Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 73 - 15. apríl 2003 Nr. 73 - 15. apríl 2003 9 Eldsbruni kravdi eitt mannalív Stutt eftir klokkan 5 fríggjamorgunin varð boðað frá eldi í einum sethúsum á Sandi. Eldurin fór illa við húsunum, og hartil læt ein kvinna eisini lív. Orsøkin til eldin er ikki staðfest enn ELDSBRUNI Ingrid Bjarnastein Sandur: Klokkan 05.16 fríggjamorgunin varð boð- að frá eldi í einum sethús- um mitt í bygdini Sandi. Onkur var komin framvið, sum sá, at tað logaði burt- urúr húsunum, og hevði tískil boðað løgregluni frá. Upplýst verður av sýslu- skrivstovuni á Sandi, at tað gekk rímiliga væl at sløkkja. Eldurin hevði tó fest so mikið væl í, at sløkkiliðið á Sandi noydd- ist at biðja um hjálp frá Skopun eisini. – Takið var niðurbrent og útveggirnir eru nærum eisini niðurbrendir. Eg veit tó ikki neyvt at siga, nær eldurin var sløktur, men beint áðrenn klokkan seks var sløkkiliðið í Skopun boðsent, sigur vakthavandi á sýsluskrivstovuni á Sandi. Hann leggur afturat, at eld- urin var so mikið stórur, og tí noyddust sløkkiliðs- menninir at fáa hjálp til, at eldur ikki kom í húsini rundanum. Eitt mannalív Klokkan gott seks høvdu sløkkiliðsmenninir fingið so mikið tamarhald á eldin- um, at teir kundu fara inn fyri fyrstu ferð. Tá funnu teir útav, at eitt lík lá innan- fyri. Talan var um eina kvinnu. – Vit hava fingið eyð- merkt, hvør hon er. Líksýn hevur verið, men um kvinn- an er deyð av roykeitran ella sjálvum eldinum, vita vit ikki enn at siga. Menn frá Kriminalteknisk Afdeling eru komnir til Før- oya fyri at finna útav, hvør orsøkin til eldsbrunan er. Menninir komu upp sunnu- dagin, og arbeitt var beinan- vegin við, at finna orsøkina. Um eldurin er ásettur ella talan hevur verið um eitt óhapp veit ongin enn at siga, men hetta verður sjálvsagt kannað. Húsini, sum eldur kom í á Sandi fríggjamorgunin, fóru rættiliga illa Mynd: Óskar Óskarsson Tíðliga fríggjamorgunin stóðu húsini í ljósum loga. Av sýsluskrivstovuni á Sandi verður sagt, at rímiliga væl gekst at sløkkja Mynd: Óskar Óskarsson Fleiri koyrt ávirkað LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Tíðliga fríggjamorgunin varð eitt ferðsluóhapp við eini knallert og einum persónsbili við krossin Tinghúsvegur-Bøkjara- brekka í Havn. Knallertin kom av Ting- húsvegnum niðan ímóti Bøkjarabrekku og rendi inn í bilin, sum koyrdi niðaneftir. Tað vísti seg so seinni, at báðir førararnir vóru ávirkaðir av rús- drekka. Politiið í Havn upplýsir, at annars hava fleiri onnur eisini verið, sum hava koyrt ávirkað um viku- skiftið. Ein bilur varð fríggja- morgunin stolin úr Grønulíð í Havn. Hann var seinni funnin aftur við Tekniska skúla í Smiðju- gerði. Í bátahylinum á Argjum hevði onkur brotið inn í ein bát, sum stóð á landi. Har var ein fløguspælari, ein antenna og tríggjar fløgur tiknar, og verður sagt av politistøðini, at gerningsmenninir eru enn ikki funnir. Fleiri hava eisini sovið rúsin av sær niðri í brummuni. Neyva talið, hava vit tó ikki fingið upplýst. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 15. apríl. Tær ljósu næturnar byrja. Fyrr stóð navnið Olympia í álmanakkanum til minnis um halga konu, sum varð tikin av døgum umleið 250 í Persiu. Gullbrúdleyp Í dag, 15. apríl, kunnu hjúnini Agnas og Alfred Steensen, Hirtshals, halda gullbrúdleyp. Brúdleypið verður hildið fyri innbodnum á Hotel Føroyum. Brúdleypsadressan er Sílagøta 3, Tórshavn. 90 ár Mikudagin 16. apríl fyllir Gunnhilda Rasmussen í Sandavági 90 ár. Hon er á Ellisheiminum í Vágum, har dagurin verður hildin saman við børnunum. Jens Andreasen 50 ár Mánadagin 14. apríl, summarmáladag, varð Jens Andreasen, fimmti ár. Jens er havnarmaður. Foreldrini eru Kirsten og Leivur Andreasen. Børnini hjá teimum eru Maria, sum er sjúkrasystir og Jens, sum er lækni. Jens er giftur við Ebbu, dóttir Fíu og John Høj í Klaksvík. Hon er sjúkra- systir. Ebba og Jens eiga fýra børn: Kirstin, sum lærir til sjúkrasystir í Keyp- mannahavn, John, Rakul og Sára. Jens tók studentsprógv í Hoydølum í 1975. Eftir í eitt skifti at hava verið lær- aravikarur í Eysturskúlan- um fór hann til Århus at læra til lækna, og hann leyk prógv í januar í 1985. Fyrsta árið eftir tað ar- beiddi hann á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so var hann tvey ár á Landssjúkrahúsin- um, eitt skifti í Piteå í Svø- ríki, eitt