Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

# i & stålradialdekk frå DUNLOP! Prisdømi: 155x13 395,- 165x13 425,- Ókeypis ásetan RV - 188 Hoyvík Vegurin Langi Tlf. 13040 Ljótt In geborg Vinther, Síða 3 forkvinna i Føroya Arbeiðarafelag, heldur lítið um nevnd ina, sum júst er farin frá F Ort )yd Heimahjålparafelag. - Tær kundu fingið alla ta hjálp, tær vildu frá okkum, men í staðin vendu tær meginfelagnum bakið og hava ongantíð viljað tosað við okkum, sigur Ingeborg Vinther Sosialurin hevði mikuda- gin fråsøgn frå aðalfund- inum i Føroya Heima- hjálparafelag seinasta leyg- ardag, og hósdagin hevði Krisun Ryan nakrar við- merkingar til fundin og til, hví nevnd hennara helt, at heimahjálparafelagið átti at farið úr Føroya Arbeiðara- felag. Kristin Ryan legði frå sær á aðalfundinum leyg- ardagin, tá tað vísti seg, at hon og hennara vóru í minniluta. Ingeborg Vinther vil ikki allar hesar viðmerkingar fara aftur við borðinum. Hon finst bæði at Sosiali- num og at Kristin Ryan. Serliga yvirskriftin Sosialurin fær sítt frá henni, serliga fyri yvirskriftina á forsíðuni "Klandur og fusk", ið sambært yvir- skriftini skuldi eyðkenna fundin. - Eg var ikki við á fundi- num, men eg havi fingið at vita frá fundarstjóranum, at har var hvorki klandur ella fusk, sigur Ingeborg Vinth- er, sum heldur at Sosialurin átti at kent seg ov góðan til at sett tilikar yvirskriftir á forsíðuna bara fyri at selja. Innihaldið í sjálvari fund- arfrásggnini hevur Inge- borg Vinther einki at við- merkja til. Men hósdagin hevði Kristin Ryan nakrar við- merkingar, sum Ingeborg Vinther ikki vil lata standa óátalaðar. Mugu hava talirætt Hon dugir ikki at síggja nakað galið í, at tveir stjórn- arlimir hjá Føroya Arbeið- arafelag vóru við á aðal- fundinum, og at teir tóku orðið. Ingeborg veit einki um, at teir ikki skulu hava talurætt á aðalfundi í heima- hjálparafelagnum, og sam- bært lógini hjá FA hava teir talurætt á aðalfundinum í limafeløgunum. Grundgevingin hjå frå- famu nevndini i heima- hjålparafelagnum var, at heimahjálpararnir fingu so lítið fyri pengarnar, FA fær frá teimum. Hetta heldur Ingeborg Vinther vera nógv fyri at hoyra. Lótu ikki frætta frá sær - Heimahjálpararnir hava kunnað fingið alla ta hjálp og ta vegleiðing, teimum hevur térvað, men hin nevndin valdi ikki at hava nakað samband vid Føroya Arbeiðarafelag. Tær hava ikki mett á nøkrum lima- fundi ella tjakfundi og lótu heldur ikki frættað frå sær, tá felagið varð boðið til aðalfundar í Føroya Arbeið- arafelag. Vit samråddust sman vid teimum vid landsstyrid og hoyrdu einki aftur frå teimum, fyrr enn brævið kom í desember um, at tær ætlaðu at líma heimahjálparafelagið úr FA, sigur Ingeborg Vinther. Hon afturvísir eisini, at heimahjálparafelagið skal gjalda 400 túsund krónur til meginfelagið. 1/2% gjaldið til Føroya Arbeiðarafelag var í fjr 208 túsund krónur. Harfatrt var fasta limagjald- ið 10 krónur fyri limin um árið, men hetta hevur nevndin ikki goldið í fjør, og nevndin sendi heldur ikki FA limalistin, sum hon skuldi sambært lógini. hetta skal FA hava í seinasta lagi 1. januar fyri at hava rætt til at meta á aðalfundi, sigur Ingeborg Vinther. Hon afturvísir eisini, at tað skal rumbla í Føroya Ar- beiðarafelag, og at fleiri feløg ætla út. Føroya Ar- beiðarafelag hevur onga slíka uppsøgn fingið frå nøkrum limafelag uttan frá fráfarnu nevndini i Føroya Arbeidarafelag. Fáa hjálp - Kristin Ryan sigur, at heimahjálpararnir fáa einki fyri pengarnar, tær lata til FA. Tað er løgid av henni at siga so. Heimahjálpararnir høvdu neyvan havt nakran sáttmála uttan okkara hjálp. Vit samráðast saman við teimum og útvega sakfør- arahjálp, og henda sakfør- ara kunnu limafelegini nýta. Heimahjålpararnir kunnu fáa alla neyðuga hjálp og vegleiðing frá FA, men fráfarna nevndin vildi einki hava við okkum at gera, sigur Ingeborg Vinth- er. randi