hósdagur 23. apríl 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 23. apríl 1992
Síða3
verða bjargingin
Tað hevdi komið væl við hjá Strandferðsluni, um nógv fólk
summar kom til Føroya at ferðast
Eins og á gðrum almennum
stovnum hava tey nú á
Strandferðsluni lagt høvd-
ini í blot fyri at minka um
útreiðslurnar.
Strandferðslan fekk her-
fyri at vita, at stovnurin fær
ikki eitt oyra útyvir tær 42
mió. krónurnar, sum játt-
aðar eru á fíggjarlógini.
Týsdagin hevði leiðslan
fund við landsstýrið, og tá
varð tosað um at koma
longur niður, men eingin
upphædd er nevnd.
Johan Restorff Jacobsen,
stjóri á Strandferðsluni
sgur, at tað verður torført at
spara meira. Strandfara-
skipini hava longu lagt
onkrar túrar burtur, og tað
hevur havt við sær, at t.d.
Teistin hevur spart hálva
manning, og Dúgvan tað
sama.
Tað kann verða dýr spar-
ing at leggja túrur niður, tí tå
missir stovnurin samstund-
is inntøkur. Hesum må ans-
ast væl eftir, heldur strand-
ferðslustjórin.
Nógv annað er gjørt fyri
at minka um útreiðslurnar.
Tá skipini sigla minni,
verður minni nýtt av olju,
og strandferðslan hevur
eisini samráðst við oljufel-
øgini um at fáa olju fyri
lagaligari kostnað. Ut-
reiðslumar til olju minkaðu
nógv í fjør, sigur Johan Res-
torff Jacobsen.
A landi hevur stovnurin
eisini spart.
- Nú mugu vit bara vóna,
at vit fáa eitt gott summar,
so nógv fólk kemur til
landið, og strandfaraskipini
fáa fleiri fólk at flyta, sigur
Johan Restorff Jacobsen.
randi
kekinum
I gjár á middegi var eldur í
einum húsum á Kjalnesi
Beint aftaná døgurda í
gjár komu bodini, at eld-
ur var í bóndagarðinum
á Kjalnesi.
Tað gekk skjótt at
sløkja, men húsini fingu
stóran skaða. Tað mesta
innan í køkinum brann,
og stórur skaði var eisini
av vatni og eldi.
Poliuið sigur, at eld-
urin kyknaði í køkinum
við komfýrin og royk-
hettuna. Í gjár var enn
ikk: greitt, um nakað
tekniskt brek kundi vera
orsøkin til eldibrandin.
randi
Namibiarin
fyri rættin
Tann 30 ára gamli namibiarin, sum er ákærður fyri at
hava dripið tann 47 ára gamla Olaf Vígdá, ættaður úr
Fuglafirði, kemur fyri ein undirrætt í Namibia 18-20 mei.
Namibiarin var vitleysur tå hann stakk. Olaf Vígdá varð
skorin í hálsin umborð á Ferina Sun, meðan hann stóð og
- arbeiddi. Hann doyði á staðnum.
jústinus
Nýggi Strembingur
Framvegis einsamallur
--Fáa vit ikki ein trolara at partrola saman við, so fara vit við lemmum, sigur Virgar Oknadal
Nýggi Strembingur hjá
skopunningum liggur í
Skopun og riggar til. Trol-
arin verður skjótt klárur.
--Vit hava enn ikki
fingið nakað skip at trola
saman við, og fáa vit einki
skjótt, so fara vit at trola
við lemmum. Vit kunnu
ikki liggja. Men vit fáa
meir burturúr at samtrola,
sigur Virgar Oknadal,
skipari.
Strembingur er ein fyrr-
vernadi norskur rækju-
trolari. Hann er bygdur í
1987, hevur somu longd
sum gamli Strembingur,
men er breiðari og hægri.
--Lastin tekur 150.000
pund og tað er í hvussu er
nóg mikið í dag, sigur
Virgar.
--Nýggi báturin er
arbeiðsligari. Vit hava tik-
ið rækjuverksmiðjuna úr
og nú hava vit rigga mill-
umdekkið til ísfiskahag-
reiðing. Vit hava sett eina
kryvjingarmaskinu í båtin,
og tvær vaskimaskinur,
sigur Virgar Oknadal.
Gamli Strembingur sum
i fyrstani at Logos fór úr
fiskiflotanum i august i
fjør. Tad er fiskiloyvi hjå
hesum, sum nyggja skipid
hevur fingið.
Nýggi Strembingur
kostaði eigarunum 10,5
milliónir at keypa, síðan
hava teir spandera 1,5
milliuón. Hann skal fiska
fyri eini sjey milliónir fyri
at standa seg.
jústinus
…
Mynd:Kalmar