týsdagur 15. apríl 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 15. apríl 2003
27
Trýstið var stórt á
árstalsfelagnum und-
an dystinum, men teir
lótu ongan iva vera
um, at teir ætla sær
víðari í steypakapp-
ingini
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Eftir bert trý stig í trimum
dystum vistu teir í B36, at
nú mátti røkka ella støkka.
Mótstøðuliðið var GÍ, og
um talan ikki gjørdist um
sigur, stóð liðið eftir við
einum kravi um seks stig í
teimum báðum seinastu
dystunum, sum eru móti
ávíkavist HB og Skála.
Sannførandi
Nú er trýstið tó minkað
nakað. B36 vann nevnliga
ein sannførandi sigur á GÍ,
sum valla fekk fótin á
jørðina.
Longu eftir fimm minutt-
um var Allan Mørkøre upp
á spæl, tá hann bæði byrj-
aði og endaði álopið, sum
førdi til leiðslumálið, og so
var tað fyri tað mesta ein-
vegis.
Jákup á Borg økti við
brotssparki, og stutt undan
steðginum
økti
Julian
Johnsson til 3-0. Gøtumenn
minkaðu tó skjótt um
munin, tá Krzystof Pop-
czynski gjørdi sær dælt av
misskiljing í B36-verjuni.
Hetta merkti tó ikki, at
gestirnir fingu loyvi at
koma í dystin. Ferðin hjá
B36 minkaði kanska nakað
eftir steðgin, men teir
høvdu alla tíðina tamarhald
á, og við tveimum málum
frá John Petersen staðfestu
teir sigurin. Tað fyrra við
brotssparki, meðan tað
seinna kom eftir gott ein-
mansavrik.
Og nú bendir alt á, at tað
verða tey trý, HB, B36 og
GÍ, sum koma víðari úr
bólkinum. Enn eru tó ikki
allar súður syftar hjá B36,
men trý stig í teimum
báðum seinstu dystunum
skuldu verið nóg mikið, og
verður spælið, sum tað var
leygardagin, er lítið at ivast
í, at hesi verða fingin til
høldar.
Dysturin í tølum
B36-GÍ 5-1 (3-1)
1-0: Allan Mørkøre
2-0: Jákup á Borg
3-0: Julian Johnsson
3-1: Krzystof Popczynski
4-1: John Petersen
5-1: John Petersen
Endaligu støðurnar
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur stig
1 VB
12
11 - 1 - 0
630
502
128
32
2 VÍF
12
8 - 2 - 2
568
463
105
26
3 StÍF
12
6 - 1 - 5
567
582
-15
19
4 Stjørnan 12
4 - 1 - 7
529
530
-1
17
5 Kyndil
12
4 - 1 - 7
572
582
-10
15
6 Neistin
12
5 - 0 - 7
493
535
-42
15
7 Tjaldur
12
1 - 0 -11
450
615
-165
3
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur stig
1 StÍF
12
9 - 2 - 1
699
600
99
29
2 Kyndil
12
9 - 2 - 1
691
623
68
26
3 VÍF
12
8 - 0 - 4
744
636
108
25
4 Neistin
12
4 - 1 - 7
661
649
12
18
5 KÍF
12
3 - 2 - 7
642
681
-39
13
6 H71
12
5 - 0 - 7
625
702
-77
13
7 Tjaldur
12
0 - 1 -11
608
779
-171
4
Silvurmerkini hjá
Kyndli vóru veruleiki,
tá teir vunnu trygt í
seinastu grannaupp-
gerðini, og hetta
undirstrikaði sum so
eisini góða enda-
spælið hjá liðnum
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Kyndil hevur av mongum
verið mett sum besta liðið í
endaspælinum, og úrslitini
hjá teimum hava eisini í
ávísan mun talað fyri hes-
um.
Seinasta uppgávan hjá
liðnum var grannaupp-
gerðin móti Neistanum, og
tó at vónin um gullmerkini
langt síðani er farin, so
spældi Kyndil so ruddiliga
fyri sínum møguleika um
silvurmerki. Hesi kundu
tryggjast, at Kyndil greiddi
sín setning, samstundis
sum StÍF gjørdist vinnarin í
Vestmanna.
