mikudagur 15. apríl 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 74 — 15. apríl 1992
SvF á páskum
Føroyskar sendingar
Skírhósdag
kl. 14.00 Í Skorini (e)
kl. 16.25 Gudstænsta, Sangleta úr Ritu-
víkar kirkju
kl. 21.05 Andakt, Niels P. Danielsen
Langafríggjadag
kl. 14.00 Valkyrjur og eiturkoppa-
drotningar (e)
kl. 16.05 Gudstænasta í Havnar kirkju
kl. 21.50 Andakt, Niels P. Danielsen
kl. 22.00 U 36 og tær 8 sluppirnar, lagt
tilrættis: Z. Hammer
Leygardagin 18. april
kl. 19.00 Okkara løta
kl. 20.00 Grannar okkara
Påskadag
kl. 14.00 Rikin i Rætt (e)
kl. 16.30 Gudstænasta i Vesturkirkjuni
kl. 19.50 Kirkjan og tær ringu tíðirnar
lagt tilrættis: M. Johannesen
kl. 22.00 Andakt, Niels P. Danielsen
kl. 22.10 Páskaleta vid Ebenezerkør-
inum
2. Påskadag
kl. 17.25 Gudstænasta i Adventista
kirkjuni
Kl. 20.30 Andakt, Niels P. Danielsen
kl. 20.40 Dansur vid Sputniks - lagt
tilrættis: A. Gregersen
Ymiskt
Skírhósdag
kl. 18.25 Teknifilmur
kl. 18.55 Leiðin gongur til Stockholms
kl. 23.40 Tankastrikan
Langafríggjadag
kl. 14.30 Ítalskur køkur
kl. 17.15 Gentan, sum klatrar
kl. 18.55 Tað stóra gildið
kl. 20.55 Lívið í taranum (náttúrúts.)
Leygardagin 18. apríl
kl. 17.05 Georg Klein
kl. 17.35 Dýrafilmur
kl. 18.25 Teknifilmur
kl. 20.30 Heims-sirkus
kl. 22.25 Skapa tær
Páskadag
kl. 17.40 Barn mítt var — eg eri
Musikksendingar, baletti
o.a.tl.
Skírhósdag
kl. 17.35 Paquita og Markitenka
(ballett)
kl. 21.05 Julio Iglesias
Langafríggjadag
kl. 17.45 Alfred Schnittke, komponistur
kl. 19.55 Kontrapunkt - finalan
Leygardagur 18. apríl
ki. 14.00 Matthæuspassiónin
Páskadag
kl. 18.10 Spirituals
kl. 22.55 Ballett
2. páskadag
kl. 14.00 Othello
kl. 23.05 Vinarliga
Yvirlit yvir filmar um páskirnar
Skírhósdag
kl. 14.00 Willhelm Tell - 4:5
kl. 19.20 Strauss-Dynastiið - 2:6
kl. 22.00 Vit hittast á Cassuiopeia s/h
Langafríggjadag
kJ. 14.40 Wilhelm Tell - 5:5
kl. 22.45 Morse
Leygardagin 18. april
kl. 20.55 Teir riðu norðureftir - 4:4
kl. 23.05 Lóg og lógloysi i Chicago
Påskadag
kl. 14.00 Tann væna år Alhambra - cub.
filmur
kl. 19.05 Litli Sir Nicholas - 1:3 (ft)
kl. 20.20 Snildir og stremban - 2:3
2. påskadag
kl. 18.35 Litli Virgil - da. filmur
kl. 19.55 Litli Sir Nicholas - 2:3 (ft)
kl. 21.50 Ikki rætti maðurin - am. film.
Mikudagin kl. 20.15:
Almenna hugsanin
Um loyvi at vera ødrvisi. Um loyalitet í
fakfelagsrerslum, í politikki og í tamil-
sakini. Hvar er markið, osfr.
Mikudagin kl. 21.30:
Skøkjulevnadur
i Thailandi
Vøkru genturnar í Thailandi lokka ferða-
fólk úr ellum heiminum haðar — uml.
35.000 árliga bert úr Danmark. Mett
verður, at hálv millión skekjur eru í Thai-
landi, og steðugt verða fleiri smittað við
AIDS. Vit skulu hoyra um hetta ferða-
fólkaparadísið og deyðsvandan.
