Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 15. apríl 2003 21 EB/Streymur setti enn eina ferð klaks- víkingar upp á pláss, og harvið er KÍ rættu- liga kroyst í bólka- spælinum LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Klaksvíkingar eru ikki heilt avskrivaðir, men nú stendur á hjá teimum at vinna seg í fjórðingsfinaluna í steypa- kappingini. Um tað skal eydnast hjá KÍ, so skulu teir vinna teir báðar dystir- nar, sum teir eiga á í bólka- spælinum. Annar verður á Argjum, og hin verður á heimavølli ímóti VB. Tað er ikki óhugsandi, at tað fer at eydnast hjá KÍ. Men nú eru ikki ráð til fleiri hálvar og heilar kiksarar. Hjá EB/Streymi stendur væl betri til. Teir hava meiri enn annað beinið í fjórð- ingsfinaluni, og tað skal vilja heilt illa til, um tað ikki fer at eydnast hjá teim- um. Leygardagin legði KÍ enn eina ferð rygg til tap ímóti EB/Streymi. Í fyrraárið vann EB/Streymur lands- kappingardystirnar ímóti KÍ bæði í Klaksvík og á Mølini. Higartil í ár hava teir vunnið báðar dystirnar í bólkaumfarinum í steypa- kappingini. Hesa ferð legði KÍ seg framum eftir væl uppspælt álop í høgru. Harley Bert- holdsen, Atli Danielsen og Eyðun Klakstein vóru sam- an við Arnold Joensen við í uppspælinum. Innleggið lá neyvt til Hjalgrím Elttør, sum stútaði í málið. Fyrstu løtuna høvdu klaksvíkingar sítt fólk frammarlaga, og hetta tókt- ist at stressa heimaverjuna ikki so lítið. Í hvussu so er skundaðu teir sær ofta at fáa bóltin langt burtur. Málmøguleikarnir vóru fáir, men undan steðginum fekk EB/Streymur tvey mál. Í tí fyrra førinum var hepni uppií. Sorin Anghel, sum var annar álopsspælar- in, royndi við skoti, sum varð blokerað til hin álops- spælaran, Magna á Lakj- uni. Royndin hjá honum varð eisini taklað, men í tí førinum sigldi bólturin í boga omanfyri KÍ málverj- an, Kartin Joensen og í málið. Tá ið EB/Streymur legði seg framum, var Hans Pauli Samuelsen málskjútti. Marni Djurhuus legði inn- fyri úr høgru. KÍ verjan tóktist hava tak á, men so lótu teir bóltin fara. Úr rættiliga spískum í vinstru royndi Hans Pauli seg við hálvfluktara, sum fór í handara síðunetið. Eitt fínt spark. Í 2. hálvleiki vóru ikki nógvir málmøguleikar. Heimaliðið tóktist einki hava ímóti, at KÍ hevði bóltin nógv. EB/Streymur bíðaði og vardi á egnari hálvu, og so lúrdu teir eftir møguleikanum fyri snar- álopi. KÍ flutti bóltin nógv, men tað líktist ov nógv inn- andura fótbólti, og tað komu so at siga eingir upp- lagdir møguleikar burturúr. Magni á Lakjuni slerdi heimasigurin fastan. Sorin Anghel stakk fram til Magna á Lakjuni. Tað eydnaðist honum at temja bóltin inn um verjuna, og tá ið Kartin Joensen leyp út, megnaði Magni at lyfta bóltin upp um málverjan og í málið til 3-1. Í 2. hálvleiki hevði Sorin Anghel størri møguleika at gera mál enn allir hinir møguleikarnir, sum tað eydnaðist at skora upp á, vóru. Men í hesum førinum sendi væl upplagdi álops- maðurin kortini við síðuna av málinum. Hjá KÍ var tað merkis- vert, at Sámal Eyðfinn Poulsen, sum ikki hevur vant við besta liðnum tey seinastu fimm árini, kom á vøllin í 2. hálvleiki. Dysturin í tølum EB/Streymur – KÍ 3-1 (2-1) 0-1: Hjalgrím Elttør 1-1: Magni á Lakjuni 2-1: Hans Pauli Samuelsen 3-1: Magni á Lakjuni EB/Streymur: Gunnar á Steig – Hallur Jacobsen, Andrzej Pazek, Egil á Bø, Esmar Eiðisgarð – Marni Djurhuus, Marek Vierz- bicki, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen – Sorin Anghel, Magni á Lakjuni KÍ: Kartin Joensen – Atli Danielsen, Jan Andreasen, Ove Nysted, Símun Joen- sen – Arnold Joensen, Jan Joensen, Allan Joensen, Harley Bertholdsen – Hjal- grím Elttør, Eyðun Klak- stein. EB/Streymur – KÍ 3-1 (2-1): KÍ í klønum tráði Toppskjúttin í