Og Kyndil greiddi sín
setning. Serliga í fyrra
hálvleiki var stórur munur
á grannafeløgunum, og
neistamálverjin
mundi
valla vita, hvønn veg hann
skuldi snara sær, soleiðis
sum skotini fóru fúkandi
inn í meskarnar.
Við níggju mál stórari
leiðslu
í
hálvleikinum,
kundu teir grønu helst taka
sær meira av løttum seinna
umfarið, og heldur nýta
orkuna til at fylgja við,
hvussu gekst í Vestmanna.
Tað var tó um reppið, at
teir tóku sær ov lætt hesa
løtuna. Neistin royndi at
stríða seg inn aftur í dystin,
og sjey minuttir fyri leiklok
var munurin komin niður í
trý mál, men so var nokk.
Kyndil setti ferðina eitt
gear upp. Teir skoraðu seks
tey
seinastu
málini
í
dystinum, soleiðis at sig-
urin kundi sementerast, og
eftir hetta fóru teir so eftir
silvurmerkjunum.
Og tó at silvurið er flott,
sæð í mun til, hvussu liðið
lá í grundspælinum, so
skerst ikki burtur, at Kyndil
í dag man hugsa um, hví so
nógv varð mist tá. Flotta
endaspælið og steypasig-
urin á nýggju føroyameist-
arunum bera tó boð um, at
liðið nú aftur er til reiðar at
trína á føroysku hondbólts-
tindarnar, og so er spurn-
ingurin bara, um hetta
verður komandi ár, ella um
teir grønu mugu bíða eitt
sindur afturat.
Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 23-31 (8-
17)
Málskjúttar:
Neistin: Birgir Kass 7, Áki
Mørk 6(1), Helgi Michel-
sen 4, Morgan Knezevic 2,
Ragnar Stakksund 1, Kári
Mortensen 1, Helgi K.
Justinussen 1
Kyndil: Jacob Jónsson 7,
Hans Áki Dal-Christiansen
7, Høgni Klein 6, Finnur
Hansson 6, Ken Zacha-
riasen 2, Rúni Mohr 1,
Josef Abrahamsen 1, Janus
Einar Sørensen 1
Brotskøst: Neistin 2,
Kyndil 2
Útvísingar: Neistin 1,
Kyndil 2
Dómarar úr TB/H71: Birgir
Dimon & Jákup Símun
Simonsen
Marian Cirloganes-
cu helt eftir dystin,
at kappingarárið
hevði verið løgið,
men endastøðuna
fegnaðist hann
sjálvandi um
MEISTARI
Jákup Mørk
- Hetta hevur jú eisini
verið eitt løgið ár. Vit
hava til dømis vunnið
allar dystirnar móti VÍF,
men so hava vit tapt fyri
Tjaldri, sum annars tapir
fyri øllum øðrum, so
hetta er løgið.
Marian Cirloganescu
var mest sum í ørviti eftir
dystin móti VÍF. Eftir eitt
kappingarár, har flestu
liðini hava leikt sera
óstøðugt,
men
har
strandingar við seinasta
sigrinum sópaðu allan
iva til viks.
Sjálvur var Marian eis-
ini ein av týdningarmestu
leikarunum
hjá
StÍF
hendan
dagin.
Avrik
hansara var veruliga í
topp hendan dagin, og tá
eru fáir málverjar í land-
inum, sum kununu sam-
metast við hann.
- Tað er ivaleyst tí, at
eg trívist við hesum stóru
dystunum. Tá setir tú teg
eyka nógv upp, og tá eg
so eisini fangi nakrar
bóltar beinanvegin, rigg-
ar alt bara sum tað skal.
Verður venjari
Um komandi kappingar-
árið viðgongur Marian
annars, at tað helst verð-
ur so, at hann skal taka
sær av venjingini
- Tað er so nýtt enn, so
tað kann eg ikki siga so
nógv um, men tað er
helst rætt.
- Fyri fyrst skulu vit tó
njóta hendan sigurin,
men um eina viku ella so
mugu vit longu byrja at
hugsa um næsta ár. Vit
skulu helst hava ein
leikara inn fyri Costin,
men í aðrar mátar vóni
eg, at liðið verður tað
sama, og so er bara at
vóna, at leikararnir verða
eins blíðir móti mær, sum
teir hava verið mótvegis
Costin. Eg ætli mær í
øllum førum at gera mítt
besta,
sigur
Marian
Cirloganescu at enda.
