Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 — 29. apríl 1992 Tvær ferjur fyri Ternuna Leigaða ferjan Fagranes er ikki einsamøll før fyri at røkja siglingina um Leirvíksfjórð, og tí siglir Ternan 1 nú eisini millum Klaksvík og Leirvík Mánadagin var ruðulleiki á bryggjuni bæði í Klaksvík og í Leirvík. Bíðirgðirnar av bilum vuksu við báðar ferjulegurnar. Mánamorgunin byrjaði Fagranes, ið Strandferðslan hevur leigað úr Íslandi til avloysaraferju í summar, at sigla fyri Ternuna, sum er farin á sleipistød. Men ikki riggaði serliga væl. Fagranes tekur bara 22-24 persónbilar, men kemur ein stórur lastbilur ella ein trailari, sleppa bara nakrir heilt fáir persónbilar við. Tað er allan dagin, at trailar og lastbilar skulu tvørtur um fjørdin. Ruðu- leikin mánadagin var so nógvur, at Strandferðslan avgjørdi at seta gomlu Ternuna í sigling aftrat, og hon siglir av Leirvík, sam- stundis sum Fagranes fer av Klaksvík. Fagranes siglir eftir vanligu ferðaætlanini hjá Ternuni. Ferðaætlanin hjá Ternuni 1 er lýst aðra- staðni í blaðnum. Ternan 1 tekur ikki stórar lastbilar. - Gott er tað ikki, heldur Schumann Hansen, leiðari av deildini í Klaksvík hjá Stransferðsluni. Men hesi loysn mugu tey so liva við í tvær ella triggjar vikur, meðan Ternan er á sleipi- stød. Tad sigur eisini eitt sindur um, at Fagranes må vera ov lítil ul siglingina, tí hetta skipið tekur ikki fleiri enn 170 ferðafólk, og hvønn morgun fara umleið 110 ungfólk í Eysturoy í skúla. Upprunaliga hevði Strandferðslan ætlað, at Dúgvan skuldi rgkja sigl- inginaum Leirviksfjørd fyri Temuna hesar vikurnar. Men tá bygdarráðini á Skálafjórðinum mótmæltu, varð avgjórt at leiga Fagranes, sum vísir seg at vera ov lítið skip. Flutningurin av bilum og fólki við Strandfaraskipun- um er minkaður nógv sein- astu árini. Men hetta er ikki galdandi fyri slutfingin um Leirviksfjørd. Har eru tølini fyri ferðafólk og stórar bilar vaksin. Í januar mánaði 1990 ferðaðust 21.517 um Leir- víksfjørð. Arið eftir í januar mánaði var ferðafólkatalið 21.101, men í januar mán- aði í ár var talið heilt uppi á 22.310. Ein orsøk kann vera, at nógvir norðoyingar arbeiða hinumegin Leir- viksfjørd og ferðast aftur og fram hvønn dag. Færri per- sónbilar verða kortini nú fluttir um fjørdin. Ferðslumynstrið er eisini nógv broytt. Alibrúkini í Norðuroyggjum flyta allan sín fisk, sum skal takast, burtur úr oyggjunum, meira smolt verður flutt nú enn áður, og alifóðrið til brúkini kemur alt við trailarum og bilum norður, sigur Schu- mann Hansen. randi Síða 5 Bygdaráðini við Skálafjórðin settu seg upp ímóti, at Dúgvan skuldi verða avloysari. Men nú veðrið er blíðkað, ber betur til at fara eftir landi millum Skálafjórðin og Havnina. Á middegi í gjár vóru nakrir fáir persónbilar og ein trailari hjá Strandferðsluni við Dúgvuni. Norðoyingar kunnu ikki velja at fara eftir oyggj, tí teir hava bara ferjusambandið at líta á. Mynd: Kalmar Torførari at svika Í fjør hendi tað í 40-50 fórum, at handlar og fyri- tøkur meldaðu til politiið, at fólk høvdu keypt við FR- korti, og eingir pengar vóru á kontoini. Tað var svik fyri tilsamans einar 30 túsund krónur. Nú er langt síðan, nakað tílíkt svik varð meldað til politiid. Tað ber framvegis til summastaðni at keypa við FR-korti, sjálvt um FR- kortið er ógyldugt Tað eydnast at keypa við korti- num, um handlin ikki ger sær tann ómak at kanna, um pengar eru á kontoini. Tað kann gerast við at ringja til eina ávísa telefontænastu í Danmark. Men hesum sleppa teir stóru handlarnir og bensinsglurnar frá nú. Tær hava fingið terminalar, sum beinanvegin siga frá, um pengar eru á kontoini hjá ti, sum hevur FR-kortið. Síðan teir fyrstu terminal- arnir komu upp, eru longu nøkur fólk steðgað í at gjalda við FR-korti, ið ikki er gjaldført, vita bankafólk at siga. Um ein handil hevur tíkið ímóti einum FR-korti, og eingir pengar eru á konto- ini, vendir handilin sær til viðskiftafólki og biðjur um pengarnar. Viðskiftafólkið fær vanliga eisini eina áminning, men hjálpir tað ikki, hava nakrir handlar meldað svikið til politiid. 100-125 terminalar eru nú settir upp tilsamans í handlum og fyritøkum um- framt teir, sum eru á deild- unum hjá peningastovn- unum. randi Terminalar til FR-kort eru í teimum stórru handlunum - her FK - og stóru bensinsølunum. Mynd: Kalmar | pf. Wenzel Petersen, tlf. 1 3873