ár kommunulækni í Sandoyar læknadømi og eftir eitt ár í Roskilde hevur hann síðani í 1993 verið á medisinsku deildini á Landssjúkrahúsinum. Tað er eitt ár síðani, at hann gjørdist deildarlækni á B6. Eitt nú tekur Jens sær av diabetis ambulatorinum. Jens er formaður í felag- num fyri yngri læknar. Tað starvið hevur hann røkt seinastu seks árini. Umframt frá læknaar- beiðnum er Jens kendur sum sangari. Hann hevur framúr tenorrødd, sum hann síðani á heilt ungum árum hevur ríkað sangkór- ið í Ebenezer við. Seinastu mongu árini hevur hann eisini verið partur av Dupultkvartettini í Ebenez- er. Jens er tónleikaáhugaður. Hann er góður gittarspæl- ari, og sum ungur gekk hann til klaverspæl hjá Turið Waagstein Rasmus- sen, og honum dámar fram- vegis væl at seta seg við tangentarnar, men tað er mest til húsbrúk, sum tað verður tikið til. Leivur í Ullvøruhúsinum hevur verið góður hand- verkari, og sonurin hevur arvað evnini. Honum dám- ar væl at fáast við jarnsmíð. Hann smíðar lampur, stakar og borð, tá ið hann koblar úr frá strævna læknaarbeið- num, ið hann gongur so sera nógv uppí. Agnas og Alfred Steensen gullbrúdleyp Í dag, 15. apríl, kunnu hjúnini Agnas og Alfred Steensen, búsitandi í Hirtshals, halda gullbrúd- leyp. Agnas er úr Havn, dóttir Elsbu, f. Wolles, av Trøllanesi og Dánjal á Dul úr Havn. Alfred er úr Klaksvík, sonur Honnu, f. Petersen, úr Fuglafirði, og Eskild Steensen úr Klaksvík. Agnas og Alfred fingu seks døtur, tær eru: Elsebeth, Hanna Tove (Piddan), Guðrið, Sunrid, Rúna og Gvøðny, sum doyði í ferðsluvanlukku í 1983, bert 13 ára gomul. Tey eiga 15 ommu- og abbabørn og langommu- og abbadóttrina Keziu. Alfred er útbúgvin maskinmeistari og maskin- verkfrøðingur. Hann hevur arbeitt sum maskinverk- frøðingur í Føroyum og í Danmark. Seinastu árini hevur hann siglt sum maskinstjóri við donskum og norskum skipum til fyri stuttum, tá hann gavst næstan 71 ára gamal. Agn- as arbeiddi heima, meðan børnini vóru smá. Í 1983 fekk hon starv í kantinuni hjá Landsverkfrøðinginum í Havn, har hon var í um- leið 10 ár. Síðan 1995 hava tey búð í Hirtshals. Brúd- leypið verður hildið fyri innbodnum á Hotel Før- oyum. Brúdleypsadressan er Sílagøta 3 í Havn. Fimm bygnings- snikkarar Fríggjadagin 11. apríl fingu fimm bygningssnikkarar prógv á Tekniska Skúla í Havn. Teir eru: f.v. Tony Davidsen úr Sandavági, hann hevur lært hjá John- finn á Plógv í Sandavági, Meinhart Fríði Hansen úr Havn, hann hevur lært á Sp/f Snikkaravirkið hjá A.I.K. í Havn, Kristian Højgaard og Eyðstein Jacobsen úr Havn, teir hava lært hjá Sp/f Træsmiðjan G.L.T. í Havn, og Hjørleif Klein úr Saltangará, hann hevur lært hjá Sp/f Snikk- aravirkið í Rituvík. Finn Danberg í leiðslu Spari- kassans Leiðslubólkurin í Føroya Sparikassa hevur fingið ein nýggjan lim. Tað er greitt, eftir at stjórnin í Sparikass- anum hevur gjørt av, at Finn Danberg, fíggjarleið- ari, skal gerast partur av leiðslubólkinum. Stjórnin í Føroya Sparikassa hevur regluliga fund í leiðslu- bólkinum, ið veitir henni ráð í ymsum týðandi mál- um. Hereftir eru sostatt fimm limir í leiðslubólki Sparikassans. Teir eru Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Bogi Bendtsen, undirstjóri, Øss- ur Nolsøe, deildarleiðari í Tórshavn, og Finn Dan- berg, fíggjarleiðari. Harumframt hevur fíggj- arleiðarin fingið prokura. Nevndin í Føroya Spari- kassa gjørdi á fundi tann 24. mars av, at veita fíggjar- leiðaranum prokura. Pro- kura er ein fulltrú, ið ber í sær, at prokuristurin ella álitisfulltrúin, sum hann eisini verður nevndur, kann binda stovnin í øllum viðurskiftum, sum viðvíkja vanligum rakstri. Ein ávís- ur munur er á tekningar- rætti, ið stjórar og nevndar- limir hava, og so prokura. Tekningarrætturin ber í sær, at hann, sum teknar fyritøk- una, kann binda hana mót- vegis 3. parti í øllum lutum. Afturímóti kann prokurist- urin bert binda fyritøkuna í viðurskiftum, ið hoyra til vanligan rakstur. Eftir at Finn Danberg hevur fingið prokura eru tilsamans tríggir prokuristar í Føroya Sparikassa: Bogi Bendtsen, undirstjóri, Øssur Skeel Nolsøe, deildarleiðari, og Finn Danberg. Finn Dan- berg er 37 ára gamal, og hevur hann útbúgving sum Cand. merc.aud. Hann hevur síðan 1999 verið fíggjarleiðari Sparikassans. Frammanundan hevur hann starvast sum fíggjarleiðari á Arbeiðsloysisskipanini og á Landssjúkrahúsinum. C M Y K 9 8