før- oysku kappingini í fjør, Andrew av Fløtum, skeyt reint hat-trick seinasta korterið, og syrgdi soleiðis fyri víðari luttøkuni hjá HB LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk HB kundi við sigri á Skála mest sum vissa sær víðari luttøku í steypa- kappingini. Og tá Skála samstundis er niðasta lið- ið í bólkinum, so er einki at ivast í, at tað var sigur- in, sum havnarmenninir komu eftir. Tað eydnaðist teimum eisini, men tað skuldi tó ganga hampuliga long tíð, áðrenn hesin var vissaður. Fyrsta stóra partin av dystinum megnaðu heima- menninir nevnliga at halda HB’arunum, so- leiðis at hesir ikki fingu gjørt stórvegis um seg. Gaman í fekk Carsten From lagt HB á odda heilt tíðliga í dystinum, men við einum máli frá Boga Gregersen svaraði Skála aftur, og so hildu teir fast. Stóri trupulleikin hjá HB mundi vera, at teir fingu ikki nóg nógva ferð á spælið, og tí megnaðu teir sjáldan at koma inn um Skála-verjuna, so- leiðis at vandastøður kundu skapst. Eitt korter fyri leiklok, eydnaðist tó loksins hjá HB at lata verjuna upp, tá júst innskifti Páll M. Joensen legði bóltin fyri føturnar á Andrew á Fløt- um, og toppskjúttin frá í fjør vísti, at enn eru skógvarnir hampuliga gyltir. Hetta tók luftina úr skálamonnum, sum nú eisini noyddust at flyta seg nakað niðan á vøllin, og so kundi HB revsa. Tvær ferðir afturat var Andrew rætti maðurin á rætta staðnum, soleiðis at talan í tølum gjørdist um nógv meira sannførandi sigur, enn tað í veruleika- num var talan um. Dysturin í tølum Skála-HB 1-4 (1-1) 0-1: Carsten From 1-1: Bogi Gregersen 1-2: Andrew av Fløtum 1-3: Andrew av Fløtum 1-4: Andrew av Fløtum Argjamenn, sum eru nógv plágaðir av skaðum, tykjast kun- nu fáa møguleikar at standa seg í næst- bestu deildini LØGMANSTEYPIÐ Jóannes Hansen VB er framvegis ósigrað í bólkaspælinum. Leygardag- in vunnu teir fyri aðru ferð á AB. Harumframt hava teir megnað javnleikir á heima- vølli ímóti KÍ og á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað skal tískil vilja heilt illa til, um teir ikki fara at megna at spæla seg í fjórðingsfinal- una. AB hevur mist møguleik- an at halda fram í steypa- kappingini. Tað leggja teir neyvan nakað í. Um tapini ímóti EB/Streymi, KÍ og VB kunnu brúkast at sam- anspæla liðið, sum í fyrsta umfarinum í landskapping- ini – á Sevmýri 17. mai – skal spæla ímóti TB, so er nógv vunnið. Trupulleikin hjá AB hevur verið, at so nógvir spælarar hava verið skaddir. Leygardagin vóru seks av stuðulsspælarunum ikki við orsaka av skaðum. Og ein legðist afturat langa listanum. Málverjin, Jóhan Stenberg, kom ikki á vøllin eftir steðgin, tí hann hevði trupulleikar við knænum. Í staðin vardi Magni Thom- sen málið í 2. hálvleiki. Eingin ivi VB var væl betra liðið. Í 1. hálvleiki løgdu teir stórt trýst á, teir skoraðu trý mál, og so tóku teir tað meiri ró- liga eftir hvíldina. Dan Djurhuus stútaði til 1-0, eftir at Palli Augustin- ussen hevði lagt innfyri úr høgru. Palli Augustinussen økti til 2-0. Birgir Jørgen- sen snittaði við høvdinum langa sending longri fram á vøllin, og Palli rann undan verjuni og inn í brotsteigin, áðrenn hann smekkaði til. Stutt undan steðginum skoraði sera væl spælandi miðvallarin, Milan Kulic, síðsta málið. Talan var um fríspark úr 30-35 metrum, sum slpp at sigla millum spælarar á báðum liðunum og í kassan. Í 2. hálvleiki fór ferðin hjá VB eitt sindur niður. AB slapp at vera meiri við í spælinum. Eyðun Samuel- sen fekk en risa møguleika, men hann sendi langt omanfyri málið. VB hevur undanfarnu ferðirnar spælt við fýra í verjuni. Hesa ferð var upp- stillingin 3-5-3, tí fleiri av føstu monnunum vóru frá- verandi – eitt nú var Boban skaddur og Dejan var leik- bannaður. Jákup