Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 81 — 30. apríl 1992 -Vit eru dumpað i rovndini buskapi -Tað eru vånaliga umhugsaðar vinnulivs- ætlanir og vánaliga umhugsaðar samfelags- ætlanir, ið nú hava ført okkum nærum á húsa- gang, og tað er føroyskir vinnulivsmenn og politikarar, sum hava ført okkum í Ófórið. Vit eru dumpaðir i royndini búskapi, og hetta er sjálvandi eitt álvarsligt bakkast. Vit eiga tó í dag vitan og møguleikar soleiðis, at vit kunnu vísa á eitt betri úrslit næstu ferð, um bert viljin er til tess segði Tróndur Letvson, skógarfúti m.a. í flaggdagsróðuni í Havn leygardagin. Hann vísti m.a. á týdningin tað hevur at eiga at flagg at fylgjast um, tå ið á stendur. Vit prenta rødu hansara: Gatt fundarfólk! Væl mett til flaggdags- hald her í Havn. Nú er 52 ár liðin síðan foroyska flaggið varð við- urkent sum tjóðareyð kenni okkara. Aðrir hava fyrr, bæði í rødum og á prenti greitt væl frá flaggsøguni og teimum spennandi remb- ingum og hendingum kring hana. Eg skal tí ikki gera meira burtur úr flagg- seguni á hesum sinni. Nógv er broytt her á landi hesi 52 árini, bæði á politiska vellinum og í samfelagnum sum heild. Onkur vil helst vera við, at langt ífrá alt er broytt til tað betra. Tað vil so vera, at mein- ingarnar eru ymiskar um hetía. Sjálvur eri eg tó av tí åskodan, at vit helst ikki hava verið betur fyri í nógvar eldir, tá tað snýr see im at vera føroyingar í einum størri samanhangi — og tá tað snýr seg um hugtakið eina feroyska tjóð Her hugsi eg sjálvandi ikki um steðuna í landin- um búskaparliga sæð, men um okkara steðu og okkara meðvit til hug- takið at vera feroyingur og at virka í Feroyum, sum natúrligum parti av umheiminum. Ti vánaligu búskapar- steðuna í landinum hoyra vit dagliga um, og henn- ara sera depru avleiðingar skal eg ikki viðgera her í dag. Tað, sum tó er áhuga- vert at geva gætur á ein- um degi sum hesum, er, at búskaparkreppan er skapt av okkum sjálvum, og her í Feroyum. Tað eru vánaliga um- hugsaðar vinnulívsætlan- ir og vánaliga umhugsað- ar samfelagsætlanir, ið nú hava fert okkum nærum á húsagang. Tað eru feroyskir vinnu- lívsmenn og feroyskir po- litikarar, ið hava leitt okk- um í óferið, og tað eru ikki fremmand áhugamál, so sum fremmandar fyritøk- ur, útlendskt embætis- vald ella åtlendsk politisk áhugamál, ið hava eyð- rænt okkum. Í so máta eru vit í eini heilt aðrari steðu enn ein annars vælkendur og nógv umtalaður bólkur av skuldbundnum og blóðfá- tækum londum, nevniliga hin sonevndi tridi heimur- in. Onkur stúrsaði helst við, tá eg í áðni tók so rívi- ligan til og helt fyri, at vit ikki hava verið betur fyri enn tað sama, tá tað snýr seg um at vera føroyingur. Í almenna orðaskiftin- um um steðuna hjá fer- oysku mentanini nú á døg- um — verid tad seg um mål, békmentir, føroysk- an dans ella annan lut av ti vittfevnandi hugtakin- um, ið rúmast í orðunum føroysk mentan — ja tá verður aloftast bert tosað um megulig skaðilig árin, og helst um rákið uttan- eftir. Men júst tað, at vit sum fjøld ella fólk eru upptikin av, hvussu nú gongur við føroysku mentanini, er tekin um, at vit í dag halda tað vera eina sjálv- fylgju, at vit eru føroying- ar í Feroyum. Vit hava fingið eitt føroyskt med- vit á breiðum steði í fólk- inum og í samfelagnum. Og soleiðis hevur ikki altið verið. Hetta meðvit er skapt av málvísum undan- gongumonnum gjøgnum tíðirnar. Vit eiga tí eisini at ásanna, at ongantíð verður komið á mál í hesi sek. Tí mugu vit í nútíðini eisini alla tíðina leggja okkara klípi í hendan varðan, at hann gerst enn betri og tryggari til av- bjóðingarnar, ið koma. Tað, sum er sera umráð- andi at geva gætur og vera