týsdagur 15. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 15. apríl 2003
19
Strandingar eru aftur
føroyameistarar í
manshondbólti.
Hesum syrgdi teir
fyri, tá teir vunnu
sannførandi á VÍF í
seinasta umfarinum
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Karmarnir vóru júst so,
sum teir eiga at vera. Longu
undan
kvinnudystinum
vóru flestu sitiplássini í
høllini í Vestmanna upp-
tikin, og tá mansdysturin
byrjaði, var ilt at kroysta
meira fólk inn enn tað
sama.
Í alt mundi talið av
áskoðarum fara at tátta upp
ímóti teimum túsund, og frá
fyrsta bríksli var sjónligt, at
her stóð nakað væl meira
enn tað vanliga ger upp á
spæl. Longu fyrstu málini
vórðu feirað í stórum stíli,
sum var hvørt tað einasta
mál avgerandi. Og tað
kundi tað eisini væl verða.
Nervarnir og týdningurin
av dystinum vóru sjálvandi
nakað, sum hevði hug at
sníkja seg inn á leikararnar
fyrstu løtuna, soleiðis at
spælið ikki gjørdist heilt so
flótandi, sum hesi liðini
annars eru før fyri.
Men strandingar vóru
fyrstir at rysta hetta av sær.
Ella í øllum førum tveir av
leikarunum hjá StÍF. Mari-
an Cirloganescu hótti eina
løtu við at taka alt, sum
vestmenningar tveittu at
honum. Líka mikið hvussu
skotið varð, so fekk hann
vart fyri, og í hinum endan-
um tjóvstartaði ungi Svein-
ur Justinussen. Bæði við
fríspælingum til viðleikar-
ar, og ikki minst við drøn-
andi hørðu skotum sínum,
sum lótu Eli Müller verju-
leysan í málinum.
Tá tað er sagt, so skal
eisini leggjast afturat, at
VÍF als ikki fekk sítt
verjuspæl at koyra fyrstu
longu løtuna. Tað var sum
vóru leikararnir bundnir
inni at strikuni í 6-0 verj-
uni, og við skjúttunum,
sum StÍF hevur á bakpláss-
unum, sigur tað seg sjálvt,
at hetta kundi ikki halda.
Ein glott var tó at hóma
seinasta korterið hjá heima-
liðnum. StÍF hevði tá
annars vunnið sær eina
hampuliga leiðslu, men
spakuliga kom VÍF aftur.
Við at skifta verjuna til 5-1,
har Johnny hálvgum skugg-
aði Costin Dumitrescu úr
spælinum hjá StÍF, fingu
vestmenningar
bremsa
álopsspælinum hjá gestun-
um, og so var at toga hin-
vegin.
Úr 4-11 broyttist støðan
til 11-12, áðrenn strand-
ingar beint undan steðgin-
um aftur øktu til tvey mál.
Í hinum dystunum mill-
um VÍF og StÍF hevur tað
ofta verið soleiðis, at alt er
avgjørt eftir lítlari løtu í
seinna hálvleiki. Og soleið-
is varð eisini her.
Eftir
seks
minuttum
høvdu strandingar høgt
bóltin í kassan fimm ferðir,
og so skuldi tað alla tíðina
verða strævið hjá VÍF. Og
teir megnaðu heldur ongan
tíð at koma afturíaftur.
Vandamiklu skjúttarnir
hjá liðnum sluppu næstan
ikki framat. Partvíst tí
verjan hjá strandingum stóð
seg sera væl, og partvíst tí
álopsspælið hjá VÍF ikki
hekk saman. Mest sum
hvørja ferð vórðu álops-
royndirnar endaðar við
gjøgnumbrotsroyndum frá
einstaklingum, og mest
sum hvørja ferð rendi leik-
arin í gjøgnumbroti seg inn
í minst tveir strandingar. At
að eisini skudu ganga 50
minuttir, áðrenn Áki Olsen
fekk fyrsta málið, sigur
helst nakað um, hvussu væl
strandaverjan riggaði, og tó
at Áki eftir hetta veruliga
fór ígongd, so var »to little
to late« hjá VÍF.