Skuldi onkur í Vestmanna
sæð ein lukkuligan StÍF’ara
trilla sær ein túr við barna-
vogni
sunnumorgunin,
skuldi ikki verið stórvegis
ivi um, hvør hesin var.
Sveinbjørn Poulsen hev-
ur í ár verið hjálparmaður á
beinkinum hjá StÍF, men
gerandisdagarnar er hann í
Vestmanna hjá familju síni.
Og hann ivaðist ikki, tá
vit spurdu han, um hann
ætlaði sær ein gongutúr
ígjøgnum bygdina sunnu-
dagin.
- Ja, tað er so bumbu-
sikkurt. Eg fari við barna-
vogninum, og eg ætli mær
at ganga við akkurát hálvari
ferð av tí, sum eg plagi, so
eg kann vera vísur í hitta so
nógv fólk sum gjørligt,
segði hann við einum smíli.
-jm
Eitt løgið ár
Komandi venjari hjá StÍF er Marian Cirloganescu, men
fyri fyrst vildi hann bara sleppa at njóta heiðurin sum
føroyameistari
Mynd: Álvur Haraldsen
B36-GÍ 5-1 (3-1)
B36 fann stevið
Neistin-Kyndil 23-31 (8-17):
Kyndil best í Havn
Trillitúrur
27
26
Nr. 73 - 15. apríl 2003
Einki var avgjørt fyrr
enn í seinasta umfar-
inum, og bara tað í
sjálvum sær er nóg
mikið til at staðfesta,
at talan var um eitt
sera stuttligt kapp-
ingarár
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Júst lidna kappingarárið
gjørdist eitt tað mest spenn-
andi í føroyskum mans-
hondbólti í langa tíð. Alla
tíðina vóru tað StÍF og VÍF,
sum stríddust í oddinum,
men Neistin var væl við í
grundspælinum, meðan teir
í Kyndli helst iðra seg um,
at teir ikki komu í gongd
eitt lítið vet fyrr.
Allar spekulatiónir í so
máta kunnu tó vera tað
sama, nú árið er liðugt. StÍF
vann meistaraheitið, og
tykist vera væl ávegis til at
vinna sær eina støðu sum
ein álvarsligur maktfaktor-
ur í føroyskum hondbólti.
Vestmenningar
duttu
í
seinastu
løtu
niður
á
bronsuplássið, men vilja
ivaleyst gera tað betri næsta
ár. Og við einum fantastisk-
um endaspurti fekk Kyndil
ognað sær silvurmerkini.
Niðanfyri verður í stutt-
um tikið saman um, hvussu
kappingarárið hjá einstøku
liðunum hilnaðist.
1 – StÍF
Strandingar gjørdust før-
oyameistarar, og lat tað
beinan vegin verða sagt, at
hetta var fult uppiborið.
Teir snávaðu nakrar ferðir á
vegnum, men mest sum
hvørja ferð teir veruliga
høvdu tørv á stigunum,
reistust teir sum lið.
Vørumerkið hjá liðnum
er framvegis kvika álops-
spælið, har teir tríggir bak-
spælararnir
alla
tíðina
hótta, men eisini verjupart-
urin er ein týðandi liður í
spælinum. Og so hevur
liðið fyri tað mesta eisini
havt tað hepnið, sum altíð
er neyðugt, um steyp skulu
vinnast. Mest sum hvørja
ferð at dystirnir hava verið
á vippuni, hava stranding-
arnir megnað at fingið stig
burturúr. Ein dygd, sum
altíð er við einum meistara-
liði.
2 – Kyndil
Við einum longum enda-
spurti upp á átta sigrar á rað
eydnaðist Kyndli at vinna
seg framum arvafíggindar-
nar og upp á bronsumerkið.
Saman við sigrinum í
steypafinaluni merkir hetta,
at árið hjá Kyndli varð hitt
besta siðani FM-gullið í
1996.
