leygardagur 11. apríl 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 72 — 11. apríl 1992
Strandferðslumenn
| Sundurbrotnir
á fimleika-
| framsýning
Fimleikaframsýningin í itrottarhøllini á
Hálsi mikukvøldid endaði ikki væl. Dånj-
al í Hoyvík og Jóhan R. Jacobsen vóru so
óhepnir at bróta åvikavist bein og arm
Fimleikaliðið hjá Dánjal í
Hoyvík man vera tað mest
kenda í landinum. Í fleiri
ár hevur Dánjal hundsað
við stjórum og ødrum pro-
minentum persónum, sum
hava gingið til fimleik hjá
honum, og framsýningarn-
ar hava verið millum tey
allar best umtóktu fim-
leikatiltøkini yvirhøvur.
Hesar framsyningarnar
hava eisini altíð gingið
sum eftir ánni — uttan trup-
ulleikar av ngkrum slagi.
Mikukveldið sá eisini út
til, at talan skuldi verða
um enn eina væl eydnaða
fimleikaframsýning, tá ið
Dánjal og hansara menn
saman við ødrum liðum
vóru í ítróttarhgllini á
Hálsi og sýndu fram tað,
ið vant var gjøgnum vetur-
in.
Men mongum brestur
ætlan.
A 10 stovu á A3 liggja
nú tveir av teimum kend-
astu atletunum frá hesum
so kendu fimleikaframsýn-
ingunum, Dánjal í Hoyvík
sjálvur og strandferðslu-
stjórin Jóhan R. Jacobsen.
Lupu um bukk
>Vit vóru næstan lidnir
við okkara part av fram-
sýningini sum triðsíðsta
liðið, og alt hevði gingið
sera væl,< greiðir Dánjal
frá. »So móti endanum av-
gjørdu vit at royna nøkur
lop á bukki, men tað
skuldi vísa seg íkki at
spæla so væl av, sum vit
høvdu ætlad.«
Bukkurin varð settur
upp, og fyri at fáa rættiliga
hædd á, vórðu Bjarni Sør-
ensen å Bileftirlitinum og
vatnmeistarin Janus Søren-
sen lagdir oman å bukkin,
og so var næstan klårt at
leypa.
Tá strandferðslustjórin
Jóhan R. Jacobsen skuldi
leypa, lógu teir báðir
oman á bukkinum ikki,
sum teir skuldu.
| sangtiltøk
Brutu bein og arm
„Hetta gjørdi so, at Jó
han fór skeivur gjøgnum
luftina, og eg skuldi so
royna at lofta honum sum
frægast, so eingin skaði
skuldi standast av,< sigur
Dánjal. >Men tað gekk
ikki so væl, og Jóhan kom
niður yvir meg og datt nið-
ur á fótin á mær, meðan
hann sjálvur hevði albogan
fremstan í gólvið.<
Dånjal fekk eina øgiliga
pínu, og tá hann hugdi nið-
ur á fótin sá hann, at fótur-
in í hvussu er var farin úr
lið, so hann gjørdi skjótt
av og bendi honum upp á
pláss aftur — framvegis við
nógvari pínu.
»Eg helt meg hava sæð
ein lækna millum åskodar-
arnar, men hann var farin,
tå hetta hendi, so tað varð
onkur annar, ið sá hvussu
vorðið var og sendi boð
eftir sjúkrabili beinanveg-
in,< sigur Dánjal. >Tað
visti seg eisini, at fóturin
var farin úr lið og økla-
knúturin brotin hjá mær,
meðan albogin hjá Jóhan
var farin úr lið og hann
hevði eisini hevði brákað
okkurt í arminum.<
Innlagdir síðani
Teir báðir hava verið
innlagdir á Landssjúkra-
húsinum síðani miku-
kvgldið, men Dånjal rokn-
aði fyrrapartin í gjár við,
at teir fóru at verða út-
skrivaðir seinni um dagin.
