Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 78 — 25. apríl 1992 Síða 7 Løgmadur góðar vónir um at finna tær 250 til 300 milliónirnar: Vit mugu taka nakað Írá teimum frægastu inntøkunum Møguliga vid at hækka skattin å hægru inn- tøknum, hækka rentuskattin, neyvan tollhækk- ingar og ikki talan um ognarskatt, sigur Atli Dam, løgmadur Løgmaður heldur at nógva tosið um kreppu, og allar gitingar um at samfelagið fer av knóranum, gera tað ikki lættari at finna fram til loysnir á teimum ítgkiligu spurningunum, sum loys- ast skulu. Men hann leggur aftrat, at greitt er, at fólki leingist eftir at fáa greid- ligari lýsingar av hvørji málini eru, sum loysast Skulu, og eina ábending av hvussu hesi verða loyst. -Tað, sum bagir í løtuni er, at tá ið valt bleiv at skerja almennu figgjarlóg- ina so mikið sum gjørt varð, og harvið minka alt virksemi í samfelagnum, fyri at kunna beta um handils- og gjaldsjavna- hallið, so vildi ein fáa trupulleikar við at varð- veita javnvágina á fíggjar- lógini. Hetta er eitt fyri- brigdi sum er kent frá teimum samfelggunum, sum royna at loysa sínar trupulleikar bert við sparingum. Sum so ofta víst á, var rætta loysnin eitt samspæl millum líðandi minkandi alment virksemi og eitt meira framfýsi vinnuligt virksemi, sigur løgmadur. -Tað er eingin loyna, at eg sjálvur havi sagt, at bremsað varð alt ov harðliga. Tað vildi skapa og skapti eisini óneyðugar stórar trupulleikar at fáa inntøkur til landskassan, sigur løgmadur, og leggur dent á, at tað sum sam- gongan tí arbeiðir við í løtuni, er ein heilt "spesifikur" trupulleiki burtur úr teimum samnan- løgdu búskaparligu tættun- um, og tað er at sleppa undan at taka upp fleir lán enn ætlað á fíggjarlógini 1992. -Persónliga meti eg, at hendan samgongan skuldi verið skikka ul at loyst hendan trupulleikan, men greitt er, at hjá tveimum so hugsjónarliga ólíkum flokkum sum Javnaðar- flokkinum og Fólkaflokk- inum eru hugsjónarligar forðingar, sum avmarka valmøguleikarnar vidvikjandi loysnum. - Tå talið á tættum, sum skulu ganga inn i eina loysn, sostatt ikki er so Stórt, so eru trupulleikar at fáa eina avvigaða loysn her og nú, sigur Atli Dam. 250-300 milliónir Metingar hava verið frammi um, at neyðugt er at útvega millum 4 og 500 milliónir til landskasssan,- annadhvørt vid sparingum, nyggju inntøkum ella båd- um. Alt ov stórar skerjing- ar á fíggjarlógini hava nógvar fylgivirkningar sum torførir eru at taka hædd fyri, og sum kunnu bíta seg sjálvar í halan, og minka inntgkur kassans upp aftur meira, so vandi er fyri, at missa meira fyri minni, sigur løgmaður. Hann leggur aftrat, at alt ov stórar inntøkuhækkingar hava tann vandi i sær, at teir partar av borgarunum, sum frammanundan eru raktir av versnandi búskaparligu viðurskiftunum, bera 6- rímiliga stóran part av ti ið neyðugt er at bera. Sostatt má loysnin vera samansett av sparingum og útvegan av inntgkan á ein avveg- aðan hátt. -Sjálvur heldur løgmad- ur, at neyðugt er at útvega millum 250 og 300 milli- ónir krónur, og tekur so- statt ikki undir við meting- unum at lækkingarnar í skattainntøkuni fara at noyða okkum at