Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 78 — 25. apríl 1992 leingi bæði í útlondum og millum feroy- ingar sjálvar. Magnus Heinason læt byggja skansan á Stangarnesi til tess at verja handilin og goymslurnar í Havn móti álopum sum tí, ið Klerck hevði gjørt í 1579. Hetta var fyrsta roynd at fyrireika seg til mótsteðu; men verjan galt bert Havnina og handilin. Annars lá landið alt púra verjuleyst. Eftir at Magnus Heinason var deyður, versnaði skilið aftur, og harra Lucas skrivar, at tað var næstan ikki ár, at ikki onkrar ónáðir vóru av sjórænarum. Hann nevn- ir eisini, at frásagnir vóru um, at ong- lendingar og fransar plagdu at taka før- oyingar sum trælir við sær til fiskiskap undir Íslandi og at seta teir av onku- staðni á heimleiðini. Thomas Tarnovius skrivar í sínari bók, at eitt herskip, sum Fríðrikur II sendi eftir sjórænarum, gjørdi av við trý turkaskip undir Føroy- um. Neyðarróp úr Føroyum Longu tann fyrsta Tingbókin, sum varð- veitt er, og sum tekur við í 1615, byrjar á fyrstu blaðsíðu sum eitt neyðarróp til kongs um hjálp móti fremmandum á- gangi. Sagt verður, at fyri nokrum árum síðani fóru at koma »en hob fribyttere at plyndre og tage de engelske skibe, som her under landet ligger og fisker, men nu udi tvende aar har somme af fornævnte fribytter begivet sig hid udi landet, be- synderligen udi Kvalbø og Vestman- havn, og der plyndret og taget fra de fattige folk, som der er bosiddende«, fæ, neyt, bátar og annað; av hesum eru fólk komin so illa fyri, at tey fáa ikki greitt leigu og landskuld, tí tey hava verið noydd at liggja úti í haganum í bestu fiskitíð. Tingið stúrir fyri hungursneyð og armóð og væntar fleiri ófriðarkroppar at koma. Feroyingar biðja tí kong um byrsur og onnur vápn og ein mann at læra teir at nýta tey. Ikki bert sjórænaraskipini, men eisini tey ensku og skotsku fiskiskipini vóru vorðin ein vandi hjá feroyingum. Eftir tíggjundargjaldinum at døma vóru árini 1611—1614 stak góð fiskiár, so tað kann hugsast, at skip, sum vanliga royndu undir Íslandi, nú komu á Føroyaleidir- nar at royna. Sjórænararnir hava so ver- ið í kjalarverrinum. Skrivað verður, at tey nú eru fleiri, enn tey nakrantíð áður hava verið, og at tey ikki longur bert royna úti á havi, >men de leber og driver inde under landet paa landsens grunde og fiske-klakke og udi saa maader bort- røver den fattige næring og Guds gave, som vi fattige folk ellers med vores smaa baade kunne opfiske, hvilket vil blive dette fattige land til alsomstørste fordærvelse, om det saa længe skal have sin fremgang. En hob af dem løber under det skin, at de vil fiske, og tage og røve, hvad de kan overkomme. . .« Sjógarpurin Jørgen Daa Av ødrum brævi skilst, at kongur helst árið fyri hevåi sent herskip, Gabriel, til Føroya »at lede efter disse fribyttere«. Í mai mánaða — t.e. áðrenn kongur kann hava fingið brævið frá legtinginum — sendi hann flotayvirmannin Jorgen Daa við tveimum herskipum, Vægten og Jupiter, til Feroya at halda sjórænarun- um burtur. Hann kom á Hvalba 20. mai. Hin kendi sjómaðurin Jens Munk, sum var við í ferðini sum næstovasti, fekk frá hvalbingum at vita, at har hevdu verið tvey skip 14 dagar frammanund- an; annar skiparin var ein kendur sjó- rænari, Mandus, sum ofta hevði gjørt um seg. Á leiðini norður eftir frætti Jergen Daa frá einari bátsmanning, at