Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 73 - 15. apríl 2003 Nr. 73 - 15. apríl 2003 7 436 nýggjar fyritøkur Í 2002 vóru 436 nýggjar fyritøkur stovnaðar í Føroyum - 51 fyri- tøkur stongdu HAGTØL Vinnuhúsið Úr databasuni hjá Toll og Skatt ber til at síggja, hvussu nógvar fyritøkur eru stovnaðar í einum ári. Eisini ber til at síggja, hvussu nógvar fyritøkur hava læst hurðarnar. Á hvørjum ári frá 1997 til 2001 er talið av nýggjum fyritøkum vaksið, vísur talvan niðanfyri. Gongdin hevur sostatt fylgt búskap- arligu gongdini. Men í 2002 vendur gongdin. Tá eru 22 færri fyritøkur settar á stovn samanborið við 2001. Men hóast færri fyri- tøkur eru settar á stovn í 2002 so er tilgondin vaksin tí talið av fyritøkum, ið hava stongd, eru lutvíst færri í 2002. Í Danmark vóru 56.303 nýggj V-tøl skrásett í 2000 meðan talið bara var 52.000 í 2002. Sambært eini kanning hjá ES hevur Danmark næst ringasta umhvørvið fyri íverksetar- ar. Orsøkin er í høvuðs- heitum skattaskipanin. Verður Føroyar saman- borið við Danmark, so liggja Føroyar á nøkun- lunda sama støði tá tað kemur til at stovnað fyri- tøkur. Í 2002 vóru umleið 1 fyritøka pr 100 íbúgva stovnað í Danmark. Talið er tað sama í Føroyum. Ár Nýggj V-tøl Strikað V-tøl Netto tilgongd 1997 174 193 -19 1998 212 165 47 1999 226 136 90 2000 338 127 211 2001 458 104 354 2002 436 51 385 Kelda: Toll og Skatt. Bara V-tøl, har virkið er MVG-skyldugt, eru tikin við í uppgerðina Almennu útreiðslurnar vaksa mest Almennar tænastur og fyrisiting eiga størsta partin av vøkstrinum í lønargjaldingunum fyrsta mánaðin í ár HAGTØL Heri á Rógvi Lønargjaldingar til al- menna fyrisiting í januar vóru hægri enn tær til í sambandi við fiskispap. 208 milliónir vórðu goldn- ar til vinnugreinina fiski- skap í januar 2003, og hetta eru fimmogtjúgu ella 12% minni enn fyri januar mán- að í 2002. Størsta talið býtt í vinnugreinir fellir í al- menna fyrisiting v.m., har vórðu goldnar 214 millión- ir í januar – móti 202 milli- ónum í januar 2002. Stovnar sum Fróðskapar- setur Føroya, ymsu mið- námsskúlarnir og aðrir koma eisini undir almenna fyrisiting. Hetta vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya um lø- nargjaldingar millum annað. Tilsamans eru 24 milli- ónir fleiri goldnar í løn fyrsta mánað í 2003 í mun til tann fyrsta mánaðin í 2002. Býtt verður upp í høvuðs- bólkum, og har sæst, at størsti parturin av lønar- gjaldingunum eru í tænast- uni vinnum sum byggivinn- an, handil, fluttningur o.a. Hesar lønarútgjaldingarnar vóru í januar 2003 485 milliónir og vuksu við seks prosentum. Næsti høvuðsbólkurin er almennar tænastur o.t. løn- arútgjaldingarnar vuksu við sjey prosentum til 480 í januar í ár. Framleiðsluvinnurnar áttu 438 í lønargjaldinum fyrsta mánaðin í árinum. Hetta er einminking áljóð- andi átta prosent. Vinnugreinin við størsta vøkstrinum er vinnuligar tænastur við sekstan pros- entum. Almenna fyrisiting kostaði seks prosent meira fyrsta mánaðin í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Almennu tænastur eru samlað voksnar við sjey prosentum í januar. Kríggið í Irak merkir eisini, at føroysku húsarhaldini gjalda minni fyri hitan PRÌSGONGD Heri á Rógvi Kostnaðurin fyri teir 159 litrarnar av olju, sum rúmast í einari oljutunnu, er minkaður nógv, síðani kríggið í Irak brast á. Um miðjan mars var prísurin á einari tunnu um amerikanskar dollarar á leið 35 dollarar, og hetta gav ein litur prís í Føroyum áljóðandi 4, 36 krónur fyri vanliga gasolju, íroknað Mvg og avgjald. Tað er hendan oljan, flest øll húsar- hald nýta til at hita húsini. Prísurin