mikudagur 15. apríl 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Biltryggingin
kann lættliga
gerast biligari
ikki við at avtaka einkarrættin, men við at fáa
príseftirlitið at virka. Arsroknskapurin hjá
Tryggingini, sum júst er almannakunngjórdur,
er greitt prógy um, at tað er óðamannaverk at
liða
tryggingarsamtakid sundur,
skrivar
Tórfinn Smith, næstformaður í umboðsráðnum
hjá Tryggingarsambandinum Føroyar
Biltryggingin man vera
tann parturin av føroysku
tryggingini, sum hevur
staðið, og stendur fram-
vegis, mest fyri skotum.
Tryggingin er ov dyr,
verður sagt.
Einki óvanligt er, at ein
10 tekur ímóti eini vøru
ella tænastu, heldur seg
rinda sín ríkiliga part.
Helst alt ov mikið. Men
Skal ein trygging sum
biltryggingin hvíla í sær
sjálvum, gerst hon neyvan
bíligari við tí kostnaðar-
stødt og skadamongd, sum
er i Førovum.
Skadamongdina kunnu
vit bert øtast og harmast
um og vóna, at áhaldandi
stríðið hjá millum øðrum
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
fer at bera frukt. Hinvegin
kann beinanvegin nakað
gerast við kostnadarstødi í
samband við umvælingarn-
ar.
Roknað verður við, at
umleið 60% av teimum 56
milliónunum í skaðum, eru
eykalutir. Einki er at taka
seg aftur í, at hesir eru alt
ov dýrir í Føroyum. Eru
hesir til dømis 40% ov
dýrir, rindaði tryggingin
(ella rættari sagt bil-
eigarin) 13 milliónir ov
nógv fyri skaðarnar í fjør.
Tað vil aftur siga, at við
hesum sera varisligu met-
ingum, kundi tryggingar-
gjaldið verið 25% lægri.
Men hetta kann trygg-
Tvangsauktion
Pá Dommerkontoret,
Tórshavn, afholdes
Torsdag den 07. maj 1992 ki. 10.50
t
matr rn. 9 å
ende i Hus jarð:
Auktio: en er begære
á Heygum, J
Tórshavn tlf.
vegne en pant
vanasauktior (ÁS
r
C. Pløyensgøta 1,
148/92) over
t af advokat Bjørn
Paturssonargøta 3, 100
1.1710
i. nr. (880060) pá
Ejendommen er »1 mørk uttangaråsjørd
í Húsagarðshagax.
Ejendommen kan beses efter aftale med
ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn pá dommerkontoret.
Færgernes fogedret,
den 09.04.92
Ole G. Olesen
dfm.
ingin einki gera vid. Væl
at merkja, uttan at heita å
príseftirlitið um at kanna
prísirnar á eykalutum og
umvælingum, sum hon so
mangan hevur gjørt, men
tó uttan úrslit.
Tá tað kann loysa seg at
senda ein bil til Danmarkar
til umvælingar og gjalda
farmagjald, toll og aðrar
útreiðslur, fram um at lata
skadan umvæla í Føroyum,
er nakað raplandi galið.
Liðið ikki samtakið
sundur
Roknskaðurin hjá
Tryggingarsambandinum,
sum júst er almanna-
kunngjørdur, er eitt talandi
dómi um, at tað er óða-
mannaverk at liða trygg-
ingarsamtakið sundur.
Einkarrættur, fyri ikki at
siga monopol, er eitt illa-
vorði orð. Hetta má takast
av, ongantíð ov skjótt,
verður kravt. Fyri hesum
kravi standa millum onnur
nakrir av borgarligu flokk-
unum í Føroyum gksl við
øksl saman við Føroya
Arbeiðarafelag.
Men hava hesir borgar-
ligu og populistisku flokk-
ar, eins og hitt annars
seriøst virkandi Føroya
Arbeidarafelag, hugsad um
avleidingarnar.
