Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 • týsdagur • 15. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Ítróttarfelagið Sumba hevur fingið stóran høvuðssponsor. Sunnudagin skrivaðu Sumba og Mærsk undir sponsoravtalu SPONSORAVTALA Dagfinn Olsen Sunnudagin var stórur dag- ur í Sumba, tí eftir tógvi stríð og nógvar umsóknir, so vórðu sunnudagin undir- skriftir settar undir avtalu við høvuðsstuðul. Og nýggi høvuðsstuðulin hjá Sumba er stóra fyritøkan Mærsk, sum føroyingar einamest kenna frá flúgving, men sjálvsagt eisini skips- ferðslu. Størsti nakrantíð Rúni Lisberg, formaður í Sumbiar Ítróttarfelag, fegn- aðist á samkomu í Sumba um avtaluna við høvuðs- stuðulin. Hetta er úrslitið av drúgvum arbeiði og hetta er størsti stuðulin nakrantíð, segði formaðurin millum annað. Og sjálvandi minti hann á møguleikan at flúgva við Mærsk, eins og suðuroyingar so dúgliga hava gjørt. Stig Albeck, marknaðar- stjóri hjá Mærsk, fegnaðist eisini um nýggja sáttmálan. Hann segði, at umvegis Sumba, so verður komið um alla Suðuroynna. Um- framt at vera høvuðsstuðul hjá sumbingum, so er eisini í avtaluni nakað við klæð- um til kappróðrarfólk í Vági og føroyskar rógvarar í Danmarsk og sera fegin var Stig Albeck um, at 1. deildarliðið hjá kvinnum í Sumba hevur leikarar úr allari oynni. Hann takkaði fyri stóru vælkomuna henda dagin í Sumba og fyri gestablídni, sum hann vónaði at kunna vísa aftur, tá flogið verður við Mærsk. Mærsk hevur verið í Føroyum í meira enn 30 ár og metti marknaðarstjórin, at felagið er ein partur av føroyska samfelagnum. Tí er náttúrligt at stuðla og vóna stórt virksemi, so møguleiki kanska eisini verður fyri at stuðla víðari, t.d. við ferðum í samband við fótbólt. Spurdur, hví eitt so stórur stuðul, sum Mærsk, stuðlar einum lítlum felag í út- jaðaranum, sigur Albeck, at støddin ger ikki munin og at annað er vert at hyggja at, enn miðstaðarøkið. - Útjaðarin er eisini part- ur av heildini og Mærsk er eitt gott navn her. Gott er at stuðla liðum her og so er gott at vit eisini umvegis hetta stuðla regattasigling- ini, sigur Stig Albeck. Mærsk er nú høvuðsstuð- ul hjá Sumba og aðrir stuðl- ar eru Alu Plast, M.H. Export, Suðuroyar Spari- kassi. Sunnudagin varð sáttmálin undirskrivaður við Mærsk og til staðar vóru eisini umboð fyri aðrar stuðlar og fingu stuðlar eisini í gávu mynd eftir Jákup Hjaltalin Sponsoravtalan millum Sumba og Mærsk er gald- andi í eitt ár, men vóna partarnir at halda fram. Enn er eingin vátt- an fingin fyri, at landsliðið, sum um knappar tvær vikur skal spæla tveir dystir í Føroyum, sleppur at lenda í Europa LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Fyrstu fótbóltslands- dystirnir í ár stunda nú av álvara til. Sambært skránni skal Kasakstan spæla á Svangaskarði annan sunnudag klokk- an 16 og á Tórsvølli annan týsdag klokkan 18.45. Men eitt er, hvat er at síggja í skránni hjá Fótbóltssambandinum. Eitt annað er hvussu tað sær út í veruleikanum. Veruleikin er tann, at tað enn ikki er fingin greiða á, um tað yvir- høvur fer at bera til at spæla landsdystirnar. Trupulleikin er, at enn er eingin vissa fingin fyri, at ferðalagið úr Kasak- stan yvirhøvur fer at koma til Føroya. – Vit hava arbeitt við spurninginum um inn- fararloyvi í fleiri vikur, men higartil er einki komið burturúr. Hetta sigur aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, og hann útgreinar soleiðis: – Ì fyrstu atløgu fingu vit at vita, at tá steðgurin skuldi verða so stuttur, so var eingin trupulleiki at avgreiða loyvini á flogvøllinum í