Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 73 - 15. apríl 2003 Nr. 73 - 15. apríl 2003 11 Ferðaráðið hevur givð út sniðhandbók til kommunur og onnur til tess at tryggja eins- háttaða skelting og kunning fyri ferðafólk. Hetta verður gjørt sum ein liður í einum miðvísum ferðavinnupolitikki. Hetta er eitt gott tiltak, ið eigur at fáa góða undirtøku. Eftir tí, sum higartil fyriliggur, so fara kommunurnar at taka væl í móti sniðhand- bókini. Tað er eingin ivi um, at nógv er at vinna landsbúskaparliga við einum skilagóðum ferðavinnupolitikki. Fortreytirnar gerast alt betur við støðugt batnandi tænastuveiting- um loftvegis eins og sjóvegis við Atlantic Airways og við nýggju Norrønu. Tað er einki at ivast í, at talið á ferðafólkum, turistum, fer at økjast munandi tey komandi árini. Við hesum í huga er tað av stórum týdningi, at vit eru væl fyri at taka ómóti einum vaksandi streymi av ferðafólki. Tí er neyðugt, at bera so í bandi at allir liðir samvirka og samstarva. Her er talan um kunning, gisting, tjaldpláss og allar hentleikar í hesum sambandi, ávísingar til náttúruvøkur pláss, søvn, kirkjur og annars alt, ið hevur áhuga hjá tí ferðandi. Vit eiga at hava í huga, at tað fólk koma higar at uppliva og at síggja, helst er nakað annað, enn tað tey kunnu finna á meginlandinum ella í heitari londum. Vit eiga tí at leggja dent á tað, sum er sermerkt so sum okkara mentan, náttúra og vinnulív. Ein vaksandi ferðafólkaídnaður setir stór krøv til lokalsamfeløg og kommunur. Bygda- og býrað hava ábyrgd av, at allir hentleikar eru tøkir hjá turistunum, sam- stundis sum somu myndugleikar hava skyldu til at ansa eftir at turisman ikki skaðar umhvørvi og mentan. Her eiga landsmyndugleikar og lokalir myndug- leikar at samstarva meira í framtíðini. Ferðaráðið hevur lagt væl út við snið- hondbókini og hon er eitt dømi um eitt neyðugt og gott samstarv við bý- og bygda- ráð. Hetta samstarv er neyðugt, um ferða- vinnan skal gerast eitt búskaparligt álit í framtíðini. DAGSINS MEINING Sosialurin Ferðavinnupolitikkur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Høgni Hoydal formaður Tjóðveldis- floksins Formaðurin í Føroya Blaðmannafelag sigur ósatt um undirritaða í Út- varpi Føroya, hóast hann hevur allar møguleikar at kanna, hvør veruleikin er. Harvið gongur hann undan í tí, sum eg havi valt at mótmæla ímóti. At persónar kunnu leggjast undir slatur og sleyg í fjølmiðlunum, uttan at hava nakran møguleika at verja seg. Eg fari tí at senda eitt skriv til Føroya Blað- mannafelag við spurningi um, hvørja støðu felagið hevur til viðgerð av per- sónum í føroyskum fjøl- miðlum. Tað er gott, at Føroya Blað- mannafelag fer at viðgera hendingina millum ein landsstýrismann hjá Tjóð- veldisflokkinum og tíð- indafólk hjá SvF. Men eg vil undir ongum umstøðum góðtaka, at formaðurin í Føroya Blað- mannafelag, Edvard Joen- sen, sigur ósatt fyri opnari mikrofon í Útvarpi Føroya. Hann sigur seg "hava hoyrt", at formaðurin í Tjóðveldisflokkinum á flokstingi hevur sagt, at hann vil stýra, hvat fjøl- miðlarnir gera og ikki gera. Hetta er beinleiðis ósatt. Eg havi ikki í mínari formansfrágreiðing ella á flokstingi