Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 73 - 15. apríl 2003 Eftir ikki at hava fingið fult í fýra teim- um fyrstu royndun- um eftir vetrarsteðgin eydnaðist tað FCK at styrkja um leiðsluna ÚTISETI Jóannes Hansen Teir í FCK hava ikki viljað gjørt nyggu burturúr góðu fótbóltsevnunum hjá Toda Jónsson í vár. Tað hava teir ikki viljað gjørt, tí Todi Jónsson hevur sagt nei takk til tilboðið, sum teir eru komnir við Sunnudagin vóru teir í FCK noyddir at taka Toda Jónsson á liðið, tí so nógvir spælarar vóru skaddir og leikbannaðir. Eitt nú var Peter Møller, sum er við í kappingini um álopspláss- ini, leikbannaður. Todi Jónsson var í álop- inum saman við Zuma, meðan Jörgen Pettersson var á framrættaða miðvall- arplássinum ímóti Esbjerg. Fagnaður Todi Jónsson var á vøllin- um, inntil tað restaði eitt lítið korter. So varð hann útskiftur. T'á flutti Jörgen Pettersson undir liðina á Zuma, men bara í fimm minuttir, so var svenski álopsmaðurin, sum heldur ikki hesa ferð gjørdi nakað serligt um seg, skiftur út. Uppgerðin var ikki tann mest poleraða og mest undirhaldandi, sum hevur verið í Parkini. Men tað løgdu teir á heimaliðnum vertin á. Hjá teimum ráddi um at fáa øll stigini og harvið styrkja um odda- støðuna, eftir at Brødnby leygardagin bara hevði fingið javnleik í Odense. Tað eydnaðist, og nú tað resta ellivu umfør, er FCK seks stig frammanfyri næstu liðini. Todi spældi bóltin skila- gott frá sær, sum hann altíð ger, men hann hevur onkra ferðina verið meiri eyð- sýndur, enn hann var hesa ferð. Men tað kendist ikki á ummælinum, sum hann fekk frá áskoðarunum. Teir tykjast avgjørt ikki vera samdir við FCK leiðsluni, sum ikki ynskir at geva Toda eina so góða løn, sum føroyski álopsspælarin heldur vera rímuliga fyri at halda fram í felagnum. Todi vi har savnet dig og meir av tí slagnum, gelti í Parkini, tá ið spælararnir hitaðu upp, og tað var næst- an eingin endi á róminum, tá ið stadion speakarin rópti navnið á honum í nummar tólv troyggjuni hjá FCK. At Todi eisini veit, hvussu vøran skal seljast, var sjónskt eftir dystarlok. FCK spælararnir skundaðu sær undir tak. Men Todi, sum hevði sitið á útskift- ingsbeinkinum síðstu tólv minuttirnar, gjørdi eitt rend yvir til mest inkarneraðu FCK viðhaldsfólkini og tveitti teimum troyggjuna við tólv talinum á. Tað fall í sera góða jørð. Brotssparksmál Málmøguleikarnir vóru ikki nógvir, og tað kom bara eitt mál. Tað fekk lið- formaðurin og høvuðs- stríðsmaðurin á FCK mið- vøllinum, Peter Nielsen. Eftir frísparksstøðu varð verjuspælarin Predrag Zivkovic togaður um koll í Esbjerg brotsteiginum, og dómarin dømdi brotsspark. Teir í Esbjerg leguni vóru alt annað enn fegnir um dómin, men har var einki at gera. Seinast gestirnir úr Esbjerg vóru í Parkini, vórðu teir avklæddir 6–0. Men hóast tað gekk væl betri hesa ferð, so vóru teir ikki nøgdir við úrslitið. Tað var ikki so ilt at skilja. Esbjerg spældi seg til mál- møguleikar, og hevði nýggi ungverski FCK málverjin ikki verið so frágera væl upplagdur, so hevði einki forgjørt verið í tí, um Esbjerg hevði fingið mál og harvið í hvussu so er eitt stig. Men FCK vann fyri fyrstu ferð í ár, og við- haldsfólkini hjá FCK løgdu væl til merkis, at Todi Jónsson fyri fyrstu ferð var ímillum teir fyrstu ellivu. Um leiðslan í felagnum hevur lagt tað sama til merkis, fæst at síggja, tá ið næsti dystur verður á skránni. Svenski landsliðsmál- verjin varð hesa ferð sagdur at vera sera væl upplagdur, og