Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Makrelur kann bóta um arbeiðsloysi Stórfingin tlan Í Fuglafirði --Norðmenn útflyta eina kvart millión tons av matmakreli, meðan okkara fer til fóður og mjøl, sigur Oddfríður Haraldsen Fuglfirðingar arbeiða við eini stórslidnari ætlan, sum kann tryggja millum 50-70 fólkum støðugt arbeiði meginpartin av árinum. -Føroyar liggja mitt í sirklinum sum makrelur ferðast. Hann tekur seg upp í norskum sjógki, ferðast hendanvegin, síðan niður við vestursíðuni á Stórabretlandi og endar í Ermasundi, har hann hvørvur --Tá norðmenn, sum liggja í útjaðaranum av økinum har makrelurin ferdast, kunnu gera so nógv burturúr makrel- inum, hvat kunnu vit so ikki, sum liggja mitt í økinum. Tað norðmenn útflyta er ikki bert mak- relur, sum er fiskadur av norðmonnum, men eisini av donskum, skotskum og írskum skipum, sigur Oddfríður Haraldsen Góður marknaður Norðmenn útflyta 100 000 tons av makreli til MAK KÁ k A 1 ( k ik sur ) rið Og makrelur bílig vera. Tú kann framleiða ein úrdrátt fyri 6-8 krónur kiloið og hetta merkir, at fátæk lond eisini kunnu keypa mak rel, sigur Oddfríður Har aldsen. --Vit hava vitjað í eitt nú Irlandi og teir undrast á, at vit ikki eru farnir undir hetta fyrr, sigur hann. Frost í fjallinum Virkið skal liggja norð- anfyri Havsbrún og Havs- brún verður primus motor í virkinum. Ætlanin er at spreingja eitt hol inní fjallið, og har skal frystigoymslan liggja. Talan verður um eina stóra fyrstigoymslu. Hon skal kunna goyma 4000 tons. --At gera frystigoymslur í fjallinum er vanligt í Noregi og Svøriki. Neyð- ugt er ikki at klæða vegg- irnar og loftið. Holid verð- ur bert sprongt út, gólvið slættað og síðan verður hurð sett í. Síðan verða frystitólini sett við fullari ferð eina tíð og goymslan er klár at brúka, sigur Oddfríður Haraldsen Utlendingar við Danir og írar vera við í projektinum. Teir hava æt- lanir um at koma her at landa og teir seta eisini pengar í virkið. -Umframt fyrstigoyms- luna, so verður eitt virkið bygt. Á virkinum skal makrelurin tilvirkast. Hann skal antin heilfryst- ast, kryvjast ella skerast til flak. Og møguleikar eru eisini fyri at góðska mak- relin uppaftur meira á ødrum virkjum, eitt nú roykja ella pakka í dósir, sigur Oddfríður Har- aldsen. -Makreltíðin er frá au- gust til februar. Men vit hugsa eisini um sildina um summarið, vit ætla at fara at gera nakað burturúr hesi, ístaðin fyri at hon verður seld fyri lítið og lætt til útlendingar, sigur Oddfríður Haraldsen --Sostatt eru møguleikar fyri at stødugt arbeiði verður fyri 50-70 fólkum meginpartin av árinum. Frystiorkan á virkinum verður sera stór. Meðan eitt stórt flakavirkið klárar at frysta eini 20-25 tons um samdøgni skal nýggja virkið fyrsta 250 tons um døgnid. Kunnu vit ikki heldur Her er ætlanin at byggja makrelvirkið, Mynd: Kalmar brúka eitt av teimum mongu flakavirkjunum til hetta endamálið? --Nei, treytin er, at eitt tílíkt virkið liggur við eiytt mjølvirkid. Tað vil vera soleiðis, at vit koma at taka ein part av makrel- inum, sum skipini koma við, restin fer til idna, sigur Oddfridur Harald- sen. Fuglfjarðar Kommuna skal gera og rinda fyri holið til frysugoymsluna. Kommunan hevur brúk fyri grótið til havnavíðkan uttanfyri Havsbrún. Tað er lítið dýrari at taka grótið úr fjallinum, enn úr van- ligum grótbrotið. Stigtakararnir kanna nú møguleikarnar fyri fígging og síðan verður farið undir at stovna felag. justinus Frystigoymslan skal gerast inni í fjallinum. Her verður sett á. Mynd: Kalmar Nr. 72 — 11. apríl 1992 Oddfríður Haraldsen, ein av stigtakarunum til makrel- virkið, hevur góðar vónir um at tað fer at eydnast BØRNINI