týsdagur 15. apríl 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 73 - 15. apríl 2003
Nr. 73 - 15. apríl 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Ber ótta fyri
borgarakríggi
Egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, ber ótta fyri, at
borgarakríggj kann bresta á í Irak, tá kríggið har er
liðugt.
Mubarak stúrir fyri, at shiamuslimar og sunnimus-
limar fara at bresta saman. Eisini væntar hann, at kurd-
arnir fara at krevja at fáa sítt egna ríki har norðuri í
Irak, men at hetta kann verða av ongum, tí Turkaland er
so hart ímóti tí. Sjálvur heldur Mubarak, at tað hevði
verið ein vanlukka, verður Irak býtt sundur, og hann
heldur ikki, at irakska fólkið vil hava landið sundur-
býtt.
Sunnudagin frættist frá samanbrestum millum shia-
muslimar og sunnimuslimar í fleiri býum í Irak. Í býn-
um Najaf kringsetti ein víðgongdur bólkur húsini hjá
einum shiamuslimskum leiðara og kravdi, at hann
skuldi fara av landinum innan 48 tímar. Hetta hendi
bert tríggjar dagar eftir, at ein shiamuslimskur leiðari
varð myrdur í sama býi.
Ferðafólk helst
burturflutt
Seinastu tíðina hevur verið leitað eftir 31 evropeiskum
ferðafólkum, sum eru horvin í Algeria. Talan er um
fimtan týskarar, tíggju eysturríkarar, fýra sveitsarar, ein
niðurlending og ein svia.
Í fyrstani varð hildið, at ferðafólkini mundu vera
vilst í Sahara-oyðimørkini, men nú halda algerisku
myndugleikarnir, at tey helst eru vorðin burturflutt.
Sambært einari eysturríkskari sjónvarpsstøð eru ferða-
fólkini býtt sundur í tveir bólkar, men hvør hevur
burturflutt tey, ella hvar tey eru, veit eingin. Burturflyt-
ararnir hava heldur ikki latið frætta frá sær.
Eysturríkski
uttanríkisráðharrin,
Benita-Maria
Ferrero-Waldner, segði seg sunnudagin hava vónir um,
at ferðafólkini framvegis eru á lívi, og í gjár segði týski
innanríkisráðharrin, Otto Schilly, tað sama.
Bush avlýsir ferð
Ætlanin var, at amerikanski forsetin, George W. Bush,
skuldi fara til Kanada at vitja tann 5. mai, men nú
hevur hann avlýst ferðina.
Kanadsiska stjórnin sigur, at tað er kríggið í Irak,
sum hevur fingið Bush at avlýsa ferðina norður um
markið. Kanadiski forsætisráðharrin, Jean Chretien,
sigur, at hann skilir avgerðina hjá amerikanska forset-
anum væl, og at nú verður roynt at kanna, nær ferðin
kann koma í lag, men helst verður tað ikki fyrr enn í
heyst.
Kanada var eitt av londunum, sum var harðliga ímóti
amerikansku avgerðini at leypa á Irak. Kanadiska
stjórnin góðtók ikki amerikansku grundgevingarnar
fyri at seta álopið í verk.
Ungverjar søgdu ja
Leygardagin var fólkaatkvøða í Ungarn um limaskap í
ES, og har var eingin ivi.
Tá uppteljingin var liðug, høvdu meiri enn 80 pro-
sent atkvøtt fyri, at Ungarn skal fara upp í ES, meðan
bert 16 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Harafturímóti var
áhugin fyri fólkaatkvøðuni lítil, tí bert góð 40 prosent
av veljarunum nýttu høvi at siga sína hugsan.
Nú hava trý av umsøkjaralondunum sagt endaliga ja
til limaskap í ES. Tey eru Malta, Slovenia og nú Ung-
arn. Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, er feg-
in um úrslitið í Ungarn. Hann vónar, at tað fer at eggja
fólkinum í hinum londunum í Eysturevropa til at taka
somu støðu.
Tað er komið fram, at
Russland njósnaðist
fyri Irak upp undir
kríggið í Irak.
NJÓSNING
Árni Joensen:
Bretska
blaðið
Sunday
Telegraph avdúkaði sunnu-
dagin, at russiskir myndug-
leikar lótu iraksku myndug-
leikunum ymsar loyniligar
upplýsingar so sum frásøgn
frá einum fundi millum
bretska forsætisráðharran,
Tony Blair, og italska
starvsbróður
hansara,
Silvio Berlusconi.
