Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 81 — 30. apríl 1992 stel SN engSialurin Nógv fólk og m.a. hetta fitta barnið høvdu leitað sær til flaggdagshaldid i Havn í år, nú veðrið var til vildar. Mynd Kalmar er ikki annað enn natúr- ligt. Somuleiðis hevur eisini gingist í flest llum eðrum framkomnum londum. At føroyingurin tíverri er dumpaður í royndini í búskapi, er sjálvandi eitt álvarsligt bakkast. Vit eiga tó í dag vitan og meguleikar soleiðis, at vit kunnu vísa á eitt betri úr- slit næstu ferð, um bert viljin er til tess. Eitt annað, ið hevur fest seg í minnið frá hesi fyrr nevndu ferð á Eldlandin- um, var munurin í vælferð millum vanlig fólk, har og so her hjá okkum. Tá varð ein aftur mintur á, hvussu gott vit í mangar mátar hava tað her á klettunum. Ikki tí, teirra natúrutil- feingi eru ógvuliga stór. Havið er stórt og ríkt, men — varð mær sagt — veiðumeguleikarnar hevdu japanar og aðrir keypt frá eini stjórn fjart frá eldlandsbúgvunum. Somuleiðis er landið sera ríkt, bæði uppá land- búnaðarvinnumeguleikar, orkukeldur, ráverur o.a., men eisini í hesum ferun- um var rikidømid ofta í hondunum á fólki aðra staðni. Einki er tí at ivast í, at okkara vælferð her heima er ein virðismikil gripur, sum vit eiga at varða um, serliga nú ið á stendur. Tað er júst sum ímynd ella symbol uppá fyri- brigdið at vera føroying- ur, og natúrliga at virka fyri tí, sum feroyskt er, at vit hava valt Merkið sum okkara flagg og eyðkenni. Sjálvandi eru vit eitt lítið fólk, og eiga tí at kenna okkum hógv í av- bjóðingunum frá trana- dansi teirra stóru tjóða. Vit frætta í hesum tíð- um dagliga um tjóð- skaparstríð ymsa staðni í heiminum, men einamest úr eystur Europu. Tað kann ikki annað enn rera HYGGIÐ HER Útgrevstur og planering Arbeiðið verður gjørt skjótt og væl — sera bíliga. Ring tlf. 19183 ella 10603 Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49 Møti er hvert leygarkvøld kl. 19.00 - Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærincis. ' Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella 031-578999. okkum at síggja, hvussu fólk berjast fyri sínum sjálvræði, ja lata lív um so skal vera fyri hesi sek. Í tí heimspartinum er gongd- in hon, at bróta stórveldir upp í smærri eindir. Eisini hjá teimum er flaggið fremsta ímyndin uppá hetta stríðið, verið tað seg í baltisku londunum ella í gamla Jugoslavia. Og hver kundi umganga at verða gripin av sjónvarps- myndunum, ið komu hig- ar, tá fólkið vrakaði ham- aran og sigdina, og russ- iska flaggið aftur varð vundið á stong. Týdningurin av at eiga eitt flagg at fylkjast um, tá ið á stendur, er týðulig- ur, uttan mun til um tjóð- in er stór ella lítil. Her um okkara leiðir er spurningurin nú nærum evigur, her er ikki talan um at slíta sundur fólk og tjóðir, men um at sláa saman í sterri eindir ella ikki. Og eisini her er flaggið frammarlaga í ímyndini av politisku tilgongdini. Blái dúkurin við gyltu stjørnunum er vorðin ein veruleiki, ið okkara egnu politikarar siga, at vit mugu taka eina avgjerda steðu til nú í næstu fram- tíð. Tað er helst rætt, tá sagt verður, at EF sum felagsskapur og komandi samveldi er av so stórum týdningi á altjóða pallin- um, at eisini Feroyar mugu gera upp við seg sjálvar og hava eina greiða steðu til, á hvenn hátt vit ynskja at leika í hesum talvi. Her skal ikki verða mælt hverki til ella ímóti tí eina ella hinum háttin- um, ið vit skulu velja. Tað er ein spurningur, sum ikki hoyrir hesum reðara- pallinum til. Har má ein og hver føroyingur sjálvur meta um. Hverja loysn vit tó enn velja, kemur hon helst at hava sera stóra ávirkan á okkum sum fólk og samfelag í framtíðini. Lat tað tí vera mítt ynski á hesum tjóðardegi okkara, at vit, hver og ein á besta hátt, gjella um- hugsa og seta okkum inn í hendan álvarsspurning, soleiðis at vit, tá ein av- gerð skal takast, eftir bestu sannfering kunnu velja tí loysn, vit meta vera tí rettu, og ikki bert fara fram eftir fummum. Tað skylda vit teimum, sum legdu lunnar undir dagsins vælferðarsamfe- lag i Føroyum, eins væl og teimum, ið skulu flyta ferningin longur framá vegin seinni. Eg skal so ynskja tykk- um øllum ein góðan flagg- dag framhaldandi, og takka fyri, at tit lýddu á hesa letuna. Takk fyri. Síða 13 3. hvort sethús ” I Føroyum hevur ein CTC-ketil Umleið 5000 set- nus I Føroyum … hava ein CTC- ketil Tað prógvar at CTC er verulig dygd. Alt tilfar til hitaverk og sanitet IP Smyrisvegu: 8 - Ttt 12000 - Postsmoga 182 - 110 Torshavn Styrk hjartað — nyt moldina og bøt um gjaldsjavnan Vit selja i år hesi seteplasløg: MARIS PIPER grade »Super Elite« i sekkjum å 50 kg i sekkjum å 25 kg BAILLIE grade »Super Elite« i sekkjum å 25 kg Bæði eplasløgini eru skotsk. Maris Piper er slagið, sum gav bestu frukt í kg/m? sambært eplakanningarnar hjá Royndarstødini í fjør. Baillie er nýtt eplaslag i Føroyum. Hetta eplaslag er í paring við Maris Piper, hev- ur somu góðu eginleikar, men sigst at vaksa skjótari. Vit senda um alt landið. Tlf. 11385 Fax 13556 pí Maria Poulsen & Co UP I |