Vágum. So vildu vit hava eina skrivliga fráboðan frá løgregluni, sum vit kundu senda víðari til Kasakstan. Schengen samstarvið sigur jú, at tað er fyrsta floghavnin í Europa, sum fremm- andu fólkini koma til, sum hevur ábyrgdina fyri, at alt er, sum tað skal, tá ið ferðaløgini fara víðari. Tí er tað alt avgerandi, at gestirnir hjá okkum hava pappír at vísa fram í Frankfurt og Keypmannahavn, har tað stendur, at loyvini skulu avgreiðast í Vág- um. Men tá vístu tað seg at vera trupulleikar. UEFA upp í leikin Fótbóltssambandið noyddist tískil at venda sær til Útlendingastýrið í Keypmannahavn. Og síðani hevur tað víst seg, at pappírsarbeiðið skal avgreiðast, áðrenn ferðalagið fer úr Kasak- stan. – Hetta er ikki sum at siga tað. Danmark hevur onga sendistovu í Kasakstan, og tað hava hini Norðanlondini heldur ikki. Tí er neyð- ugt hjá myndugleikun- um í Kasakstan at snúgva sær til donsku sendistovuna í Moskva ella í Kiev. Higartil er einki komið burturúr hesum, og nú eru vit farin at ótolnast, sigur Ísak Mikladal. Ætlanin er, at ferða- lagið skal koma til Føroya leygardagin 26. apríl, og at tey skulu fara av aftur landinum 30. apríl. – Vit hava fingið ein lista við umleið fimmti nøvnum á. Vit hava sent innbjóðingar til Kasak- stan, soleiðis sum tað er ásett í lógum og reglum, men enn eru vit als ikki vísir í, at hetta fer at laga seg, staðfestir Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF. Í vikuskiftinum boð- aði FSF UEFA høvuðs- skrivstovuni í Sveis frá, hvussu støðan er, og teir heittu á europeisku fótbóltssamgonguna um at hjálpa til við at fáa viðurskiftini í rættlag. At tað ikki er lætt at samskifta eystureftir er einki nýtt. Ofta plaga viðurskiftini at laga seg, sjálvt um tað sær svart út. Tað mugu vit vóna, at tað eisini fer at gera hesa ferð. Men tað er neyðugt framvegis og støðugt at arbeiða. FSF tykist hava gjørt sítt. Spurningurin er so, hvussu tað verður at koma ígjøgnum frum- skógin av pappírum, reglum og ásetingum, sum eru galdandi, tá ið ferðaløg eystaneftir koma til Europa og hava Føroyar og føroyskan fótbólt sum endamál. Kasakstan hongur í klønum tráði Sumba og Mærsk skrivað sáttmála Rúna Lisberg, Sumba og Stig Albeck, Mærsk. Sunnudagin skrivaðu Mærsk og Sumba undir sáttmála, sum ger Mærsk til høvuðsstuðul Mynd: D. Olsen 15 14 Nr. 73 - 15. apríl 2003 TÍÐINDASKRIV Føroya Kommunufelag Føroya landstýri hevur í fleiri ár mælt til at fáa eitt greiðari býti ímillum land og kommunur Hóast hetta, uppliva kommunurnar ferð eftir ferð at Føroya Løgting lóg- gevur soleiðis • At eyka útreiðslur við lóg verða lagdar á kommun- urnar, við tí fyri eyga at minka um útreiðslur landskassans. • At hetta, verður gjørt uttan samráð við kommunurnar. • At allar meginreglur um greitt uppgávu og ábyrgd- arbýti verða brotnar. Seinastu dømini eru upp- skotið frá landsstýrismann- inum í almannamálum við- víkjandi broytingum í for- sorgarlógini, og uppskotið frá fíggjarmálaráðnum um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunu- skatt (FAS – skattur) Vantandi barnaansing Í 2002 vóru sambært for- sorgarlógini útgoldnar góð- ar 7 mill kr. frá Almanna- stovuni vegna vantandi barnaansing. Við tí grundgeving at spara á lógarbundnu útreið- slunum á almannaøkinum, er lógaruppskot lagt fram ið áleggur kommuninum at endurrinda Almannastov- uni hesar útreiðslur við afturvirkandi kraft frá 1. jan. 2003. Føroya Kommunufelag vil gera vart við, at • Útreiðslur vegna vænt- andi barnaansing er ein partur av forsorgarøki- num. Forsorgarøkið er ikki lagt út til kommunur- nar