Roknskapurin i fjør visir
eitt rættiliga stórt hall av
sjálvum tryggingarvirk-
seminum. Hóast tað, at
gjaldið frá brúkarunum
verður hildið at vera ríki-
liga høgt! Men tað, sum
bjargar tryggingini, og har-
við eisini tryggingartakar-
anum frá at sita við skegg-
inum í postkassanum, eru
figgjarinntøkurnar frá teirri
stóru ogn, samtakið eigur.
Talan er um fíggjarinn-
tøkur av sløkum 700 milli-
ónum!
Skulu vit so fara at liða
Nr. 74 — 15. apríl 1992
hetta samtak sundur? Og
hví? Hverjum fer tað at
tæna? Er tað nakar sum
trýr, at útlendingar koma
higar at tryggja føroyingar
fyri okkara skyld? Hver
tímir at koma higar at
tryggja føroyskar bilar ella
aliringar? Nei teir vildu
komu higar at tryggja tað
sum hevði loyst seg. Ikki
fyri okkara skyld, men bert
fyri teirra egnu. Og so
kundi landið átt undir-
skotstryggingarnar.
Borgarligir flokkar hava
altíð sagt seg leggja stóran
dent á, at vit hava væl
konsolideraðar peninga-
stovnar. Hví skulu vit ikki
hava eitt væl konsolidera
tryggingarfelag? Hvat er
galið við hesum 700 milli-
Onunum nú peningatórvur-
in í landinum er eyð-
sýndur? Var betri um tær
lógu í kassanum hjá
onkrum stórum útlendsk-
um tryggingarfelagi í
Keypmannahavn ella aðra-
staðni í heiminum?
Betri tænasta
At hava kapping kann
vera mennandi á mongum
økjum, men at fråsiga
okkum hendan møguleikan
til sjålvi at hava tamarhald
á egnum tryggingarvidur-
skiftum, og lata útlendskar
tryggingarhávar fara av-
stað við teimum trygging-
um sum loysa seg, verður
føroyska samfelagið ikki
ríkari av.
Sjálvandi kann eitt felag,
sum hevur einkarrætt,
lættliga fella í ta freisting,
at slaka við tænastuni
mótvegis viðskiftafólku-
num. Tað má tryggingin
ikki, og er nakað sum
haltar, mugu hesi brek
rættast.
Fyribyrgja skaðar
Tryggingarsambandið
Føroyar er eisini meira enn
eitt tryggingarfelag. Um-
framt at hava verið við í
menningini av samfelag-
num bæði á ein og annan
hátt, verður ikki so lítið
latið, partvíst sum bein-
leiðis sum stuðul, og
partvíst sum bíligt lán í
samband við fyribyrgjan
av skaðum. Tað verið seg
til Ráðið fyri Ferðslutrygd,
Brunaskúlan við Áir, eins
og at latið sín stuðul til
slgkkiútgerð og vatnveit-
ing til flest allar bygdir í
Føroyum.
Hetta åtti tryggingin at
gjørt enn meira við
framyvir, og fer helst
eisini at gera tað. Hetta må
eisini vera eitt endamál í
sær sjálvum,- at fyribyrgja
skaðan, og í ødrum lagi
gera sítt til, at hann verður
so lítil sum gjørligt.
Valla hevði eitt útlendskt
tryggingarfelag í Føroyum
hugsað soleiðis.
Tórfinn Smith
3. hvort sethús
í Føroyum hevur
ein CTC-ketil ,
Umleið |
5000 set- i
hús í
Føroyum ..
hava i
ein }
CIC- 3
Ketil.
Tað prógvar
at CTC er
| verulig
| dygd.
Alt tilfar til
hitaverk og sanitet
12000 - Postsmoga 182 - 110
shavn
HP,
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvønn
hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM,
undir Pisuvarða 2, ella á tif. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá ki.
15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frá kl. 15.30—7.00 á morgni.