týsdagur 15. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 73 - 15. apríl 2003
Nr. 73 - 15. apríl 2003
5
Tvey trø úr Eldlandi-
num komu til Føroya
í 1979. Undan hesum
vikuskiftinum kundu
tey erpa sær av, at tey
vóru mest sjáldsomu
trøini í allari viðar-
lundini. Til ein bilfør-
ari í sínum morgun-
rúsi fleyg inn í Plant-
asjuna og knústi tey
sundur. Skógarfútin
er ógvuliga keddur
um hendingina, tí nú
ganga minst 20 ár,
áðrenn líknandi trø
síggjast aftur
VETRARBØRKUR
Ingi Rasmussen
Tey bæði mest sjáldsomu
trøini í Plantasjuni máttu
um vikuskiftið lúta fyri ein-
um ørvitisknokki í bili.
Bilførarin, sum kom koyr-
andi við nógvari ferð eftir
Hoydalsvegnum, misti tam-
arhaldið á sínum Toyota
Corolla og fleyg inn í Plant-
asjuna. Ólukkutíð rendi
hann beint á tvey sjáldsom
trø úr Suðuramerika. Tey
mest forkunnugu í allari
viðarlundini.
– Hetta er harmiligt. Trø-
ini hava vit fingið úr Eld-
landinum í 1979, og tey
hava staðið har síðan fyrst í
1980-árunum. Annað er
fullkomiliga í knúsi, og hitt
er illa skatt. Kanska yvirliv-
ir tað, men tað verður ong-
antíð tað sama aftur, sigur
Tróndur Leivsson, leiðari á
Skógrøkt Landsins.
Óhappið hendi leygar-
morgunin. Av politistøðini
siga tey, at bilførarin rýmdi
av staðnum, men tey fingu
fatur á honum seinni. Hann
verður nú ákærdur fyri rús-
drekkakoyring og missir
helst koyrikortið.
Trøini høvdu annars yvir-
livað bæði jólaódnina í
1988 og veður og vind í 20
ár. Nú tey fóru í fillur, høv-
du tey vaksið seg til hálvan
fjórða metur.
Winther’s Bark
Trøini hava onki navn á før-
oyskum, men á enskum
verða tey nevnd »Winther’s
bark«, ella vetrarbørkur.
Talan er um eitt lítið træ,
ella ein stóran runn, úr
Suðuramerika, sum er grønt
alt árið og er sera sjáldsamt
um okkara leiðir. Skal tað
vaksa, má tað standa í lívd
og vaksa í góðari mold.
Bløðini hava ein serliga
flottan grønan lit, sum
minnir um Rodumdendr-
um. Blomstrini eru hvít og
fruktir vaksa eisini á træ-
num, greiðir skógarfútin
frá.
– Vit eru sjálvandi ógvu-
liga kedd um hetta. Vit hava
spakuliga fingið trøini í
framleiðslu á Gróðurstøð-
ini, men hesi bæði høvdu
fingið eina góða hædd, og
nú ganga 20 ár, áðrenn tað
kemur aftur í hesa støddina.
Tað stóra spellið í hesum
er, at vit ikki fáa kjansin at
síggja, hvussu tey nú høvdu
ment seg. Sum við so nógv-
um øðrum vøkstri, so vaksa
tey betur og betur eftir at
hava staðið í nógv ár, og tey
vóru komin í ta fasuna, at
tað sást sjónligur munur
hvørt ár, sigur Tróndur Leivs-
son.
Vón og vandalisma
Skógarfútin letur annars
væl at viðarlundini – ella
Plantasjuni, sum havnar-
fólk helst vilja kalla sín
stoltleika. Veturin hevur
verið blíður, og tað veksur
og grør í hesum døgum, tá
dunnurnar parast.
Í dag eru nógv fleiri sløg
av vøkstri í Plantasjuni, enn
tað vóru fyrr. Men størsti
trupulleikin er vorðin, at
tað fær ikki frið.
– Til dømis vóru tvey trø
sett niður, tá Listasavn Før-
oya varð vígt. Annað setti
løgmaður niður, og hitt setti
borgarstjórin niður. Nú tey
høvdu fingið eina hampi-
liga hædd, settu vit tey
fram,
men
vikuskiftið
aftaná, varð annað skrikt
upp, og hitt illa brotið, sig-
ur Tróndur Leivsson harm-
ur.
