Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fremmandir i Føroyum Longu i 15. og 16. eld var nógv sigling í Norðuratlantshavi. Baskar, hollending- ar og bretar hevdu umfatandi hvala- veiðu á havleiðum heilt norður móti Svalbard og eystur móti Grenlandi. Fer oyar lógu árent fyri í hesi sigling. Sam stundis byrjaðu onglendingar, skotar og hollendingar fiskiskap við Island, Fer- oyar og um Hetlands- og Skotlandsleið- ina. Fyri um leið 1600 tykist hevuðs- myndin at vera, at onglendingar fiskaðu við Ísland, og at skotar vóru trokaðir burtur av egnum leiðum — Skotlands-og Hetlandsmiðum — og leitaðu til havleið- irnar um Feroyar. Men nakað eftir 1600 komu nógv ensk skip til hesar leiðir Hesin veruleiki hevur helst samband við, at Ongland og Skotland í 1603 vóru komin undir felags kong, tá ið Jákup kongur VI av Skotlandi gjerdist Jákup I av Onglandi. Írar og irsk skip verða eisini nevnd; men írar munnu ofta verða tiknir fyri skotar. Vinnugreinirnar hjá hesum skipum vóru sjáldan neyvt avmarkaðar til fiski- skap ella hvalaveiðu. Tey vóru ofta út- gjørd við kanonum og kundu tí eisini nýtast til yvirgang og sjórán bæði úti á víðum havi og á landi. Longu tíðliga i 15. eld gjørdu onglend- ingar stórar ónáðir í Íslandi. I klaguriti, á látíni, sum íslendingar í 1425 sendu kongi, Eiriki av Pommern, verður Skriv- að, at hesir skipsmenn eisini gjørdu um seg í Feroyum: >Somuleiðis fingu teir sær hvert ár seyðir, neyt og óteljandi kríatúr ymsastaðni í Íslandi, fyri ein part við at nýta vald, fyri ein part við at stjala tey, og á líkan hátt í einum eðrum landi, sum tey rópa Feroyar. Somuleiðis rændu og brendu teir oynna Sandoy, har 81 garðar ella hús vóru<. Meira er ikki vitað um hesi viðurskifti, men nóg mikið til, at longu tá kundu fremmandir ó- friðarmenn gera um seg í Feroyum. Harra Lucas Debes Lucas Debes skrivar, at longu stutt eftir siðaskiftið fóru franskir sjórænarar at gera um seg i Føroyum. Hann nevnir, at tann fyrsti lutherski superintendentur- in, Jens Riber, rymdi år Føroyum, eftir at franskir sjórænarar høvdu gjørt seg inn á biskupsgarðin i Kirkjubø, og hann nevnir tveir aðrar prestar, sum høvdu Fremmandir í Føroyum hø % verið illa viðfarnir. Her kann siðaskiftið, sum andliga býtti Europa í tveir partar, hava havt týdning, tí lutherskir klerkar og halgidómar vóru ikki undir vernd pávans um tað mundið, tá ið hin róm- verska kirkjan royndi at fóta sær aftur LS BURE 0? dj, ÞÆFIU. RL EPG Vanligt var, at enskir og skotskir »play- boys« gjørdu sjóferðir i Nordurhøvum i seinnu helvt av 1700-årunum. Ein teirra var Stanley, sum 1789 teknadi hetta kort/tekning av Tørshavn. Hann fekk stóra virðing fyri feroyingum. Ikki bert turkar vóru fremmandir gestir í Norðuratlantshavi í 1600-árunum. Undir somu byrjaði hin stóra europeiska hvalaveiðan í Norðurhevum, har ser- stakliga hollendingar og onglendingar gjørdu um seg. Myndin omanfyri er træ- skurður í dagbókini hjá danska sjógarp- inum Jens Munk um leitanina eftir út- nyrðingssiglingarleiðini til Asia. Henda veiða fór fram serliga við Grenland og Svalbard. Hvalastingarar í hundraðtalai royndu undir Grenlandi og við Jan Mayen, í Davidssundinum, Baffinvíkini og Melvillevíkini. Nógv hollendsk hvala- veiðuskip gjerdu ein steðg í Feroyum, bæði á út- og heimleið. Hvalaveiðan fór vanliga fram frá skipsbátum, sum høvdu skipini sum móðurskip. Nr. 78 — 25. apríl 1992 Í tveimum greinum í Sosialin- um fer Hans Jacob Debes, professari dr. phil., at greiða frá sambandi føroyinga vi útlendinga serliga í 1600- og 1700-árunum. Seinna greinin verður ser- liga um »turka-ålopid« i 1626 og ymist í sambandi við tað. eftir ósigurin. Elsta heimild til rýming- ina hjá Jens Riber sigur orsøkina tó vera ósemju við feroyingar og nevnir einki um, at sjórænarar hava gjert seg inn á hann. Tað kann væl hugsast, at feroy- ingar ikki fegnir hava tikið við hesum fremmanda »sidaskifti«. Annars er tað fyrsta sjórænaraálopið sum prógvað er í skjølum, tað sum skot- in Klerck gjerdi á handilshúsini í Havn í 1579, júst um tað mundið, tá ið Magnus Heinason hevði tikið við Føroyahandlin- um, hetta var stórt hall hjá Magnusi Heinasyni sjálvum. Danakongur — tá Fríðrikur II og eftir hann serliga son- urin Kristian IV — hevði stóran vilja at gera enda á ótrygdini á teimum leiðum, hann kannaði sær, og tær vóru havleiðir- nar fram við teimum lendum, sum hoyrdu til Noregs ríki; allur ágangur, sum forðaði sigling á hesum leiðum og millum teirra, skuldi eirindaleyst berj- ast niður. Magnus Heinason var ein tann fyrsti, sum settur varð til hetta starv, og minnið um brøgd hansara livdi Tórshavn i 1709. Hetta árið 'teknadi danski flotayvirmaðurin frá fregattini, eysturindiafaranum »Søe-Ridderen« hesa mynd av havnini.