sagt nakað sum helst um at vilja stýra fjølmiðlunum. Eg hava talað at ítøkiligum hend- ingum, har fjølmiðlarnir hava havt søgur, sum bein- leiðis leggja persónar í Tjóðveldisflokkinum (har- undir undirritaða) undir at hava gjørt og viljað ymist. Og umrøddu persónar hava ikki fingið møguleika at svara ella greiða frá síni støðu til hesar hendingar, áðrenn søgan fer út sum veruleiki. Eg havi víst á, at per- sónsmál eru viðgjørd, har bert annar parturin sleppur at útleggja sína hugsan um hendingar, og so verður tað framhildið sum sannleikin. Eg haldi tað vera ómetaliga grovt og eftir mínum tykki brot á alla ábyrgd hjá fjøl- miðlunum. Tað er mín demokratiski rættur at siga hetta, eins og tað er rætturin hjá einum og hvørjum øðrum at siga sína hugsan. Slatur og sleyg sum tíðindi Hvat eg havi sagt í míni formansfrágreiðing og ann- ars á einum almennum flokstingi, hevði formaður- in í Føroya Blaðmanna- felag fingið staðfest, um hann hevði kannað málið. Formansfrágreiðingin er almenn og liggur á inter- netinum. Og nógv meira enn 100 vitnir – harundir fjølmiðlafólk – kunnu spyrjast um, hvat eg havi sagt og ikki á flokstingi. Men formaðurin í Føroya Blaðmannafelag velur ikki at kanna, hvat er sagt. Ístaðin sigur Edvard Joen- sen seg "hava hoyrt" at eg havi sagt hetta og hatta, og á hesum grundarlagi leggur hann harðliga eftir undir- ritaða sum formanni í Tjóðveldisflokkinum í Útvarpi Føroya. Harvið gongur formað- urin í Føroya Blaðmanna- felag undan við júst tí, sum eg havi loyvt mær at tala at. Og sum eg framhaldandi ætli mær at tala at. Nevni- liga, at persónar kunnu við- gerast í fjølmiðlunum og leggjast undir slatur og sleyg, uttan at hava nakran møguleika at verja seg. Fyri mær er hetta sera óhugnaligt, og eg vil als ikki finna meg í hesum. Hetta bendir á, at ert tú politikari, so skalt tú ikki rokna við, at tú hevur nøkur vanlig rættindi ella talu- frælsi, eins og ein og hvør annar borgari. Hetta bendir á, at tú ikki skalt fyrireika teg uppá at grundgeva og verja tað, sum tú hevur gjørt sum politikari, men tú skalt vera áskoðari, meðan onnur kunnu siga hvat sum helst um teg sum persón og um títt lyndi. Sendi fyrispurnging til Føroya Blaðmannafelag Eg skal tí hervið boða frá, at eg fari at senda ein fyrispurning til Føroya Blaðmannafelag um, hvørja støðu felagið hevur til viðgerð av persónum í føroyskum fjølmiðlum. Samstundis skal eg sláa fast, at undirritaði og Tjóðveldisflokkurin leggja ikki eitt hálmstrá í vegin fyri at fjølmiðlafólk fáa gjørt sítt arbeiði. Um formaðurin í Føroya Blaðmannafelag kann vísa mær á nakað dømi, har fjølmiðlar – orsakað av undirritaða og Tjóðveldis- flokkinum - ikki hava fingið atgongd til teir upplýsingar, teimum tørvar, til tess at útinna sítt týdn- ingarmikla starv mótvegis politisku skipanini, so frætti eg fegin. Formaðurin í Føroya Blaðmannafelag sigur ósatt Edvard Joensen formaður Føroya Blaðmannafelags Tað er púra vist, at tað er ósatt, at formaðurin í Føroya Blaðmannafelag sigur ósatt. Aðra almenna viðmerk- ing havi eg ikki til for- mannin í Tjóðveldisflokk- inum, Høgna Hoydal, sum heldur, at formaðurin í Før- oya Blaðmannafelag sigur