tvey onnur sjórænaraskip lógu á Vest- manna. Hann legði alt fyri eitt inn á Vestmanna, læt akkerið falla og kanón- irnar ganga av móti báðum skipunum. Nakrir um borð á sjórænaraskipunum doyðu ella vórðu særdir. Tíggju sluppu sær í land og flýddu eystur um Streym- oynna, har teir onkustaðni tóku sær bát og róðu til Hetlands. Jørgen Daa gav 18 monnum grið, men hevuðsmenninir — tilsamans átta — vórðu hongdir í gálga, sum hann læt reisa í Vestmanna. Annað skipið tók hann við sær, og læt hitt vera eftir í Feroyum fyribils. Við Norður- noreg fekk hann hendur á Mandus, sum varð ferdur til Keypmannahavnar og hongdur har. Sjórænaraósigurin á Vest- manna í 1615 hevur helst verið ein smeitur fyri enskar sjórænarar við Fer- oyar. Gálgin hevur staðið sum ein á- minning og ávaring. Árið eftir kom enskt skip inn á Vestmanna, og gálgin varð tikin niður, og seinni komu onnur ensk og skotsk skip og tók við av gálg- anum við sær — veit Tingbókin at siga. Í 1616 sigldi Jorgen Daa í Norðurat- lantshavi við seks skipum at leita eftir sjórænarum, og í 1618 sendi kongur tvey skip í somu erindum. Um hetta mundið var siglingin so vandamikil, at skipini, ið sigldu fyi hitt íslendska handilsfelagið, sum í 1620 fekk Feroya- handilin, sigldu saman við herskipum. Næstan hvert ár í 1620-unum sigldu donsk herskip — eitt ella fleiri — í Norðuratlantshavi at halda yvirgangs- kroppum burtur frá Íslandi, Feroyum og Finnmerkini, og hernaðarliga var Danmark nógv bundið orsakað av lut- teku Kristians IV í 30-ára krígnum, sum fyri Danmarkar viðkomandi endaði við ósigri í 1926, og sum hevði kostað dýrt. Hóast sjáldan eydnaðist at taka sjóræn- araskip, mundi vitanin um vandan gera teir meira varnar enn áður, tá ið eingin vandi var — uttan aðrir sjórænarar. Lot uttaneftir Onkuntíð rak tó eitt svalligt lot inn yvir Feroyar úr teirri stóru verð, og sum eis- ini gav føroyingum ein meguleika at royna seg millum heimsborgarar, hóast tíðir vóru trongar. Ein sovorðin hending var í 1620. Admirálurin Jergen Daa hevði við seks herskipum verið á norður- leiðum at reka fremmandar — serliga spaniólar ella baskar — burtur av »kong- sins streymum«. Frá Norðkapp vóru teir komnir inn á Norðurlandið í Íslandi, haðan eftir Eysturlandinum vestur und- ir Eyjafjøll. Har kom herviligt ódnarveð- ur á flotan. Skipsvistir fóru at ganga undan, og avgjørt varð at sigla undan ódnini móti Feroyum. Fýra av skipun- um, admirálskipið »Victor«, »Enhjørn- ingen<, »David« og »Jupiter« komu fram til Føroya og løgdust fyri akker á Skálafirði. Á hinum báðum sóu teir ikki land aftur fyrr enn undir Líðandisnesi. Við admirálskipinum var íslendingurin Jón Ólafsson Indiafari. Seinni skrivaði hann heima í Íslandi frágreiðing um lív og royndir á heimsins hevum. Hann sig- ur eisini frá teimum fjårtan døgunum í Feroyum í besta summarveðri. Mikkjal Jóansson, bóndi í Lamba, beyð admirál- inum og teim fýra skipahevuðsmonnun- um og eðrum — eisini Jóni Ólafssyni — í veitslu í Lamba. Har treyt hverki vátt ella turt. Jón mintist serliga tað váta slagið, sum Mikkjal bóndi átti at seta fyri hesar hábærisligu getir, sum vóru hjá honum tvær nætur: »mong sløg av øli, sum var mjeður av trimum sløgum, nógv sløg av víni, Hamborgarøl, lýbskt øl, Rostockarøl, Tróndheimsel, Keyp- mannahavnarøl av tveimum sløgum, enskt el av trimum slegum, sum var