Tað er serliga ringt, tá
dansitiltøk hava verið í
Badmintonhøllini. Skógar-
fútin vil ikki bara geva rús-
drekka skyldina, tí tað eru
fólk, ið nýta Plantasjuna
sum friðstað at drekka sær
eina kenning, og tey gera
ikki ónáðir.
– Tað er hendan vandal-
isman frá ungdómum, sum
tey eisini kæra seg um
aðrastaðni, ið ger um seg.
Tað er rætt og slætt ein
spurningur um hugburð.
Vónandi broytist hann við
tíðini. Vit síggja, at dag-
stovnar og skúlaklassar eru
nógv herinnni, og tey børn-
ini fáa kanska gott í beinini
og læra at vera góð við okk-
ara vøkstur, sigur Tróndur
Leivsson.
Einki eftirlit
Um sæð verður burtur frá
tiltøkunum í Badminton-
høllini, so er tað hóast alt
vorðið frægari síðstu 10 ár-
ini. Spurdur, um tað hevði
verið eitt hugskot, at havt
videoeftirlit í viðarlundini
er hann skjótur at svara:
– Nei, nei, nei. Tað skal
bera til at ganga ein túr í
viðarlundini við síni hjart-
ans kjeru uttan at vera eyg-
leiddur av Big Brother, sig-
ur Tróndur Leivsson, sum
hóast alt kann gleðast um at
síggja, at arbeiðið hjá Skóg-
røkt landsins ber frukt.
Tað eiga vit onnur eisini
at gera.
Sjáldsom trø máttu
lúta fyri bilrúsi
Tjóðpallurin
dygga
politiska
undirtøku
Eitt nærum ein-
mælt løgting tekur
undir við, at føroy-
ingar fáa ein tjóð-
pall til yrkisleiklist.
Enn verður kortini
bíða við at byggja
eitt tjóðleikhús í
høvuðsstaðnum
LEIKLIST
Ingi Rasmussen
Løgtingið stuðlar Tjóð-
palli Føroya at heilum
hjarta.
Bara Jenis av Rana úr
Miðflokkinum og Ger-
hard Lognberg úr Javn-
aðarflokkinum taka ikki
undir við, at føroyingar
fáa ein tjóðpall, sum
skal tryggja føroyingum
leiklist á høgum støði.
Jenis av Rana atkvøddi
ímóti og Gerhard Logn-
berg atkvøddi blankt, tá
uppskotið um Tjóðpall
Føroya var til aðru við-
gerð í løgtinginum í síð-
stu viku. Uppskotið
kemur til triðju og enda-
liga viðgerð í dag.
Í Tjóðpalli Føroya
skulu yrkissjónleikarar
arbeiða í føstum starvi.
Sambært uppskotinum
skal Tjóðpallur Føroya í
virksemi sínum leggja
dent á føroysk verk á
dygdargóðum listalig-
um støði. Stovnurin skal
framføra bæði klassisk
og nútímans altjóða verk.
Álagt er tjóðpallinum
at røkka út til allar borg-
arar í landinum. Hann
skal samstundis tryggja
sjónleikarum, dansarum
og øðrum leikhússtarvs-
fólki hóskandi arbeiðs-
møguleikar til at menna
yrkisførleika teirra og
skipa fyri leiklistaligum
útbúgvingum og eftirút-
búgvingum.
Hóast Tjóðpallur Før-
oya helst fær politiska
góðkenning í dag, so
fylgir ongin játtan við.
Sostatt verður bardagin
næstu árini at snúgva
seg um at geva karm-
unum innihald.
Mett verður ikki, at
stovnsetingin av Tjóð-
palli Føroya krevur, at
nýtt tjóðleikhús verður
bygt í bræði, men arbeitt
verður fram ímóti, at
Tjóðpallur Føroya eisini
fær egið tjóðleikhús.
Fyribils verður leitað
eftir hóskandi høli í
høvuðsstaðnum.
Tað vildi so illa til, at ávirkaði bilførarin rakti tey bæði mest sjáldsomu trøini í viðarlundini.