takksamur fyri, er, at vit eru nádd higar í okk- ara menning sum tjóð og fólk, uttan at blóð hevur flotið. Hjá mongum eðr- um fólkaslegum gongur ikki eins hóvliga fyri seg, tíverri. Tað frætta vit jú dagliga um í fjølmidlun- um Tréndur Leivson, skó- garfuti: -Einki er at ivast i, at okkara vælferð her heima er ein virðismikil gripur, sum vit eiga at varða um, serliga nú á stendur. Mynd Kalmar Lat meg nevna nekur demi úr heimliga gerand- isdegnum, sum vísa á júst hetta natúrliga meðvit nú á degum. Í dag er t.d. einki ivamál um, hverjum flaggi tú flaggar við, sambands- maðurin og tjóðveldis- maðurin = vinda báðir Merkið á stong, sum hitt einasta rætta. Vit tosa feroyskt í okk- ara guðshúsum, í skúlun- um og í arbeiðslívinum. Somuleiðis í Tinginum, í rættinum og í nærum all- ari almennari fyrisiting. Samanber bert bleðini í dag við tey frá fyrst í sjeytiárunum. Tá vóru nærum allar sterri hand- ilslýsingar á útlendskum máli, nú eru tær á feroysk- um. Í skúlanum kundu vit ynskt okkum fleiri og betri lærubøkur á móður- málinum, men eingin mót- steða er heldur ímóti hes- um, verða ráðini til tess, verður hetta gjert. Vit bera fram á altjóða pallin føroyskt vinnulív og tess úrdráttir. Somu- leiðis kunnu vit á altjóða steði, uttan at smæðast, bjóða fram føroyska vitan — skapta úr føroyskum skúla, bjóða fram før- oyska teknifreði og fer- oysk vísindi, eins væl og foroyska list og mentan. Tey fólk, sum koma hig- il landið at seta búgv allarflestu læra forum skjótt at tosa før- seg í oyskt. Ikki tí, at vit krevja hetta av teimum, men tí tey sjálvi skilja, at tað er ein eins sjálvsagdur lutur at tosa føroyskt, um ein býr her á landi, sum tað er at tosa enskt, um ein setur búgv í Bretlandi. Soleiðis verða okkara til- fluttu medborgarar við til at ríka foroyska samfelag- ið. Hver minnist — ikki hvussu stutt tíð tað er síð- an, at føroyingurin bein- anvegin tosaði danskt, um dani var hjåstaddur. So- leiðis er ikki longur, i hvussu so er ikki í sama mun, ikki tí, at vit ikki vilja — soleiðis sum onkra aðra staðni — men tí, at vit vita og fela inni við okkum sjálvi, at hetta er ikki neyðugt longur. Eisini á itrottarøkinum hava vit boðið okkum fram á altjóða pallin hesi seinnu árini. Eg kann ikki lata vera við at nevna eina hending, mær var fyri á ferð í syðra partinum av Suður Amerika nú í mars mán- aða. Í heimsins syðsta veru- liga býi, Ushuaia, ið er í argentinska partinum av Eldlandinum, stóðu vit fýra mans eitt kveldi og skuldu hava náttarvist á Hotel Kap Horn. Vit vóru ein íslendingur. tveir dan- ir og eg sjálvur. Maðurin aftanfyri diskin las pass- ini ígjegnum, so hvert hann skrivaði okkum upp í bókina. Fyri hinar fyrru bert ypti hann øksl, tå hann skrivadi landid, teir vóru úr, landanevnini segdu honum lítið og einki. Tá túrurin at enda kom til mítt pass, fór eitt brá um ennið á honum, og hann vendi sær brosandi til mín og spurdi um eg ikki var úr frálíku fót- bóltsoyggjunum Islas Faroe. Hann hevdi sæd dystin móti Eysturríki, og visti væl um okkum. Stoltur jåttadi eg, og vit samdust skemtandi um, bådir at fara at hyggja at, tå Føroyar og Argentina skulu spæla HM-enda- spælið. Tey demi eg havi nevnt her frammanfyri vísa eftir mínum tykki týðuliga, at tað er hent nógv til frama fyri >feroyingin í Føroy- um«, síðan tjóðskapar- kenslan, málstríðið og flaggstríðið tóku seg upp. Í fleiri forum eru partar av hesum stríðsmálinum ikki partapolitisk hjarta- mál longur, rætta leiðin er ov sjálvsegd til, at nakað er at stríðast um. Vit eru vorðnir feroy- ingar á flestu rókum í hes- um samfelagnum. At før- oyingurin nú á degum liv- ir og virkar heilt annars- leiðis enn hann gjørdi í