leygardagur 11. apríl 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
»Hannis«-filmurin úr Skúvoy
í Norðurlandahúsinum
Mánakveldið kl. 19.30
verður frumsýning i Norð-
urlandahúsinum av fer-
oyska barnafilminum
»Hannis«, sum Katrin
Ottarsdóttir, filmsleik-
stjóri, hevur skrivað og
leikstjórnað.
Filmurin, sum er hálvan
tíma til longdar, er tann
føroyski parturin av út-
norðurlendska barnafilm-
inum »Ævintyr á norður-
leidum«, sum er gjørdur í
samvinnu millum films-
gerdarfeløg í Íslandi,
Grenlandi og Feroyum.
»Ævintyr á norður-
leiðum“ eru tríggir filmar í
einum, hver uppá hálvan
tíma. Grenlendski filmur-
in eitur »Havsins móðir<
og tann íslendski >Hestar
og huldufólk<.
Feroyski filmurin
»Hannis« er um tvey
havnarbern, Rannvá og
Bjart, sum fara út á bygd
at ferðast hjá ommu síni.
Frá bernunum í bygdini
hoyra tey nógvar óhugna-
ligar søgur um tann
undarliga Hannis, sum
børnini gera ónáðir um
kveldarnar fyri at fáa
hann út at renna eftir sær.
Men omman sigur
Rannvá og Bjarti eina
heilt aðra segu um
Hannis, og nú vita tey
ikki rættiliga hverjum,
tey skulu trúgva.
Tey, sum leika Rannvá
og Bjart, eru Sólja Klar-
gaard og Rúni Gunnars-
son úr Havn. Hini bernini
eru Antenes Joensen,
Kjartan Hentze, Jákup
Mikkelsen, Tina Tórar-
enni úr Skúvoy og Mia
Krog Elisdóttir av Sandi.
Ommuna leikar Martina
Olsen av Sandi, og Kári
Mouritsen er Hannis.
Aðrir leikarar eru Erling
Rasmussen, Súsanna Tór-
garð, Hegni Joensen og
Oskar Hermansson. Tón-
leiki í filminum hevur
Heðin Meitil gjørt.
Grønlendski filmurin,
»Havsins m6dir«, er bygd-
ur å grønlendsku søgnina
um Havsins móðir, sum
býr í sjónum, og sum ræd-
ur yvir ellum dýrunum.
Filmurin fer fram í eini
lítlari grenlendskari bygd,
har fólk eru um at koma í
neyð, tí menninir fáa einki
á sínum veiðiferðum,
hverki á sjógvi ella landi.
Systkini Viloq og Malik
fara ein dagin út til ís-
brúnna at fiska. Aðrenn
tey vita av, brotnar ísurin
og tey fara at reka út frá
landi á einum ísflaka. Tey
eru í dýrastu neyð, um
hvussu tey skulu sleppa
heimaftur, men knappliga
hoyra tey onkran rópa á
seg niðriundir ísinum.
Jens Brendum hevur
skrivað handritið, og
Mariu Olsen hevur leik-
stjórnað.
Íslendski filmurin,
»Hetar og huldufólk<, er
um drongin Sigga, sum
býr á einum rossagarði
saman við systur síni Kol-
brún og foreldrunum.
Millum tey nógvu rossini
á garðinum er serliga eitt,
sum Siggi er góður við, og
sum hann lærir ymisk
kynstur. Men tað er
Bjessi, sum arbeiðir á
garðinum, sum eigur ross-
ið, og hann ætlar at selja
tað, hóast hann hevur lov-
að Sigga at eiga tað, um
hann klárar at koma upp á
bakið á tí. Tá ið hesta-
keyparin kemur, ger Siggi
ikki mætari enn at hann
sleppur rossinum leysum
út á heiðina.
Guyðný Halldórsdóttir
hevur skrivað handritið,
og Kristin Pálsdóttir hev-
ur leikstjórnað. Áður hava
tær báðar m.a. ávikavist
leikstjórnað og klipt ís-
lendska leikfilmin
„Kristnihald undir jøkli«,
sum varð sýndur á Norð-
urlendsku Filmsstevnuni í
Havn 1989.
Framleiðslan
»Ævintyr á norðurleið-
um« eru gjørd í samvinnu
millum íslendsku films-
gerðarfelogini pumall,
Magnafilm og Umbi,
Nanoq Film og TV í Gren-
landi og filmsgerðar-
felagið Kaleidoskop í Fer-
oyum. Framleiðslustjórin
á feroyska partinum hev-
ur verið Hugin Eide.
Samlaði framleiðslu-
kostnaðurin er millum 4,5
og 5 miljónir krónur. Film-
urin er gjørdur við stuðli
frá Norðurlendska Films-
grunninum, Íslenska
Filmsgrunninum, um-
framt danska, finska og
íslendska sjónvarpinum.
