Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

B Nr. 74 — 15. apríl 1992 Skriva til | er Síða 11 UA VKB Mari: Hava folk veruliga sex-trupuleikar? Trupulleikar - bæði hjá kvinnum og monnum, eru margir av hesum slag, skrivar Marner Børnini hjá mær hava barnaorm í heilum. Tey fáa kur oman á kur, men tað kemur altíð aftur. Eg vaski teimum, skifti seingjarklæði og vaski eft- irhondini alt upp og niður. Er tað ikki skaðiligt at geva børnunum kur so ofta? Eg havi givið teimum minst 15 kurar! Og um tað ikki skaðar, hví er tað so ikki at fáa í hondkeypi. Hanna P. Barnaormur er ógvuliga vanligur, og hann smittar ímillum børn, ið ganga í skúla, í barnagarði og aðrastaðni, har tey koma saman, og hann smittar við tað at ein andar stóvið inn, og í stóvinum sita hesi smáu eggini. Tí eggini koma jú út frá baktarm- inum, og koma síðani í seingjarklæðini og seingj- arstóvið, og bara ein ristir eitt sindur í dýnuna ella í lakið, so fara eggini upp í luftina, so tey fara inn í munnin, og so fær ein barnaorm aftur. Tað er helst orsøkin til, at tygum geva so nógvar kurar fyri barnaorm, tí at um bert eitt av børnunum ikki yvir- heldur kurin, so er galið. Annars dugi eg ikki at síggja aðra orsók, og um hetta ikki hjálpir, so er at fara til læknan og kanska fáa onkur onnur evni til at viðgera hendan barnaorm Marner Er tað veruliga tú, Marner? Eg eri ein kvinna í 40-ár- unum, ið lesi læknateigin “Skriva til Marner' hvørja viku í Sosialinum. Men tað er nakað, eg havi hug at undrast á: Hava fólk veruliga allar hesar trupul- leikarnar við kynslivinum, ið ofta fylla ein rættiliga stóran part av læknateig- inum, ella er tað upp- spunnið, tað heila? Og er tað veruliga tú, Marner Simonsen, ið svarar spurningunum, ella er tað onkur annar? Miss 40 Jú, víst eri tað eg, ið svari Øllum spurningunum í hes- um læknateiginum, og allir spurningarnir, sum koma, eru veruligir. Tað er ikki nakað uppspunnið av nøkrum slag. Trupulleikarnir hjå bædi kvinnum og monnum av hesum slagi eru margir. Marner Eg fái ikki orgasamu Eg eri ein 18 åra gomul genta, ið havi ein kedilig- an trupulleika, tá eg eri saman við mínum drongi. Trupulleikin er, at eg ong- antíð fái orgasmu, tá vit eru í song saman. Vit hava roynt allar mátar, men einki kemur burturúr. Eg eri ógvuliga vát í neðra, tá ið vit eru saman, og tað er sera gott, halda vit. Ber til at fáa onkran heilivág ella okkurt, sum kann gera tað, at eg fái orgasmu. Um ikki, hvat kann eg gera? Ég veit, hvussu orgasman kennist. Eg taki p-pillarar av slagnum Gynera, men tað ger ongan mun, um eg taki teir ella ikki. Annars hava vit eitt frálíkt sex-lív saman. A.P. Hetta fyribrigdi er ikki óvanligt. Hvat orsøkin er, er ógvuliga ringt at siga, tá tú sigur. at tú hevur roynt allar møguligar hættir. Men um tú veitst, hvat orgasma er, og kanska hevur roynt tað við masturbatión, skuldi verið gjórligt at fingið orgasmu á náttúrligan hátt. Eingin heilivágur finst fyri hatta. Tad er nakað innbygt, sum móguliga svinnur aftur hjá tær. Aðrastaðni finnast sexologi-klinikkir, hvar tú kanst læra at fáa orgasmu, men tað finst ikki í Føroy- um. Ein ella tvær so- vorðnar klinikkir eru í Danmark. Marner Eyðkvæmislinjan svarar alt samdegrið á tif. 18820. Tysdagar kl. 16.00—18.00 fæst persónlig ráðgeving og serligir spurningar verða svar- aðir. Sinnisbati kveld kl. 19—22. Frítíðarhelið í Krossgøtu 15 er opið miku- BS Manningin í bólkinum Annika & Sigrid. Frá vinstru: Alexander, Jógvan Andrias, Sigrið, Jógvan, Annika, Sverri og Poul Andrias. Mynd: Hilmar Jan Gosneltónleikur á påskastevnu Á páskastevnuni, sum í ár verður í Ítróttarhgllini á Hálsi og í Læraraskúla- høllini, verður skipað fyri fundum og metum av ymsum slagi, og ikki minst verður eitt sindur gjørt burtur úr ti tónleikarliga. Sjálv páskastevnan byrj- ar skírhósdag, og heldur fram til annan páskadag. Teir fyrstu fýra dagarnar í Itréttarhøllini á Hálsi, og seinasta dagin í Lærara- skúlahgllini. Leygarkvøldid kl. 22 er gospelkonsert å skrånni, og vera fleiri bólkar við har — bæði gamlir og kendir og nýggir og ókendir. Annika á Sigrið eru kend nøvn, og við sær hava tær bådar fimm t6n- leikarar, ið eisini leggja rødd ul í bakgrundini. Av Skálafjórðinum kemur ein nýggjur bólkur, ið kallar seg Terji á Teir. Í hesum bólki eru tónleik- arar ymsastaðni av Skála- fjørdinum, og er talan um rættiliga lættan tónleik. Linda, Vanja og Lydia syngja eisini leygarkvøld- ið við góðum tónleikarum afturvið, og eru hetta eisini røddir, tey flestu munnu kenna aftur. Eitt navn, ið gjøgnum mong ár hevur verið kent í føroyskum tónleiki, er Jó- annes í Innistovu. Nakað er fráliðið, síðani hann læt hoyra frá sær, men nú hevur hann vant saman við teimum somu tónleikarun- um, sum spæla hjá Anniku á Sigrið. Umframt hendan nógva tónleikin, er eisini ein nýggjur dramabólkur við á gospelkonsertini, og fram- førir hann drama við ein- um greiðum kristnum boð- skapi. Fyrsta påskakvøld kl. 22 verður tiltakið >Ungdómur metir ungdómi< — somu- leiðis í ltróttarhgllini á Hálsi. Her verður eisini nógvur tónleikur at hoyra, men meira dentur verður lagður á bodan av orðinum gjøgnum vitnisburð og á annan hátt, eitt nú enn einaferð við tí nýggja dramabólkinum. Bólkarnir hetta kvgldið eru Disciples úr Klaksvík, nýggi bólkurin Ataja (merkir Harin hjálpir) úr Havn og tann meira kendi bólkurin Hosjama (merkir Harrin hoyrir), ið eisini er úr Havn. Eins og alt annað, ið fer fram á páskastevnuni frá skírhósdegi og til annan påskadag, eru hesi tiltøkini almenn. Royndirnar frå undanfarnum årum visa, at bældi gosplikonsertin og »Ungdémur møtir ung- dómi< kunnu savnað rætti- liga nógv fólk. hj. Manningin i bólkinum Hosjama. Navnid er hebraiskt og merkir Harrin hoyrir. Tey eru frå vinstru: Bent, Elsa, Miriam, Rúna, Hedin og Jan. Mynd: Hilmar Jan