Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 28. apríl 1992 Meti í Føroya- húsinum Komandi sunnudag klokkan 15.00 skipar Kristnastova fyri evangeliskum fundi í Føroya-Husinum á Vesterbroggtu 18 í Keypmannahavn. Talari verður Hjør- leif Vang úr Kaldbak og sangkórið í Berga í Brønshøj fer at syngja. Frá Kristna- stovu verður sagt, at øll eru vælkomin, og at tey fara at bjóða ein drekkamunn eftir fundin. Hjørleif Vang hevur í vár verið leiðari á bíbliuskúlanum á Zarepta, har 14 næm- ingar hava tikið lut. Í Danmark verður hann nú í einar 14 dagar og skal hava kristiligar fundir ymsastaðni. Eitt nú í Kristnastovu og í Jyllandi. Í Kristnastovu talar hann 1. maí, á skúlan- um í Genner 13. og í Hebron í Esbjerg 14. mai. Møguliga verður eisini vitjað á Malta í Hirtshals. tór.- Havnafólk fara nu aftur ut at rudda Årliga tiltakid vid rudding- ardøgum í Havn er vorðið fastur tåttur fyrst i mai mánað, og soleiðis verður aftur í ár. Heilsu- og Umhvørvis- Síða 7 nevndin í Havn hevur gjørt av, at 7., 8. og 9. maí skulu vera ruddingardagar. Tå fara einstaklingar eins og ymiskir felagsskapir at rudda hvør sítt øki í bý- num. Í nýggjaru býðar- pørtunum, har eigarafeløg eru, standa tey fyri rudd- ingini í sínum íbúðargki. Kommunan er eisini við í ultakinum á tann hátt, at bingjur verða settar upp ymsastaðni í býnum, og hesar syrgir kommunan fyri at tóma á brennistød- ini. Heilsu- og Umhvørvis- nevndin fer annars í næstum at lýsa nærri við tiltakinum. tór.- Tað er ikki smávegis av óruddi ið rekst víðahvar í náttúruni. Mynd: Kalmar Skúlin og tey evnaveiku Komandi leygardag hevur Javni - Lands- felagið Evnaveikum at Bata - aðalfund. Fundurin byrjar klokkan 13.30, og verður á Skúlanum á Trødni. Sama dag og sama stad, klokkan 15.00, verdur sjålv lands- stevnan sett vid al- mennum fundi, har evnið er Fólkaskúlin - royndir og framtidar- útlit - at integrera evnaveik. Målid um at integrera evnaveik í fólkaskúlan hevur fingið annan ham, nú spart verður av gllum alvi, og framtíðar- útlitið er í hvussu er vorðið gørvísi, heldur Javni. Millum fundar- fólkið eru foreldur, stuðulslærari, skúla- stjóri og skúlapsyko- logur. Friggjakvøldid 1. mai klokkan 19 skipar Javni fyri ársveitslu i veitsluhøllini å Landssjúkrahúsinum. Har verður skemt, undirhald og orkestur fer at spæla til dans. tór.- Arbeiða framvegis við ætlanunum um Fritidar- miðdepul I Klaksvik -men nú er ætlanin broytt so- leiðis, at kommunan ikki longur skal bindast fíggjarliga Á býráðsfundi í Klaksvík hósdagin varð samtykt at leingja freistina hjá danska felagnum S.C.S. til økid á Helnabrekku, har felagið hevur ætlanir um at byggja ein stóran frítíðarmiðdep- ul. Eitt felag undir stovnan søkti býráðið um eitt 30.000 fermetrar stórt øki til idnadarendamål, sum tað eitur. Ætlanin er at byggja frítíðarbústaðir, keypssentur o.a.. Býráðið hevur ikki annað við ætlanina at gera enn at leggja gkið til. Gomul ætlan Hendan ætlanin er kort- Eitt felag undir stovnan hevur í hyggja at byggja stóran frítíðarmiðdep ul á Helnabrekku ini ikki nýggj. Hon røkkur í minsta lagi fýra ár aftur í tíðina tá táverandi býráðs- meiriluti í Klaksvík vildi gera sáttmnála við út- lendska felagið. Eftir hes- um sáttmála skuldi Klaks- vikar Býráð binda seg til at leiga frítíðarmiðdepulin um veturin til ymiskt ítriv. Sáttmálin varð sendur landsstýrinum til góðkenn- ingar, men landsstýrið vildi ikki góðtaka hann. Sagt varð, at hann bant kommununa ov mikið fíggjarliga. Síðani tá hevur ikki nógv verið at frætt frá hesi risa stóri ætlanini, sum okkum kunnugt kostar einar 50 milliónir. Ikki fyrr enn nú felagsskapurin hevur biðið um at fáa rættin til gkið á Helnabrekku longdan til 31. januar næsta ár, og hesum eftirlíkaði býráðið. tór.- = "UL rt: - HYGGIÐ HER Utgrevstur og planering Arbeiðið verður gjørt skjótt og væl — sera bíliga. Ring tlf. 19183 ella 10603 Blindastovnur Føroya hevur opið mánadag—fríggjadag kl. 9—16. Telefonir: 18222 og 19288.