fríggjadagur 1. mai 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1. mai 1992
1 tee ye? ROV
Sjónvarp Føroya
Síða 7
Fríggjadagin kl. 21.00:
Gentleman Jimmy
Jimmy Maxon er einasti hvíti hevdingi í
Afrika. Hann kom úr Onglandi til Ghana
undir seinna heimsbardaga, og hann
gjørdist góður við landið. Í 1963 gjørdist
hann hevdingi hjá Akwapim-stammuni,
og tað er hann framvegis.
Fríggjadagin kl. 21.55:
Hvor skeyt
Olof Palme?
Olof Palme
Ein ósvaraður spurningur er tað fram-
vegis eftir gransking í 6 ár og tvey rætt-
armál. Myndugleikarnir í Sveríki eru
framvegis ikki greiðir yvir, hver skeyt
forsætismálaráðharran.
Sunnudagin kl. 20.50:
Listahandil á Kák
Eitt er at skapa listaverk, eitt annað er at
selja tey. Í sendingini sunnukvøldid vitja
Í vit einasta privata listahandilin í landin-
um. Hann er nú niðri á Kák í Havn. >Rík
verður tú ikki av at selja list“, heldur
Jónver Joensen, men tað hevur so borið
í til í 6 ár. Í løtuni sýnir Eyðun av Reyni
fram í List og henda dagin, vit vóru á
Kák, hittu vit eisini Tórbjern Olsen og
Bárð Jákupsson.
Leygardagin kl. 22.25:
Alien
Sigourney Weaver 0.0.
Hetta er amerikanskur filmur um eitt
rúmdarskip, sum er á veg aftur til jørdina
— fult av virðismiklum mineralum.
Manningin durvar, men vaknar brádliga
av einum legnum ljóði úr lastini. Okkurt
fremmant er umborð
Sunnudagin kl. 14.40:
Sonur stjóran
Asher Brauner og James Darren
Hin ungi Bobby byrjar á teppiverksmiðj-
uni hjá pápa sínum. Øll illtonkja hann
fyri alt møguligt, og tå i hann uppdagar,
at onkur stjelur frå verksmiðjuni, fær
hann álvarsligar trupulleikar. Leikstjór-
in Bobby Roth veit nógv um teppi-
branchuna — har byrjaði hann sjálvur.
Filmurin er frá 1978, leikarar eru m.a.
Rita Moreno, Henry G. Sanders og Piper
Laurie.
Sunnudagin kl. 17.20:
Operamatine:
Antonin Dvorak
Katja og djevulin
Opera í trimum aktum. Dvorak er best
kendur fyri symfoniska tónleikin, men
hevur tó skrivað til operair, m.a. hesa,
sum er bygd á eitt fólkaævintýr
Lagt ti! rættis
Ella Smith Clementsen
Híttist á tif 156 16
Heiðið og kristið
Øll vænta at Calum og Buchanan og
Deidre verða verandi í Yorkshire, tá ið
tey eru gift, men soleiðis verður ikki.
Calum hevur sterri áhuga fyri villum
dýrum enn fyri húsdýrum, og Siegfried
Farnon verður í eðini, tá ið Calum kemur
við einum sjúkum oturi í viðgerðarstov-
una. Stutt eftir fer Calum at tosa um eitt
arbeiði í Canada, og Siegfried umber esg,
at hann esti seg upp, tí hann heldur tað
vera hansara skyld, at Calum ætlar at
fara. Men Calum hevur í einum tíðarriti
almannakunngjert eina grein um vill dýr
í USA, og hann hevur ikki sekt nakað ar-
beiði, men fingið tað boðið frá canadisku
stjórnini. Og Deidre vil fegin við til Cana-
da
Elizabeth Taylor og George Hamilton
Týsdagin kl. 21.15:
Poker Alice
Ein fín genta úr stórbýnum fer vestureft-
ir saman við systkinabarni sínum, sum
drekkur illa, at spæla poker. Hetta elvir
til, at hon verður eigari av einum skekju-
húsi, og tað gevur henni trupulleikar.
Filmurin er frá 1987.
Týsdagin kl. 22.50:
Tå Jesus kom til
Costa del Sol
Tad gongur illa å sponsku sølstrondini.
Ferðafólkini svíkja og kriminaliteturin
økist. Hetta fekk 80% av ibågvunum i
Marabella at velja ein sterkan mann til
borgarstjóra seinasta summar. Hin
norðurspanski byggiharrin, Jesus Gil y
Gil hevur lovað at beina fyri ellum krimi-
naliteti.
Í brúdleypi hjá Calum Buchanan og
Deidre
Jesus Gil y Gil