í skrivandi stund er 3,90 kr. Hetta svarar til eina lækking upp á 10,5%. Tølini hava vit fingið upplýst frá Føroya Shell. Hákun Djurhuus, stjóri fyri Føroya Shell, sigur, at ráoljuoprísurin í løtuni er 24 dollarar fyri tunnuna, og hetta merkir eina munandi lækking seinasta mánaðin. Dollararin er heldur ikki styrknaður stórvegis nógv, og hetta gevur tískil ein lægri prís til føroyingar til at hita húsini. Verandi prísstøðið er rímiliga stabilt, sigur Hákun Djurhuus, men eingin vissa er fyri, at prísurin fer at halda verandi støði. – Opec hevur sum ynski, at prísirnir halda seg mill- um 22 og 28 dollarar fyri tunnuna, sigur Hákun Djurhuus. Oljuprísurin bara minkar Hóast tær enn eru líka tungar, er tað vorðið bíligari at fáa hendur á tunnum við olju. Familja upp á 14 á jomfrúferð Tá Norrøna fór á sína jomfrúferð til Dan- markar seinasta fríggjadag, vóru mill- um onnur ein familja úr Kvívík upp á 14 fólk við til eina pakkaferð til Danland í eina viku. Frá Smyril Line verður sagt, at áhugin fyri pakka- ferðunum er størri í ár enn í fjør NORRØNA Solby A. Eliasen Á jomfrúferðini vóru allir pakkarnir útseldir. Millum onnur, sum vóru við, var ein familja, sum telur 14 fólk. Tað vóru ein omma og ein abbi, fýra av teirra fimm børnum og so aftur teirra børn. Tað eru ein familjusiður hjá teimum at fara ein viku til Danland á páskum, og í ár vóru tey so heppin, at tað fall beint á jomfrúferðina hjá nýggju Norrønu. Lillian Isaksen úr Kvívík, sigur, at tað var avbera gott at sigla og ein spennandi túrur niður. – Skipið er avbera flott, og umstøðurnar umborð eru munandi betri – serliga fyri børnini, sigur hon. Tó sigur hon, at tey noyddust at standa í bíðirøð longi til alt, óansæð hvat tey skuldu. – Onkuntíð stóðu vit í røð í hálvan til ein tíma, og tað er alt ov longi, serliga tá tað er til máltíðirnar, sigur hon. Men hon letur tó væl at øllum øðrum. Við á ferðini niður vóru eisini Angela og Hannibal, og tað dámdi børnunum sum vera man væl. Tað var eisini sera spennandi fyri tey at koma umborð á hetta nýggja skipið og síggja nógv spennandi, men Lilli- an heldur ikki, at tað hevði verðið langligt hjá børnun- um, um tað ikki var. – Har er so nógv fyri børnini. Til dømis ber tað eisini teimum til at sita og hyggja at teknifilmi inni á kamarinum. Børnini sum eru í hesum ferðalagnum eru í aldrinum 0 til 15 ár. Lillian sigur, at tað er ein góður máti at savna alla familjuna uppá. Og so fáa tey nakrar hugnaligar dagar saman í Danmark. – Veðrið er fínasta slag. Sólin skínur, men tað er ikki vorðið so heitt enn, so vit ganga ikki í stuttum buksum ella nakað, men hetta er nóg mikið fyri okk- um kortini, sigur hon í tele- fonini úr Danlandi. Hon greiðir frá, at gamla og nýggja Norrøna eru sanniliga hvør sítt skip, og hon samanlíknar tey ikki á nakran hátt. Tey høvdu hugsað um, hvussu tað mundi fara at verða við at lata børnini ganga og renna runt einsamøll á hesum stóra og stásiliga farinum, men tað var ongin trupul- leiki. – Tey kundu saktans renna runt sjálvi, uttan at vit høvdu so nógvan ampa á okkum, so tað er bara gott, sigur Lillian Isaksen. Hon sigur tó, at tey høvdu farið júst henda túrin við Norrønu óansæð, tí tað er siður at fara á páskum. – Nú var tað bara so til- vildarligt, at tað bleiv fyrsta túrin hjá Norrønu, sigur hon. Tey komu niður leygar- dagin og skula steðga í eina viku. Nú fara tey at koyra runt til tey ymisku frítíðar- støðini, sum eru ein sjálv- fylgja, tá børn eru við á ferðini. Til dømis Legoland og onnur støð við. Lillian og familja henn- ara fegnast eisini um, at prísmunurin á