Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

bn så mm + + 5 í Nr. 77 — 24. apríl 1992 tíðindablaðið Síða 5 Jóhan á Plógy, reiðari um veiðu í Kanada: Ov lítið vid Høgifossur fór mikudagin til Svalbard, har teir eiga kvotu í Kanada nú er ikki roynandi fyri ísi Jóhan á Plágv reiðari sigur, at tað er ovlítið við einum licensi í kanadsikum sjógvi. Jóhan sæst vin- stru megin á myndini Heiðra merkinum í Dali Leygardagin klokkan 16:00 verður flaggdags- hald í Dali. Hetta er aðru- ferð, at skipað verður fyrr tiltakinum í bygdini. Tað er skótaliðið Vørdan sum skipar fyri. Í fjør var flaggdagshaldið hildið í Húsavík og í fyrrárið í Dali. Bygdirnar skiftast um. Skrúðgonga verður við skótunum og við Eiragarð verður steðgað. Har fer Magnus Magnussen, lækni at siga ngkur orð, sum hava samband við Merkið. Og sungið verður úr Songbók Føroya Fólks. Rækjutrolarin Høgifossur hevur bert ein licens í kanadiskum sjågvi, ein partur av kvotuni kann fiskast sunnanfyri 60 stig og hin parturin norðari. --Tað er væl at fáa sunnanfyri 60 stig, men norðari er minni at fáa og nú er ikki roynandi fyri ísi. Vit hava uppfiskað kvotuna sunnanfyri 60 stig og ti hava vit valt nú at gera ein túr til Svalbard, sigur Jéhan á Plógv, reiðari. Hjá okkum hevði verið nógv lættari, um vit høvdu havt tvey loyvi í Kanada, men loyvini eru ring at fáa hendur á. Høgifossur er ov dýrur ul bert tað eima loyvi,sigur hann Millum annað Hvítanes hevur tvey loyvi í kana- diskum sjógvi Annars verður hetta helst seinasta árið, at Høgifossur kann fiska i kanadiskum sjógvi, sum føroyskt skip. Kanadisku mynduleikarnir eru vorð- nir strangari og vit hava freist hetta árið út. Um Høgifossur tá fer undir kanadiskt flagg, tað velst um hverji fiskiloyvir vit fáa, sigur Jóhan á Plógv. Ísskaðar Rækjutrolarin Høgifoss- ur hevur seinastu tíðina ligið á Skála til umvæl- ingar. Hann er klassaður og eisini eru nakrir ísskað- ar umvældir. --Trolarin fiskar alt árið í ísi, og tað fer illa við. Vit fingu ein ísskaða í fyrrárið i Eysturgrønlandi, nústað- ni er hann umvældur. Tad er sum at renna á land, at sigla á ísstykkini, og tá nakað er at fáa, so verður lagt meir fyri. Ísurin í Eysturgrønlandi er serliga harður, sigur Jóhan á Plógv. Prísurin upp Høgifossur hevur gjørt ein túr í kanadiskum sjógvi í ár. Teir fingu 500 tons. Nú er hann farin til Svalbard. Fiskiskapurin har hevur ligið um átta tons um dagin, og tað er brúkiligt. Tað eru mest smáar rækjur teir fáa. --Prísurin á smáu rækj- unum hevur verið sera lágur millum sjey og átta krónur . Mein seinasta túr- in fingu vit góðar tíggju krónur fyri kiloið. -Um prísurin hevði komið uppá 12 krónur, so hevði tað loyst seg. Tí smáu rækjurnar eru lættari at sleppa av við, selja vit í Føroyum, so sleppa vit av við tær beinanvegin. Eis- ini spara vit nógv í pakn- ingi ul smáu rækjurnar. Tær verða bert fyltar í posar, sigur Jóhan á Plógv. -Tætr størru kókaður rækjurnar liggja vit ofta inni við leingi, til rætti prísurin fæst. Og tað kost- ar at goyma tær og rinda trygging. Og liggja tær leingi, so gerst góðskan verri, sigur Jóhan á Plógv. 22 manns eru við Høgafossi, allir føroying- ar. I Kanada skal helvtin av manningini vera kana- diarar. jústinus #7