Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 15. apríl 2003 25 Meistaraheitið til Vágs og silvurið til Vestmanna. Tað var skriftin á vegginum frá fyrsta bríksli hetta kappingarárið, og tað vóru tað heldur ikki so nógv, sum fingu gjørt stórvegis við KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Stigatalvan lýgur ongan tíð verður sagt, og í so máta er kanska ikki tað stóra at tosa um, tá takast skal samanum kappingarárið 2002/2003. VB gjørdust føroyameistar- ar fyri fyrstu ferð í 53 ár, og hetta var fult og heilt uppi- borið. Saman við VÍF, sum í ár mátti taka til takkar við silvurinum, vóru tær í ein- um flokki fyri seg og tað sigur helst eisini nakað, at tað bert vóru hesi bæði liðini, sum høvdu positivan málmun. Bronsustríðið var alla tíðina sera hart. Liðini frá nummar trý til seks skiftust alla tíðina um at missa stig, men í seinasta enda vóru tað StÍF, sum vóru tær stinnastu í hesum, meðan Stjørnan, Kyndil og Neistin bara kundu iðra seg um onkur av stigunum, sum vórðu mist á vegnum. Seinasta plássið fór til Tjaldur, sum ongan tíð veruliga kom fyri seg í kappingini. Niðanfyri hava vit heilt stutt tikið saman um avrik- ini hjá teimum sjey liðun- um í kappingini. 1 – VB Líka so óvæntað tað var, at VB skuldu verða føroya- meistarar. Eins uppiborið var gullið, sum var tað fyrsta hjá felagnum í sam- full 53 ár. Longu fyrstu umførini vóru tekin um, at her var okkurt í væntu, og eftir at tær á heimavølli vundu burtur úr fyrrverandi meist- arunum úr VÍF, hugdu tær ongan tíð aftur um bak. Steypfinalan varð eisini vunnin, og tá liðið so eisini fekk javnleik í Vestmanna stutt eftir hetta, stóð tað øll- um greitt, at nýtt meistara- lið var funnið. Staðfestingin av hesum kom tó frá Stjørnuni, tá hesar púra óvæntað vunnu dystin í Vestmanna, men hetta vikaði tó ikki við gleðina hjá leikarunum um, at tær nú loksins kundu rópa seg meistarar. 2 – VÍF Eftir tveir greipusigrar á rað, vóru tvífaldu silvur- merkini hjá VÍF ivaleyst eitt vónbrot, men um so er, so hava tær í stóran mun sær sjálvum at takka fyri, at so er. Tað var sjálvandi ein missur av teimum stóru, tá Ioana Rápa mátti gevast, og hetta viðførdi, at spælið hjá liðnum mátti leggjast nakað um. Hetta var helst eisini orsøkin til, at úrslitini gjøgnum árið vóru nakað svingandi, men tað slepst ikki undan, at ein ávís metta eisini hómaðist á lið- num. Ein metta, sum við- førdi, at leikararnir kanska ikki góvu seg heilt so nógv, tá tað veruliga stóð á móti liðum, sum á pappírinum vóru veikari. 3 – StÍF Eftir eitt ár í deildini, har tær eina mest royndu at stabili- sera seg, sýndi StÍF í ár, at tær hava eitt av teimum heilt spennandi liðunum í deild- ini. Við útlendskum leikar- um, sum veruliga hava pro- filerað seg sjálvar, og so fleiri ungum og evnaríkum lokalum kreftum tykist liðið hava nakað veruligt at byggja á. Samstundis tykj- ast yngru deildirnar hjá felagnum at hava góð úrslit, so eingin ivi tykist vera um, at StÍF væl kann gerast ein maktfaktorur í føroyskum kvinnuhondbólti innan alt ov langa tíð. 4 – Stjørnan Var tað óvæntað, at VB gjørdist meistari, so var flotta avrikið hjá Stjørnuni ikki minni óvæntað. Undan kappingini var kreppu- fundur á skránni, har støða skuldi takast til, hvørt liðið skuldi takast úr kappingini. Ein roynd varð tó gjørd, og neyvan er tað nakar í Klaksvíkini, sum iðrar seg um hetta í dag. Hóast spælið til tíðir var sera óstøðugt, so var stríðs- viljin á liðnum alla tíðina framúr, og fram til tað seinasta vóru tær partur av