Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Øerne Nr. 79 — 28. april 1992 tidindabladid Hálvan dag at fáa samband við læknan Hví skal tað verða so tor- ført at fáa boð til komm- unulæknan um telefon, tá tú t.d. skal bíleggja tær viðtalutíð, umbiða resept ella bert fáa boð um møguligar kanningar? Tað hava nógv fólk torført við at skilja í geran- disdegnum. Roynir í fleiri tímar Vanliga mannagongdin er tann, at tú fert undir at ringja til læknan kl. átta á morgni. Tá er sjálvandi Ippukið, og tú roynir aftur [imm minnuttir seinni. Tá or eisini uppukið, og »ibbaraténin fært tú so í hornið 15-20 ferðir, til tú at enda gevst. Tað er meiningsleyst at lyfta hornið, og bert hoyra tónan, sum boðar frå, at har er upptikið! Hvat er so til at taka. Jú, um tú ikki hevur 40 hita- stig og liggur í songioni við krimi, ikki situr í koyristóli ella á annan hátt er forðaður í at fara á læk- na viðtalustaðið, so ber til at gera tað sjálvandi. Kostar tíð og pening Ert tú til arbeiðis, noyð- ist tú at fara hetta ørindi í arbeiðstíðini, men fólk, sum eru timalønt ella eru bundin at ðrum starvs- feløgunum í arbeiðstíðini, kunnu ikki bert fara frá í tíð og ótíð, so sum krevst, um tú skal hava fatur í læknanum - antin um tele fon ella til gongu! Tað kostar tíð og pening hjá mongum Tað er løgid, at vit í hesum framkomnu tíðum, ikki hava telefontænastu, sum kann gera okkum ger- andisdagin eitt sindur lætt- ari á hesum øki. Í "Fimmaranum” í farnu viku, varð tosað um tele- fontænastu av ymsum slag Ívan Simonsen, deildar- leiðari á Telefonverkinum, sigur við Sosialin, at tað hevði borið til at gjørt eitt slag av telefon-bidirød so- leiðis, at tann sum skal hava boð til læknan bert ringir upp, og síðani bíðar í rødini, til viðkomandi fær fatur í læknan. Skrásett í bíðirgð Hetta er ikki møguligt í løtuni, men vit arbeiða við slíkari skipan, sigur Ivan Simonsen. Enn er ov tíð liga at siga någreiniliga, ivussu slík skipan virkar og hvussu nógv tænastan fer at kosta, men um eitt iálvt ár verður hetta møguligt. van Simonsen: - Trupul- leikin er, at nógvar linjur skulu verða tøkar til slíka skipan. Vit hava fingið eina stóra talumaskinu, sum kann hava eini 30 - 60 linjur. Um ein slík bidirød skipan skuldi verið stovn að, er hugsandi, at fólk ringdu eitt ávíst nummar, og vóru skrásett í bíði rødini. Sidani kundi læknaskriv- arin fingið eina útskrift frå bidirød skipanini, sum so kundi verið nýtt til at ringa tey fólk upp, ið hava brúk fyri at koma í samband við læknan Dagny Fólk trysta á endurtøku - Og so sita tey og trýsta til alt brýtur saman, og eingin fær samband við læknan Hetta sigur Sølvi Winth- er Olsen, kommunulækni, sum saman við tveimum hjálparum dagliga hevur samband við umleið 100 sjúklingar Tað er einki at siga til, at telefonin áhaldandi er upp- tíkin, tá fólk royna at koma í samband við kommunu- læknan. Verið tolin Einastu ráðini eru, at fólk royna at vera tolin. Er telefonin hjá kommunu- læknanum upptikin, so er bert at bíða, til tú fært samband. Tað nyttar einki at sita og trýsta áhaldandi á end- urtøkuknøttin, ti tá fær eingin samband, av tí at telefonin ljóðar upptikin, hóast hon kanska íkki ringir hjá læknanum kort- ini. Sølvi Winther Olsen sigur, at eini 25 - 30 fólk venda sær til læknan mill- um kl. 8-9, tá telefon- viðtala er. Síðani er tele- fontíðin ætlað til bílegging til læknaviðtalu, umframt at læknaviðtalan er í sama tíðarskeiði, kl. 9 - 12. Tilsamans tosar læknin við 75 - 100 sjúklingar hvgnn dag, og hesir skulu allir hava samband við læknan um telefon. ella beinleiðis í viðtalu hjá læknanum Krevur bert feliri fólk Sølvi Winther Olsen held ur ikki, at nøkur telefon- tænasta kann beta um viðurkiftini at koma í sam- band við kommunulæknan. Tað krevur bert fleiri fólk í arbeiði at arbeiða við telefonini. - Bert fyri at taka okkara læknaviðtalu sum dómi: Vit eru trý fólk, harav tvey taka sær av telefonini frá vit byrja og til vit enda. Tað er bert ein lækni til allar hesar áheitanir, og tá allar flestu áheitanir skulu gjógnum læknan, so er bøtir lítið um, hvert vit hava telefontænastu ella ikki. Ókent aðrastaðni Hvussu skipa kommunu- læknarnir seg í granna- londunum? - Teir kenna als ikki til stóra brúkið av telefon, sum hjá okkum. Fólk fáa snøgt sagt ikki loyvi at ringjna í tíð og ótíð. Tað er danska skipanin við tele- fontænastu kanska júst dømi um, sum sagt frá í on "Fimmaranum”. Sølvi Winther Olsen: - Eg haldi at vit skulu vera var- in vid at nyta telefonina ov nógv til læknaviðtalu. Mær dámar nógv betur, at fólk koma til viðtalu hjá mær. Føroyingar eru nú einaferð soleiðis skikkaðir, at teir helst vilja hava persónligt samband við læknan, og eg heldi at vit skulu lata tað verða so- Sølvi Winther Olsen, kommunulækni Føroyingar eru nú einaferð soleiðis skikkaðir, at teir helst vilja hava persónligt samband við læknan, og eg haldi, at vit skulu lata tað vera soleiðis frameftir. Um fólk bert geva tol og ikki ringja upp í saman, so skuldi tað borið til leiðis frameftir. Annað er so, at okkurt er óneyðugt at koma til lækn- an við, men heldur tað enn ópersónliga telefontæn- astu. Um bert fólk geva tol og ikki ringja upp í saman um morgunin, so skuldi tað borið úl, sigur Sølvi Wint- her Olsen at enda. Dagny pf. Wenzel Petersen, tlf. 1 3873