Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Scansat/TV3 Ein erkymlað mamma uppdagar, at tað at hava nóg mikið av pengum er ikki nøk- ur trygging móti at halda soninum burt- ur frá narkotika. Hon uppdagar, at sonur hennara, Ronny, er við í narkotikaselu, bg stúrir fyri at hann fer ikki at sleppa burtur úr hesum aftur. Tí fer hon til McCall Langafríggjadagur kl. 18.35: Amy Amy Medford er fyrst í 30-unum, gift við einum ríkum Boston-advokati, býr í einum fínum húsum í Beacon Street, men er sera ónegd. Hon fer at liva sítt egna lív uttan at maðurin veit um nakað. Hon fær sær arbeiði á Parker School, sum er skúli fyri blind og deyv í lítla Appalachie-bý- num Hendricks, West Virginia. Hon skal læra deyv bern at tosa, og bert við tekn- máli. Lærararnir taka væl ímóti Amy, allir uttan Malvina Dodd, leiðarin hjá teimum deyvu. Leygardagin kl. 14.15: The Man who fell to Earth Á PS John Dory Am. filmur frå 1986. John Dory er ein- asti, sum yvirlivdi, tá ið eitt rúmdarfar rendi á. Dory kemur langt burturi frá, frá einari aðrari gongustjørnu — Anterus. Hann setir á stovn World Enterprises saman við Felix Hawthorne. Hetta er eitt felag, sum hevur til endamáls at út- vega ta peningaupphædd, sum er neyðug fyri at bjarga doyggjandi fólkinum á Anterus, fyrst noyðast teir at fáa gjørt eitt nýtt rúmdarskip, so at Dory sleppur haðani. Takkað verið kunnleikanum hjá Dory gongur handilin væl Richard Morsen, ein útsendur njósnari frá stjórn- ini, hevur stóran áhuga fyri hesum. Eina- ferð hittir Dory Evu, eina unga einkju, sum býr saman við lítla soni sínum. Sum frá líður ger Dory av at siga henni sann- leikan. So ger Felix eitt stórt mistak, han setir Vernon Gage, ein fyrrverandi Nasa- mann, at gera tekningina til nýggja rúmdarskipið. Men hesin hevur privat áhugamál við Home Improvement Styrki ella kunnleiki Tá ið Tim skjýtur upp, at ell familjan skal fara at bowla, eru ell mannfólkini glað. Dreingirnir síggja ell telduspelini í gongdini fyri sær. Jill er ikki so fegin, tí henn dámar ikki Tim, tá ið hann vinnur. Tim sigur, at tað er lættari hjá monnum enn kvinnum at bowla, tí teir eru sterk- ari. Men longu fyrsta kúlan hjá Tim mis- eydnast, meðan betur gongst hjá Jill. Tim verður firtin, og sigur at Jill sjálv hevur sagt, at tey ikki skulu telja stig. Tá verður Jill óð og krevur at fáa gjørt av, hver dugir best at bowla Leygardagin kl. 19.30: Hello Dolly! Louis Armstrong og Barbra Streisand Am. filmur frá 1969 við Barbra Streisand og Walter Matthau í hevuðsleiklutunum. Hetta er musical um einkjuna Dolly Levi, sum átekur sær at útvega eðrum hjúnafelaga. Hesu ferð skal hon fáa Ho- race Vandergelder, einum ríkum handils- manni, eina hóskandi konu. Vandergeld- er hugsar sjálvur um at giftast við Irene Molloy, eini vakrari ungari kvinnu, sum eigur ein handil í Manhattan. Men tá ið Dolly letur tey bæði hittast, uppdagar hon, at hon vil sjálv hava Vandergelder, og tá verða góð ráð dýr Páskadag kl. 13.30: Pavarotty í Hyde Park Frá Hyde Park, London tann 30. juli 1991 Pavarotti Vit kunnu gleða okkum til eina ógloym- andi uttandura konsert við kenda og væl- umtókta Luciano Pavarotti saman við Philhamronia orchestra. Hann