Sambært blaðnum stava
upplýsingarnar frá skjøl-
um, sum eru funnin á skriv-
stovuni hjá iraksku fregnar-
tænastuni, eftir at amerik-
anarar komu til Bagdad.
Skjalið viðvíkjandi fund-
inum millum Blair og
Berlusconi er dagfest 5.
mars í 2002 á iraksku sendi-
stovuni í Moskva og snýr
seg um ein fund, sum teir
báðir
forsætisráðharranir
høvdu í Rom tríggjar vikur
frammanundan. Har er Blair
endurgivin fyri at hava sagt,
at Bretland er ikki sinnað at
taka undir við einari amerik-
anskari ætlan um hernaðar-
átak ímóti Irak, fyrr enn við-
urskiftini í Afghanistan eru
komin í rættlag.
Hvussu
russar
hava
fingið fatur á hesum upp-
lýsingunum, er ein gáta,
skrivar Sunday Telegraph,
sum ikki ivast í, at avdúk-
ingin fer at fáa álvarsamar
avleiðingar fyri viðurskift-
ini millum Bretland og
Russland og ikki minst fyri
tey annars so góðu viður-
skiftini millum Tony Blair
og Vladimir Putin, forseta.
Sambært Sunday Tele-
graph lótu russar eisini irak-
um eitt yvirlit yvir leigu-
drápsmenn,
sum
kundu
hugsast at vera sinnaðir at
átaka sær morð í Vestur-
heiminum. Einki stendur
um, hvat russar ella irakar
hugsaðu um í hesum føri,
men bretska blaðið heldur
hetta vera eitt tekin um,
hvussu langt russar vóru
sinnaðir at fara í samstarv-
inum við irakar.
Yvirgangsmaðurin Osama
bin Laden er nevndur í fleiri
av skjølunum, men tey
snúgva seg stuðul hansara til
uppreistrarmenninar í Kek-
enia.
Russar njósnaðust fyri Irak
George W. Bush,
forseti vil vera við, at
Sýrialand hevur
evnafrøðilig vápn.
HÓPOYÐINGARVÁPN
Árni Joensen:
-Vit halda, at Sýrialand
hevur evnafrøðilig vápn.
Tað segði amerikanski
forsetin, George W. Bush,
um vikuskiftið. Framman-
undan hava bæði Donald
Rumsfeld, verjumálaráð-
harri og Colin Powell, utt-
anríkisráðharri
ávarað
Sýrialand ímóti at hjálpa tí,
sum er eftir av stýrinum hjá
Saddam Hussein í Irak.
Skuldsetingarnar
um
hópoyðingarvápn vóru tann
fyrsta orsøkin til, at USA og
Bretland lupu á Irak, men
amerikanski forsetin vildi
ikki siga, um Sýrialand er í
somu støðu sum Irak.
- Vit taka tað týdningar-
mesta fyrst. Vit eru í Irak
nú, men eg vænti, at Sýria-
land fer at samstarva við
okkum, segði Bush og legði
afturat, at Sýrialandi nýtist
bert at samstarva.
- Sýrialandi nýtist at
samstarva við USA og okk-
ara sameindu. Landið eigur
ikki at hýsa limum í Baath-
flokkinum hjá Saddam
Hussein ella hernaðarligum
leiðarum í Irak, sum skulu
standa til svars fyri gerðir
sínar í Irak, segði Bush.
Stutt frammanundan hevði
Donald Rumsfeld, verju-
málaráðharri sagt, at Sýria-
land ger fleiri mistøk í
løtuni.
Sýriski uttanríkisráðharr-
in, Farouq al-Shara, vísti í
gjár amerikansku skuldset-
ingunum aftur.
Sýrialand hevur hóp-
oyðingarvápn
Sýriski uttanríkisráðharrin,
Farouq al-Shara, vísir
amerikansku skuldseting-
unum aftur og biður USA
leggja prógvini á borðið
Føroya Handilsskúli søkir eftir
LÆRARUM OG TÍMALÆRARUM
til skúlarnar í Tórshavn og á Kambsdali frá 1. august 2003. Hevur umsøkjari útbúgving í lærugreinum, sum
nøkta tørv skúlans, kann talan verða um fast starv.
Tímar eru leysir at søkja í lærugreinunum niðanfyri. Tímatølini í klombrum eru vegleiðandi.
