týsdagur 14. apríl 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Fyrsti aðalfundur í 160 ára søga sparikassans
Sparikassin
eigur nu slaka
hálva milliard
Leiðsla sparikassans letur væl at úrslitinum i
fjør, hóast figgjarvånirnar í samfelagnum sum
heild broyttust munandi til tað verra. Avlopið í
fjór var 53 milliónir
Føroya Sparikassi sigur
seg ikki kunna lata annað
enn væl at fíggjarliga úr-
slitinum í fjør, tå spari-
kassin hevdi slakar 53
milliónir krónur i netto
avlopi. Sparikassin er væl
fyri. Eginognin tåttar nå
upp móti teimum 500
milliónunum.
Fríggjadagin hevði Før-
oya Sparikassi sín fyrsta
aðalfund í síni skjótt 160
ára longu søgu. Í fjør vóru
gjørdar grundleggjandi
broytingar í skipan og
bygnaði sparikassans, sum
fór frá eini skipan við
sjálvvaldum umsjónarráði
sum hægstu leiðslu, og til
eina ábyrgdarskipan við
árliga aðalfundinum sum
nú er hægsta vald.
Aðalfundurin er skipaður
við teimum 49 umboðun-
um úr teimum seks um-
bodsdømunum. Millum
hesi 49 umboðini valdi
aðalfundurin seks umboð í
umsjónarráðið, sum er
hægsta leiðsla sparikass-
ans.
Teir seks limirnir í um-
sjónarráðnum, sum valdir
vóru fríggjadagin, eru Páll
Michelsen úr Suðuroy, Dia
P. Johannensen úr Eystur-
oynni, Bjarni Joensen úr
Vágum, Olga Kallsberg og
Petur Zachariassen úr
Havn og Jonna Krog Poul-
sen úr Sandoynni. Sjeyndi
limurin verður tilnevndur
av danska ídnaðarmálaráð-
num.
Hetta er fyrstu ferð, at
kvinna situr í umsjónarráði
sparikassans.
Stórur vekstur
Formaðurin í umsjónar-
ráðnum, Halgir W. Poul-
sen greiddi á aðalfundinum
frá stóra vøkstrinum í virk-
semi sparikassans síðani
hann í 1833,- hetta fyrsta
árið hevði 42 viðskiftafólk,
sum tilsamans áttu 4.608
krónur innistandandi í
gróthúsinum. Í dag eru
nærum 74.000 konti í
sparikassanum, og sam-
laðu innlánini eru 2,3
milliardir.
Sparikassin heyði
friggjadagin sin fyrsta
adalfund nakrartid i
nærum 160 åra longu
søgu sparikassans.
Myndir: Kalmar
Upplyst vard, at nyggja
åbyrgdarskipanin fekk
góða undirtøku frå fyrsta
degi hon í fjør varð lýst.
Sparikassin hevur í dag
3.200 ábyrgdarar, sum
hava teknað seks milliónir
í ábyrgdarfæi.
At Sparikassin kann vísa
á eitt netto avlop uppá
nærum 53 milliónir, kundi
formaðurin eisini fegnast
um. Avlopið í fjør er 7,4
milliónir stórri enn árið
fyri,- hetta hóast fíggjar-
vánirnar í samfelagnum
sum heild broyttust mun-
andi til tað verra, legði
hann aftrat.
Nýggj deild á Tvøroyri
Føroya Sparikassi hevur
í dag 24 deildir. Nýggjasta
deildin er hon í Runavík,
sum varð tikin í nýtslu
seinasta heyst. Føst ætlan
er løgd fyri útbyggingarnar
framyvir. Millum annað
skal gróthúsið í Havn
høvudsumvælast og nýggj
deild byggjast á Tvøroyri.
Halgir W. Poulsen nam
eisini við nýggju lóg fyri
bankar og sparikassar, sum
helst fer at koma í gildi 1.
januar næsta ár.
Hann segði, at nýggja
lógin fer at víðka møgu-
leikarnar hjá sparikassun-
um munandi, men fer
samstundis at seta nógv
stórri avbjóðingar. Mun-
urin millum bankar og
sparikassar fer at kámast
burtur, men fer sparikassin
BAA sosialurin Nr. 73 — 14. apríl 1992
Halgir W. Poulsen,
formaður í
umsjónarráðnum,
greiddi á aðalfundinum
frá gongdini hjá
sparikassanum. Hann
lat væl at.
Mynd: Kalmar
undir ongum umstødum at
sleppa teimum mongu set-
húsaeigarunum, ið eru við-
skiftafólk sparikassans,
upp á fjall. Sparikassin fer
framvegis at hava sum
høvudsyrki at vera pen-
ingastovnur løntakara og
húsaeigara, segði formað-
urin.
Helgir W. Poulsen helt
fyri, at sparikassin hevur
ikki havt til vana at
ráðleggja politikarunum.
Tó vildi hann minna å, at
ein nýggj lóggáva eigur at
verða umhugsað sera væl,
soleiðis at húsaeigarar og -
byggjarar ikki koma at
liggja ímillum, hvat
fígging viðvíkur. Tí tá fara
vit helst at missa meira
fyri minni.
Formaðurin í umsjónar-
ráðnum duldi ikki fyri, at
myrk skýggj framvegis eru
á luftini, og at mangt
bendir á, at eisini hetta árið
verður strævið fíggjarliga
hjá føroyska samfelagnum,
men hann vildi kortini
mæla gllum til gott treyst,
ti, sum hann tók til,- tað
blíðkar fyri hugaðum
monnum - og kvinnum.
tór.-
Skótahúsið KAMBUR
á Kambsdali
Húsini er
I útgjard og v ælegnad til legur og skeid
vid upp til 60 luttakarum > , sv
Skul Ar, barnagarðar, feløg og onnur, sum vilja leiga
húsini, ku venda sær til skrivstovuna, tlf. 11075
lø KFUM-SKOTARNIR
NI I FOROYUM
f Tlf. 11075 - Hoydalsvegur 6
v Postbox 1980 110 Tórshavn
SU
2
me