Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bústaður: Argjavegi 28 — Postadresse: Postsmogu 78 Rasisma, løgreglu- harðskapur og høgraråk Í skrivandi løtu er ein av størstu millióna- byunum i USA, Los Angeles, å gosi. Svørtu íbúgvarnir í býnum eru púra frå sær sjálvum av einum fríkenningardómi í einum rætti í býnum. Teir hvítu nevn- ingarnir fríkendu fýra legreglumenn, sum vóru skuldsettir fyri at hava framt harðskap móti einum svørtum bilførara. Orsøkin til at málið hevur fingið so nógva umrødu og nú hevur elvt til valdsgerðir i fleiri amerikonskum by- um, er hon, at umrøddi legregluharð- skapur av tilvild varð upptikin á video og síðani brúktur sum próvtilfar í rætt- inum. Men hetta hjálpti einki. Hvítu nevningarnir fríkendu løgreglumennin- ar. Og tað er hetta, sum nú hevur fingið bikarid at flóta yvir. Higartil eru meira enn 24 fólk dripin og meira enn 700 særd undir ófriðinum. Fleiri býir eru settir í undantaksstødu og leiðandi politikarar krevja, at málið kemur fyri aftur ein hægri dómstól, soleiðis at løg- reglumenninir fáa ein rættvísari dóm. UM somu tíð frætta vit úr Suðurafrika, at ein hvítur løgregluovasti er dømdur til deyða fyri uttan nakra grund kald blóðugt at hava myrt 11 svørt ANC fólk. Fleiri legreglumenn fingu eisini sera harða fongsulsrevsing fyri somu morðini. Í fjølmidlunum i Europa hoyra vit eisini dag um dag um atsóknir móti innflytar- um og littum. Rasisma og legregluharð- ———————————w————øøe"<n——cø——øn——eiwiciwiweawnuwneeu Framhald av síðu I skapur tykist tí at vera vorðin ein partur av gerandisdegnum í mongum av teim- um londum, sum í dag rópa seg mentað og demokratisk vælferdarsamfeløg og marknadarføra seg sum fyrimyndin hjá ødrum. SJÅLVANDI ber ikki fult og heilt til at samanbera og tengja hendingarnar i USA, Sudurafrika og Europa saman. Men håast tær byggja å ymsar orsøkir og ymisk umhvørvi, so likjast tær å tann hått, at talan i veruleikanum er um eina vaksandi rasismu i sokallaðu demokratisku vælferdarsamfeløgunum — ofta nær knýtt at politiharðskapi — sum er sprottin úr tí óhugnaliga og víð- gongda hegraráki, ið hevur vunnið so langt fram seinastu árini. Eitt rák, sum í mongum førum minnir um høgraråkini, tå nazisman og fascisman vóru i hædd- ini i Europa. TAKA vit støduna i USA, so er greitt, at stóra fåtækradømid, tørvandi sosial låggåva og undirmeting av støduni hjå svørtum og teimum minni mentu, er at samanbera við eina »tikkandi« bumbu. Tað hevur leingi prutlað undir lokinum og nú fleyt bikarið so yvir. Sjálvandi er eisini talan um rasismu í orðsins sanna týdningi, tá hvítir legreglumenn berja ein svartan av, og hvítir nevningar har- eftir fridøma somu løgreglumenn. Men tað, sum í veruleikanum býr undir øllum hesum, er júst høgraråkid í USA, sum tók dyk á seg, tá Ronald Reagan gjørd- ist forseti, og sum hevur hildið fram undir Bush. Minni pengar til undirvís- ing. minni til sosialar veitingar osfr. hevur merkt henda politikkin, og nú byrjar tað konservativa USA at merkja avleiðingarnar. OG taka vit rættarskipanina, sum málið eisini snýr seg um, so hava vit sæð nett- up undir Reagan og Bush, at valdir eru nýggir | hægstarættardómarar, sum hava eina sera víðgongda høgravenda samfelagsáskoðan. Hetta er kanska størsta mistakið, teir báðir hava gjørt og tað fara vit helst at hoyra meira til í framtíðini, tá ómenniskjansligir og órættvísir dómar fara at verða