Strandingar
hinvegin
fagnaðust. Áskoðarar teirr
mundu fylla góðan fjórðing
av høllini, men har hoyrdist
einki annað. Og tá sigurin
so var vísur, streymaðu fólk
inn á vøllin. Í einum stórum
ringi sungu tey um gull,
føroyameistarar og tað,
sum har til hoyrir, og eingin
ivi var um ,at tey áttu hetta
uppiborið.
Gjøgnum alt árið hevur
liðið talst millum tey bestu,
og nú tað veruliga stóð á,
sýndu teir formatið. Ikki
minst er tað hugkveikjandi,
hvussu lágur miðalaldurin
á liðnum er. Av heimligu
leikarunum er tað helst
bara Artur, sum kann rokn-
ast at fella fyri aldurs-
markinum innan alt ov
nógv ár. Hinir eru fyri tað
mesta leikarar, sum kunnu
gerast enn betri, og í so
máta er einki at ivast í, at
oddastøðan hjá StÍF í
føroyskum manshondbólti
eisini fer at standa við. Teir
verða kanska ikki meistarar
á hvørjum ári, men til-
feingið í felagnum er so-
mikið ríkt, at teir heilt víst
fara at verða har, sum tað
gongur fyri seg.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 22-28 (11-13)
Málskjúttar:
VÍF: Áki G. Olsen 6(2),
Áki Olsen 5, Johnny Joen-
sen 2(1), John Zachariasen
2, Agnar Joensen 2, Ingi
Olsen 2, Rógvi Nielsen 1,
Petur Frank Joensen 1,
Daniel Rápa 1
StÍF: Alexandur Johansen
9(3), Costin Duimitrescu
5(2), Sveinur Justinussen 5,
Bent Djurhuus 3, Artur
Johansen 3, Kristjan Pet-
ursson 1, Borgar Danielsen
1
Brotskøst: VÍF 7, StÍF 7
Útvísingar: VÍF 2, StÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Eyðun Samuel-
sen. Valdu at leggja eina
linju, har leikararnir fingu
loyvi til at brúka kropsligu
styrkina, og fyri intensitetin
í dystinum var hetta at
fegnast um.
VÍF-StÍF 22-28 (11-13):
StÍF var
bara betri
Meistarar. Rópini vóru ikki at misskilja, tá dysturin var liðugur, og tað var staðfest, at StÍF er ebsta liðið í manshondbólti í 2003
Mynd: Álvur Haraldsen
Allan dystin hevði StÍF
verjan sera gott tak á VÍF,
har skjúttarnir á liðnum
ongan tíð komu til sín rætt
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 73 - 15. apríl 2003
Nýggja B68 liðið fekk
fýra mál, eftir at
tvørámenn høvdu
mist ein mann
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
B68 er framvegis væl við í
kappingini um tey átta
plássini í fjórðingsfinaluni
í steypakappingini. Tað er
TB ikki. Nú tað resta tvey
umfør í bólkaspælinum
bendir alt á, at teir fara at
taka sær av aftasta plássin-
um.
Hesin veruleikin man
ikki pína so nógv á Sev-
mýri. Har arbeiða teir við at
samanspæla eitt lið, og tá
hevur tað størsta týdningin,
at liðið verður væl fyri, tá
ið tað verður farið undir
landskappingina.
Á Svangaskarði vóru
veteranarnir á TB liðnum
umframt
jugoslaviska
Vladimir Matijevic spæl-
andi venjarin, Jón Johanne-
sen, miðvallarin Einar Pet-
ersen og framrættaði Dan
Mortensen, sum tey seinnu
árini hevur verið mest
eyðsýndi TB spælarin. At
hann noyddist skaddur av
vøllinum, tá ið fyrra um-
farið var 27 minuttir gamalt
var sjálvandi ein smeitur.