ósatt. Tað er ikki uppgávan hjá Føroya Blaðmannafelag at leggja seg út í blaðkjak við nakran, og tað verður held- ur ikki gjørt. Føroya Blaðmannafelag fer tó altíð at verja rætt lim- anna til arbeiðis. Tað er púra vist VIÐMERKINGAR TÍÐINDASKRIV Flaggdagin 25. apríl verður Merkið heiðrað kring alt Føroya land, men eisini í Danmark verður skipað fyri flagg- dagshaldi. Á studenta- garðinum Regensen, ið liggur beint við Runda- torn mitt í Keypmanna- havn, verður aftur í ár skipað fyri flaggdags- haldi. Tað var júst á Regen- sen, at Merkið veittraði fyri fyrstu ferð, eftir at føroyskir studentar har tíðliga í farnu øld fingu hugskotið at sniðgeva eitt føroyskt flagg. Í fjør ognaði Regensen sær aftur eina útgávu av Merkinum, og í tí sam- bandi varð avgjørt at skipa fyri flaggdags- haldi. Í ár heldur føroyski fólkatingslimurin Tór- bjørn Jacobsen røðu á donskum, og danska kallakórið "Cantantes Animi" fer at syngja føroyskar sangir. Flagg- dagshaldið á Regensen tann 25. apríl byrjar klokkan 17. Áki Andreasen Sosialurin vil í oddagrein mikudagin 09.apríl halda stásið við líka, og leggur eftir Tjóðveldisflokkinum - eftir yvirlýsingina frá flokstingi Tjóðveldisflok- sins. Blaði dittar sær sum ikki einaferð at gerða nakrar niðurstøður sum als ikki nýtast at undirbyggjast - tað er nógmikið at sleinga eitt ella annað fram fyri dagin, takað nakrar hendingar fram og knýta eina niður- støðu sum er eins tannleys sum anstøðupolitikurin. Í Føroyum gongur alt….ella??? Fyrst er tað sjálvandi gjøg- numtanlaða fjølmiðlaøs- ingin seinasta summar, sum skal takast fram; niður- støðan er tann at hevði tað verið í einum øðrum landi hevði løgmaður stevnt og sagt samstarvið við Tjóð- veldisflokkin upp - verða nevnd dømi um hetta….nei tað nýtist ikki; men eg vil eisini gera vart við at hevði tað verið bara onkra aðra- staðni so høvdu fjølmiðlar- nir eisini kanna málið og sett løgmanni ein konkret- an spurning: "er tað satt sum tingmaður Tjóðveldis- floksins førdi fram??" - men tað gjørdi fjølmiðl- arnir ikki - tað nýttist ikki. "Syrgiligasta persóns- málið í langa tíð..??" Síðan er tað setanin av landsfornfrøðinginum - verður doypt "syrgiligasta persónsmálið í langa tíð". Hvat var sjálv kjarnan í málinum??? Hon er gjøg- numgingin meir enn eina- ferð, men kortini velur oddagreinskrivarin at gera sína egnu niðurstøðu: "Sum málið leið gjørdist alt sjónskari at málið var stýrt úr erva - frá sjálvum formanninum" - hvar er undirbyggingin, fyriliggur nakað sum prógvar hetta??? - nei!; tað nýtist helst heldur ikki; man velur bara at skoyta uppí at: "……..tað sama siga tey sum ikki eru í hallujakór- inum….". Hevði eg ikki vita betur so hevði eg noktað fyri at trúð at talan var um eina oddagrein, ikki ein farri av grundgeving ein stórur pástandur úr enda í annan, vorið sum tíðindaflutningur!!!! SVF, Sosialurin og heiðurligur tíðinda- flutningur Fyiri at tað skal ganga heilt upp so má klagan hjá SVF eisini dragast uppí "odda- greinasannleikan", tá ein landsstýriðsmaður heitti á eina tíðindakvunnu um at fara út og vísti til eina av- talu við SVF - nú ber væl til hjá Sosialinum at taka SVF inn í sína "tjóðveldisherð- ferð", men ikki eitt orð um avtalu millum landsstýris- mannin og SVF; ikki eitt orð um at formaðurin í Tjóðveldiflokkinum fyri stuttari tíð síðan sendi SVF eitt eina klagu fyri teirra leiklut í einum innslagið sum skuldi verða ein gøla, men sum av øllum Føroya fólkið bleiv fata sum reint sneytaríð inni í einum flokshølið; ikki eitt orð um at Tjóðveldisflokkurin hevði atlanir um ein tíð- indafund, um samgongan slitnaði - nevniliga fyri at kunnað fjølmiðlarnar - nei tað nýtist ikki, tí tað riggar ikki inn í tann "veruleikan" sum oddagreinarnar í Sosialinum standa fyri. Heldur ikki nýtist odda- greinskrivaranum at kunna um at formaður Tjóðveldis- floksins hevur boðað frá, at hann fer at svara klaguni hjá SVF Syrgiligi toppurin á kransakakuni er so tann at heldur ikki tíðindafólkini í SVF halda at tað tænir nøkrum endamálið at kunn- að almenningin um at stovnurin hevur fingið eina klagu frá Tjóðveldisflokk- inum viðv. teirra egna tíð- indaflutningi. Tá veruleikin ikki kann brúkast Tað sum hevur verið gjøg- numgangandi fyri odda- greinar í Sosialinum tá endamálið hevur verið at svína Tjóðveldisflokkin og tjóðveldisfólk til er nevni- liga tann at ongar grund- gevingar eru, tær nýtast ikki, men setningar sum "øll vita…" - "Føroya fólk veit", "..gamla gardan" "Høgnavongur" "borgar- ligi vongurin" "sosialist- iski vongurin" o.sfr alt setinigar og orð sum eru skaptar í Oddagreinum í Sosialinum og sum als ikki kunnu knítast til politiska veruleikan ellan innan- hýsisviðurskiftini í Tjóð- veldisflokkinum. Menn enn einaferð tað ger einki tí grundtankin handan Odda- greinskriving í Sosialinum eru "tá veruleikin ikki kann nýtast - skapa vit ein annan!!!" - grundgeving- arnar fyri hesum eru at finna í óteljandi oddagrein- um í Sosialum seinastu 5-6 árini, seinast í Oddagrein mikudagin 04. apríl 2003. Tá veruleikin ikki kann nýtast – skapa vit ein annan!!! Flaggdagshald á Regensen Kristin Michelsen Álvaratos, hvat vilja tygur s u ð u r oy a r t i n g m e n n ? Hvønn umboða tygur? Viðvíkjandi samferðslu- havnini komu tveir ting- limir til Suðuroyar í sam- band við at varðveita skerið við Lítla Holm, eftir at allar kanningar og øll loyvir vóru fingin til vega. Ein triði tingmaður kannar sær nærum "patent" uppá nýggju linjuføringina av tunnlinum Øravík/Hov. Og so tann fjórði tingmaðurin. Hann er formaður í vinnu- nevndini, og hevur havt málið um samferðsluhavn- ina í nevndini í millum tríggjar og fýra mánaðir. Nú er so málið komið úr vinnunevndini, og skal so- statt til 2. viðgerð, men har eru munandi broytingar í uppskotinum. Seks av sjey limum í vinnunevndini koma við einum áliti, at samferðsluhavnin og tunn- ilin í millum Øravík og Hov skal knýtast saman, tí hetta kemur at spara tí almenna umleið 45 milliónir krónur. Ja lat ogum so siga at so er, men ikki ein av suðuroyar- tingmonnunum nevnir eitt orð um, at hesar 45 milli- ónir krónurnar skulu verða eftir í Suðuroy, sjálvt um tygur eru vitandi um, at nærum alt vegakervið og tunnlarnir í oynni eru afturúrsigld. Tingmennirnir fyri Sand- oynna hava fyrispurning um farleiðina Skopun/ Streymoy, og enntá eisini fyrispurning um farleiðina millum Sandoynna og Suð- uroynna. Ikki eitt orð frá ogra tingmonnum. Eitt kunnu ogur øll í Suðuroy vera samd um, tað er, at tunnilin í millum Øravík og Hov er fluttur nógv longur vestur, bæði fyri sunnan og fyri norðan, og er hetta bert at fegnast yvir. Men ogra tingmenn góðtóku, at tunnilsføringin skuldi verða har, ið Lands- verkfrøðingurin vísti á. Enntá tá verandi lands- stýrissamgonga varð stovn- að, var krav frá Tjóð- veldisflokkinum, sum Her- geir umboðar, at ongin útlendingur skuldi gera tunnilin, tað skuldi Lands- verkfrøðingurin gera. Her er ein áheitan á øll tingfólk, um at hetta eru tvey mál, samferðsluhavnin og tunnilin. Skulu suður- oyingar bíða við havnini til byrjað verður uppá tunnil- in, so veit eitthvørt manns- barn, at skipið kemur til landið, og onki atløgupláss tøkt í Suðuroy. Tað vil verða ein stór skomm, eina- mest fyri tygum suðuroyar- tingmenn. Um so er at havnin bert verður gjørd liðug framvið landi, er tá nøkur trygd fyri at skipið liggur trygt tá? Eru kanningar gjørdar av tí? Nei! Víðvíkjandi grótinum, ið kemur úr tunnlinum Øra- vík/Hov kann bert upplýs- ast, at allar kommunurnar í oynni hungra eftir gróti. Tvøroyrar Býráð hevur í samband við samferðslu- havnina biðið tvey feløg um eina kostnaðarætlan fyri at gera tunnlar inn í fjallið sunnanvert Drelnes, til at taka grót til havnina, og vil Landsverkfrøðing- urin taka tað við í útbjóð- ingini sum alternativ. Við hesum uppskotinum verður onki sár í náttúruni, milli- óna virðir liggja eftir, ongir vegir oyðilagdir og flutn- ingur bert nakrar fáar metrar. Hetta halda ogur vera eina góða loysn, og skal tvídráttur vera, um hvør skal eiga hesar tunnlar í millum tingfólk og onnur, so er betur, at allir partar sessast og finna eina loysn um hetta góða uppskot. Grótið til havnina kann verða leverað á staðnum, og vil tað taka fimm mánaðir. Enn einaferð ein áheitan á tygum øll tingfólk, havi hesi uppskot hvør sær, og somuleiðis til tygum suður- oyartingmenn, somu áheit- an, umboðið Suðuroy fyrst og fremst. Vinnunevndini, takið undir við uppskotinum frá 14.01.2003, og takið álitið aftur. Annars vegna Tvør- oyrar Býráð stóra tøkk til Heðin Zakariassen, fyri tín leiklut í vinnunevndini, tað skuldi ikki verið tú, ið gekk á odda Suðuroynni at frama. Viðmerkjast skal at Tvør- oyrar Býráð fegnast um nýggju tunnilsføringina Øravík/Hov. Tað skal ikki skiljast, at ogur eru ímóti tí, lat allar kanningar verða gjørdar bæði væl og virði- liga áðrenn byrjað verður, tað kemur bert tilgóðar hjá ogum suðuroyingum. Samferðsluhavn á Trongisvági og tunnil Øravík/Hov Sjúrður Hansen Gøta 7. desember. Eg siti sam- an við góðum fólki í Klaksvíkar Klubba. 19. apríl 2003. Eg siti saman við góðum fólki í Mimir ella Kagganum. Ja, dagin undan jólum verður røtt um skaldið av Viðareiði og dagin fyri páskir tann 19. apríl 2003 verður talað um 101-ára føð- ingardagsbarnið av Tvør- oyri og úr Sandvík, Mart- in Joensen, vit sita í Havnar klubbum. Onkur spyr kanska eftir skál- víkinginum (Heðin Brú). Og farið verður upp á gólv á Tvøroyri 2. páskakvøld. Tað lýsir á landi, hugsi eg. Og syngjandi lag? – heiðr- andi. Just a dream, my professor! C M Y K 11 10