Feroyski parturin,
»Hannis«, hevur kostað
uml. 1,3 miljón, harav ein
knappur fimtingur er
stuðul úr Feroyum frá
Mentunargrunni Feroya
Legtings, Feroya Spari-
kassa, Norðurlandahúsin-
um, Ljósritagrunninum,
Jólamerkjagrunninum og
Feroya Landsstýri.
»Ævintyr á norðurleið-
um« eru í distribution hjá
EUREKA, sum er ein fe-
lagseuropeiskur distri-
butiónsfelagsskapur, ið
hevur samband við uml.
500 filmsútleigarar kring
heimin. So væntandi kem-
ur filmurin at verða
sýndur víða hvar. M.a.
skal hann sýnast á stóru
árligu filmsstevnuni í
Cannes í Fraklandi í ár.
Sýningar
Frumsýningin av >Ævin-
týrum á norðurleiðum<,
sum er opin fyri almenn-
inginum, verður í Norður-
landahúsinum mánadagin
13. apr. kl. 19.30, har leik-
stjóri, leikarar og fram-
leiðslufólk vera til staðar.
Kostnaðurin fyri atgongu-
merki er 50 krónur fyri
vaksin og 25 kr. fyri børn.
Frá og við týsdegnum
14. apr. verður filmurin
sýndur í Leikhús Bio.
Nærri verður lýst í Út-
varpinum. Seinni er ætl-
anin at sýna filmin kring
landið á teimum steðum,
har biografar eru.
At enda kann nevnast,
hóast filmurin verður
róptur »barnafilmur«, so
er hann so avgjert eisini
fyri vaksinf ólk.
Fólk úr Sandoy og
Skúvoy sleppa
heim
Norðurlandahúsið og
Strandferðslan hava av-
talað, at »Tréndur« tekur
ein eykatúr eftir filmin
uml. kl. 21.30 av Tórs-
havn til Skopunar, og síð-
an fer >Súlan< av Sandi til
Skuvoyar seinni um
kveldið. Soleiðis kunnu øll
bygdafólk úr bæði Skúvoy
og Sandoynni koma til og
úr Havnini sama dag, sum
filmurin verður vistur.
Øll, sum hava verið við til
at gera filmin, hava fingið
serliga innbjóðing til
frumsýningina í Norður-
landahúsinum mánadagin
13. apríl.
Valborg
avloysir
Asbjørn
Rådgevandi nevndin fyri
Norðurlandahúsið = hevur
fingið nýggjan formann.
Tað er Valborg Svaðabúð
í Miðvági, sum vald er til
formann fyri næstu tvey
árini.
Hon tekur við eftir Ás-
bjørn Lómaklett í Klaksvík.
Hann hevur biðið um at
verða loystur úr starvinum.
Asbjórn Lómaklett hevur
verið formaður, síðan
| nevndin varð stovnað fyri
níggju árum síðan.
Nicolina Jensen í Havn er
afturvald sum næstformað-
ur.
Ráðgevandi nevndin fyri
Norðurlandahúsið = hevur
fund tvær-tríggjar ferðir um
árið. Uppgávan hjá nevnd-
ini er at geva Norðurlanda-
húsinum ráð um skránna,
hvat skal koma á skránna,
og hon hevur eisini um
hendur arbeiðið úti á bygd-
unum.
15 limir eru í Káðgevandi
nevndini. Stýrið fyri Norð-
urlandahúsið velur nevnd-
arlimirnar eftir tilmæli frá
Føroya Landsstýri.
Nr. 72 — 11. april 1992
Høvudsleikararnir í føroyska filminum eru tær bæði Rúni
Gunnarson og Sólka Klaregaard
Fundur um seyð
á
Royndarstødini
Kollafirði
Jústinus Olsen, djóralækni, fer at hava
fund á Royndarstødini í Kollafirði
månakvøld 13. april, kl. 20.00
um seyðasjúkur, viðgerð ímóti sjúkum
og annað, sum hevur við seydarøkt at
gera.
Áhoyrararnir fáa eisini høvi til at seta
djóralæknanum spurningar, og/ella at
koma við egnum sjónarmiðum viðvíkj-
andi seyðargkt.
Hesin fundur er ætlaður fólki í Norð-
streymoy, sum hava áhuga fyri seyði,
og á Royndarstødini vóna vit, at fólk
meta fjølment kl. 20.00 mánakveldið.
Her er
nevndin
Deyvafelag = Føroya
hevði aðalfund 4. apríl,
og nevndin er nú
henda:
Jan Zachariassen í
Norðaggtu, formaður,
Maria í Dali í Norða-
gøtu, næstformaður,
Egil Oknadal í Havn,
Maria Ellefsen í
Sandavági og Claus D.
Christensen í Havn.
Tey bæði seinast
neyndu sita fram til
1994, hini standa øll
fyri vali á aðalfund-
mum næsta år. !
nn
MOTOROLA
LMR-telefonir
Søla & tænasta
H..J. Michelsen
Handan A 6, Torshavn
tlf. 14414 - fax. 18045
Se eee
Jil ka ÁG