>Tá vit komu inn á
stovuna hjá okkum, sóu vit
ikki minni enn tveir aðrar
frá Strandferðsluni, ið eis-
Síða 5
ini vóru innlagdir, so eg
bað sjúkrasystrarnar seta
SL á hurðina og lata hana
aftur.< skemtar Dánjal, ið
sum altíð er í góðum lag,
hóast næstu seks vikurnar
skulu ganga við fóunum í
gipsi. >Hetta er annars
fyrstu ferð at nakað so-
vorðið er hent mær í fim-
leiki, men aftaná fyrikem-
ur tað mær kanska ikki so
løgid kortini, at tað kundi
henda, tí vit hava púra
einki lopið í vetur, nú so
nógvir hava verið ófgrir at
móta upp kvøld um kveld
í allan vetur. Tað nyttar jú
líuð at hita teir upp, fyri at
teir so skulu bíða eftir
tørni og blíva kaldir, með-
an teir standa har.«
hj.
Stór náskastevna
í Havn aftur í ár
Árliga påskastevn-
an byrjar skírhós-
dag við skrúð-
gongu frá Gunda-
dalshøllini oman á
Vaglið og heldur
fram páskirnar út
í ítróttarhollini á
Hálsi og í Lærara-
skúlanum í Havn.
70'unum
hildnar, fyrstu årini ofta i
+
Vágum, men Nest seinnu
| árini hevur påskastevnan
verið í Havn
í ár verður páska-
stevna í Havn, og verður
8 | hon bæði í ítróttarhgllini á
Hálsi og í Læraraskúla-
8 | høllimi.
Påskastevnan i år byrjar
skírhósdag við skrúðgongu
frå Gundadalshøllini oman
á Vaglið, har stevnan fer
at verða sett.
Annars eru møti gll
kvøldini, og eisini um dag-
in, eins og morgunmøti
eru kl. 9 langafriggjadag
og báðar páskadagarnar.
Høvudstalari er norð-
maðurin Eivind Frøen, ið
ofta hevur vitjað í Føroy-
um áður, m.a. til tjaldmøti
og hjúnalegumar, ið hava
verið seinnu árini. Eisini
pápi hansara, Hans Jacob
Frøen hevur verið í Føroy-
um — hann var høvudstal-
ari í fjør.
Men umframt hann eru
eisini fleiri aðrir talarar og
sangarar við á páskastevn-
uni, ið ikki minst verður
merkt av nógvum tónleiki.
Leygarkvøldid og fyrra
påskakvøld verða serlig
og ein lov-
songsbólkur er við til øll
mótini.
Fyrra páskadag verður
eisini skipað fyri einum
stórum barna- og familju-
móti, har bæði dukkusjón-
leikur, drama og barnakór
eru á skránni.
Stórar forvæntningar
Tey, ið fyrireika páska-
stevnuna, hava vónir um
eina góða stevnu: >Vit
hava í longri tíð biðið fyri
stevnuni, og forvæntning-
arnir eru stórir,< sigur
Magnus Simonsen, ið er
ein av fyrireikarunum. > Á
hvgrjari einastu páska-
stevnu hava vit upplivað,
at menniskju eru komin til
trúgv og hava givið seg
yvir til Jesus, og tað biðja
vit um skal henda eisini
hesaferð.<
Magnus Simonsen
sigur, at júst í tíðum, har
fólk kanska ikki hava tað
so gott materielt, fáa tey
eyga å tey størru virdini i
livinum, og at tad er ein
harri og skapari, ið kallar
tey til frelsu. >Í dag
uppliva vit eisini ringar
tíðir á mangan hátt, so vit
vænta og vóna, at tey eru
mong, ið vilja leita sær
hjálp til anda, sál og lík
am,< sigur hann.
Påskastevnan hevu
altíð verið væl vitjað, og
teirri trúgv, at so verður
eisini í ár, eru eitt nú
prentað ikki færri enn
1.500 sanghefti í sambandi
við stevnuna.
BILVERKSTAÐURIN
við Føroya mest framkomna
MOTORTESTARA !
NS
pf. wenzel petersen, tlf. 13873 |