beta figgjarstødu landskassans vid 500 milliénum vid sparingum og inntøku- vøkstri. Hann heldur, at arbeiðið eigur at vera liðugt í góðari tíð til ting- fundin 11. mai. Løgmaður sigur seg rokna við, at úr- slitið verður eitt afturhald , lands- á verandi fíggjarlóg við millum 140 og 170 milli- ónum og nýggjum inn- tókum upp á umleið 150 milliónir. Hetta er eftir hansara áskoðan tann mest avvegaða loysnin. -Nýggjar inntøkur kunnu nýtast á ein skilagóðan skapandi hátt og gerast sparingar ikki alt ov Ogvusligar, so vera tær negativu fylgjurnar eisini meira avmarkaðar, sigur Atli Dam. Sterkaru megu bera Tað hevur verið sagt, at partar av borgarunum eru soleiðis fyri, at teir bera ov lítlan part av kreppuni, meðan vanligi løntakarin og timalønt fólk, nú ar- beiðið minkar, bera ein órímiligan part. Hesum er løgmaður samdur i, og ti nyttar lítð at fara eftir fleiri inntøkum frá teimum lægri løntu, heldur hann. Skattafríar inntøkur -Tað er heldur eingin loyna, at tað eru rættiliga stórir partur av inntøkum, sum heilt sleppa undan skatti. Hesum hóvar ikki Javnaðarflokkinum, og vilja vit ti fegin, at lands- kassin eisini fær sín part av tilikum inntøkum, sigur løgmadur. Løgmadur sigur, at mangan hava loysnirnar ligid í tollhækkingum, men nú innflutningurin er so niðurpíndur, er hesin møguleiki avmarkaður til lítið og onki. -Ognarskattur kemur ikki upp á tal, tí einki endamál er at fara eftir tí sum traditionelt eru ognir í Føroyum - sethúsunum. -Hinvegin høvdu vit einki havt ímóti, at hin sera lági rentuskatturin var hækkaður eitt sindur, sigur Atli Dam. Løgmadur heldur tað ikki vera nakra 6møguliga uppgåvu at bøta um lands- kassans tiggjarstødu við millum 250 og 300 milli- ónum. Løgmaður undirstrikar, at tiltøkini eru heilt Stuttfreistað, tí landsstýrið arbeiðir við umlegging av tollskipanini til eina momsskipan og til eina gørvísi skatting frá 1. janu- ar 1993. Størri avmarking av møguleiknum at speku- lera i rentufrådråttum, og øking av produktivu framleidsluni. Fyrst og fremst verdur roynt at fåa fatur å innfluttari råvøru, sum skuldi økt virksemi, og at hetta sjålvsagt kemur at batna i hvørjum åt å árið, eins og i komadni ári. Longu í dag er fimti hver fiskur innfluttur og líkt er til, at vit kunnu koma upp á at 3. ella 4. hvør fiskur er eitt ískoyti sum kemur uttaneftir. Aftrat hesum kemur, at í handilsavtaluni Framhald á síðu 20 MÅNADARJAVNI PR. ULTIMO MARS 1992 T uk 19.83 rr Mm T 3.610.886 "T mr Patabrøv o.a LT 45.689 ” Kapitalpartar i tilkny ttum fyritøkum ET 1 7 i T ZL 51.002 Oitøkiligar ognir Im Á 2 i 7 I 1 7 0 mhøkiligar ognir 11 1 1 T i Z 457 Egnir kapitalpartar T I 7.151 "Aðrar ognir - 7 7 7 | 7 TTT 33.935 Ognir tilsamans Í 4.570.078 Skuld I Skuld til lånistovnar Í 499 923 Innlán Í 417.011 Søla av virdisbrøvum 0.3. 1 0 Aðrar skuldir Í 24.216 Ymiskir rakstrarpostar Í 79.783 Burturleggingar til útreiðslur I 49.727 Eftirstillað kapitalinnskot 1 0 Eginpeningur 499 718 Skuld tilsamans 4.570.078 Tøl, sum íkki eru tíkin við i javnan: Åbyrgdir o.a. | 1.081.988 Adrar skuldir T 667.250 Tal tilsamans, sum ikki eru tíkin við í javnan Í 1749238