mikudagur 29. apríl 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fiskasólan
Selur mest
til týskarar
Tyskland er nógv tað størsta keyparalandið hjá Fiskasøluni,
Nr. 80 — 29. apríl 1992
+
Hans Marius Joensen, skip-
ari á Skarðhamri
Trolbátarnir
kunnu ikki
missa meir
--Trolingin á landleiðini hevur verið
grundarlagið hjá fleiri bátum, verða
leiðirnar skerdar meir, so rýkur
hetta, sigur Hans Marius Joensen,
Skopun
Trolbátar
Trolbátaeigararnir, sum
ætla sær at trola á
landleidini í summar
bíða spentir eftir hvørj-
ar leiðir verða lætnar
upp í ár. Fiskivinnu-
nevndin skal nú gera
eitt tilmæli til land-
stýrið, sum so tekur
endaliga avgerð.
Í seinastu viku fund-
aðust umboð fyri trol-
bátarnar við fiskivinn-
unevndina.
—Vit vórðu kunnadir
um hvørjar ætlanir
mynduleikarnir hava,
men enn er einki av-
gjørt. Vit settu eisini
fram okkara ynskir, sig-
ur Hans Marius Joen-
sen.
--Men eitt er vist,
trolbåtarnir tola ikki
uppaftur fleiri skerj-
ingar å troløkjunum.
Trolingin å landleidini
er grundarlagid undir
fleiri båtum, millum
annad okkara, sleppa
vit ikki at trola å
landleidini, so er einki
at gera meir, sigur Hans
Marius Joensen.
Hans Marius eigur
Skarðhamar, tå Sos-
ialurin tosaði við hann í
gjár royndu teir norð-
anfyri, teir høvdu verið
á Mýlingsgrunninum,
men har var einki at
fáa, teir fluttu tí longur
eystur.
Landstýrið hevur
boðað frá, at trol-
bátarnir sleppa ikki at
trola á gllum teimum
leiðum, sum teir
troladu á í fjør. Nú eru
økini vestanfyri
Suðuroynna stongd,
sama úr Barðinum.
Trolbátarnir sleppa
neyvan at fiska
aðrastaðir enn norðan-
fyri og eystanfyri í ár.
12 bátar trolaðu á
landleidini í fjør. Teir
plaga vanliga at byrja
einaferð í mei.
jústinus
týskarar keyptu fyri 405 milliónir krónur í fjór |
Av teimum 22 londunum,
sum Føroya Fiskasøla
selur fisk til er Tyskland
nógv tað størsta keyp-
aralandið. Tað er tann dyr-
ari fiskurin, sum týskarar
vilja hava hendur á. Tí eitt
land sum Danmark keypti
næstan eins stóra nøgd í
tonsum, men virðið var
munandi minni.
Tyskland keypti í fjør
19.831 tons, fyri 405
milliónir krónur. Danmark
keypti 19.163 tons fyri
190 milliónir krónur.
Danir nógv
minkafóður úr Føroyum
og tað hjálpir uppá
keypa
tonsatalið.
Næststørsta keypara-
landið í reiðum peningi er
Bretland. Bretar keyptu
7.778 tons fyri 246 milli-
ónir krónur
Íbúgvarnir í USA eta
ikki so nógvan føroyskan
fisk i løtuni. Teir keyptu
4.055 tons fyri 150
milliónir. Men føroyska
hysu og toskaveidan er
eisini minkað munandi
seinastu tíðina.
Japan keypu 2.558 tons
frá føroyingum í fjør. Tað
er serliga rækjur talan er
um , teir keyptu fyri 119
milliónur krónur.
Tey gomlu saltfiska-
keyparalondini Italia,
Spania og Grikkaland,
keypa enn fyri stórar
upphæddir frå
Fiskasøluni. Italia keypti
3.998 tons fyri 123
milliónir, Spania 5.447
tons fyri 173 milliónir og
Grikkaland 1.023 tons fyri
29 milliónir krónur. Av
hesum tonsum var tó ikki
alt saltfiskur.
Fryst á odda
Frystu fiskavørurnar
standa fyri størsta útflut-
ningsvirðinum hjá Fiska-
søluni. Fiskasølan seldi
27.343 tons av frystum
fløkum fyri 592 milliónir
krónur.
Fyri at vísa á hvussu
nógv størri samfelagsíkast
framleiðsla av lidnari vøru
gevur, so seldi fiskasølan
Tað má bera til hjá føroyingum sum serfróðingar innan fis
"4
kaframleiðslu at keypa
fisk, gera hann til lidna vøru og síðan selja hann við góðum úrslitið, heldur Bjarti
Mohr
6647 tons av lidnari vøru
fyri 211 milliónir krónur.
—Eg kann ikki lata vera
við at hugsa um japanar,
sum innflyta rágummi, og
gera fínastu gummipro-
duktir burturúr hesum, so
má tað bera til hjá før-
oyingum sum serfrødingar
å fiskaøkinum at keypa
fisk og gera hendan til
sølubæran fiskaúrdrátt,
sum lidna vøru, segði
Bjarti Mohr á tíðindafundi
seinasta friggjadag.
Ísað fiskafløk er ein
útflutningurvgra, sum
hevur ment seg seinasta
árið. Fiskasølan útflutti
1.888 tons fyri 46
milliónir krónur.
Bjarti Mohr, stjóri á
Fiskasgluni sigur, at hag-
reiðingin av feskum fløk-
um gevur næstan eins
nógv arbeiði, sum ai frysta
fløk. Og her kunnu virkini
spara munandi í streym-
rokningini.
Fiskasølan útflutti í fjør
90.175 tons fyri 1,9 milli-
ard krónur. Í 1990 åtflutti
hon 82.997 tons fyri góða
1,5 milliard krónur.
jústinus
*
á
=
þ
$
=