Millum ungu menninar
vóru Rasmus Nolsøe, sum
er komin aftur úr Brøndby,
har hann royndi seg í heyst,
og Allan Smedemark, sum
er sonur Poul Erik, ið var
ein av stóru stuðlunum, tá
ið TB í 1976 vann FM.
Í 51. minutti varð Kim
Roest rikin av vøllinum,
eftir at hann við hondini
hevði tikið bóltin uttanfyri
brotsteigin. Dómarin hevði
tveir minuttir framman-
undan givið sama spælara
gula kortið, men sambært
dómaraseðilin metti hann
hetta seinna brotið so mikið
álvarsligt, at hann vísti
beinleiðis reytt kort.
Lætt spæl
Hjá B68 vóru Øssur Han-
sen og Hans Fróði Hansen
ikki við. Tann fyrri var
skaddur, og tann seinni var
leikbannaður. Bogi Peter-
sen var í miðverjuni, har
hann ikki hevur roynt seg
áður (higartil hevur hann
verið miðvallari og vong-
verji), og á høgra vongverja
var Jóhan Dávur Højgaard,
sum ikki hevur verið á
besta liðnum áður. Fót-
bóltsevnini hevur hann ikki
frá fremmandum. Hann er
sonur Aksel Højgaard.
Í 3. minutti setti Súni
Fríði Johannesen hol á, eftir
innlegg frá Kristiani Poul-
sen, sum við góðari ferð
hevði sneitt framvið fleiri
mótstøðumonnum.
Níggju minuttir seinni
økti Jóhan Petur Poulsen.
Hegnisliga lyfti hann upp
um Jónas Johannesen, sum
kom út úr TB málinum.
Eftir at TB var vorðið
undirmannað, vóru eftir-
ansingarnar sera leysar.
B68 trýsti, og tað mesta
gekk fyri seg í og framm-
anfyri brotsteigin. Fróði
Benjaminsen stútaði til
3–0, eftir frísparksinn-
leggið í sambandi við út-
vísingina. Súni Fríði Jo-
hannesen átti síðsta fótin, tá
ið B68 økti til 4–0, so var
tað Øssur Jacobsen sum úr
vinstru smekkaði í handara
síðunetið, og ein av ungu
monnunum, Kristian Anton
Andreasen, sum var komin
á vøllin tjúgu minuttir
frammanundan, syrgdi fyri
tennisúrslitinum, tá ið hann
í næstsíðsta minutti sneiddi
framvið
málverjanum,
áðrenn hann trillaði bóltin í
tóma málið.
Ove Magnussen, sum í
fjør var á U–17 landslið-
num, var á B68 liðnum
síðstu tjúgu minuttirnar.
Um ikki fyrstu ferð so var
hetta í hvussu so er ein av
fyrstu ferðunum, at hann
fekk møguleikan á besta
liðnum.
Dysturin í tølum
B68–TB 6–0 (4–0)
1–0: Súni Fríði Johannesen
3.
2–0: Jóhan Petur Poulsen
12.
3–0: Fróði Benjaminsen
51.
4–0: Súni Fríði Johannesen
56.
5–0: Øssur Jacobsen 64.
6–0: Kristian Anton
Andreasen 89.
Reytt kort: Kim Roest, TB,
51.
Dómari: Páll Augustinus-
sen
B68: Albert Sævarson – Jó-
han Dávur Højgaard, Dán-
ial Hansen, Bogi Petersen,
Mannbjørn Nesá – Kristian
Poulsen, Jan Ingi Petersen,
Fróði Benjaminsen, Øssur
Jacobsen – Súni Fríði Jo-
hannesen,
Jóhan
Petur
Poulsen
TB: Jónas Johannesen –
Allan Smedemark, Kim
Roest, Vladimir Matijevic,
Jens R. Sørensen, Andre
Dalfoss, Einar Petersen,
Dan Mortensen, Rasmus
Nolsøe, Jón Johannesen,
Kai Roest
Mótsatt í Runavík fyri
trimum vikum síðani
eydnaðist tað hesa
ferð vágamonnum at
halda tørn um leiðsl-
una
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
FS Vágar hevur ofta sett
NSÍ grá hár í høvdið. Fleiri
ferðir hevur NSÍ verið illa
fyri ímóti FS Vágum, men
so hava teir kortini komið
sær úr vandastøðuni. So-
leiðis var ikki leygardagin í
Miðvági. FS Vágar legði
bragdliga fyri, teir komu á
odda beinanvegin, og hóast
NSÍ dygst undan hvíldini
javnaði, so var FSV eisini í
2. hálvleiki omaná, og bæði
úr Runavík og vestan úr
Vágum ljóðar, at tað var
uppiborið, at teir vunnu
2–1. Sigursmálið fingu teir
stutt eftir hvíldina.