Olsen var í mið- verjuni. Hann er onkra ferðina komin inn, men hetta var fyrsta ferðin, at hann var á VB liðnum frá fyrsta bríksli. Dysturin í tølum VB-AB 3-0 (3-0) 1–0: Dan Djurhuus 2–0: Palli Augustinussen 3–0: Milan Kulic VB: Bjarni Johansen – Michael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Jákup Olsen – Palli Augustinussen, Jón Gærdbo, Milan Kulic, Poul Poulsen, Dan Djurhuus – Birgir Jørgensen, Predrag Zivkovic AB: Jóhan Stenberg – Svenning W. Hansen, Karl Leonsson, Bernhard Peter- sen, Uni Mortensen – Hans Jørgen Djurhuus, Signar Johannesen, Flóvin Jesper- sen, Brynleif Hansen – Johnny Samuelsen, Eyðun Samuelsen VB–AB 3–0 (3–0): VB væl á veg í fjórðingsfinaluna Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 NSÍ 4 3 - 0 - 1 11 4 7 9 2 B68 4 2 - 1 - 1 11 7 4 7 3 FSV 4 2 - 0 - 2 12 8 4 6 4 TB 4 0 - 1 - 3 2 17 -15 1 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 4 3 - 1 - 0 9 2 7 10 2 VB 4 2 - 2 - 0 7 3 4 8 3 KÍ 4 1 - 1 - 2 6 8 -2 4 4 AB 4 0 - 0 - 4 1 10 -9 0 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 4 3 - 0 - 1 14 4 10 9 2 GÍ 4 3 - 0 - 1 9 7 2 9 3 B36 4 2 - 0 - 2 7 6 1 6 4 Skála 4 0 - 0 - 4 4 17 -13 0 Skála-HB 1-4 (1-1) Andrew komin fyri seg 21 20 Nr. 73 - 15. apríl 2003 Nakað lort Áki Olsen mátti bara ásanna, at tað var StÍF, sum var betra liðið í avgerandi dystinum HONDBÓLTUR Jákup Mørk - Eg veit ikki, hvat tað var, sum var galið, men har gekk bara ikki hjá okkum. Somikið kontantur var Áki Olsen, tá vit eftir taptu gullmerkini spurdu hann, hvat tað var, sum ikki rigg- aði hendan dagin. - Vit byrja dystin við at koma aftur um við einum seks málum, og tað ger sjálvandi, at vit alla tíðina mugu renna aftaná. Fyri steðgin megna vit tó at toga okkum væl innaftur, og satt at siga hava vit takið á teimum ta løtuni, men so steðgaði bara upp. Tað hevur í øllum dystunum móti StÍF verið so, at vit hava mist alt á gólvið fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og tað hendi so aftur í dag. - Tað er so nakað, sum vit bara kunnu iðra okkum um nú, men tað broytir so einki. Og skal rætt vera rætt, so spæla vit heldur ikki nakran góðan dyst í dag. Serlig álopssparturin koyrir illa, tí hóast teir skjóta 28 mál, so hava vit í flestum av dystum okkara verið um tey 30, men tað skuldi bara ikki vera í dag, segði ein vónbrotin Áki Ol- sen, tá hann stóð við bronsumerkinum. Eitt heið- ursmerki, sum hann legði líka í. Ein av mongu fegnu áskoðarum í høllini í Vestmanna var Jústines Justinussen MEISTARAR Jákup Mørk Strandingar eiga nógvar trúgvar hondbóltsáskoðar- ar. Eingin ivi um tað. Men skal nakar teirra nevnast, so má tað verða Jústines Justinussen. Fyrrverandi stórskjúttin hjá liðnum, sum nú er pápi nýggja stjórskjúttan á liðnum. Og at tað var ein fegin áskoðari, sum vit hittu eftir dystin, var einki at ivast í, tó at hann viðgekk, at tað hevði verið ræðuligt at hugt. - Fimm mál í hondbólti eru einki. Serliga ikki móti vestmenningum, sum altíð kunnu koma aftur, men tað gekk so. - Og orsøkin til sigurin var verjan. Hasir ungu leik- ararnir hjá okkum spæla ein fantastiskan dyst, og eitt nú heldur Borgar Áka Olsen í einum jarntaki allan dystin. Bara tað í sjálvum sær er fantastiskt, men sum heild spældu okkara ein góðan dyst. Besta nakrantíð Jústines hevur annars verið ein av teimum, sum hevur verið partur av drúgva ung- dómsarbeiðinum hjá StÍF seinastu nógvu árini, og tí fegnaðist hann sjálvandi eisini um, hvussu bjørt framtíðin hjá liðnum sær út, havandi lága miðalald- urin í huga. - Men tað er ikki bara tað. Árið í ár er tað besat hjá okkum nakrantíð. Umframt fyrstu deild hava vit vunnið aðru og fjórðu deild. Ung- lingar, dreingir 14b og dreingir 12 vórðu eisini