at umsita, og partar av hesum øki eiga ikki at verða lagdir út við tí grundgeving, at lands- kassin skal spara ímun til lógarbundnu útreiðslurnar á almannaøkinum. • Útreiðslur verða lagdar á kommunurnar aftaná at fíggjarætlanin fyri 2003 er gjørd. Við øðrum orð- um skulu kommunurnar finna 7 mill kr. innan teir karmar sum longu sam- tykta fíggjarætlanin hjá kommununum hevur. • Við uppskotinum fáa kom- munurnar álagt útreislur, tær ikki hava ávirkan á. Avgerðarheimmildin fer framvegis at liggja hjá Almannastovuni. Hetta er als ikki í tráð við megin- regluna um, at fíggjarliga ábyrgdin skal fylgja av- gerðarrættinum. Skattur – FAS Á sama hátt hevur Lands- stýrismaðurin fíggjarmál- um lagt uppskot fyri Løg- tingið sum við afturvirk- andi kraft broytir býtið av FAS – afturbering ímillum land og kommunur. Í viðmerkinginum til upp- skotið verður sagt, at skatta- lættin ið latin var pensjón- istum í 2002 kostaði kom- muninum 5.5 mill kr. Breið politisk semja var tá um, at skattalættin ikki skuldi kosta kommununum nakað. Sum kompensatión var broyting tískil gjørd í býtis- lutfallinum ímillum land og kommunur í samband við FAS – afturbering, soleiðis at kommunurnar komu at gjalda 5,5 mill kr minni í FAS-afturbering. Hetta skal sambært fyri- liggjandi uppskotið broyt- ast aftur, við tí úrslitið, at kommunurnar í 2003 fáa ein eykaútreiðslu uppá 5,5 mill. kr. Men sanleikin um skatta- lættan til pensjónistar er, sum eisini verður nevnd í viðmerkinginum til upp- skotið, at • kommunurnar fáa 19,7 mió. kr. minni inn í skatti, meðan landskassin fær 9,7 mió. kr. meira inn í skatti. (broytingar í áset- ingarlógini, Løgtingsmál nr. 52-2001). Fyri at minka um hesar skeivleikar var býtislutfall- ið í FAS-afturberingin broytt. Soleiðis at kommun- urnar fingu (19,7 – 5,5) 14,2 mill. kr. minni inn í skatti og Landið bert fekk (9,7 – 5,5) 4,2 mill. kr meira inn í skatti. Hetta verður við fyri- liggjandi uppskotið broytt aftur, soleiðis at skattalætt- in til pensiónistar kemur at kosta kommununum 19,7 mill. kr. og landið fær 9,7 mill. kr. fleiri inn í skatti. Sostatt hava hesi upp- skotini økt útreiðslurnar hjá kommuninum við 32,4 mill. kr. Føroya kommunufelag vil vísa á rundskriv frá Løg- málaráðnum sum millum annað sigur: »Er ein uppgáva komm- unal so skal kommunan fíggja hana , men er hon ein landsuppgáva, so skal land- ið fíggja hana . Hetta hevur so við sær at bara tey, ið taka avgerðir kunnu áleggja sær sjálvum fíggjarligu ábyrgdina av avgerðinum.« » Mælt verður til at land og kommunur í felag ráð- leggja og raðfesta, hvussu viðurskifti teirra millum verða skipað« Føroya Kommunufelag vil við hesum heita á Før- oya Løgting um, at nýta hesar meginreglur í sínum arbeiði. Landsstýrið tekur ikki kommunur við uppá ráð 2002 2003 Land Kommunur Land Kommunur Vantandi barnaansing –7,2 mill. 0 0 –7,2 mill. FAS – Skattur –5,5 mill. 5,5 mill. 5,5 mill. –5,5 mill. Skattalætti 9,7 mill. –19,7 mill. 9,7 mill. –19,7 mill. Tilsamans 3,0 mill. –14,0 mill. 15,2 mill. –32,4 mill. TÍÐINDASKRIV Fiskimálaráðið, 11. apríl 2003 Fiskimálaráðið boðar við hesum tíðindaskrivi frá, at frá 1. mai 2003 verða gjøld kravd fyri skráseting av pantibrævi, ognarbrævi og útflýggjan/rætting av tjóð- skaparbrævi. Tað er við heimild í § 8 í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997, at kunngerð verður sett í gildi um gjøld fyri skráseting í skipa- skránni. Gjaldið, sum er ásett til tess at uppfylla treytirnar ásettar av Løgtingsins fíggj- arnevnd, byggir á eina ein- falda prísáseting við føst- um