pakkaferð- unum ikki er stórur fyri tað, um tað nú er nýggja Nor- røna, sum siglir. Og tað tykist ikki vera nakar ivi um, at tey hugna sær óført í Danmark. Lillian og maðurin eiga fimm børn. Fýra av teimum eru við á ferðini hesuferð við teirra børnum. Tann fimti kundi ikki verða við hesuferð, tí hann skuldi til skips. Gravgangur Pakkaferðirnar hjá Smyril Line til Danland ganga sum heitt breyð. Frá Smyril Line siga tey, at trýstið sum er beint nú, gevur eina ábend- ing um, at áhugin er størri í ár enn í fjør. Hóast tey ikki hava nøkur beinleiðis tøl at vísa á beint nú. Onkrar pakkaferðir eru longu út- seldar, og áhugin fyri øðr- um er stórur. Tilboðspakkarnir vara ofta til háárstíðin er byrjað einaferð í juni. – Vit merkja trýstið væl, og vit hava sera nógv at gera. Og tá er háárstíðin ikki byrjað enn, verður sagt frá Smyril Line. Í mars mánaði yvir- tók gamli bókhandil á Vaglinum tann før- oyska partin av danska landbrúks- lottarínum LOTTO-SPÆL Solby A. Eliasen Landbrúkslottaríið er ein gamal siður, um ein kann kalla tað so, hjá fleiri føroy- ingum, sum javnan hava endurnýggjað sær seðlar- nar. Nógv fólk spæla við, og nú kunnu tey fegnast um, at tey kunnu fara inn ella senda seðilin til H. N Jacobsens bókhandil, tá hann skal endurnýggjast ella keypast. Eisini kunnu tey fáa teir smærru vinn- ingarnar har. Men teir heilt stóru vinningarnir, teir verða sendir til vinnaran sjálvan. Tað gongur alt meira loyniligt fyri seg. Tað vil so siga, at tað eru so at siga somu reglur gald- andi sum til tað Lottospæl- ið, sum Dansk Tipstjeneste stendur fyri. Tað, sum vit kenna frá Keypssamtøkun- um og øðrum sølustøðum kring landið. Tann, sum umsat Land- brúkslottaríið í Danmark, boðaði herfyri frá, at hann ikki ynskti at halda fram. Og tískil bleiv gamli Bóka- handil spurdur, um tey høvdu hug at royna at um- sita spælið í Føroyum. Tað varð hildið at vera líka frætt at tað bara var í Føroyum, tí tað eru rættuliga nógvir føroyingar, sum spæla við. Vagn Andersen frá gamla Bókahandli sigur, at tað munnu vera um einir 600 føroyingar, sum javnan spæla við í Landbrúkslott- arínum. Vagn sigur, at í Danmark er tað púra vanligt, at bók- handlar umsita tílík Lotto- spøl, og heldur hann, at tað er orsøkin til, at gamli bók- handil varð biðin. Drigið verður einaferð um mánaðin um teir smærri vinningarar, og síðani verð- ur drigið tvær ferðir um árið um tann heilt stóra vinningin, sum er 2 milli- ónir krónur. Ein heilur seðil kostar um 200 krónur og er fyri hálvt ár í senn. So skal hann endurnýggjast fyri at halda fram. Ynskir ein ikki at halda fram í spælinum, so er bara at lata vera við at endurnýggja. – Hagtølini vísa, at triðji hvør seðil vinnur, men tað eru sjálvandi nógvir lítlir vinningar, sigur Vagn, og hann leggur afturat, at tað eru yvir 26 milliónir krónur skulu deilast yvir 83.000 vinningar. Tað eru nógv, sum vinna seðilin aftur. Vagn Andersen sigur, at tað merkist væl í handlinum, at tey hava yvirtikið hetta. – Vit síggja nógv fólk inni á gólvinum her nú, sum vit ikki kenna andlitini aftur á, sigur hann og fegn- ast um tað nýggja trekk- plástrið hjá bókhandlinum. Vagn væntar, at undirtøkan fer at halda seg á sama støði nú Landbrúkslottaríið av álvara er komið til Før- oyar. Pakkaferðirnar hjá Smyril Line eru sera vælumtóktar, og tey eru mong í tali, sum longu hava nýtt høvi til at bíleggja. Onnur eru longu farin ein túr Mynd: Jan Müller Landbrúkslottarí í Gamla bókhandli Í gamla bókhandli ber nú til at keypa ella endurnýggja ein Landbrúkslottoseðil. Eisini fær ein teir smærru vinningarnar har C M Y K 7 6