Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 15. apríl 2003 17 Liðskiparin hjá VÍF helt eftir seinasta dystin, at VÍF eina mest hevði sær sjálvum at takka, at tær ikki endaðu hægri KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Við nýggja silvurmerkinum hangandi um hálsin fingu vit orðið á Sóley Mikkelsen eftir trivaliga sigurin hjá VÍF á StÍF. Og liðskiparin hjá VÍF duldi ikki fyri, at hetta ikki akkurát var tað, sum hon hevði ætlað undan kappingarárinum. - Nei avgjørt ikki. Sjálv- andi høvdu vit ætlað at endurvinna meistaraheitið, men vit mugu bara ásanna, at vit hava tveitt ov nógv burtur á vegnum. Spurd, um tað í dag eru nøkur ávís stig, sum hon kanska iðrar seg um, sigur Sóley, at tað eru tað. - Teir báðir dystirnir móti Kyndli í grundspælinum, og so tað, sum vit mistu móti StÍF. Tað vóru stig, sum vit burdu havt fingið, men tað er so ikki nakað at gera við nú. Tað er farið. Ikki mettar Tað hevur verið nevnt millum annað á hesum síðum, at tað onkursvegna hevur verið so, at ein ávís metta hevur verið at sæð á VÍF-liðnum, men hesum er Sóley als ikki samd í. - Tað haldi eg ikki, men vit høvdu fleiri broytingar á liðnum. Ioana var sjálvandi ein stórur missur, men vit hava eisini mist Randi, Hertha var ikki við alt árið, og Manuela hevur heldur ikki verið tøk alla tíðina. Vit skuldu sostatt venja okkum við at spæla nakað øðrvísi, og tað megnaðu vit so ikki í nóg stóran mun, heldur Sóley. Men hon viðgekk tó, at hesin seinasti dysturin onk- ursvegna var við til at leggja eitt lítið plástur á silvurmerkini. - Tað er jú altíð stuttligt at enda væl. Nú fingu vit givið áskoðarunum ein ordiligan sigur at enda við, og so er spurningurin bara, hvussu verður hjá monn- unum. Har eri eg eitt sindur tvíbýtt, má eg viðganga. Eg plagi at heppa á VÍF, men tá teir spæla móti StÍF er eitt sindur torført at velja síðu, segði skálakvinnan hjá VÍF at enda, áðrenn leiðin gekk upp á í høllina aftur. Kvinnurnar hjá VÍF vunnu stórsigur í seinasta dystinum, tá StÍF vitjaði KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað tók sína tíð, áðrenn gongd kom á málskjóting- ina í dystinum millum silv- ur- og bronsuvinnararnar í kvinnudeildini. Tá 12 minuttir vóru farnir, vóru gestirnir framvegis á odda 1-0, men so kom brádliga meira ferð á. Bæði málverjarar og verja hjá báðum pørtum høvdu fram til tá staðið seg heilt væl, samstundis sum álopsspælið ikki koyrdi nóg gott, men so við og við broyttist hetta. Serliga fekk VÍF gongd á seinastu løt- una undan steðginum. Kontraálopini fuku oman ímóti StÍF málinum, har Kristina Griksaite var mest sum púrasta seld hvørja ferð. Ioana endaði Og í seinna hálvleiki var gongdin hin sama. Spenn- ingurin tóktist eina mest at snúgva seg um, hvørt tað skuldi eydnast VÍF at skjóta dupult so nógv mál sum StÍF, og tað gekk eisini akkurát. Og málskjúttin tá var eingin annar enn Ioana Rápa. Í seinastu álops- royndini fekk VÍF brots- kast, tá tíðin var um at vera runnin, og so fór alt í høll- ini at klappa. Kanska høvdu tey varhugan av, at hon hesa ferð hevði skrivað seg sjálva á dómaraseðilin, og tá hon so fekk møgu- leikan, var hon ísakøld. At tað bert eru átta dagar til hon er sett at eiga, tóktist hon ikki leggja stórvegis í, tá hon sendi bóltin beint inn um stólpan vinstru- megin, og so var leyst og liðugtt. Tó at talan ikki gjørdist um gull í ár, so tóktust leikararnir kortini vera so toluliga nøgdar um silvurið, eins og tær hjá StÍF vóru tað um bronsuna. Men dysturin sjálvur gjørdist tó ongan tíð so- mikið spennandi, at tú sást, at talan var um næst- og tiðbesta liðið í landinum. Týdningurin av dystinum var