týsdagur 14. apríl 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
GG
i
i
i
I
Nr. 73 — 14 april 1992
Framhald av síðu 3
Songrøddini, Far-Con, F.
C. Production ella Påll
Arge.
Men her er søgan ikki
lidug. Aftan å konsertina å
Kambsdali bjóðaðu fyri-
reikararnir til dans i
Glyvra Bio, har fólk máttu
av við aðrar 80 krónur, um
tey vildu hoyra meira tón-
leik.
Tá Páll Arge kunngjørdi
dansin aftaná og prísin á
honum av pallinum á
Kambsdali, íldi fjøldin eft-
ir honum.
>Hví kunnu teir íkki
bara hava dansin her, nú
øll eru her kortini,< spurdi
ein genta í rúgvuni, men
hon fekk eitt sera einfalt
svar frá síðumanninum: >Í
so fall vinnur Páll Arge
ikki nærtil so nógvar peng-
ar, sum um hann fær fólk
at gjalda eina ferð aftrat
úti á Glyvrum.<
Mergsogin
Einki minni enn øll sak-
in savnað á einum stað.
Tað snýr seg um pengar
tað heila, og tey arbeiðs-
leysu, ið næstan ikki eiga
fyri nakað upp á breyðið,
verða mergsogin, um tey
vilja hoyra tónleik ella
bara sleppa út millum fólk
eitt sovorðið kvold.
Men tað munnu fyrireik-
ararnir ikki stundir at
þh.
hugsa um, ti teir eru óivað
í ferð við at fyrireika tað
næsta tiltakið, ið skal fylla
omaná í kassanum.
hj.
3
Framhald av síðu 6
eisini selja atgongumerki
og annað uttanum arbeiði,
í samband við uppsetingar
o.s.fr. Sjónleikaralívið tri-
vist eisini væl í nógvum
bygdum, og tey skulu eis-
ini hava møguleika at
mennast. Ti er neydugt at
finna fram til eina skipan,
sum tænir øllum hesum
åhugamålum.
Skipað skrá eitt
ár fram í tíðina
Vit hava eisini fingið
Leikpall Føroya, og hann
skuldu vit kanska nytt
meira. T.d. kundi tað verið
ein roynd, um Leikpallurin
hevði eina leiðslu, sum
TIL SØLU
Teak úthurð við rúti,
reyðmálað uttan, st.
81,5Xx200 cm. Kjall-
arahurð uttan karm,
st. 0,82 x 1,91 m.
Tlf. 14853, eftir kl. 17.
Fyllingshurð
ella onnur innhurð v
glasi og karmi ynskist.
Breidd á hurðini 80
cm.
Tif. 13961
DUKKUVOGNAR
Tveir sera væl viðfarn
ir dukkuvognar, bor
deaux reyðir, til sølu
fyri 250 kr. stk.
Tlf. 21263.
GULLRINGUR
FUNNIN
Gullringur til kvinnu
við grav. JHJ.
funnin. Kann fáast við
at venda sær til
TK. 14791
kundi gjørt uppskot til
leikætlanir eitt ár fram í
tíðina, so virksemið teirra
var lættari at samskipa
saman við áhugaleikinum.
Sjónleikur er tann lista-
greinin, sum kann nýta
flestu aðrar afturat sær,
t.d. orð, tónleik, pallprýði
og ljósseting. Átti júst leik-
listin ikki at fingið stórri
innivst á figgjarjåttanini,
til gagns fyri fleiri lista-
greinar?
- Tað einasta eg kann
svara tær er, at einki er at
skarva av, sum er. Tað er
týdningarmikið at geva
føroyskari leiklist eitt stødi
at standa á. Higartil hevur
tað kanska eisini mest ver-
ið einstaklingar og feløg,
sum hava drivið verkið.
