Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 73 - 15. apríl 2003 Nr. 73 - 15. apríl 2003 3 Undir heitinum, "Fylg mær", skipar KFUM og K fyri einum spennandi ungdóms- vikuskifti í Klaksvík. Á skránni verða møtir, bíbliutímar, konsert og fótbólts- kapping. Ætlanin er, at vikuskiftið skal verða ein blandingur av LUS og einari legu MØTIR OG TILTØK Rúna Sivertsen Tiltakið byrjar hóskvøldið 24. og heldur fram til sunnukvøldið tann 27. apríl. Umframt bíbliutímar, møtir og kensertir, verður eisini ítróttur á skránni. Møguleiki verður eisini at fara gongutúr, svimja, spæla flogbólt ella fótbólt. Tey, ið ikki vita sær inni- vist kunnu gista hjá privat- um. Eisini er møguleiki at sova í KFUM, men plássið har er avmarkað. Skráin fyri vikuskiftið er at finna á www.jesus.fo, har eisini ber til at tekna seg til ungdómsvikuskiftis- møtini. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri ta stóru samkenslu og hjálpsemi, sum víst var okkum tá okkara kæra móðir, systir, svigerinda, mostur, fastur og ommidid Poulina Thomsen Skopun lá sjúk, doyði og varð jarðað. Tøkk øll tit, sum vóru um hana meðan hon var sjúk. Tøkk leiðslan í heimarøktini, heimasjúkrasystrar og stuðlarnir Gunnhild, Helena, Oddvør og Elisabeth.Tit vóru ein stór hjálp í neyðini. Takk prestur fyri beinasemi og vælvald og troystarrík orð í heiminum og kirkjuni. Takk berarar, sangarar, gravarar og tit, sum skipaðu fyri ervinum og øll tit, sum á einhvønn hátt hjalptu til, meðan hon lá sjúk, doyði og varð jarða og ikki minst aftaná, nú tómrúmið er vorið so stórt, og lívið skal livast víðari. Takk øll tit mongu, sum flygdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.Takk fyri kransar, blómur og peningagávur til børnini. Vegna tey avvarandi Ásbjørg, Jógvan Petur,Tórhallur, Emy, Ronny, René og Malla Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri pápi, verfaðir, abbi, langabbi og vinur mín Robert Brockie vanliga nevndur Bobby Tórshavn andaðist sunnudagin 13. apríl á Landssjúkrahúsinum, 76 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin 16. apríl kl. 13.00. Familjunnar vegna Alan, Derek, Edna, Robbie, Ian og Frynhild Tøkk Eina hjartans tøkk vilja vit bera fram fyri stóru samkensluna og hjálpsemið, ið var víst, tá mín kæri maður, okkara góði faðir, verfaðir, abbi og langabbi. Jóhannes Olsen úr Sandavági var sjúkur, doyði og varð jarðaður. Tøkk øll tit, ið á ymsan hátt vóru um hann bæði heima og ta stuttu tíðina á Ellisheiminum. Tøkk til David Jóhannesen fyri góð orð á Ellisheiminum.Tøkk til kórið fyri sera væl framborna sálmin og samkomuna fyri yndisligan felagssang, og tøkk til Ingu Poulsen Dam fyri ta sera vøkru taluna. Tøkk tit, ið hjálptu okkum so væl við øllum í samband við jarðarferðina. Tøkk fyri kransar, blómur, gávur til »Saron« og til tykkum, sum við heilsum vístu samkenslu. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Hjartans tøkk øll somul. Vegna tey avvarandi Estrid, Knút. Eileen, Sigfríður, Einar og Annika við familjum Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaða mamma, vermamma og omma okkara Anna Hansen Norðdepli doyði og var jarðað. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina. Takk fyri troystarrík orð og til tykkum mongu, sum ringdu og luttóku í stóra sakni okkara. Takk til heimahjápararnar og til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Mary, Steinfinn, Christina, Poul Jóhan, Kristian og Karstin Møtir og fótbóltur í KFUM og K Hósdagin Kl. 20.00: Bíbliutími v/ Hilmar Danielsen Fríggjadagin Kl. 19.30: Møti við Bergur D. Joensen Evni: "Fylg mær!" Sangur: Gospelkórið Gleði Kl. 23.00: Konsert við VOX Leygardagin Kl. 09.00: Morgunmatur Kl. 10.00: Bíbliutími við Bergur D. Joensen Evni: "Fylg mær - hvussu?" Kl. 13.00: Døgurði Kl. 14-18: Ítriv: Fótbóltur, flogbóltur, svimjing og gongutúr. Áhugatímar Kl. 18.00: Náttveri Kl. 20.00: Ungdómsguðstænasta við Hans Kristian Jóhannesen Kl .23.00: Sang og vitniløta ASKAM luttekur Hugni... Sunnudagin Kl. 09.30 Morgunmatur Kl. 11.00: Guðstænasta við altargongd - Vikuskiftismøtini alment liðug. Kl. 14.00: Familjumøti Kl. 18.00: Møti við Pól Jóhannesen Sangur: Barnakórið Kl. 21.00: Sang ov vitniløta KFUM og K skipar fyri spennandi og fjølbroyttum ungdómsvikuskifti í Klaksvík í døgunum 24. til 27. apríl Skráin: Páskakonsertir í Miðvági og í Vestmanna Skírisdag hava Vágakórið og Vestmanna Sangkór felags páskakonsert VESTMANNA SANG- KÓR OG VÁGAKÓRIÐ Tíðindaskriv Skírisdag hava Vágakórið og Vestmanna Sangkór fel- ags páskakonsert. Tann fyrra konsertin verður í Miðvágs kirkju kl. 15.00, og tann seinna verður í Vestmanna kirkju kl. 19.00. Á konsertini framføra kórini saman brot úr tveim- um gitnum verkum - tað eina er Missa Brevis hjá W.A. Mozart (1756-1791), og hitt er Requiem hjá Gabriel Fauré (1845-1924). Mozart skrivaði Missa Brevis í d fyri soli, kór, orkestur og orgul í 1769, tá hann var bert 13 ára gamal. Hetta gjørdi hann eftir 9 døgum. Heitið Missa Brevis (tann stutta messan) vísir at hetta er kirkjutónleikur við lítlum orkestri, sum er nóg stuttur til vanliga (tátíðar) sunnudags gudstænastur. Satsir í messum tá høvdu hesar 6 tættirnar: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus, Benedictus og Agnus Dei. Requiem eftir Gabriel Fauré er frá 1893. Satsirnir eru Introit og Kyrie, Offert- orium, Sanctus, Pie Jesu (sopran solo), Agnus Dei, Libera me (bariton solo og kór) og In Paradisum. Requiem er heiti á katólskari messu fyri teimum deyðu. Navnið kemur av fyrsta orðinum í introitus (innganginum). Kendastu tónaskøldini hava skrivað Requiem, men eru tey ofta ætlað til konsert- nýtslu, sum t.d. Mozart, Verdi, Berlioz og Bruckner, meðan Requiem hjá Faureé varð skrivað til at framføra í kirkjuni til jarðarferð (ein upprunalig styttri útgáva við 4 satsum). Úr Missa Brevis hjá Mozart framføra Vest- manna Sangkór og Vága- kórið satsirnar Kyrie og Agnus Dei, og úr Requiem hjá Fauré satsirnar Introitus og Kyrie, Pie Jesu (við kvinnukóri) og Libera me. Helga Gerðalíð spælir orgul til hesi bæði verkini - skotbráið gjørdist ov stutt til at fáa orkestur til fram- førsluna. Umframt hesi verkini framføra kórini nakrar kendar føroyskar páska- sálmar. Tað eru fyri blandað kór: So stillan Jesus gongur, Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær og Gakk undir Jesu kross at stá. Hesin seinasti er skipaður sum veksil- sangur millum blandað kór, kórkvartett og kirkjufólkið. Stíg seggur oman Golgata er fyri manskór, og Grøvin sterkað rivnað er, er fyri kvinnukór. Kórleiðari er Kári Bæk og hjálparvenjari er Steven Foggin. Kári stjórnar van- liga Vestmanna Sangkórið og Steven Vágakórinum. Øll eru hjartaliga væl- komin. C M Y K 3 2