snøgt sagt ov lítil, og ivaleyst mundu leikararnir á báðum liðum eisini hava tankarnar longri frammi – til mansdystin, sum lið felagsins skuldu spæla eftir kvinnudystin. Dysturin í tølum VÍF-StÍF 30-15 (10-6) Málskjúttar: VÍF: Nicoleta Radu 11, Sóley Mikkelsen 5, Niko- lina Eyðbjørnsdóttir 4, Jacklin Durhuus 4, Fríða Marjunardóttir 2, Linda Jo- hannesen 1, Alis Høghamar 1, Sára Jógvansdóttir 1, Ioana Rápa 1(1) StÍF: Alina Olaru 5, Asta Petrauskiene 4, Sunfríð B. Jacobsen 1(1), Paula Høgnesen 1, Poula D. Olsen 1, Anna B. Danielsen 1 Brotskøst: VÍF 1, StÍF 2 Útvísingar: VÍF 3 Dómarar úr Kyndli: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum. Tóku tað sera róligt, og eins og flestu onnur í høllini mundu teirra tankar eisini vera vendir móti mansdystinum. Neistin fekk ikki vunnið seg uppeftir á stigatalvuni, men tær sigraðu í sein- astu grannaupp- gerðini, og tað telur eisini eitt sindur rætta vegin KVINNUHOND- BÓLTUR Jákup Mørk Bæði Neistin og Kyndil høvdu ætlanir um heið- ursmerki, tá farið varð undir kappingarárið. Undan seinasta dyst- inum var tó greitt, at so- leiðis skuldi tað ikki verða, og tí var tað fyrst og fremst æran, sum stóð upp á spæl leygar- dagin. Og hon hevur nú heldur ikki so lítið at siga hjá hesum feløgun- um. Áskoðararnir á Hálsi vórðu eisini vitni til ein spennandi dyst, har munurin ongan tíð var hin heilt stóri, men har Neistin í seinasta enda dró longra stráðið. Tað var eisini alla tíðina Neistin, sum vóru á odda í dystinum. Eitt skifti hóttu tær eisini við at taka seg somikið langt frá, at øll vón hjá Kyndli mundi dottið niðurfyri, men við trimum málum á rað fekk Kyndil tó aftur skapt spenning í. Tær vunnu seg upp á javnt, men tá Neistin so fimm minuttir fyri leik- lok fekk trý mál á rað, mundi tað vera liðugt í so máta. Sum sagt, so hevði úrslitið tó onga ávirkan á samlaðu støðuna, har liðini endaðu ávíkavist nummar fimm og seks. Ein støða, sum tey av- gjørt ikki eru nøgd við, og lítið er at ivast í, at tankarnir nú fara at leita eftir møguligum frá- greiðingum, soleiðis at hetta kann betrast til komandi ár. Til tað eru eisini nakrir mánaðir, og megna bæði liðini at halda fast í hópunum, sum tey høvdu nú við kappngarlok, so er lítið at ivast í, at tey í nógv størri mun eru førar fyri at geva oddaliðunum í deildini ein skarpan gang. Dysturin í tølum Neistin-Kyndil 19-18 (10-7) Málskjúttar: Neistin: Simona Dziu- gyte 6(2), Ása á Neysta- bø 4(2), Súna Mørk 3, Mildrið Jacobsen 3, Christina Holm 2, Jórun Ludvig 1 Kyndil: Sonjha Smiljic 6(6), Annika Thomsen 3, Iliana Manolescu 3, Annika Ljósstein 2, Heidi Maria Akselsen 1, Jensia Petersen 1 Brotskøst: Neistin 6, Kyndil 6 Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 3 Dómarar úr H71/TB: Jákup Símun Simonsen & Birgir Dimon Neistin-Kyndil 19-18 (10-7): Eitt slag av uppreisn Mistu ov nógv VÍF-StÍF 30-15 (10-6): Endaðu við málveitslu Talan varð ongan tíð um nakran spennandi kvinnudyst í Vestmanna. Til tess var týdningurin helst eisini ov lítil Mynd: Álvur Haraldsen - Vit mugu bara ásanna, at vit hava tveitt ov nógv burtur á vegnum, helt Sóley Mikkelsen eftir seinasta dystin Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 73 - 15. apríl 2003 VB skuldi bara hava tíðina at ganga leyg- ardagin, soleiðis at tær eftir dystin kundu taka ímóti sjónliga tekininum um FM- heitið KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Føroyameistararnir úr VB vitjaðu í seinsta umfarinum hjá Tjaldri, sum fyri tað mesta hevur verið isolerað í botninum av stigatalvuni. Og dysturin hesa ferð gjørdist eisini ein ásannan av, at tað er munur á toppi og botni. Kanska hava