Spurningurin er, um vit
ikki hava gloymt at sam-
skipa listavirksemi á tann
hátt, at vit troyta teir
møguleikar sum eru. Har
haldi eg ikki, at nóg nógv
er gjørt enn
Samskipan
Eitt nú hevði borið væl
til at samskipa Útvarpið og
Sjónvarpið, sum kundu
givið rúmd á skránni fyri
listaligum sendingum Eg
haldi ikki, at listafólk gera
sær greitt, hvørjir møgu-
leikar ligga í hesum stovn-
um
Her noyðist eg aftur at
taka tónleikin framum. Eitt
úrslit av Musikskúlanum
hevur verið konsertirnar í
Norðurlandahúsinum, har
hundrað tals børn, ung,
foreldur og ommur og abb-
ar leita, tá musikskúladag-
arnir eru. Hetta tiltak er
Mir AIS An
í Havn og úti á bygdunum,
og tey hava savnað allar
aldursbólkar um hetta til-
takið.
Annað tiltak er ungdóms-
konsertirnar í Utvarpshøll-
ini, sum hava verid i sein-
astuni, og sum verður sent
beinleidis.
Hetta gevur listafólki ar-
beiði, samstundis sum út-
varpið fær møguleika at
seta livandi tónleikin í
skránna. Hugsandi var eis-
ini, at útvarpsleikir og
sjónvarpsleikir kundu ver-
ið gjørdir á henda hátt.
Við ødrum orðum, vit
skulu eisini kunna stovnar
og listafólk um teir møgu-
leikar sum liggja í loft-
miðlunum, og sum gevur
gllum Føroya fólki møgu-
leika at hoyra og síggja
slíkar sendingar.
Norðurlandahúsið er ein
avbjóðing fyri listafólk,
men hevur samstundis á-
virkað listalivid í Føroyum
tann vegin, at minni virk-
semi er aðrastaðni?
- Vit eiga at verða fegin
um, at Norðurlandahúsið
er komið, og kundu helst
ikki verið stovnin fyri utt-
an í dag.
Tað er møguligt at ov
lítið virksemi er aðrastað-
ni, men tað er upp til leik-
fólkini at venda rákinum
soleiðis, a t tað ræður um
at finna eina javnvág mill-
um partarnar.
Ikki bert peningur
- Sum Bert Brecht,
leikritaskald sáli segði á
sinni: Fortreytin fyri alt
undirhald er at tú fært
áskoðaran at geva tær gæt-
ur. Tað nyttar lítið at tú
hevur:tex bestu: stn orm Hu -
Sida 9
Føroysku bólkarnir spæla góðan tónleik, men show er
enn bert ein parantes. Tað prógvaði danski bólkurin
Cut'n'move, ið vant sveittan burtur úr sær á pallinum
Bólkurin Rockwall úr
Hósvík hitaði upp á kon-
sertini á Kambsdali leygar-
kvøldid, og var tónleikurin
lættur og væl spældur.
At vera fyrstur á palli er
ikki tað lættasta, tí ofta er
ikki so nógv fólk ta fyrstu.
Hetta nervaði tó hvørki
sangarar ella tónleikarar í
Rockwall, sum framførdu
sína skrá á ein tryggan og
sterkan hátt. Og hóast onk-
ur av manningini ikki hev-
ur verið við so leingi, var
tað ikki nakað, ið gjørligt
var at leggja til merkis.
Stemningurin góður
'Stemningurin var at
kalla frá fyrstu løtu góður,
og vant bara upp á seg, so
hvørt sum fólkið kom.
Løgini, Rockwall
spælir, eru fyri tad mesta
kend løg eftir eitt nú
Hanne Boel, Gary Moore,
Bryan Adams og onnur
kend nøvn i
tónleikaheiminum, og hó-
ast nógvur av 70'ara tón-
leikinum, Rockwall borð-
reiðir við, er teimum ungu
í dag meira ella minni
ókendur, er hetta
tónleikur, ið er væl
dámdur. Leygarkvøldid
var talan fyri tað mesta um
løg eftir Status Quo, René,
Gary Moore, umframt
okkurt heimagjørt.
