Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 11. apríl 1992 | Innbjóðing til | norðurlendskan musikkskúlafestival á 8 El 3 er a: ET A >Nordisk musikkskole- festival« bjóðar aftur í år musikkskúlanæmingum úr ollum Norðurlondum at luttaka. Festivalurin er fyrst og fremst ætlaður næmingum, men tónleika- leiðarar og -lærarar eru eisini vælkomnir, og lut- takararnir eru eisini væl- komnir at taka alla familj- una við! Skeiðið er til tín, sum: — syngur, spælir rock-, fólka- ella jazztónleik — ert musikkskúlanæm- ingur/lærari — spælir fyri teg sjálvan ella í bólki — hevur spælt í nekur ár, men ynskir at læra meira — dámar at spæla í óvan- ligum samanspæli — ynskir at spæla í nakrar dagar undir leiðslu av teimum fremstu norður- lendsku norðurlendsku tónleikarunum/leiðarun- um — dugir væl at spæla eitt slag av tónleiki, men kundi hugsað tær at roynt okkurt nýtt — dámar spontanitet og tíðindablaðið improvisatión — dámar at lurta — dámar at syngja í kóri/orkestri og kundi hugsað tær at roynt nakað heilt nýtt — dámar at meta nýggj- um, fittum, tónleika- áhugaðum fólkum. Dentur verður lagdur á samanspæl av ymiskum slag, geher, spæl eftir nót- u, improvositatión, rútmu, konsetratión og framburð. Øll fáa høvi at læra nakað nýtt, og koma at =S spæla saman í sterri og smærri bólkum. Skúlafestivalurin er ein partur av >Norsk musikk- festival<, sum koyrir sam- stundis, og hevur ikki minni enn 20—30 konsetir við stórum stjórnum at bjóða uppá. >Nordisk musikskole- festival« varð fyrstu ferð í 1992, tá ið fleiri luttakarar vóru úr Feroyum. Enda- málið við festivalinum er at styrkja tann norður- lendska tónleikaarvin og skapa samstarv millum norðurlond. Roknað verð- ur við uml. 200 luttakar- um. Tað er Stjørdal Komm- une (3 míl frá Trondheim), ið skipar fyri tiltakinum, ið er frá 29. juni til 2. juli. — Seinasta freist at tekna seg er fríggjadagin 10. apr. Fleiri upplýsingar fá- ast frá musikkskúlunum kring landið, sigur Nord- isk musikkskolefestival í tíðindaskrivi. Nýtt nømmar av Mán- aðarblaðnum Navaran- um er útkomið. Mánað- arblaðið Navarin er nýtt tíðarrit, sum byrj- aði at koma út í ár, og nú er nr. 2 útkomið. Í hesum nummarin- um av Mánaðarblað- num Navaranum eru greinir um sjónbanda- løg, føroysku kvinnu- rørsluna og um rokn- skaparúrslitið hjá bankunum í fjør. Í blaðnum er eisini ein grein, sum viðger rit- gerðina um fiskivinnu- politikk, sum fiskifrød- ingurin Andras Kristi- ansen gjørdi eftir um- bøn frá feroyskum | — | Månadarbladid Navarin nr. 2 er komid: Bankarnir gott ar i fjør vinnufeløgum og granskingarstovnum. Ritgerðin kom út fyrstu í hesum árinum. Greinin í Mánaðarblað- . num Navaranum er ein gjøgnumgongd av hesi ritgerð. Annars eru eis- ini smærri greinir og ummæli í blaðnum. Mánaðarblaðið Nav- arin kemur út 10 ferðir um árið og fæst í bóka- handlum og kioskum kring landið. Mánaðarblaðið Nav- arin er 20 síður til steddar, nakrar mynd- ir eru í blaðnum, og tað kostar 23 kr. í leysa- selu. Mótmæla rað-tali Undirritaðu mótmæla ætl- an landsstýrisins um at broyta skattalógina so- leiðis, at eitt sokallað rað- tal skal skrásetast á allar konti í peningastovnun- um v.m. Vit halda, at hetta er ein roynd at sleppa uttan um ta stóru ónegd, ið fólkið vísti í sambandi við ætlan um