Tórshavn
FHS:
Virkisbúskapur (8 t/v), Enskt (4 t/v), Fiskivinna (6 t/v),
Marknaðarførsla (4 t/v), Samfelagslæru (8 t/v), Støddfrøði (10
t/v), Kunningartøkni (4 t/v), Dekoratión (3 t/v), Spanskt (4
t/v), KT (4 t/v), og Føroyskt (8 t/v)
HH:
Føroyskt (8 t/v), Sølubúskapur (4 t/v), Enskt (4 t/v),
Støddfrøði (5 t/v), Samtíðarsøga (12 t/v), Altjóða búskapur (5
t/v), Vinnulívsrættur (6 t/v), Fyriskipan (4 t/v), Danskt (15
t/v), Sálarfrøði (4 t/v)
Kambsdalur
FHS:
Enskt (4 t/v), Týskt (4 t/v), Kunningartøkni (12 t/v),
Marknaðarførsla (4/v), Støddfrøði (14 t/v), Fiskivinna (3
t/v), Dekoratión (3 t/v), Talfatan (2 t/v) og Sálarfrøði og
tænasta (2 t/v)
HH:
Føroyskt (8 t/v), Danskt (9 t/v), Enskt (8 t/v), Sam-
tíðarsøga (12 t/v), Støddfrøði (10 t/v), Vinnulívsrættur (3
t/v), Sálarfrøði (4 t/v), Sølubúskapur (8 t/v) og Mentan-
arfatan (4 t/v)
Fyri lærarar í farloyvi á Kambsdali, eru tímar leysir at
søkja í niðanfyristandandi lærugreinum:
Týskt (4 t/v), Føroyskt (4 t/v), Samfelagslæra (8 t/v),
Sølubúskapur (9 t/v), Marknaðarførsla (4 t/v) og Altjóða
búskapur (5 t/v)
Arbeiðsuppgávur:
ñ
undirvísa í viðkomandi lærugreinum
ñ
leggja til rættis undirvísingargongdir
ñ
luttaka í toymisarbeiði
ñ
vera við í ráðlegging skúlans
ñ
luttaka í verkætlanum, sum skúlin skipar fyri
Vit vænta, at tú:
ñ
hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
t.d. cand.merc., cand. mag., BA, BS, HD, ED
ñ
hevur áhuga í undirvísing
ñ
dugir væl at samstarva
ñ
dugir væl at samskifta
ñ
vilt vera við at menna skúlan
ñ
ikki ræðist nýggjar avbjóðingar
Vit kunnu m.a. bjóða:
ñ
eitt fakligt mennandi umhvørvi
ñ
eftirútbúgvingarmøguleikar
ñ
eitt arbeiðspláss í støðugari menning
ñ
góðar arbeiðsumstøður
ñ
ein spennandi og lívligan gerandisdag
ñ
spennandi avbjóðingar
Setanarkor til fast starv:
Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð. Lærarar, sum
settir verða í fast starv, mugu vera til reiðar at fara undir
kravda námsfrøðilga útbúgving skjótast gjørligt. Eisini
mugu teir rokna við í ávísan mun at skula undirvísa á fleiri
stigum
og
partvís
um
kvøldið
og
á
báðum
handilsskúlunum, gerst tað neyðugt.
Løn:
Lærarar verða løntir í HL- lønarrensli 13/21/24, 18/26/29
ella 16/21/29/31.
Umsókn:
Umsóknir um fast starv við ljósprentum av próvskjølum
o.ø., skulu stílast til Føroya Handilsskúla, stýrið, og
umsóknir um tímalærarastarv skulu stílast til Føroya
Handilsskúla. Umsóknin skal sendast skúlanum, sum
umsøkjarin ætlar at starvast á, t.v.s. antin Føroya
Handilsskúla í Tórshavn, Marknagilsvegur 77, Postsmoga
177
ella
Føroya
Handilsskúla
á
Kambsdali,
530
Fuglafjørður. Umsóknirnar skulu verða skúlanum í hendi í
seinasta lagi 2. mai 2003. Umsóknarblað fæst á skúlunum
ella á heimasíðu skúlans www.fh.fo.
Nærri upplýsingar um størvini í Tórshavn kunnu fáast við
at venda sær til Ragnar Magnussen, stjóra, á telefon 317177
ella rm@hsh.fo, og um størvini á Kambsdali við at venda
sær til Páll Isholm, deildarstjóra, á telefon 444900/219930
ella palli@kambsdal.olivant.fo.
Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 200 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH) og 200 á Fyrisiting, Handli og
skrivstovu (FHS). Undirvísingin fer fram í Havn og á Kambsdali. Í Havn starvast um 35 og á Kambsdali 20
lærarar. Umframt HH og FHS skipar Føroya Handilsskúli fyri kvøldskúla og framhaldsútbúgvingum, so sum
teldustøðingaútbúgvingin, Master of Management, HD, datanom og merkonom.
C
M
Y
K
13
12