fríggjadagur 24. apríl 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
É
i
i
|
Í
FAS
æren:
ENI
I A —————————————————————————————————————————————
Nr. 77 — 24. apríl 1992
Fekk fimm
ára gamla
SEV rokning
-Eg eri sannførdur um, at eg einki sum helst
skyldi SEV, men hvør goymir fleiri ára gamlar
SEV-kvittanir tá ein veit, at streymurin verður
slitin longu tá ein skyldar fyri tríggjar mánaðir,
sigur ein ovfarin havnamaður
-Ein kennir seg ikki sort
Otryggan tå ein fær eitt
áminningarskriv um at
rinda eina umleið fimm ára
gamla rokning fyri streym.
Serliga tá eg eri sannførdur
um, at eg ikki skyldi SEV
eina einastu krónu. Men
um eg kann prógva hetta
ivist eg í, tí hvør goymir
fleiri ára gamlar kvittanir
frá eitt nú SEV tá ein veit,
at skyldar ein fyri bert
tríggjar mánaðir, so verður
slitið.
Hetta sigur ein ovfarin
havnamaður, sum nú ein
dagin fekk eitt álvarsligt
áminningarskriv frá el-
falagsskapinum SEV, sum
minnir mannin um at
gjalda eina rokning upp á
nakrar túsund krónur.
Skuldin sigst vera fimm
ára gomul. Maðurin sigur,
at tað løgnasta av øllum er,
at hann seldi húsini og
flutti úr teimum, hann nú
hevur fingið elrokning
fyri, eitt ár frammanundan.
Hesum sigur hann seg
eisini hava boðað SEV frá
tá hann flutti.
-Eg ivist ikki i at eisini
SEV manglar pengar, men
tað kann íkki vera so
vindandi galið, at SEV
sigur sum so: Gár den, sá
gár den. Fólk eru jú sera
góðtrúgvin, og kanska
onkur rindar í tílíkum føri,
heldur maðuirn fyri.
Mangan trupult at
finna fólk
John Danielsen, skriv-
stovustjóri á SEV sigur, at
mangan er trupult at finna
fólk eftir at tey flyta
bústað. Vanligt er, at tá
fólk boða frá flyting verð-
ur uppgjørt dagin tey flyta,
um fólk skylda ella um tey
hava pengar til góða hjá
SEV. Skulu tey hava rok-
ning eftir at tey eru flutt
kunnu, tey mangan vera
torfør at finna, sigur hann.
I september mánað í
1990 fekk SEV nýggja
EDV-skipan, og hesari
høvdu tey ávísar trupul-
leikar av, soleiðis at ongar
áminningar vóru sendur út
í hálvtannað ár. Men tað
verða tær so nú. John
Danielsen leggur aftrat, at
ongar rokningar, tey senda
út, eru eldri enn fimm ár.
Eftirstgðurnar eru
Minni
Hóast vánaligar tíðir,
hevur SEV í dag minni
útistandandi enn fyri nøkr-
Síða 3
um árum síðani. Hetta
kemur millum annað av, at
elfelagsskapurin ger meira
við innkrevjingina, og hev-
ur fingið áminningarskip-
anina í fastari legu. Hevur
ein ikki goldið elrokning-
ina í ein mánað, fær hann
eina áminning, og fer
skuldin út um triggjar
».
månadir, verdur slitid, sig-
ur John Danieslen.
Av teimum tilsamans
21.000 elnýtarunum sleit
SEV í fjør streymin hjá
millum 2 og 300. Í flestu
fórum rindaðu fólk tá
beinanvegin aftur.
John Danielsen heldur
seg tó hava eina ábending
SEV sleit streymin hjá
millum 2 og 300
elnýtarum í fjør
Mynd: Kalmar
um, at Almannastovan
rindar SEV-rokningina fyri
fleiri fólk nú enn fyrr
hevur verið gjørt.
tór.-
Í dag er freistin at sýkja starvið sum leiðari á
Rúsdrekkasglu Landsins úti. Tað eru tríggjar vikur
síðani landsstýrið lýsti starvið leyst, men ikki fleiri
enn tíggju umsóknir komu allar hesar dagarnar,
men í gjár fekk landsstýrið fimm umsóknir við
postinum, og lítið er at ivast í, at enn fleir fara at
koma í dag. Tað vísir seg, at fólk søkja ikki fyrr
enn í síðstu løtu.
Einki beinleiðis útbúgvingarkrav verður nevnt í
lýsingini, men tann, sum verður settur, skal hava
royndir innan leiðslu og umsitin. Fyrimun hava
tey, sum hava relevanta handilsútbúgving.
Jalgrím Hilduberg, skrivstovustjóri í landsstýrin-
um sigur, at landsstýrið fer helst skjótt at seta
starvið
, tí tann, sum verður settur, skal vera við
frá byrjan at byggja stovnin upp.
tór.-
Hóast tað ikki vera tær
mongu krónurnar, sum
kunnu sparast innan undir-
vísingarverkið sleppur
heldur ikki hesin parturin
av fíggjarlógini heilt undan
spariknívinum.
Marita Petersen, lands-
stýriskvinna í skúlamálum
sigur, at hon er samd við
landsskúlastjóran, sum í
Sosialinum í gjár helt, at
illa bar til at skerja innan
fólkaskúlan. Men so má
skerjast á øðrum økjum.
Tað slepst neyvan undan,
heldur landsstýriskvinnan,
sum umhugsar ávísar
broytingar innan teknisku
skúlarnar, eins og Studenta
og HF. Marita Petersen
sigur, at ein samskipan
millum teknisku skúlarnar
í Havn og í Klaksvík er
avgjørd neyðug.
-Einaferð varð talan um
at leggja alla teknisku
útbúgvingina í Klaksvík,
men so verður ikki. Heldur
verður talan um at hava
nakrar lærugreinir í Klaks-
vík og aðrar í Havn, sum
landsskúlafyrisitingin eisi-
ni hevur víst á. Møguliga
fer hendan broyting at
virka frá 1. januar kom-
andi, sigur landsstýris-
kvinnan.
Valmøguleikarnir innan
HF verða helst settar undir
sjóneykuna, tí hendan
skipan er dýr. Flokkarnir
eru mangan heilt smáir, so
talan verður møguliga um
at seta markið fyri næm-
ipadir
-0g møguliga verða broytingar eisini gjørdar á Studenta og HF-
skúlunum, sigur Marita Petersenn, landsstýriskvinna
ingatalnum upp. Ein annar
møguleiki er at samskipa
undirvísingina meira mill-
um HF og Studentaskúlan
innan ávísar lærugreinir.
Hetta krevur tó eitt stórri
fyrireikingararbeiði, sigur
Marita Petersen.
Landsskúlafyrisitingin
og aðrir tænastu- og ums-
itingarstovnar innan undir-
visingarverkid sleppa held-
ur ikki snikkaleysir.