skráseting av p-talin- um á allar konti í peninga- stovnunum v.m. Nærum 10.000 feroy- ingar mótmæltu skrivlig hesi ætlan og heittu á Feroya Legting um at broyta skattalógina so- leiðis, at ætlaða skráset- ingin var slept. Tá landsstýrið nú ætlar at fremja hesa somu skrá- seting við einum eðrum (p-'tali, má hetta metast, sum at halda fólk fyri gjøldur. Føroya Løgting eigur at taka til eftirtektar ta stóru mótsteðu, ið býr i føroysku fólkasálini ímóti skráseting av persónlig- um viðurskiftum. Undirritaðu feløg heita tí á Føroya Løgting um at fylgja áheitanini frá teim- um nærum 10.000 feroy- ingunum og broyta skattalógina soleiðis, at ætlaða skrásetingin av p- tali, raðtali (og meguliga eðrum telum) verður MÁNAÐARBLAÐIÐ Navarin Nr 2 BANKARNIR KLÁRAÐU SEG 7 VÆL I 1991 me slept. Hetta verður best gjørt vid at broyta skattaskip- anina til bruttoskatt, so- leiðis sum ein meiriluti á ungdómstinginum mælti til. Við eini bruttoskatta- skipan verður ikki neyð- ugt við tí stóru skráset- ing, vit hava í dag. Við hávirðing Fólkafloksungdómur Aage J. Arnoldsen Ungmannafelagið Samband Jan Johannesen Unga Sjálvstýrið Eyðun Antoniussen | ' r Motmæla Skriv viðvíkjandi rað talinum er í dag sent Føroya Løgtingi. Tey try borgarligu po litisku ungmannafeløgini i Føroyum mótmæla i skriv- inum ætlan Landssiýrisins um at broyta skattalógina soleiðis, at eitt sokallað rað- tal skal skrásetast á allar konti í peningastovnunum. Feløgini heita á Føroya Løgting um at fylgja åheit- anini frá teimum 10.000 føroyingunum, ið á sinni mótmæltu, og broyta skattalógina soleiðis, at ætlaða skrásetingin av p- verður slept. Vegna Fólkafloksungdóm Turið Kjelbro, formaður F TAG SER SLET Málting eitt år á baki: Máltíðarritið Målting er komið. Blaðið hevur nú eitt ár á baki. Hetta er fjórða blaðið, sum kemur út. Innihaldið er eisini hesaferð fjel- broytt. André Niclasen skrivar áhugaverda grein um skeiva mál- rektarpolitikkin í Fer- oyum. Kaj Larsen hev- ur grein um eina gamla segn, ið Schreter skriv- aði niður einaferð fyrst í 19. eld. Segnin verður viðgjerd málsliga, prentað sum Schreter skrivaði hana og eisini í nútíðarstavseting. Staðanevn — uppruni og íkoma av teimum — hevur Marjun Simon- sen viðgjert í góðari yvirlitsgrein. Síðani er ummæli av bókini hjá Petur Martin Rasmus- sen: »Den færøske S sprogrejsning med Um skeiva mál- røktarpolitikkin særligt henblik pá kampen om færøsk som kirkesprog i natio- nal og partipolitisk be- lysning«, lesarabræv og i spurnarteiginum „Spurt og svarad« fáa vit at vita, hvat byr undir orðunum knæ- seta og stuttligur. Í blaðnum verður spurn- ingurin um umseting við teldu tikin fram. Hetta er fyrilestur, sum Klaus Schubert hevur hildið um umset- ingarmaskinur á lærda háskúlanum í Wien. Málting kemur út tríggjar ferðir um árið. Tað fæst í bókhandlum í Havn og annars við at skriva til: Målting, postsmoga 1220, FR- 110 Tórshavn. Málting kostar 45 kr. í leysa- selu og árliga haldara- gjaldið er 125 kr. Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag ðalfundurin verður mánadagin 27. apr., kl. 20.00 Ungmannafelagshúsinum á Sandi Skrá samb. lógini. Eisini verður burturluting og kaffi. Landsstyris- og løgtingsumbod vera við á fundinum. Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag