Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 11. apríl 1992 Síða 14 tiðindablaðið Sigurd Poulsen, landsbankastjóri: Avgjert brúk … fyri einum | landshanka , -verður hann niðurlagdur er tað eitt stórt afturstig fyri føroyska samfelagið. Tað hevur stóran týdning, at tað í hesum landinum er onkur, sum hevur til uppgávu at hyggja eftir, um landsins áhugamál samanlagt verða røkt Hóast lógin fyri lands- bankan varð samtykt í 1978, so er virksemið hjá hesum stovni fram vegis sera avmarkað. Har arbeiða í dag einans tvey fólk, landsbankastjórin, Sigurd Poulsen, sum er útbúgvin sum búskapar- frødingur og bert hevur virkað í bankanum i fyra år og so Jens Erik Magnussen, bankamadur -Men hvønn tydning hevur ein landsbanki i veruleikanum fyri eitt samfelag sum okkara? Sigurd Poulsen: -Hann hevur avgjørt stóran týdning, men tær týðandi funktiónirnar, sjálvt bankavirksemið, er ong- antíð komið í gongd. Vit hava tó gjørt nógv við tað analytiska tvs. at hyggja eftir búskaparligu viðurskiftunum í land- inum. Landsbankastjórin sig- ur, at teir eru í ferð við at byggja nakað upp. Hann leggur stóran dent á, at stovnurin er óheft- ur, tá ræður um at meta um viðurskiftini. Um- framt at meta um verandi viðurskifti verður eisini roynt at gera metingar um, hvussu hesi viðurskifti kunnu verða broytt, tá hetta tænir samfelagsins áhugamálum best. Skerjing -Men er veruleikin ikki tann, at landsbankin við tí sera avmarkandi virk- seminum hvorki er fugl- ur ella fiskur! -Tað er fyri stóran part rætt, men nú liggja nøkur lógaruppskot i tinginum, sum ætlandi skulu verda grundarlagið undir framtíðar og helst økta virkseminum hjá stovn- inum. Uppskotini fara tó eisini at skerja uppruna- liga ætlada virkisøkid hjá stovninum. Eitt av uppskotunum snýr seg um at gera broytingar í sjálvari landsbankalógini. Her er m.a. talan um møguleik- an at hava bankasamband við privat. Hesin er lítil undir verandi lóggávu, men verður nú fullkomiliga tikin burtur. Síðani er tað møgu- leikin at hava banka- samband við allar al- mennar stovnar og kommunur. Hesin verður meira ella minni skorin burtur, soleiðis at lands- bankin í framtíðini í stórri mun kemur at virka sum millumlið millum landsstýrið og peningastovnarnar í peningaligum samstarvi. Hitt lógaruppskotið snýr seg um, at lands- stýrið skal hava nøkur innlán í landsbankanum og byggir hetta m.a. á tær avmarkingar, sum eru framdar, umframt at allir teir almennu grunn- arnir eru strikadir á landskassaroknskapinum Pengar aðrar vegir Upprunaliga varð tað ætlanin, at landsbankin skuldi umsita pengarnar hjá hesum mongu grunn men nú teir unum, eru tíknir av og pengarnir tiknir aftur í lands- kassan, mugu aðrir út vegir finnast fyri, at landsbankin skal fáa nak- að av pengum at arbeiða við. Tað verður skipað á tann hátt, at løgtingid áleggur landskassanum at hava pengar í landsbank- anum. Skotið er upp. at hetta talið skal vera 15% av bruttotj6darurtøkuni. -Hetta tryggjar, Sigur Sigurd Poulsen víðari, - at landsbankin nakað av pengum at arbeiða við, og tað tryggjar eisini, at teir pengar, sum landsstýrið fyrr bant í grunnunum, nú eru bundnir á annan hátt enn í landsbankanum og eftir hansara tykki ein hóskiligari hátt. Fyrr var mannagongdin tann, peningur varð játtaður til eitt fram- tíðar projekt. Nú verður stýrt yvir fíggjarlógina, hvat skal setast í gongd. Tað fyriliggur ein rað- festing av iløgunum og Skulu innlånini í lands- bankanum tryggja, at landskassin eigur