Danskiu bólkurin, ið var
gestur hesaferð, var ein av
teimum kendu frá MTV
og ødrum sjónvarpsrásum,
og kallast Cut'n'move.
Framførslan hjá dønunum
var å høgum stødi å tann
hátt, at tað alla tíðina
hendi okkurt — ella rættari
sagt: ein rúgva — uppi á
pallinum.
Ein rapputur forsangari
við skuggakeppi rappaði
fyri, og tveir dansarar leik-
aðu í sum heimsklassafim-
leikarar alla tíðina og áttu
høvudsplåssid á pallinum.
Plátuvendari við
Fyri miðjum palli stóð
so ein plátuvendari við
tveimum plátuspælarum
framman fyri sær. Har var
hansara uppgáva at syrgja
fyri tónleikinum >hjá<
Cut'n'move — saman við
einum trummusláara og
einum tangentspælara.
Og so var sjálvandi eis-
ini songkvinnan í bólk-
inum við. Eitt eiggiligt
sprund — sjokolåta frá ov-
ast til niðast, so hon var
ein frøi fyri eyga — sang
tað, sum ikki varð tosað,
men sungið, og røddini
var tann avgjørt frægasta
hjá Cut'n'move.
Somuleiðis var hon í
løtum við í dansinum á
pallinum, ið — um tær
dåmdi tónleikin ella ikki —
var í toppi. Sveittin lak av
teimum báðum myrku
dansarunum, ið uttan iva
mundu sleppa av við eina
rúgvu av kalorium hesa
løtuna, framførslan vardi.
Einasta nevniverda lyti
vid framførsluni hjå døn-
unum var tann ótrúliga
harði tónleikurin, ið
doyvdi oyruni so mikið, at
ein ikki rættiliga helt seg
fáa alt við, tá helvtin av
songréddunum komu á
pallin.
Songrøddimar eru um-
røddar i aðrari grein, men
sigast må, at stødid var
høgt, og at talan i flestu
førum var um avgjørt
brúkligar sangarar m/k, ið
royndu eydnuna og evnini.
Chase er bara Chase
Rosinan i pylsuendanum
var bólkurin Chase, sum í
hesum døgum er komin út
við 11 løgum, sum øll eru
heimagjørd.
Meginparturin av fram-
førsluni hjå hesum so
pallvanda bólki var ymist
frå útgávuni, og fekk for-
sangarin Edmund
Jacobsen tey túsund
uppmøttu at kóka enn
meira. Sera væl liggur fyri
hjá honum og hinum, og
greitt er, at hetta er
tónleikur, fólkinum dámar
— og tað væl eisini.
Ikki minst royndirnar at
fáa fólkið at syngja við
eydnaðust stak væl, og við
eingangsknallinum sum
allarsíðsta lagnum, áðrenn
vinnandi songrøddin varð
avdúkað, setti Chase eitt
ógvuliga væl hóskandi
punktum á einari góðari
konsert, ið hevði verið
pengarnar verd, kostaði
hon tað, sum sømir seg í
hesum døgum.
hj.
ini at føra fram, um tú ikki
fært fólk at geva tær gætur.
- Eg hugsi ikki, at talan
bert er um peningaligar
fløgur, men eisini um,
hvussu vit fáa skipað men-
taligt virksemi, sum vekjur
ans og forvitni hjá fólki.
Tað eru m.a. hesi viður-
skifti, sum vit skulu fáa at
virka, sigur Marita Peter-
sen at enda
Orð: Dagny
Mynd: Kalmar
Marita Petersen,
landsstýriskvinna: - Eg
hugsi ikki, at talan bert er
um peningaligar iløgur,
men eisini um, hvussu vit
fáa skipað mentaligt
virksemi, sum vekjur ans
rd Pr
- pt Y ' …
; .. 7