hósdagur 23. apríl 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fjølmidlarnir
og kreppan
HÓAST vit alsamt ganga móti ljósari
tíðum. móti våri og summari, so tykist
gongdin at vera beint hin øvugta, tå
talan er um búskaparligu steðuna í
landinum. Har hómast alsamt fleiri og
fleiri myrk skýggj á himmalinum. Tað
sær rætt og slætt svartari út fyri hvønn
dag. Skulu vit ganga eftir teimum
tíðindunum, sum vit dagliga hoyra og
síggja í blødum, útvarpi og sjónvarpi
NÚ hevur onkur lesari gjørt vart við, at
blødini og eisini Sosialurin hava málað
støduna i so svarta og at fjølmiðlarnir á
henda hátt eru við at taka alla vónina
frá fólki. Slíka áskoðan skulu fólk og
onkrar lesarar okkara sjálvandi hava
loyvi til at hava. Men vit eru tó ikki
samd við teimum í tí. Tað má og skal
vera uppgávan hjá fjølmidlunum um
framt at bera fram vanlig tíðindi úr ger
andisdegnum — eisini at greiða fólki
frå, hvussu veruliga stødan er í sam
felagnum og hvønn veg tað ber.
ØLL eru vit greið yvir, at hetta er eingin
løtt ella tespilig støda at koma í hjá
einum so lítlum samfelag. ið bert hevur
eina framleiðslu, nevniliga fiskin, at
byggja bæði nútíð og framtíð á. Svíkur
har, so fer alt um koll. Harafturat koma
so tær mongu skeivu avgerðirnar og
ráðgevingarnar, sum tiknar og gjørdar
eru bæði á tingi, í landsstýri, í bygda-
ráðum, í bankum, hjá grannskoðara- og
sakføraravirkjum osfr. Vit hava livað
yvir evni, verður víst á, vit hava onga
landsplanlegging havt, vit hava ikki
lurtað nóg væl eftir teimum, sum hava
ávarað móti gongdini, og vit hava ikki
dugað at víst afturhald.
HARAFTURAT koma tær umsteður,
sum eru galdandi í útlandinum, og sum
vit lítla og onga ávirkan hava á. T.d. vita
Vit fara av Havnini
og verða aftur á Havnini 10.06.
Ferðin er soleiðis skipað, at vit búgva 2
nætur í Haugesund, 2 nætur í Stavanger, £
1 nått i Odda (vid Hardangerfjørdin)
og 2 nætur í Bergen.
Ferðakostn. fyri vaksin bert kr. 4.925,-
Ferðakostn. fyri børn 3-15 ár kr. 3.455,-
Børn 0-2 ár ferðast frítt.
Íroknað prísin er:
Sigling við Norrønu fram og aftur í
4 koyggjukamari við handvaski
Gisting á hotellum í dupultkomrum við
wc/bað og hálvum vistarhaldi.
Bussur, útferðir og ferðaleiðari
» Ø/ SMYRIL LINE
THE NORTH ATLANTIC LINK
J. Broncksgøta 37
vit, at sjålvt lond sum Japan, USA og
Bretland, sum annars hava verid væl
fyri reint búskaparliga, i dag hava stórar
trupulleikar at dragast við, serstakliga
gjaldføristrupulleikar, og hetta er nett
up ein okkara størsti trupulleiki i dag
Men harfyri er ikki sagt, at bara vit
kunnu læna fleiri pengar úr útlandinum,
so eru allar súðir syftar. So einfalt er tað
ikki. Tí duga vit ikki at húsast við tí, vit
hava, og duga vit ikki at tilrættaleggja
framtíðina á skynsaman hátt, so kann
vera líka mikið, um nógv ella lítið av
kontantum peningi er til á altjóða láni
marknaðinum.
AFTUR til døpru støðuna. Hana hava
ikki fjølmiðlarnir skapt ella roynt at
skundað undir. Okkara uppgáva er at
siga fólki frá, hvussu veruliga stødan er.
Og hetta kann til tíðir vera sera torført í
einum lítlum samfelag. so legið tað nú
ljóðar, tí atgongdin til upplýsingar hjá tí
almenna er ikki altíð tann besta.
TAÐ er sjálvandi upp á sítt pláss, at
diversu landsstýrismenn úttala seg um
støduna. Men ofta er her talan um met-
ingar og gitingar og ofta eru hesi úttal-
ilsi tengd at vónini um, at tað skal nokk
fara at gagna kortini. Tað er í lagi, at
menn eru bjartskygdir og hava eina
vón, men tað má so sanniliga eisini vera
eitt ófrávíkiligt krav til ein landsstýris-
mann og til formenn í týðandi politisk-
um nevndum o0.ø., at úttalilsini byggja á
realitetir og veruligu støðuna í landin-
um. Tað er ikki rætt at fyrigykla fólki, at
stødan als ikki er so ring, um hon í
veruleikanum bara versnar og versnar.