Mynd: Agneszka Johannesen
Leygardagin og
sunnudagin skipaði
Tórshavnar Kvøld-og
Ungdómsskúli og
Tórshavnar Listaskúli
fyri stórari og áhuga-
verdari framsýning í
Eysturskúlanum í
Havn
FRAMSÝNING
Vilmund Jacobsen
Virksemið hjá Tórshavnar
Kvøld-og Ungdómsskúla
og Tórshavnar Listaskúla er
nógv størri og fjølbroyttari
enn fólk, sum ikki hava
innlit í hetta arbeiði, duga
at ímynda sær. Á velduga
stóru og fjølbroyttu fram-
sýningini, sum var í Eyst-
urskúlanum í Havn leygar-
dagin og sunnudagin, fekst
tú eina ábending um, hvat
hesin parturin av skúla-
skipanini í Havn er mentur
at skapa.
Í faldaranum hjá skúl-
anum fyri farna ár stendur
niðast á fremstu síðu:
FRAMTÍÐIN
- at vera menniskja
- at hava møguleikar
- at taka av avbjóðingum
og mennast
…
Millum tey mongu, sum
vildu síggja, hvat hendur og
hugflog kunnu skapa, var
Sosialurin eisini framvið í
Eysturskúlanum
seinna-
partin sunnudagin.
Nógv fólk var inni á
gólvinum hesa løtu, og
nógv streymaðu til, tá ið vit
vóru á veg útaftur.
Á framsýningini, sum
fevndi um ein stóran part av
skúlanum, sást tú vovin,
bundin og seymaði klædna-
pløgg, teppir og dúkar,
hondgjørdar prýðislutir úr
steini,
postalínmáling,
málningalist og aðra mynd-
list, lutir úr træi og medel-
skip og bátar - bert fyri at
nevna nøkur ting úr hesi
stóru framsýning.
Bæði leygardagin og
sunnudagin
var
eisini
undirhald á skránni.
Leygardagin setti Havnar
Hornorkestur sín dám á
byrjanina av framsýningini.
Seinni sang barnakórið,
Ung Stjørnuskot, og seinast
á skránni leygardagin fram-
førdi unglingaorkestrið tón-
leik á messingljóðførum.
Sunnudagin
spældi
harminorkestrið,
GHM,
musikkspælistovan undir-
helt við sangi og dansi, og
at enda var sangur við Eyð
og Barbaru.
Napoleon gevst
Napoleon
Nólsoy,
sum
hevur verið skúlastjóri á
Tórshavnar Kvøld-og Ung-
dómsskúla og Tórshavnar
Listaskúla í meira enn 30
ár, hevur nú sagt seg úr
hesum starvi vegna aldur.
Tá ið Napoleon segði upp
til 1. februar í ár, varð heitt
á hann um at halda fram í
starvinum eina tíð aftrat.
Napoleon ætlar sær at
gevast sum skúlastjóri, nú
summarfrítíðin byrjar, men
einki bendir á, at hann
verður arbeiðsleysur - ella
nýtist at keða seg.
Hesin fryntligi maðurin,
sum flestu havnafólk og
onnur við kenna, er ættaður
frá Gjógv.
Konan, Gnippa Nólsoy,
sum er ættað úr Dali, eisini
er eitt kent andlit. Hon
hevur í mong ár starvast
sum
sjúkrasystir,
men
hevur nú eisini lagt frá sær
vegna aldur.
Napoleon hevur yvirtikið
barnaheimið við Gjógv, og
eini onnur hús eiga tey
bæði í Dali, umframt húsini
í Havn.
Napoleon og Gnippa
hava nakað av seyði, bæði
norðanfyri og sunnanfyri,
so hvørgin teirra stúrir fyri,
at dagarnir fara at tykjast
ov langir.
- Nei, vit fara helst at
hava nóg mikið at tríva í, nú
vit leggja frá okkum, søgdu
Napoleon og Gnippa, tá ið
Sosialurin hitti tey í Eyst-
urskúlanum sunnudagin.
At vera menniskja og hava
møguleikar
Tvey fryntlig fólk, Napoleon og Gnippa Nólsoy. Bæði leggja nú
frá sær vegna aldur. Kortini sæst aldur ikki á teimum…
- Vit hava nógv at takast við, so vit fara ikki at keða okkum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Veðrurin, sum Rógvi Hansen hevur gjørt. Abbasonurin við
sama navn, Rógvi Hansen, er errin av abbaum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hjá teimum, ið hava áhuga fyri málningalist og myndlist, var nógv at hyggja at.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Páskirnar vóru ikki gloymdar á framsýningini í
Eysturskúlanum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
5
4