Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. apríl 1992síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 10. apríl 1992 tíðindablaðið S0Sjalurin % náttúra, ið dregur! Tíggjunda árið á rað skipa vit fyri tí væl- umtóktu bussferðini til Noregs. Føroyskur ferðaleiðari. Vit fara av Havnini 01.06. og verða aftur á Havnini 10.06. Ferðin er soleiðis skipað, at vit búgva 2 nætur í Haugesund, 2 nætur í Stavanger, 1 nátt í Odda (við Hardangerfjørdin) og 2 nætur í Bergen. Ferðakostn. fyri vaksin bert kr. 4.925,- Ferðakostn. fyri børn 3-15 ár kr. 3.455,- Bern 0-2 ár ferðast trítt. Íroknað prísin er: Sigling við Norrønu fram og aftur í 4-koyggjukamari við handvaski. Gisting á hotellum í dupultkømrum við wclbað og hålvum vistarhaldi. Bussur, útferðir og ferðaleiðari. SMYRIL LINE THE NORTH ATLANTIC LINK J. Broncksgøta 37 - Box 370 - FR 110 Tórshavn Síða 19 Nýggj ungdómsbók Klára Jarunková: „Ég — Olinka« Týtt hevur Bjørg Matras eftir donsku út- gåvuni. Permumyndina hevur Olivur vid Neyst gjørt. Bókin er 203 bls. Småsøluprisur kr. 135 Bókin er send bóka- klubbanum UNG fyri 90 kr Givið út hevur Bóka- deild Føroya Lærara- felags. „Ég — QOlinka< er tjekkisk ungdómsbók um fimtan ára gomlu Olinku. Bókin sigur væl frá tíðini, tá ið tú bæði ert barn og byrjar at blíva vaksin. Olinka er evnarík, vekur og sjálvglað, dugir væl í skúlanum og er hjálpsom. Hon hevur listagávur og gongur á listahand- verkaraskeiði. Hon býr í stórbýnum Bratis- lava í íbúð saman við foreldrunum og omm- uni, sum ansa væl eftir henni. Olinka fortelur sjálv bókina, og við sínum gløgga og kensluborna sinni, sær hon alt, sum fer fram rundan um seg. Hon skilir ikki al- tíð tey vaksnu, sum heldur ikki skilja hana altíð, tí vera ósemjur heima. Frásegan verð- ur djúp, tí Olinka alla tíðina dugir at spyrja seg sjálva, um hon veruliga er tann, hon heldur seg vera. Í bók- ina er flættað ein sega um ein drong, hon verður skotin í, men sum tað er torfert at vera saman við. Tey ganga ikki í sama skúla og kennast tí lít- ið. Samstundis skilir hon, at foreldrini eru um at fara frá hverjum eðrum. Ein tjekkisk genta sigur frá gerandisdegi sínum, men ikki man hann vera eðrvísi enn hjá ungum aðrastaðni.