gjøldum. Kunngerðin er ikki gald- andi fyri skip við einum bruttoregistartonsatali ella bruttotonsatali undir 15, ið eru skrásett í Føroya Skipa- skráseting, ella sum skulu skrásetast í Føroya Skipa- skráseting. Broytingar, átekningar, víkingar, strikingar o.a. vera framvegis ókeypis. Avgjaldið, ið skal rindast, áðrenn skjølini kunnu út- flýggjast, kann gjaldast við: • kontantum peningi • gjaldskorti • kekki • postuppkravi • bankaflyting Einasta kravi er, at prógv verður víst fram, at upp- hæddin er goldin. Føroya Skipaskráseting ásetur skrásetingargjøld Gjøldini vera fylgjandi: • Skráseting av fíggjarligum rættindum: kr. 2.200,- • Skráseting av skipsskeyti, sølusáttmála ella byggiváttan: kr. 2.800,- • Útflýggjan av skrásettum tjóðskaparbrævi: kr. 3.000,- • Rættingar gjørdar á tjóðskaparbræv: kr. 2.000,- • Útflýggjan av fyribils tjóðskaparbrævi: kr. 3.000,- • Ljósavrit av skipsblaði: kr. 200,- Forlagið Leirkerið í Gøtu hevur givið út tvær nýggjar bøkur. Talan er um bøkurnar »Náði yvir náði« eftir Poul Madsen og »Tað besta, ið finst«, eftir Trolli Neutzsky Wulff. Páll á Lakjuni í Fugla- firði hevur týtt bøk- urnar til føroyskt BØKUR Magnus Gunnarsson Forlagið Leirkerið í Gøtu hevur givið tvær nýggjar bøkur út. Páll á Lakjuni í Fuglafirði hevur týtt bøkur- nar »Náði yvir náði« og »Tað besta, ið finst« til før- oyskt. Bókin »Náði yvir náði« er skrivað av Poul Madsen. Hon er skrivað eft- ir bíbliutímum, um høvuðs- tættirnar í Johannesar evan- gelium, sum hann helt í Keypmannahavn á vári 1952. Upprunaheitið á bók- ini er: »Nåde over nåde« Poul Madsen varð føddur 21. januar 1916 í Keyp- mannahavn og er so statt 87 ára gamal í dag. Sum blað- ungur drongur kom hann at kenna Jesus sum sín per- sónliga frelsara. Hann las til løgfrøðing og arbeiddi í Innanríkisráðnum í umleið 10 ár. Hann fór sum heilt ungur at læra úr orði Guds. Í 1950 kendi hann kall frá Gudi at gevast við sínum lønandi arbeiði og at nýta tíð sína burturav í verki Harrans. Síðan hevur hann virkað sum bíbliulærari og ferðast nógv í Danmark og øðrum londum og lært í skriftunum. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið í Føroyum. Hóast sín høga aldur er hann støðugt virkin og ferðast framvegis nógv í Danmark og eisini til onnur lond. Poul Madsen fæst eis- ini nógv við at skriva. Hann hevur m.a. síðani 1947 ver- ið blaðstjóri á mánaðar- blaðnum »Mod Målet«, sum er komið út í 63 ár. Tað besta, ið finst Hin bókin, »Tað besta, ið finst«, er ein hugtakandi barnabók. Hon er um tvær systrar og mammu teirra, ið var einkja. Vit lesa um ger- andisdag teirra bæði heima og í skúla, frá gleði og sorg, freistingum og sigrum. Samstundis sum hon viðger álvarsom evni, er hon ein spennandi barnabók, sum fangar lesaran. Bókin er ikki bert skrivað til undir- halds, men eisini til at vísa børnum og ungum vegin til eitt sigrandi lív og tað dýra- bara virði í at hava eina góða samvitsku. Bókin er skrivað av Trolli Neutzsky Wulff, fødd Jørgensen. Hon er ættað úr Danmark og bor- in í heim í 1908. Nógvar bøkur eru komnar frá henn- ara hond, og hon hevur havt serstøk evni at skriva bøkur til børn og ung. Hon hevur dugað serstakliga væl at lýst stríð og vandamál teirra og ein veg út úr teimum. Bók- in kom út á Filadelfiafor- laget í Oslo í 1949. Uppruna- heitið á bókini er: Det beste i verden. Effzett í Gøtu hevur um- brotið og lagað bøkurnar til prent- ingar. BookPartner A/S í Danmark hava prentað og innbund- ið. Bøkurnar eru at fáa í bókabúðunum kring landið. Forlagið Leirkerið – tvær nýggjar bøkur C M Y K 14