegne en pant- og udlægs- haver. Ejendommen er et grundstykke pá en 222 nr. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til genn- emsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 03.04.92 Ole G. Olesen dfm. Eyðkvæmislinjan svarar alt samdøgrid á tif. 18820. Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst persånlig ráðgeving og serligir spurningar verða svar- aðir. Aðalfundirnir í felogunum Pf. Húsið, Pf. Pressan av 1981 og Pf. Sosialurin vera á Argjavegi 26 á Argjum leygardagin 2. maí, kl. 10. Skrá samb. lógum felagsins. Nevndirnar Born í alkoholheimum Dagsins born eru morgindagsins foreldur Hesi vísdómsorð eru verd at hava í huga, tá rett verður um bern og teirra stødu. Vit vita, at tað er í trygga og heimliga um- hvørvinum, at vit hava stersta og besta megu- leikan at ávirka og menna bernini. Vit mugu tó ásanna, at ikki ell bern hava eitt slíkt trygt heimligt um- hvervi. Mong eru merkt av dagsins samfelags- gongd, har bæði foreldrini eru útiarbeiðandi, og sum hevur fert við sær, at tað ikki longur verður so nógv tíð til yvirs til at taka sær av uppalingini hjá børnun- um. Í mongum feri er bert eitt foreldur til at taka sær av ti týdningarmiklu - uppalingini; byrðan er ti tvifald so tung hjå ein- ligum forsyrgjarum. Stød- an hjå børnunum er upp- aftur verri í teimum heim- u, har nógv alkohol verður drukkið. Húsaófriður Hverja viku frætta vit frá politistødunum, at teir hava fingið boð um húsa- ófrið. Kona og maður eru farin til hendurs, og í flestu forum hevur annar parturin drukkið, ofta eis- ini báðir. Slíkt kann ikki annað enn ganga út yvir bernini. Kanningar, eitt nú. í Danmark, vísa at bern eru fram úr dugnalig til at fjala út yvir alkoholnýtsl- una hjá foreldrunum. ' Í staðin fyri at skaffa hjálp til foreldrini, so at tey fara at drekka minni, so royna tey fyri alt í verðini, at tað ikki má koma fram um teirra trupulleikar. Bern- ini, serliga tey eldru, syrgja fyri innkeypi, sjálvi at gera mat, vaska klæði osfr. Tey syrgja eis- ini fyri at tey smærru verða ílatin um morgnar- nar, og fáa tey á dagstovn, áðrenn tey sjálvi fara í skúla. Sum skilst, so er ikki altíð lætt at síggja á børn- unum, um tey hava slíkt at dragast við í heiminum. Tó tykjast slík bern „skjótari at gerast vaks- in«, tey duga illa at spæla og hava tað stuttligt, tí tey hava so nógv praktisk ting at taka sær av. Tey verða merkt av álvarsemi Nógv trýst liggur á teim- um. Onga hjálp fáa tey frá foreldrunum, ei heldur til heimaarbeiði. So hvert tey eldast, gerst heimaarbeiði meira strævið, og uttan hjálp vilja tey spakuliga sakta aftur úr viðvíkjandi skúlagongdini. Ofta vísir tað seg, at Nr. 71 — 10. apríl 1992 bernini eru bangin, tá tey leggja seg at sova, og um tey sovna, so er svevnurin ótryggur og óróligur. Hóast tey eru so bangin, so vilja tey tó ikki fara til onnur at sova; tá fáa tey ikki at vita hvat hendir og óivað eru tey bangin fyri at ófriðurin verður enn verri, um tey ikki eru heima. Soleiðis vilja tey kenna seg sjálvi at hava ábyrgd av steðuni. Tá tey eldast, vera tey sera glað, um tey sleppa at sova hjá vinfólki, men tora tó sjáld- an ella ais ikki at bjóða teimum heim til sín. Vit munnu ell kenna onkur bern, sum eru í nevndu steðu, ella kenna onkran, sum kennir slíkt. Tó er altíð lættast at hugsa, at hetta ikki rakar meg, eg kann einki gera. Men hóast tað ikki altíð er meguligt hjá okkum at broyta hesi heim, so kunnu vit tó hjálpa nevndu bernum. Um vit lata okkara heim standa opin fyri teimum, vísa teimum umsorgan, lata tey síggja, at flestu fólk hava eitt gott hjúnalag og trygg heim. Hetta kann sjálvandi ikki koma í stað- in fyri teirra egna heim, og en drink at bare manglandi umsorgsfullan kærleikan, men tey fåa meguliga nýtt mót, og eitt ynski um at teirra fram- tíðar mál skal vera at stremba eftir at tey skulu geva børnum sínum betri heim enn tey sjálvi hava havt. Fyrilestur við ljósmyndum v/ Arne Bach Nielsen verður á Føroya Studentaskúla, Hoydølum í kvold, friggjakvøldid 10/4, kl. 19.30 um arbeiðið hjá BØRNEFONDEN á Kap Verde-oyggjunum. Ókeypis atgongd — og øll eru vælkomin.