Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sáttmálin Uppsagdur Sølufyritøkan Coldwater, sum hevur selt fiskin hjá Fiskasøluni í USA, hevur sagt sáttmálan umm frá 4. juli at rokna. -Eg vil leggja dent å, at talan er ikki um nakra ósemju okkara millum, heldur at okkara leiðir ganga hver sín veg. Eitt nú hava vit nógv minni at toski og hýsu, at lata Coldwater, sigur Bjarti Mohr. | Ni vit ikki eru bundnir at Coldwater standa við elsini friari, og eg stúri einki fyri, at vit ikki kunnu selja fisk í Ameriku. Eg havi starvast í USA og kenni marknaðin sera væl, eg havi gott samband við hendan marknaðin, sigur Bjarti Mohr. jústinus tíðindablaðið Vit kunnu færa av dønum Nr. 79 — 28. april 1992 --Tað er skeivt bert at hyggja eftir íslendingum og norðmonnum, tá tað snýr seg um at góðska fisk. Í samband við lidnavøru eru danir klárt á odda, sigur Bjarti Mohr Tað er ikki rætt av før- oyingum bert at hyggja eftir norðmonnum og ís- lendingum, tá tað snýr seg um at virka fisk. Danir eru sera frammalaga í at góðska fisk til lidna veru. --Hetta legði eg merki til, tá eg arbeiddi hjá Royal Greenland i Aalborg og eg sigi hetta ikki av nationalistiskum grundum, men eg havi sera stóra virðing fyri donsku fiskafram- leiðarunum. Danir eru sera dugnaligir til at gera fisk ovn ella grýtukláran og teimum kunnu vit læra nakað av, segði Bjarti Mohr, stjóri á Fiskasøluni á tíðindafundi fríggja- dagin. --Tað eru dønum vit skulu læra nakað av, teir eru langt frammanfyri íslendingar og norðmenn á hesum økinum. Danir njóta gott av at verða eitt transittland fyri fisk. Men tað kunnu føroyingar eisini. Vit liggja mitt í Atlantshavinum. Hvørt år fara risastórar nøgdir av Her siggja vit svart uppå hvitt hvussu framleidslan av lidnari vøru veksur i Føroyum fiski framvid okkum innå meginlandi at verða til- virkaðar. Eitt nú felags- marknaðarskipini, sum fiska í Grønlandi. Vit kunnu saktans keypa meir av hesum fiski og tilvirka hann í Føroyum, sigur Bjarti Mohr. 10.000 tons í ár Og føroyingar eru nú ávegis til at broyta gamla framleiðslumynstri av I 1886 útflutti Fiska- sølan 212 tons av lidnum vørum og síðan er talið tvífalda á hvørjum árið. Í fjør útflutti Fiskasølan 6647 tons av lidnari vøru. —Vit røkna vid at koma uppum 10.000 tons i år. Men tå koma vit helst at náa tollloftið á onkrum vørum tl felagsmarkn- aðin, sigur Bjarti Mohr. --At góðska fisk til liðugt vøru er einasta gongda leipin hjá føroyingum. Tað kann ikki verda meiningin, at vit sum eitt framkomið ídnaðarland skulu levera råvøru ul okkara keyparar, eitt mynstur, ið serliga eyðkennir menningarlond- Mynd: Kalmar ini, sigur Bjarti Mohr. jústinus Afturútsigldir í saltfiski —Vit framleiða ikki tann saltfiskin, sum marknaðurin vil hava, sigur Bjarti Mohr Føroyingar hava gjøgnum mong ár verið kendir fyri at tilvirka sera góðan saltfisk. Men í dag eru føroyingar afturútsigldir á hesum gkinum. --Marknaðurin vil í dag hava tjúkkan saltfisk, tað vil siga fisk, sum íkki hevur ligið undir trýsti. Og føroyingar selja júst saltfisk, sum verður goymdur í stórum stakkum og er harvið tunnur, sigur Bjarti Mohr. -Her kunnu vit læra nakað av íslendingum. Saltfiskurin skal í dag goymast ørvisi skulu vit fáa besta prísin, sigur Bjarti Mohr. jústinus NNA