Optimisma og bjartar vónir valdast.
Harfyri er heldur ikki sagt, at hvørki
politikarar ella fjølmiðlar skulu reka ella
ikki reka nakra ræðslukampagnu.
STØDAN er ålvarslig. Men satt at siga,
so hevur ein varhugan av, at hvorki fólk
flest, fjølmiðlar ella okkara politikarar
eru greiðir yvir, hvussu álvarslig stødan
Pt Sosiskæin
Uppseting: PA Sosialurin
Pit Pressan 1981 Tsiafon:
Bústsóur: Argjavegi 28
Postsdrassa. Postsmogu TE
119 Térsturen
1872
Argjum
1182 Telefax:
i veruleikanum er og enn verri — veråur
komandi tíð. Tað er henda sannroynd,
sum er so óhugnalig, tí hon ger tað so
torført hjá bæði teimum stýrandi og
fólki at tilrættaleggja framtíðina
HERFYRI bar Sosialurin tey tíðindi, sum
vit høvdu frá ikki navngivnum keldum,
at undirskotið á fíggjarlógini í ár helst
fór at tátta í eina hálva mia. kr. ella
meira. Hetta leyp hvekk fyri ikki at siga
ødi i ávísan landsstýrismann, sum segði
seg einki kenna til hetta tal. Nú — eina
viku til fjúrtan dagar seinni — kemur so
sjónvarpið fram við somu tølum, sum
tað skal hava fingið frå figgjarfrøding-
um. Also — málaði Sosialurin als ikki
støðuna svartari enn hon nú tykist at
vera.
EISINI í útvarpinum var dapra stødan á
skránni. Og her hjá alivinnuni, sum eftir
øllum at døma gongur sera ringum tíð-
um á meti við minkandi innflutningi,
vaksandi arbeiðsloysi og konkursum.
Her má sigast, at útvarpsmaðurin, ið
hevur umrøddu sendingar um hendi og
lutvíst eisini Fimmaran, hevur valt tað
rætta, nevniliga her og nú at viðgera
viðkomandi og álvarsom evni, sum eru
frammi í tíðini. Og einki at feiða undir
gólvteppið.
ÍSTAÐIN fyri at klikkja niður á fjølmidl-
arnar at reka eina ræðslukampagnu, so
átti kanska heldur at verðið funnist at
somu fjølmiðlum, tað verið seg blød, út-
varp og sjónvarp, fyri at hava gjørt alt
ov lítið at kunna fólk um støduna — og
tað í góðari tíð. Her eiga fjølmiðlarnir
helst at taka atfinningarnar at sær og
bóta um, og tað tykist eisini vera so, at
ein broyting er við at hómast á økinum
til tað betra. Hetta eru sendingar í sein-
astuni í sjónvarpi og útvarpi og greinar í
blødunum eitt gott dømi um.
HARFYRI er ikki sagt, at glottar, sum
hóast alt eru at hóma, ikki eiga at fáa
náttúra,
ið dregur!
Tiggjunda árið á rað skipa vit fyri tí væl-
umtóktu bussferðini til Noregs.
Føroyskur ferðaleiðari.
01.06.
Box 370 - FR 110 Tórshavn
somu viðgerð sum alt annað tilfar. Eitt
nú royndirnar at keypa fisk úr ødrum
londum, nú okkara egnu fiskastovnar
eru so hart troyttir og miðvísa arbeiðið
at skunda undir góðskingina av fiskin-
um. Hetta eru so sanniliga eisini øki,
sum fjølmiðlarnir eiga at viðgera og
gera tað
HVAT enn verður skrivað og sagt í fjøl-
miðlunum, so er tað uppgávan hjá
politikarunum og vinnulívinum at fáa
hjólini at mæla og royna at forða fyri
ringastu avleiðingunum av kreppuni.
Okkurt má og skal gerast. Hetta vita
vit. Onkur heldur vit beta um við at sen-
da vaskikonur, gøtuséparar og onnur
tímalent til hús. Onnur meina, at hetta
eru bagatellir. Tað skal nógv meira til
enn so. Og tað er hetta, sum teir báðir
samgonguflokkarnir í løtuni samráðast
um. Tað frættist, at semja er um at gera
nakað itøkiligt her og nú, men semja ty-
kist ikki vera um í hvussu stóran mun
tað skal sparast í almenna sektorinum
og hvussu nógvan pening vit skulu
skaffa til landskassan við inntøku-
lógum av ymsum slag. Eingin ivi um, at
tørvur er á báðum.
MOTOROLA
„Á LMR-telefonir
3 Søla & tænasta
H..J. Michelsen
Handan A 6, Torshavn
| tlf. 144 14 - fax. 18045
—