sterkt øl og skipsøl«. Har var mikil veitsla; útlendingarnir tóku ljóðferini fram, og feroyingarnir dansaðu feroysk- an dans. Rómurin hesar dagarnar var eitt sindur órógvaður av, at teir noydd- ust at heingja stýrimannin á >Enhjern- ingen« í bógsprytinum, tí at hann í harð- veðrinum á leiðini úr Íslandi hevði loyst sær buksurnar í breyðrúminum. Admi- rálurin gav treyður føroyskum bóndum loyvi at geva honum grev. Eftir strang- ligar áminningar varð annar stýrimaður valuur í skipsráði umborð á »Enhjørn- ingen«. Um kor sjómanna tå á døgum vóru ikki bert harðar revsingar, sum gingur aftur til >sjórættin< hjá Fríðriki II frá 1561, við seinni broytingum og skerp- ingum; lítið skuldi til at hanga í ránokk- anum ella bógsprytinum, ella verða kjel- hálaður ella húðflongdur við stórmastr- ina. Tá ið flotin kom til Feroya, vóru ikki færri enn 22 menn umborð á >Vic- tor< sjúkir av skyrbjóg. Teir vórðu fluttir á land og lagdir í stovu hjá manni, sum æt Ólavur, sum var bóndi og góður jarnsmiður og hevði lært í Tróndheimi. Hesin Ólavur var helst tann Ólavur La- varðsson, sum kendur er í sagnatilfari. Hann átti tvær enskur tunnur av sterk- um geli, og tað mesta goymdi hann til is- lendingin, sum hann var sera blíður við. Jón Ólafsson gav føroyska navna sínum eina íslendska bók, „Kristileg undir- vísun um ódauðleika sálarinnar“, sum var prentað á prentsmiðjuni á Hólum í 1601. Feroyingur las hesa íslendsku bók uttan stríð, „tí lítið skilti mål vårt og teirra<. Heldur ikki var munurin stórur á mati og klæðum. Tó var tá komin „donsk vísa, bæði í kirkjum og uttan« á donskum tungumáli. Ball á Skálafirði Jergen Daa sendi teimum 300 bóndun- um í Feroyum -- so nógvir vóru teir sambært Jóni Indiafara — strong boð um at koma til sín; hver teirra skuldi taka við sær seyð til skipsvistir; bend- urnir høvdu harumframt við sær mjólk og ostar; alt hetta skifti admirálurin millum tey fýra skipini. So varð hildið fýra daga gestaboð at lena feroyingun- um beinasemina. Byrjað var við borð- haldi á dekkinum umborð á »Victor« í góðveðrinum. Har varð etið og drukkið, og 600 goturstykkjaskot vórðu latin av tann dagin, við trompetblástri ímillum. Tá ið bøndur høvdu fingið kenningina, slógu teir ring við loyvi admirálsins. Á veitsluni dagin eftir umborð á »Jupiter« dundu 700 skot, frá »David« triðja dagin 800 skot og fjórða dagin frá »Enhjørn- ingen< ikki færri enn 900. Ein feroysk kona, sum sat og mjólkaði úti, fekk miklan skelk, tá ið kanónkúla streyk aftur við knæðsbótunum á kúnni og stakk niður í moldina; kúgvin hvelvdi dylluna, og konan lá leingi í óviti. Jón Ólafsson og annar maður vórðu sendir á land at sissa hana. Hann bað konuna grava kúluna upp og koma við henni umborð á admirálskipið dagin eftir; hetta hon gjerdi. Frá admirálinum fekk hon seks ríkisdálar fyri kúluna og gamla, men tó góða skjårtu«, nógv breyð og flesk og kjet; tilsamans fekk hon meira enn hundrað ríkisdálar — mest frá skipara og manning á »En- hjørningen«, haðan skotið var komið. Jón Ólafsson endar frásegn sína um hendingina við at siga, at konan bað alt gott standa hjá honum, hvar á landi hann var staddur. Hetta vóru aðrir gestir enn teir, sum stutt eftir góvu feroyingum tann harð- asta skelk, teir kanska nakrantíð hava fingið sum tjóð. Í næstu grein verður viðgjerd >Sjó- rænara-< ella »turkatiin« í Føroyum.