meistarar, so her er nógv at fegnast um. Eisini fyri fram- tíðina. - Tað er jú altíð so, at tú kanst keypa teg til eitt FM, men rætti vegurin má vera at nýta egið fólk, og so styrkja um hópin á ávísum plássum, og har hava vit í øllum førum verið hepnir við Costin og Marian, segði ein fegin Jústines at enda, áðrenn leiðin aftur gekk inn í rúgvuna av leikarum og fagnandi áskoðarum. Hóast hann telist millum teir yngstu hjá StÍF, so tóktist Sveinur Justinussen ikki hava nakrar trupulleikar av týdn- inginum av dystinum leygardagin MEISTARI Jákup Mørk Hann hevur longu verið róptur sum eitt hitt størsta talentið í føroyskum mans- hondbólti, og leygardagin sýndi hann, at hann eisini hevur sálarligu styrkina til teir stóru dystirnar. Sum so ofta var Sveinur Justinussen ein av horna- steinunum í sigrinum hjá StÍF, og sæð í mun til aldurin, er hetta einki minni enn imponerandi. Men sjálvur helt unglingurin ikki, at hetta var so øgiligt. - Sjálvandi ert tú spentur undan dystinum, men tað gloymir mann beinanvegin, sum dysturin byrjar. Tá ræður bara um at koyra á, og tað mundi eisini ganga so toluligt í dag. Bert StÍF Sum 19 ára gamal við ein- um ári eftir á miðnámsskúl- anum er sjálvandi nærliggj- andi at spyrja, hvørt Svein- ur hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvar hondbólt- urin verður spældur eftir lokna skúlagongd. Og um hann hevur gjørt sær nakrar tankar um, at royna hond- bóltseydnuna uttanlands. - Neit, tað havi eg ikki. Fyri fyrst er tað bara StÍF, sum er aktuelt. Hvat eg geri eftir skúlagongdina, má eg so finna útav til ta tíð. Her heima er tað í øllum førum bara StÍF, sum telir, og tað skal vera eitt heilt fantast- iska gott tilboð, um eg bara skal hgusa um at fara aðrastaðni, segði nýklækti meistarin at enda. Costin Dumitrescu leikti sín seinasta dyst við StÍF leygardagin, og sjálvur sigur hann eisini, at hetta merkti fyrireikingarnar hjá sær sera nógv MEISTARI Jákup Mørk Tað var ein sjónliga rørdur venjari hjá StÍF, sum Sosial- urin fekk orðið á, tá meist- araheitið var veruleiki. Undan dystinum var greitt, at hetta varð seinasti dysturin hjá Costin Dum- itrescu fyri felagið, og sum hann eisini vísti í upp- taktini til dystin, so var tað við heilt serligum kenslum, at hann fór á vøllin. Nú vit hittu hann eftir dystin, viðgekk hann eisini, at tað hevði verið tungt hjá sær persónliga, tá hann fyrireikaði seg og leikarar- nar til dystin. - Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hetta var veru- liga nakað stórt. Innan í mær leikaði alt í, men yvir fyri leikarunum mátti eg sýna, at eg hevði tamarhald á øllum, men nú er ikki mark fyri gleðini. Var róligur Costin leggur tó aftúrat, at kenslurnar hjá sær eina- mest vóru á persónliga støðinum, tí sjálvur ivaðist hann ikki í, at teir fóru at vinna hendan dystin. - Tað skal ikki misskiljast, tí sjálvandi hevði VÍF sín møguleika, men eg hevði alla tíðina eina góða kenslu. Tað hevur eisini víst seg seinnu árini, at vit hava havt sera gott tak á VÍF, og tað livdu vit tíbetur eisini upp til hesaferð, sigur núy fyrrver- andi StÍF venjarin at enda. Hatta var nakað lort, helt Áki, tá hann eftir dystin skuldi meta um, hví tað gekk, sum tað gekk Mynd: Álvur Haraldsen - Innan í mær leikaði alt í, men yvir fyri leikarunum mátti eg sýna, at eg hevði tamarhald á øllum, segði Costin um fyrireikingarnar til dystin Hatta var hart Kaldur unglingi - Sjálvandi ert tú spentur undan dystinum, men tað gloymir mann beinanvegin, sum dysturin byrjar, helt Sveinur Justinussen StÍF’ari nummar eitt - Fimm mál í hondbólti eru einki. Serliga ikki móti vest- menningum, sum altíð kunnu koma aftur, men tað gekk so, helt Jústines Justinussen eftir dystin C M Y K 20