Tað man tó vera lítið at
ivast í, at tey í Kyndli iðra
seg um, at liðið ikki fekk
ferð á nakað fyrr. Hevði úr-
tøkan í grundspælinum
verið bara nær námind
henni
í
endaspælinum,
kundi í øllum førum væl
verið, at liðið í nógv størri
mun hevur verið ein av
veruligu avbjóðarunum hjá
StÍF.
3 – VÍF
Sigursvandu vestmenning-
arnir máttu taka til takkar
við bronsukrónunum hesa-
ferð, og tað er sjálvandi
ikki nakað, sum teir eru
vanir at sessast við. Og tá
liðið heldur ikki megnaði at
seta seg ígjøgnum í steypa-
kappingini, gjørdist talan
um eitt av heldur lakaru
árunum hjá VÍF.
Fyri ein stóran part var
endastøðan tó eitt úrslit av
teimum missum, sum liðið
var fyri í árinum. Longu
eftir fyrsta dystin meiddi
Sámal Joensen sær kross-
bandið, soleiðis at hansara
leiklutur ikki gjørdist nakar
serligur. Áki Olsen var
skaddur stóran part av
grundspælinum, og innan-
hýsis leikbannið, sum Piti
Negru fekk eftir dystin
móti Kyndli bøtti heldur
ikki um í so máta.
4 – Neistin
Bláa havnarliðið tók øll á
bóli í grundspælinum, har
teir alla tíðina vóru við til at
mynda oddin á stigatalvuni,
hóast liðnum ikki varð spátt
teir heilt stóru møguleik-
arnar undan kappingini. Í
endaspælinum
dovnaði
spælið tó nógv. Liðið tókt-
ist ikki á sama hátt at kunna
kløkka mótstøðuliðini, og
skjótt dalaði vónin um
heiðursmerki.
Fyri framtíðina hevur
Neistin tó tikið eitt stórt fet
við liðnum í ár, og einki er
at ivast í, at hetta er nakað,
sum fer at koma felagnum
til góðar komandi árini.
5 – KÍF
Aftur í ár var talan um eitt
sera misjavnt ár hjá koll-
firðingunum, sum helst áttu
at fingið munandi meira
burturúr, enn teir fingu. Tað
tykist sum hevur onkurs-
vegna uppalt ein eginleika,
har møguleikin fyri stigum
altíð verður tveittur fyri
borð, tá mest stendur á, og
fyrr enn kollfirðingarnir
hava funnið leikaran, sum
kann stýra liðnum í hesum
avgerandi løtum, skulu teir
neyvan rokna við at vinna
seg longur upp eftir stiga-
talvuni.
6 – H71
Leingi var líkt til, at H71
var
liðið,
sum
skuldi
stríðast við Tjaldur um at
sleppa av botnsessinum,
men ein góður mánaður í
endaspælinum broytti tó
hetta.
Hoyvíkingarnir
gjørdu bart, tá teir knógv-
aðu oddaliðunum fleiri
umfør á rað, men so steðg-
aði alt upp aftur.
Samanum tikið munnu
hoyvíkingarnir tó vera so
hampuliga væl nøgdir um
árið. Við mest sum bara
fólkum úr egnum røðum
hevur liðið í øllum førum
givið fleiri av sínum egnu
drúgvari royndir, og við
einum ella tveimum sterk-
um útlendskum leikarum er
als ikki óhugsandi, at H71
aftur fer at ota seg móti
tindunum.
7 – Tjaldur
Tað var alla tíðina botn-
sessurin, sum tóktist vera
heimabeitið hjá Tjaldri.
Fleiri ferðir hevði liðið
annars gott tak á mótstøð-
uni, men orkan sveik aloft-
ast seinastu minuttirnar, og
spurningurin í løtuni tykist
kanska vera, hvussu verður
við framtíðini hjá felagnum
í bestu deildini. Fleiri av
teimum, sum í dag eru bul-
urin á liðnum, nærkast av
álvara pensiónsladrinum í
hondbóltshøpi, og eingir
leikarar standa klárir at taka
við ábyrgdini. Liðið fekk
ársins toppskjútta í Dragisa
Stojovic, men tað er lítið at
ivast í, at hesin verður at
síggja í øðrum felagi kom-
andi árið.
Spenningurin í hæddini
Strandingar vunnu seinasta dystin á VÍF, og ognaðu sær harvið meistaraheitið fyri fimtu ferð í søgu felagsins
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26