Hjá NSÍ var tað handi-
kapp, at Gert Langgaard
(burturstaddur) og Helgi L.
Petersen (skaddur) ikki
vóru við. Men eitt lið, sum
hevur steypasigurin og
silvurkrónur í FM kapping-
ini at verja og sum skal lut-
taka í Europa Cup eigur at
megna, at tveir stuðuls-
spælarar eru burtur frá.
Vágamenn spældu fyri
lívinum í steypakappingini.
Teir vóru væl upplagdir,
ansaðu mótstøðumonnun-
um væl, og teir spældu seg
til væl fleiri møguleikar
enn mótstøðumenninir. Eitt
nú var Clayton tvær ferðir
einsamallur við Jens Mart-
ini Knudsen, sum bjargaði
eina ferð, meðan hin roynd-
in fór við síðuna av málin-
um.
Málini
FS Vágar setti hol á, tá ið
fýra minuttir vóru farnir.
Støðan kendist eitt sindur
undarlig. Eftir langa fram-
legging tóktist verjan hava
tak á, men bólturin sigldi
kortini framum miðverj-
una, og so var Clayton
Soares ikki seinur at takka
fyri.
Tá ið Sonni L. Petersen
javnaði til 1–1, var tað eftir
uppspæl í vinstru. Jónstein
Petersen legði innfyri, og
Sonni var fyrstur á við
nærra stólpan.
Sigursmálið skoraði Eyð-
finn Fjalsbak, og tað var
eitt sindur heppið. Frí-
sparksroynd tók so mikið
nógv í verjuspælara, at Jens
Martin Knudsen, sum enn
eina ferð var sera hollur hjá
NSÍ, var so mikið snýttur,
at hann ongan møguleika
hevði at bjarga.
FS Vágar livir framvegis
í vónini um at røkka
fjórðingsfinaluni. Hetta var
fyrsta ferðin, at NSÍ misti
stig. Teir hava tryggjað sær
rættin at halda fram í
steypakappingini og harvið
at arbeiða víðari uppá at
verja finalusigurin frá í
fjør.
FS Vágar–NSÍ 2–1
(1–1)
1–0: Clayton Soares
1–1: Sonni L. Petersen
2–1: Eyðfinn Fjalsbak
FSV:
Jákup Joensen –
Sjúrður Ellefsen, Jóhannis
Joensen, Vlad Osipov, Silva
Braga – Eyfinn Fjalsbak,
Ruslan Screlea, Jens Erik
Rasmussen, Jack Johansen
– Bjarni Prior, Clayton
Soares
FS Vágar: Jakup Joensen
– Sjúrður Ellefsen, Jóhann-
is Joensen, Albert Ari
Thomassen, Clayton Braga
– Jack Johansen, Ruslan
Screlea, Jens Erik Ras-
mussen, Vlad Osipov –
Clayton Soares, Eyðfinn
Fjalsbak
FS Vágar–NSÍ 2–1 (1–1):
FSV hevur gott
tak á NSÍ
B68–TB 6–0 (4–0):
Ættarliðsskifti á Toftum og Tvøroyri
C
M
Y
K
18
ynskir
viðskiftafólki
einar
gleðiligar
páskir
ynskir
viðskiftafólki
einar
gleðiligar
páskir