bronsustríðnum, men har gjørdust tær tó ov stuttar í seinasta enda. 5 – Kyndil Eftir fleiri vónbrot skuldi Kyndil veruliga spíla seg í ár, men liðið megnaði ong- an tíð av álvara at liva upp til høgu vónirnar. Snøgt sagt, so var spælið hjá liðnum alt ov óstøðugt, og í grundspælinum megnaðu tær millum annað at vinna báðar dystirnar móti VÍF, meðan heimadysturin móti Tjaldri var taptur. Og spurningurin er so helst, hvussu verður næsta ár hjá liðnum. Verður bul- urin á liðnum tann sami, er einki at ivast í, at Kyndil væl kann blanda seg í stríðið um heiðursmerki, men tað krevur størri støðu- festi frá liðnum og ikki minst av einstøku leikarun- um. 6 – Neistin At kvinnurnar hjá Neistan- um endaðu árið á einum sætta plássi, man mest sum vera eindømi í søgu fe- lagsins. Undan árinum var heldur ikki so nógv, sum bendi á, at so skuldi verða, tí hóast nakrir av berandi leikarunum vóru farnar burturfrá, so vóru aðrar komnar í teirra stað. Drúgvir skaðar hjá fyrst og fremst Jórun Ludvig og Christinu Holm gjørdu tó, at hesar ongan tíð gjørdust tær berandi kreftirnar, sum tað annars var lagt upp til, og so bleiv tað alla tíðina tungt hjá liðnum. Eitt skifti í endaspælinum var liðið eisini í beinleiðis niðurflyt- ingarvanda, men tí gongd- ini fingu tær tó vent. 7 – Tjaldur Runavíkingarnir vóru alla tíðina botnliðið hetta árið. Onkun tíð vóru tekin um, at tær ætlaðu at vinna seg longur upp á talvuni, men tær vóru næstan hvørja ferð ov stuttar, tá tær høvdu møguleikan fyri stigum. Og sum endaspælið leið gjørdist tað alt meira greitt, hvønn vegin tað bar. Leikararnir góvust við at stríðast eins nógv fyri felags søkini, og seinastu dystirnar var talan mest sum hvørja ferð um stórtap. Avgerandi dysturin í FM-stríðnum var kanska tann í Vági millum VB og VÍF. Bæði tí VB vann trygt, og ikki minst tí hesin dysturin so avgjørt var við til at økja um altíð neyðuga sjálvsálitið Tvey í serflokki 25 24 Nr. 73 - 15. apríl 2003 Christian Høgni sleppur ikki at spæla, Óli Johannesen er nú fremsti álopsmaðurin hjá Hvidovre, og Ulrik Balling er sera vandamikil í Vejle DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Óli Johannesen hevur í tíggju ár verið sjálvskriv- aður miðverji og harvið aft- asti verjuskansi á landslið- num. Síðani Christian Høgni Jacobsen fór til Danmarkar, hevur hann verið gott boð upp á álops- spælara á landsliðnum. Síðsta heyst og aftur í vár var Christian Høgni Jacob- sen vongverji hjá Vejle. Síðani hann fyri tveimum mánaðum síðani flutti aftur til Hvidovre, hevur Óli Johannesen verið fremsti álopsspælarin á 1. deildar- liðnum. Vejle skifti venjaran út fyri tveimum vikum síðani. Síðani Henrik Brandenburg tók um stýrisvølin hava boð ikki verið eftir Christian Høgna. Hann hevur hvørki verið á liðnum ella á beinkinum. Frammanundan venjaraskiftinum hevði tað ikki gingið væl hjá Vejle. Nú ber ikki til at siga annað, enn at tað gongur væl. Vejle hevur spælt tveir dystir, síðani teir fingu nýggja venjaran, og teir hava vunnið báðar ferðir. Sunnudagin hevði Vejle á heimavølli vitjan av gamla stórfelagnum í Odense, B1909. Árstalsfelagið er rættuliga spert og er aftast í 1. deild. Støðan gjørdist ikki betri sunnudagin, tá ið Vejle vann 4–3 ímóti B1909. Stóri maðurin á Vejle liðnum var Ulrik Balling, sum í fjør spældi fýra dystir við NSÍ. Longu tá ið 23 sekund vóru farin kom B1909 á odda, men Ulrik Balling syrgdi bæði fyri útjavnandi málinum og leiðslumálinum til 2–1. Málini vórðu skorað í ávikavíst 17. og 21. minutti. Tað