hesar pengarnar, sum ein annars fyrr hevði oyramerkt. Hetta merkir, at tað í stórri mun verða lands- buskaparligu vidurskift- ini, sum verda avgerandi fyri gongdini. hevur Framstig og nýskapan Samanumtikið heldur landsbankastjórin, at umrøddu uppskot tilsamans eru eitt framstig. Tey fara at hava við sær. at landsbankin fer at verða eitt stabiliserandi og týðandi fagligt lið millum landsstýrið, tann politiska myndugleikan, peningastovnarnar og vinnulívið. -Men tað er sera av- gerandi, um vit klára at byggja upp tiltågv til okkara arbeidi leggur landsbankastjórin aftrat og heldur fram: -Meiningin er at byggja upp ein ávísan au- toritet, sum byggir á fagligt arbeiði. Ein styrki er, at vit eru ein óheftur stovnur, soleiðis at hesin miðdepilin millum tey stóru makt- sentrini í landinum kemur at arbeiða meira óheft av bæði politiskum og vinnuligum áhuga- málum. Tvs. at tað eru landsins áhugamál, sum eru í sentrúm. Bara tað heldur lands- bankastjórin er ein nýskapan. -Tað er ein stór styrki, at tað í hesum landinum er onkur, sum hevur til uppgávu at hyggja eftir, um landsins áhugamál samanlagt verða røkt - og sum kann geva sítt ískoyti til tess. Fleiri fólk -Men klárar lands- bankin komandi uppgáv- urnar við verandi mann- ing? -Nei. Vit eru tvey fólk sum er. Sjálvur haldi eg, at hetta eigur at byggjast spakuliga upp. Eg kundi hugsað mær, at einir tveir til triggir båskaparfrødingar vórðu settir umframt eitt bankafólk, og eitt skrivstovufólk mugu vit so eisini hava. Í dag starvast Jens Erik Magnussen, banka- maður og Sigurd Pouls- en, búskaparfreðingur í -- Landsbankanum. Uppá fyrispurning hvat hann heldur fólk fara at siga til, at fleiri stórv skulu seiast hjá tí almenna - í hesum føri i Landsbankanum sigur Sigurd Poulsen: -Eg skilji væl, at fólk fara at seta spurnartekin við hetta, men hinvegin hugsi eg eisini fólk skilja týdningin, sum ein slíkur stovnur kann fáa fyri okkum øll - at tað er uppá tíðina, at vit fara at hyggja eftir, hvussu tingini hanga saman og hvussu ein fær tey at hanga betri saman í sam- felagnum - at tað ikki bara eru seráhugamál, sum draga til sín og geva eina meðalloysn sum úrslit, men at tað her finst ein stovnur, sum ger vart við, at øll tilsamans hava nøkur áhugamál, sum ganga uppá tvørs av hesum seráhugamálunum. Afturstig at niður- ieggja stovnin Landsbankastjórin sigur annars, at hann hevði roknað við, at onkur fór at leggja uppskot fram um at niðurleggja stovn- in m.a. fyri at spara. Í dag kostar stovnurin millum eina og hálva aðru millién. So talan verður ikki um nakra stóra sparing. Tað kann Sigurd Poulsen og Jens Erik Magnussen jrammanfyri húsini, sum landsbankin húsast í. Mynd: Kalmar skjótt fara at vísa seg, at slík sparing í veruleik- anum als eingin sparing er, men heldur eitt stórt afturstig. -Sjálvur haldi eg tað vildi verið eitt stórt afturstig, um stovnurin varð niðurlagdur. -Hevdi landsbankin, um hann hevði stórri arbeidsorku og virkisøki og longu var farin at virka fyri meira enn 10 árum síðani kunnað forðað fyri nógvum av teimum búskaparligu trupulleikum, sum vit í dag stríðast við? -Sjálvt ein óheftur stovnur fær ikki broytt tær kreftir og mekanism- ur, sum eru í gongd í samfelagnum. Men tað er dgreitt, at ein vælvirkandi landsbanki hevði kunnað virkað fyribyrgjandi og møguliga fyrr kunnað víst á, hvønn veg tað bar. Rentan fall Sigurd Poulsen vísir á, at tað, sum gjørdi størst útslag og var vid til at broyta støduna i Føroy- Í