fer at framfera bæði kend og nýggj verk. Påskadag kl. 15.00: An-Magritt Norskur filmur frá 1969. An-Magritt hevur ikki havt tað gott. Hon er úrslitið av einari neyðteku, og mamma hennara varð deyðademd orsakað av at hava verið við einum tilvildarligum hermanni. Mamman valdi at loypa í ein foss, og tað verður gamli abbin, sum tekur sær av An-Magritt. Men tá ið hon seinni noyðist at taka sær av abbanum og sær sjálvum, er hon framvegis barn, men hon stríðist. Páskadag kl. 19.30: On Her Majesty's Secret Service 22 George Lazenby og Diane Rigg Bretskur filmur frá 1969 við Georg Lazenby í hevuðsleiklutinum fyri bæðifyrstu og seinastu ferð. Brotsmað- urin Blofeld hevur bygt eina kanningar- stovu langt uppi í Alpunum. Har hugsar hann um, hvussu hann skal taka valdið í heiminum, t.d. kann hann geva seg út at vera serkønan í »allergi«, og hann fær 10 vakrar kvinnur at hjálpa sær. Tá ið kvinnurnar venda aftur til heimland teirra, hava tær eitt virus, sum kann oydileggja alt, sum veksur á jørdini. James Bond noyðist at royna at steðga Blofeld, áðrenn hann ger álvara av ætlan síni. Draco hjálpir Bond, tí Bond hevur áður hjálpt dóttir hansara Tracy 2. páskadag kl. 18.35: Every Which Way But Loose Am. filmur frá 1978. Philo Beddoe roynir seg sum lastbilferara, og vinnur sær eitt sindur eyka, tá ið hann roynir seg sum ólógligan nevaleikara. Hann verður skotin í sangarinnuni Lynn, men hon verður skjótt móð av honum. Philo fer aftan á henni saman við Clyde (einari orangutang, hann hevur vunnið), besta vini sínum Orville og vinkonu hansara, Echo. Aftan á teimum koma motorsukkl- ur, og nakrir legreglumenn, sum brúka frítíð sína at fáa fatur á Philo. Ferðin gerst spennandi og mangt og hvat hendir. Leikarar: Clint Eastwood, Walter Barnes 0.0. 2. påskadag kl. 21.30: Murphy Brown Candice Bergen Nr. 74 — 15. april 1992 Tidindastovan FYI hevur fingid nytt telefax, og fyrsta faxið, ið kemur, er eitt kærleiksbræv til Miles frá onkrum í sama bygningi, sum skrivar seg Ms. X. Miles heldur, at onkur argar hann, og skyldar uppá Murphy. Men hon sigur, at tað er ikki hon. 2. páskadag kl. 22.35: McCall Edward Woodward McCall kemur í vanda, tå ið ein ungur lækni biður hann hjálpa sær. Hon noktar nøkrum fólkum at fáa narkotika, og ti hevur hon fingið trupulleikar. Týsdagin kl. 19.30: The Kentuckian KL Mynd år filminum »The Kentuckian« Am. western frå 1955 eftir og vid Burt Lancaster. I 1820 fer Eli Wakefield vid móðurleysa soninum, Eli, til Texas, tí har er gott at vera, heldur hann, størt og ikki négvur ófriður. Teir koma ikki longur enn til Prideville, tá ið Eli endar í fongsli Men tann vakra gentan, Hannah, fær hann leyslatnan aftur. Saman fara tey úr Predeville, og legreglan eftir teimum. Í Humility í Kentucky, biður beiggi Eli tey verða verandi, og tey so gera, men hetta dámar ikki ollum. Týsdagin kl. 22.00: Married with Children Sambært Al eru teldur nakað ræðuligt. Men Peggy heldur, at øll áttu at havt eina teldu við hús. Orsøkin til kjakið er, at Bud vil hava eina teldu, tí hinir floks- felagarnir eiga. Men Al heldur tað hava sterri týdning at fáa ein bita, áðrenn tey kjakast meira. Men heima er Al ikki stjóri