týsdagur 28. apríl 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Krossmerkið
bindur saman |
norðurlondini %
-og ber bod um ta lívsáskoðan, sum krossurin
stendur fyri, segði Heini Johansen, løgtings-
maður, í flaggdagsróðu síni í Kvívík
0
—
Heini Johansen helt
flaggdagsrødu i Kvivik
25. april í 1940 varð
kunngjørt, at ell føroysk
skip skulu flagga við fer-
oyska flagginum, tað eru
sostatt 52 ár síðani hetta
hendi, men MERKIÐ er
nógv eldri enn so, Niels
Juel Arge sigur í bók
síni MERKIÐ um flagg-
seguna:
>Tað fyrsta flaggið,
eitt borðflagg bleiv
seymað av Ninnu Jacob-
sen í 1919.
Teir, sum myndaðu
flaggið vóru feroyskir
studentar búsitandi í
Danmark, við Jens Oliv-
ur Lisberg á odda, sum
sama ár fekk seymað
eitt stórt flagg, sum
bleiv borið á útferð og
fólkafundi í Normans-
dalinum á Sælandi sama
árið, hetta flaggið hong-
ur í Fámjins kirkju við
hesi áskrift: »studentur-
in Jens Olivur Lisberg
læt hetta veittra á fyrsta
sinni her í bygdini á
sumri 1919«.
Tað skuldu sostatt
gang 21 ár frá tí at
MERKIÐ varð skapt, til
tað bleiv góðkent og
álagt varð øllum før-
oyskum skipum at sigla
undir feroyskum flaggi,
MERKIÐ umboðaði
okkum sostatt sum eina
tjóð.
Tað kann ikki umbera
seg at reður ganga aftur
ár eftir ár, tá talað verð-
ur um flagg okkara, tað
ger heldur einki, men í
hesum degum, hvar
bæði tosað og skrivað
verður nógv um Europe-
iska Felagsskapin og um
vit skulu gerast limir í
hesum felagsskapi, fari
eg at nýta hevið til at
ávara ímóti hesum lima-
skapi, tí eg eri stórliga
bangin fyri, at vit tá
missa okkum heilt burt-
ur sum tjoð. Tað eru ser-
liga fleiri av okkara ídn-
aðarmonnum, sum vilja
lima okkum inn í hendan
felagsskap, eg fari held-
ur at heita á teir at
brúka tíð og evni at
greiða fólki frá, hvussu
neyðugt tað er at stuðla
tí føroysku framleidsl-
uni, hóast hon møguliga
kostar nøkur oyru meira,
tí tað er hjálp til sjálv-
hjálp, skulu vit nakran-
tíð hugsa um størri
frælsi, ábyrgd og av-
gerðarrætt innanfyri
ríkisfelagsskapin, ella
samvinnu í broyttum
líki, fyri ikki at tala um
loysing, sum summir
halda sær endaliga málið
verða, mugu vit í fyrsta
umfari framleiða mest
meguligt til egið brúk,
soleiðis at arbeiðspláss-
ini verða her á klettun-
um, hetta ger seg sanni-
liga eisini galdandi fyri
fiskaúrdrátt, tað má
kunna bera til við tí
negd, vit sjálvir fiska, at
hetta verður gjert klárt
til brúkaran, tí tað er
seluvirði av hesum, vit
skulu liva av.
Hesin siður, at hátíð-
arhalda hendan dag, við
skrúðgongu, sangi, tón-
leiki og reðum runt um í
landinum, er ein natúr-
ligur og vakur siður,
sum minnir okkum á tað
stríð, ið hesi, menn og
kvinnur, høvdu og bard-
ust fyri at faa MERKIÐ
viðurkent. Havnar
Hornorkestur legði lunn-
ar undir hetta hátíðar-
hald í 1947 og hevur
skipað fyri hesum á
hverjum ári síðani. Her í
bygdini eru tað skótar-
nir, sum skipa fyri hes-
um hátíðarhaldi, tað
skulu tit hava stóra tekk
fyri.
MERKIÐ umboðar
okkum hvar vit eru og
koma. Okkara landslið í
fótbólti gjørdi eina virði-
liga umboðan í síni
fyrstu altjóða kapping,
sum bleiv sjónvarpað
um allan heimin og
gjørdi oyggjar okkara
kendar á henda hátt,
hvat var meira natúrligt
enn at heiðra teir við eini
flaggskrýddari mótteku.
Soleiðis hevur MERKIÐ
fylgt okkum í gleði og
sorg.
Til tað komandi ættar-
liðið er tað álagt okkum
at greiða frå flaggsøguni
og tydninginum av
MERKINUM og at far-
ast skal væl og hátíðar-
liga um flaggið. Bara
henda letan, vit geva
okkum tíð til at hátíðar-
halda dagin, ger sítt til,
at tað yngra ættarliðið
fær fatanina av, at
MERKIÐ er nakað, sum
vit eru góð við og savn-
ast um, sum sigur frá
hverji vit eru, sum um-
boðar okkum, hetta er
tíðindablaðið Nr. 79 — 28. apríl 1992
Skótarnir í Kvívík í
skrúgongu saman við
limum úr
Norðstreymoyar
Symfoniorkestri
eitt eyðkenni fyri allar
tjóðir.
Fyrsta erindi í flagg-
sanginum, sum Hans
Andrias Djurhuus,
skald, yrkti í 1919, ljóðar
soleiðis:
Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært
sum tú fedrunum vart
ti tú glógvar so bjart,
sum tú sóleyga bart,
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.
Krossmerkið bindur
Norðurlondini saman og
ber boð um ta kvsåskod-
an, sum krossurin stend-
ur fyri, sum ímyndar tað
góða í okkum øllum, tol-
semi, eftirlæti, trúskap
og at tú skalt vera móti
eðrum, sum tú vilt at
onnur skulu vera móti
tær.
Myndir: Jens Kr. Vang