seinna var eitt fínt langskot úr 16 metrum. Í síðstu løtu Hvidovre er illa fyri í botninum í 1. deild. Teir eru á plássinum júst omanfyri strikuna, men teir eru so tætt at niðurflytingarplássi, sum teir kunnu vera. Hesa ferð vóru teir á Eystur- brúgv og spældu ímóti Skjold. Tað gekk javnt á, og tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin bendi alt á, at liðini skuldu fáa eitt stig í part. Men so var tað, at fremsti álopsspælarin hjá Hvidovre og aftasti verju- skansin á føroyska lands- liðnum, Óli Johannesen, tók søkina í egnar hendur og skoraði sigursmálið fyri Hvidovre. Herfølge er framvegis nógv besta boðið upp á uppflyting. Teir eru fimm stig frammanfyri næst- fremsta liðið. Hesa ferð var Herfølge á útivølli í Odense ímóti B1913, sum noyddist at leggja rygg til 3–0 tap. Chris Hermansen, sum eisini var á liðnum hjá Her- følge, tá ið Jákup Mikkel- sen var í felagnum, skoraði tvey mál. Frem er næstfremst. Í Valby høvdu teir vitjan av grannunum úr Brønshøj, sum taptu 2–1. Hetta var bara fjórða ferðin í hesum kappingarárinum, at tað eydnaðist Frem at vinna á heimavølli. Hetta var tíggj- undi landskappingardyst- urin hjá teimum í Valby Idrætspark. Johan Byrial Hansen spælir við Horsens, sum er undir niðurflytingar strik- uni. Hesa ferð var Horsens partur av grannauppgerð í Århus, har FC Aarhus vann 2–1. Mest óvæntaða úrslitið í 1. deild hetta vikuskiftið var, tá ið B93 vann 1–0 á útivølli ímóti HFK Sønder- jylland. Fredericia hevur ongan- tíð gjørt serligar skreytir í donskum fótbólti. Tað fara teir neyvan heldur at gera í hesum umfarinum. Men eftir 1–0 sigurin á Øl- stykke, eru teir komnir fram á triðja plássið. So høgt hava teir neyvan nakr- antíð áður verið. HIK vann á heimavølli 3–1 á Randers Freja, sum longu í 3. minutti misti ein mann. Jón Rói Jacobsen snoddaði leygardagin til, hvussu tað gong- ur fyri, seg, tá ið Brøndby vitjar í Odense ÚTISETI Jóannes Hansen Fjarstøðan millum FCK á fremsta plássinum og Brøndby á næstfremsta plássinum í superliguni dragnaði eitt sindur í vikuskiftinum. Leygardag- in var úrslitið 1–1, tá ið Brøndby var í Odense, og FCK vann 1–0 sunnudagin, tá ið Esbjerg var í Parkini. Munurin var í vetrarsteðg- inum tíggju stig.Í trimum teimum fyrstu umførunum eftir vetrarsteðgin minkaði hann til fýra stig, men nú er hann seks stig. Farum er spildurnýtt fe- lag í bestu deildini. Teir søgdu undan kappingar- byrjan í fjør, at fremsta málið hjá teimum var at varðveita plássið og harvið ikki at flyta niður aftur. Á so mongum økjum hevur tað verið buldraligt hjá Farum, men fótbóltsliga gongur framúr. Sunnudagin vann Farum í Aalborg, og nú eru teir á uppflytara- liðnum á triðja plássi. Teir eiga framvegis ein útsettan dyst á ímóti AGF. Um teir megna at fáa fult ta ferðina, so verður tað Farum og ikki Brøndby, sum verður í høl- unum á FCK, og so verður munurin frá nummar eitt og til nummar tvey minni enn seks stig. Christian Andersen, venj- arin hjá Farum, sigur, at tað er hugaligt, at liðið hjá honum, nú tað resta tólv umfør, hevur fingið fleiri stig, enn teir høvdu torað at rokna við, at teir skuldu fáa í øllum 33 umførunum, men hann undirstrikar framvegis, at málið er at sleppa undan niðurflyting- ini. Í Brøndby vóru teir ikki misnøgdir við javnleikin i Odense, har OB hevur staðið seg rættuliga væl síðani vetrarsteðgin. Jón Rói Jacobsen var heldur ikki hesa ferð ímillum teir fyrstu ellivu. Hann varð settur á vøllin, tá ið tveir minuttir vóru eftir. Tað ljóðar ikki av nógvum bara at