m.a. bjargaði hann roynd úr ellivu metrum NOREG Jóannes Hansen Í vikuskiftinum kom av álvara ferð á norska fót- bóltsárið. Tá varð fyrsta umfarið í Tippuliguni á skránni. Hóast Jákup Mikk- elsen segði her í blaðnum í síðstu viku, at hann ikki roknaði við, at hann fór at fáa møguleikan í Molde málinum í fyrsta umfarin- um, so kendist tað eitt sindur spennandi at frætta, um nú hann kortini hevði fingið møguleikan, men soleiðis var tað ikki. Eddie Gustafsson var í Molde málinum. Og hóast Molde tapti 1–0 á útivølli í Skien ímóti Odd Grenland, so varð svenski málverjin sagdur at vera framúr væl upplagdur. Einasta málið kom, tá ið seinna umfarið var sjey minuttir gamalt. Skotið kom eftir fríspark dygst uttanvert brotsteigar- markið, og málverjin hevði ongan møguleika at bjarga, staðfesta norskir fjølmiðlar. Fram ímóti dystarenda bjargaði Molde málverjin brotssparki. Hann tveitti seg rætta vegin og fekk bóltin burtur. Molde avrikið verður sagt at vera eitt vónbrot. Tað hevði einki við heið- ursmerki av nøkrum slagi at gera, verður staðfest og harvið verður eisini sipað til, at tað undan kappingar- byrjan hevur verið roknað við, at Molde skuldi hava góðar møguleikar at end- urvinna silvurkrónurnar, sum teir vunnu í fjør. Næsta royndin hjá Molde verður á heimavølli 2. páskadag. Tá fara teir at fáa vitjan av Lillestrøm. Hetta felagið verður roknað sum ein av mest uppløgdu av- bjóðarunum hjá Molde til næstfyrsta plássið. Í fjør gekk leingi syndar- liga illa hjá Lillestrøm, sum hevði ilt við at koma sær úr niðurflytingarvandanum. Hesa ferð skarst betur í fyrsta umfarinum. Lille- strøm hevði vitjan av Bodø/ Glimt, sum tapti 1–0. Málið varð stútað, tá ið ellivu minuttir vóru eftir. Bodø/Glimt verður roknað millum mest uppløgdu evnini at flyta niður. Men í hesi fyrstu royndini á Åråsen høvdu gestirnir í hvussu so er uppiborið at fingið javnleik og harvið eitt stig. Men soleiðis tørnaði tað altso ikki út. Meistarnir vinna Í øllum gitingum undan kappingarbyrjan hevur verið mett, at Rosenborg úr Tróndheimi aftur í ár er besta boðið upp á at vinna meistaraskapin, og áhugin fyri fótbólti er framvegis stórur í Tróndheimi. Leygardagin møttu í einki serliga várligum lík- indum 16.849 upp á Lerkendal, og tey fóru væl nøgd til hús aftur. Heima- liðið vann 1–0 á Vålerenga. Tað var betri enn í fjør, tá ið høvuðsstaðarfelagið fór úr Tróndheimi við einum stigi eftir 1–1. Málskjútti hesa ferð var Harald M. Brattbakk, sum var álopsfelagið hjá Toda Jónsson í FCK fyri ikki so langari tíð síðani. Bratt- bakk stútaði bóltin í málið í 18. minutti. Harvið legði hann lunnar undir tað, sum nógv rokna við verður veruleiki, tá ið 26. og seinasta umfarið verður spælt alla halgannadag, sum er 1. november. Um- framt at Rosenborg skal vinna NM, verður eisini roknað við, at Brattbakk skal gerast toppskjútti. Eftir fyrsta umfarið er Viking úr Stavanger á odda. Teir vunnu sunnudagin 3–0 á heimavølli ím´ímóti Bryne. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Sogndal fekk góða byrj- an, tí teir vunnu 2–1 á heimavølli ímóti Stabæk. Uppflytaraliðini Aalesund og Tromsø hittust, og tað eydnaðist Tromsø at fara longu leiðina norður aftur til hús við 3–2 sigri. Í gjárkvøldið spældu Lyn og Brann úr Bergen. Molde dumpaði í fyrstu royndini Todi fagnaður av sínum egnu Heimaáskoðararnir fagnaðu Toda við lógvabrestum, tá hesin fyri fyrstu ferð í ár slapp at byrja millum teir fyrstu 11 hjá FCK. C M Y K 22 Nr. 73 - 15. apríl 2003 23 23