onkrir av hinum sigrunum hjá VB verið meira sann- førandi enn tann í Runavík leygardagin, men trupul- leikar høvdu meistararnir ongantíð. Tíðliga í fyrra hálvleiki skaptu tær eitt hampuligt hol niður til Tjaldur, og so gekk fyri tað mesat ein veg. Eisini hóast gestirnir ofta tóktust taka sær av løttum, meðan tær bíðaðu eftir, at dysturin skuldi enda, soleiðis at gullkrónurnar fyri árið kundu býtast út. Og tað blivu tær so loksins. Fyrstu gullmerkini hjá VB í meira enn hálva øld hava verið veruleiki nú í nakrar vikur, og nú hava tær so eisini fingið sjónliga prógvið fyri hesum. Dysturin í tølum Tjaldur-VB 20-30 (8-13) Málskjúttar: Tjaldur: Milica Ergic 7, Lenka Ribaric 4, Hansa Mikkelsen 3, Turid Lam- hauge 2, Elinbjørg Hamm- er 2, Sonja Gleðisheygg 1, Oddvá Fossdalsá 1 VB: Daiva Toumaite 8(3), Gurið Mortensen 7, Laila Jespersen 4, Guðrun Midjord 3, Eyðdis Kjærbo 2, Arnleyð Hjlem 2, Rann- vá Augustinussen 2, Anja Mørk 1(1), Eyðbritt Krossá 1 Brotskøst: Tjaldur 3, VB 5 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen Tjaldur hevði gott tak á hoyvíkingum fyrra umfarið, men teir megnaðu ikki at halda, og so fekk H71 sannan stórsigur í seinasta dystinum MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hoyvíkingar gjørdu veru- liga um seg í seinasta dyst- inum í hesum kappingarár- inum. Ikki tí, fyrra hálvleik móti Tjaldri var ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um stórsigur. Í øllum førum ikki til H71, tí tað vóru heimamenninir, sum vóru omaná. Tjaldur hevur tó fleiri ferðir prógvað, at orkan er ikki til at spæla heilar dyst- ir, og uttan skiftisleikarar at taka av, sigur tað seg sjálvt, at uppgávan gjørdist alt tyngri, sum dysturin leið. Og hoyvíkingar tóku av. Teir byrjaðu seinna hálvleik við at skjóta sjey mál á rað, og so var stílurin lagdur. Tjaldur royndi so dánt at fylgja við, men stórt sæð var tað bert Dragisa, sum megnaði at gera nakað sum helst, og tó aty hann aftur hesa ferð varð toppskjútti hjá liðnum, so er tað ikki nóg mikið við einum stór- skjútta í hondbólti. Ikki minst verjuparturin hjá Tjaldri hevur riggað illa í ár, og er hetta ivaleyst størta einstaka orsøkin til, at endastøðan ikki er betur. Hóast sessin niðarliga á stigatalvuni, so mundi árið hjá hoyvíkingum ikki telj- ast millum tey ringastu. Undan árinum varð dent- urin fyrst og fremst lagdur á, at nú skuldu ungu leik- ararnir í felagnum fáa møguleikan, og tað hava teir fingið. Og fyri fleiri av hesum er galdandi, at teir hava ment seg heilt nógv í, soleiðis at hetta veruliga kann vísa seg at vera ein skilagóð íløga, sum felagið gjørdi í ár. Dysturin í tølum Tjaldur-H71 25-38 (17-13) Málskjúttar: Tjaldur: Dragisa Stojovic 10, Tórhalldur Thomsen 7(5), Zoran Sarcevic 5, De- jan Lacok 1, Tórður Thom- sen 1, Ragnar Olsen 1 H71: Johnny Durhuus 12(1), Niels Viggo Nicla- sen 8, Olaf Vestergaard 5, Hans J. Jacobsen 4, Kristian Eli Zachariasen 4, Esbern Patursson 2, Rúni Djurhuus 1, Uni Wardum 1, Halgir D. Olesen 1 Brotskøst: Tjaldur 2, H71 1 Útvísingar: H71 5 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen Tjaldur-H71 25-38 (17-13): Stórsigur í seinna hálvleiki Tjaldur-VB 20-30 (8-13): Framsýning hjá VB VB hevur alt kappingarárið havt nakrar sera trúgvar stuðlar, og í Runavík høvdu fleiri av hesum gjørt seg til, nú takast skuldi ímóti steypinum Mynd: AWJ Eftir dystin skuldi sjampanjufløskan sjálvsagt opnast, og tað skuldi í øllum førum ikki ganga friðarliga fyri seg Mynd: AWJ Sjálvur dysturin mundi vera so sum so. Styrkismununurin millum topp og botn var snøgt sagt ov stórur, til at veruligur spenningur skuldi koma í Mynd: AWJ C M Y K 16