hava spælt tveir minuttir, men tað hevur stóran týdning. Eftir at hann hevur sitið uttanfyri tvær ferðir á rað, kann tað verða so skjótt, at ein ungur spælari fer at hugsa og spyrja seg sjálvan, um nú venjarin yvirhøvur roknar við hon- um, ella um hann hevur gloymt hann heilt. At Michael Laudrup setti Jón Róa Jacobsen á vøllin boðar frá, at føroyski landsliðsspælarin ikki er gloymdur av toppinum í Brøndby. Botnurin tjúkkur Helmingurin av liðunum í superliguni eru framvegis í vandi fyri at flyta niður. Umframt ítróttarliga vón- brotið er tað stórur fíggjar- ligur smeitur at enda so aftarlaga. Farum venjarin, Christian Andersen, metti í síðstu viku, at um Farum hevði flutt niður, so hevði tað í hvussu so er kostað felagnum seks milliónir krónur. Størstu hóttanina av nið- urflyting liggja Silkeborg og Viborg undir. Sunnu- dagin hittust jysku liðini, og tað endaði málleyst. Harvið eru tey bæði fe- løgini framvegis bestu boð- ini upp á niðurflyting. AB og Køge vóru partar í botngysara í Gladsaxe. Um AB hevði havt tapt, so varð roknað við, at venjarin hevði sitið rættuliga leysur í saðlinum. Men AB spældi væl og vann 3–1, og nú verður spurt, um Køge, sum stóð seg lutfalsliga væl í heyst, fer at fara niður við flagginum. AGF hevði ikki fingið stig síðani vetrarsteðgin, og FCM hevði ikki tapt síðani vetrarsteðgin. Á heimavøllinum í Århus toldi AGF ikki at tapa, og tað gjørdu teir heldur ikki. FCM varð sent til hús við 3–2 tapi, eftir at AGF hevði verið á odda 2–0. Farum í ferð við at taka Brøndby Óli skoraði sigursmálið Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCK 22 12 - 7 - 3 34 21 13 43 2 Brøndby (M) 22 10 - 7 - 5 42 23 19 37 3 Farum 21 12 - 0 - 9 33 37 -4 36 4 FCM 22 9 - 6 - 7 34 28 6 33 5 OB (S) 22 8 - 7 - 7 35 29 6 31 6 Esbjerg 22 8 - 7 - 7 42 40 2 31 7 AaB 22 8 - 3 -11 28 33 -5 27 8 AB 22 6 - 8 - 8 28 28 0 26 9 AGF 21 7 - 5 - 9 32 41 -9 26 10 Køge 22 8 - 2 -12 35 47 -12 26 11 Silkeborg 22 5 - 7 -10 27 34 -7 22 12 Viborg 22 5 - 7 -10 33 42 -9 22 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Herfølge 19 14 - 2 - 3 45 23 22 44 2 Frem 19 12 - 3 - 4 45 27 18 39 3 Fredericia 19 9 - 6 - 4 27 15 12 33 4 Skjold 19 9 - 4 - 6 36 21 15 31 5 Vejle 19 9 - 4 - 6 32 30 2 31 6 Randers F. 19 9 - 3 - 7 38 31 7 30 7 HFK Sønderj. 19 8 - 5 - 6 40 34 6 29 8 Ølstykke 19 7 - 6 - 6 42 38 4 27 9 B 93 19 6 - 5 - 8 27 30 -3 23 10 Brønshøj 19 6 - 4 - 9 27 29 -2 22 11 FC Aarhus 19 6 - 3 -10 28 34 -6 21 12 B 1913 19 5 - 5 - 9 24 38 -14 20 13 Hvidovre 19 5 - 4 -10 22 38 -16 19 14 HIK 19 5 - 4 -10 25 46 -21 19 15 AC Horsens 19 4 - 6 - 9 26 34 -8 18 16 B 1909 19 3 - 6 -10 33 49 -16 15 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Atli Gregersen (Randers Freja), Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Óli Johannesen (Hvidovre), John Heri Dam (Hvidovre) Norska tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Viking 1 1 - 0 - 0 3 0 3 3 2 Tromsø 1 1 - 0 - 0 3 2 1 3 3 Sogndal 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 4 Rosenborg 1 1 - 0 - 0 1 0 1 3 5 Lillestrøm 1 1 - 0 - 0 1 0 1 3 6 Odd Grenland 1 1 - 0 - 0 1 0 1 3 7 Lyn 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 8 Brann 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 9 Aalesund 1 0 - 0 - 1 2 3 -1 0 10 Stabæk 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 11 Molde 1 0 - 0 - 1 0 1 -1 0 12 Vålerenga 1 0 - 0 - 1 0 1 -1 0 13 Bodø/Glimt 1 0 - 0 - 1 0 1 -1 0 14 Bryne 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde) C M Y K 24