Skírhósdag kl. 17.35:
Paquita og Marki-
tenka —
Kirov Ballettin
Í januar vitjaði Kirovbalettin úr Lenin-
grad fyrstu ferð Danmarks Radio, sjón-
varpið. Av hesum komu fleiri sendingar
burturúr. Tann fyrsta er Paquita, ein
ballett eftir Marius Petipa. Síðani A.
Saint Leons Pas de Six frá Markitenka.
Producari er Thomas grimm.
Skírhósdag kl. 21.05:
Julio Iglesias
Julio Iglesias
Julius Iglesias var å vitjan i Danmark i
oktober 1991, og frammanundan hitadi
DR upp vid hesi sending, har vit skulu
hoyra »Amor, Amors »Quijote«,
»Bamboelo« og »To All the Girls«.
Skírhósdag kl. 22.00:
Vit hittast å
Cassiopeia
Hetta er gamal svart/hvitur danskur
filmur frå 1951 vid Poul Reichardt, Bodil
Kjer og Ellen Gottschalch i hevuðsleik-
lutunum. Og løgini, vit hoyra, eigur Kai
Normann Andersen.
Langafriggjadag kl. 17.15:
Gentan, sum klatrar
Catherine Destivelle er nakad, sum bert
fåar kvinnur er, hon er fjallaklintrari.
Hetta er virdisløntur franskur filmur, har
vit skulu síggja hana klúgva í fjøllunum
nærendis Bandiagara í Mali í Vestur-
afrika.
Langafríggjadag kl. 17.45:
Alfred Schnittke,
komponistur
Sendingin er um einasta altjóða kenda,
núlivandi tónaskaldið og tónleik hans-
ara. Starvsfelagar og vinfólk lýsa hann,
og 57 ára gamli Schnittke greiðir frá tón-
leiki sínum.
Langafríggjadag kl. 22.00:
»U36 og tær átta
sluppirnar«
94 ára gamli Ingvald Johannesen í Mið-
vági var við tann dagin í 1917 á Feroya
Banka, tá átta sluppir og ein motorbátur
vóru sekt av tyska kavbátinum U36.
Ingvald og skiparin vóru umborð á
U36, har ein av yvirmonnunum græt um
lagnu feroyinga.
Í november mánaða í 1923 var Ingvald
saman við 3 breðrum og pápanum á út-
róðri. Knappliga kom ódnarveður, teir
vunnu ikki upp bygdina, men máttu seta
upp í berginum vestan fyri Presttanga.
Fleiri bátar gingu burtur hendan
dagin.
Ingvald sigur frá hesum hendingum, ið
enn standa so livandi í minni hansara.
Systkini á Legmannsbe í Miðvági eru
við í sendingini við fleiri kendum sjó-
manslegum eftir Harry Birtilí, ið m.a.
hevur yrkt »Alt eg átti á fold var ein
koyggja«. Upptekurnar eru gjørdar í trol-
húsinum í Miðvági. Z. Hammer hevur
lagt til rættis.
Langafríggjadag kl. 22.45:
Morse
Hesa ferð er tað eitt morð á eina átta ára
Síða 13
gamla gentu, tað snýr seg um. Átta ára
gamla Mary Lapsley varð fyri 18 árum
síðan funnin dripin í einum skúri. Nú
hendir eitt annað morð, sum fær Morse
at síggja okkurt samband millum bæði
morðini.
John Thaw og Kennet Coley
Leygardagin kl. 17.35: |
Dýrafilmur
Tað, sum ræður um, er at yvirliva, og
náttúran hevur syrgt fyri nógvum
mátum, har tann jagstraði er ferur fyri at
sleppa undan tí, sum veiðir
Leygardagin kl. 23.05:
Lóg og lógloysi
í Chicago
Í býnum Lakerville halda borgarstjórin
og legregluovastin eina stóra veitslu fyri
MCU, og har gongur harðliga fyri seg.
Alt í einum roynir ein ungur maður at
vinna sær pengar skjótt og ger avtalur
við Luca
Páskadag kl. 17.40:
Barn mítt var
— eg eri
Susanne og Henrik Kroos
Birgitte og Flemming Grundertofte
Dóttir Henrik og Susanne doyði fyri
fáum árum síðani av meningitis, tá ið
hon var tíggju mánaðar gomul. Flemm-
ing og Birgitte mistu dóttir sína, sum var
3% ár ár, aftan á eina heilaskurðviðgerð.
Tey fýra foreldriin greiða frá, hvussu tey
mugu royna at liva við sorgini og líta
frameftir.
b