týsdagur 28. apríl 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 79 — 28. apríl 1992
tíðindablaðið
Klaksvíkar Kommuna gjørt
sáttmála við Kanjon
Skal byggja
50 íbúðir á
Helnabrekku
Klaksvíkar Býráð hevur
samtykt at gera sáttmála
við byggifelagið Kanjon
um at felagið fær eitt
21.700 fermetrar stórt
byggigki á Helnabrekku,
har Kanjon hevur ætlanir
at byggja 50 íbúðir.
Kommununar partar er, at
reinda tær umleið 800.000
krónur til Jarðarráðið fyri
gkið, og haraftrat at byggja
reinsiverk fyri alt Helna-
brekkugkið.
Sáttmálin, sum nú er
sendur landsstýrinum til
So skjótt sum landsstýrið
hevur góðkent sáttmálan
kunnu teir báðir Kanjon
stjórarnir, Kjartan og
Jóhannes Hansen fara
til verka á Helnubrekku.
Mynd: Kalmar
góðkenningar, er skrivaður
soleiðis, at byggifelagið
hevur í mesta lagi sjey ár
—
Síða 3
byggile
KANJØ
at byggja á økinum. 20 sethús eru í gerð.
Nakað av sethúsabygg-
ing er í Klaksvík, har eini
tór.-
Dýrandi fullur
Beinbreyt
fotgangara
Sunnukvøldid 26 april i år
klokkan 10:45 verður
ivaleyst ein løta, sum ein
strandingur fer at minnast
langt fram tíðina.
Tí seinasta sunnukvøld
varð hann niðurkoyrdur,
tá hann gekk á
landsvegnum Innan
Glyvur. Og hann breyt
beinið.
Søgan er í stuttum
hendan, ein 70 ára gamal
maður kom koyrandi
inneftir vegnum. Hann
rendi fyrst á mannin og
síðan á eina ær. Ærin
doyði á staðnum. Politiið
sigur, at maðurin var
rættuliga drukkin.
justinus
Ålopin: Fór ikki til lækna
Sunnunáttina boðaði ein maður í Sandoynni frá at
hann var álopin og niðursligin. Hetta var hent í
Skopun um fýratíðina um morgunin.
Politiið í Sandoynni bað mannin fara til lækna og
fáa eina váttan. Mánadagin hevði maðurin ikki sett
seg í samband aftur við politiid. Fyllskapur var uppí,
tá álopið hendi.
jústinus
Vikuskiftið var annars friðaligt í Sandoynni. Onkur
hevði gjørt seg inná ein bil í Skopun undir dansinum
í Samljóð sunnunáttina.
Seinastu tíðina hevur verið nógv minni ferðsla í
Sandoynni á náttartíð. Fólk hevur ikki ráð at koyra
um næturnar og tað sæst eisini í dansinum. Minni
fólk vitja dansistødini.
jústinus
BARNAANSING
í KFUM í Havn
Sekt verður eftir frítíðar- ella barna-
garðspædagogi 30 tímar um vikuna frá
1. august 1992 — 1. juli 1993 til Barna-
ansingina í KFUM í Havn.
Sekt verður eisini eftir tveimum hjálpar-
fólkum á 20 tímar um vikuna.
Løn sambært sáttmála millum Pæda-
gogfelagið og Foroya landsstýri.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til KFUM, tif. 11824 månad.—
friggjadag kl. 09.00— 11.00 og månad.
kl. 17.00— 18.00.
Umsóknarfreist: 14. mai 1992.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
Ax Tí
Sveisiarbeiði/
rørarbeidi
og smærri dreygiarbeiði verða gjørd.
Barnaansingin í KFUM
Box 86
110 Tórshavn
Richard Danielsen
tlf. 44015 - Fuglafjørdur
Blindastovnur Føroya
hevur opið månadag— fríggjadag kl. 9-16
Telefonir: 18222 og 19288.
=
Kommunan
selur hús
Klaksvíkar Býráð samtykti á býráðsfundinum
hóskvgldið at selja Norðoya Sparikassa gomlu
smiðjuna á Kósini. Har ætlar sparikassin at gera
eina deild, sum tá verða triggjar tilsamans í
Klaksvík.
Gomlu smiðjuna hevur Klaksvíkar Kommunu
brúkt til at umvæla kommunalu maskinurnar, og
nú smiðjan er seld, er ætlanin at byggja nýggjan
verkstað norðuri á Strond. Har skal eisini vera
pláss at goyma kommunalu amboðini. Klaksvíkar
Kommuna eigur maskinamboð fyri einar 12
miliónir. Hesi fara ov illa at standa úti, og tí verða
útvegir nú gjørðir fyri at fáa tey undir tak.
A sama býráðsfundi varð eisini samtykt at selja
Edvard Fuglø Jacobsen gomlu sýslumanshúsini.
tór.-
Klaksvíkar Býráð hevur enn ikki avgreitt byggi-
loyvið til Skemmuna.
Eingin Skemma enn
Sokallaða Skemmumálið í Klaksvík hevur enn
ikki fingið nakra loysn.
Dýnuhandilin Skemman í Havn hevur søkt um at
sleppa at byggja handilsbygning á idnadarøkinum
við Borðoyavík í Klaksvík, men ein meiriluti í
Klaksvíkar Býráð vildi ikki játta hesi umsókn.
Avgerðin varð kærd til landsstýrið, sum gav
Skemmuni viðhald. Klaksvíkar Býráð hevur ikki
heimild at sýta fyri byggiloyvi, varð sagt.
Landsstýrið álegði Klakavíkar Býráð at taka málið
uppaftur, og tað stóð eisini á skrán seinasta
býráðsfund, men varð útsett.
Málið hevur aftur verið til viðgerðar í Byggi- og
Byarskipannarnevndini, har ein meiriluti mælir til
at geva Skemmuni byggiloyvi. Nevndin sigur
annars, at hon kann ikki góðtaka mannagongdina,
sum Skemmu-málið hevur fingið.
Næsti býráðsfundur í Klaksvík verður 19. mai,
og tá kemur Skemman væntandi aftur á býráðs-
borð.
tór.-