feldir í Hægstarætti. Ungdómar og evnaveik kunnu nú takast av døgum, nakað, sum var óhugsandi áður. Og soleiðis kundi verðið hildið fram. Ohugnaliga høgra- rákið — tann beinharða, profitthungr- andi, ómenniskjansliga og ótíðarhósk- andi konservatisman — hevur lemjandi ávirkan á amerikanska samfelagið — ger tað meira og meira sjúkt og møgu- liga fær tað at syndrast. OG tað er fyri so vítt sama víðgongda konservatisma, sum nú í so mong ár hevur verið rótin til alt ónt og ilt í Suður- afrika. Fjaldir aftan fyri lygnina og ræðumyndina um eina vandamikla kommunistiska yvirtøku av Sudurafrika gjøgnum svarta felagsskapin ANC hava hvítir løgreglumenn i nógv ár — saman við pørtum av ti høgravendu svertu in- catharørsluni — dripid og kúgað svart ar, sum hava stuðlað einasta frælsis- felagsskap í landinum, ANC. DEYÐADÓMURIN í vikuni, sum ein av hesum hvítu løgreglumonnum fekk, er bert toppurin av isfjallinum. I seinastuni er komið alt meira fram um, hvussu hvíta løg- ella trygdarreglan miðvíst rutan um hevur roynt at seta ilt millum svertu rørslurnar og sum í hesum sambandi hava dripið í túsundatali av ósekum fólkum hjá hverjum ødrum. Her hava vit havt eitt víðgongt fyri ikki at siga fanatiskt høgrastyri, sum hevur gingið hond í hond við eina harðrenda løg- reglu við tí fyri eyga at skapa ræðslu og hatur millum tey svertu — alt fyri at varðveita rasistisku apartheidskipan- ina. OG venda vit so eygunum heimeftir aft- ur, so síggja vit somu gongd í Europa, har júst víðgongda hegrarákið hevur rasismu og harðskap í sínum skjaldra- merki. Hetta er tað vit gil, sum kenna okkum sum part av demokratiska rætt- arsamfelagnum, eiga at berjast ímóti. EISINI í Føroyum kenna vit til høgraråk, og Gud náði okkum, fer tað at fáa stórri fótafesti. Her eiga vit nevniliga eisini fólk, ja, enntá tingmann og fólkatings- mann, sum hevur bygt alla sína polit- isku karrieru júst uppá omanfyri nevndu sjúka og ómenniskjansliga hegrarák, og tað, sum hetta stendur fyri. Latið okkum venda slíkum bakið og heldur royna at skilja støðuna hjá teimum svertu í Suðurafrika og latið okkum eisini fylgja væl við, hvat tað er, ið veruliga er hent undir høgraråkinum hjá Reagan og Bush, og sum vit nú í næstum fara at síggja álvarsligar avleið- ingar av, ja, kanska so mikið álvarsligar, at tann dagur er ikki langt burturi, tá amerikanska samveldið eins og tað sovjettiska fer upp i limingini. Og ti kunnu amerikanarar fyrst og fremst »takka« tí óhugnaliga og órættvísa víð- gongda høgrapolitikkinum fyri. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Blaðfóik: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari: — P/F Sosískæin Fyritaksstjåri: Krisjan Dahl Hilmar Jan Hansen - Uppseting: P/t Sosialurin Argjum 110 Térsturen Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Jústínus Eidesgaard Prent: Pit Pressan 1981 Tsiaton: 11820 Telefax: 18720 ; i | ikki yvir, at hann heldur politikararnar hava lítið skil fyri, hvat krevst til fyri at reka skúla. — Skúlin var í síni tíð bygdur til 280 næmingar og 20 lærarar. Nú hava vit oman fyri 500 næmingar og meira enn hálvthundr- að lærarar. Tá studentaskúlin í Eysturoy varð settur á stovn í 1982 stóð í álit- inum, sum varð gjert í tí sambandinum, at mið- hæddin á kostdeildini í Hoydelum skuldi fyribils nýtast til skúlastovur. Undirstrikað varð, at talan var um eina fyribils- loysn, meðan farið varð undir at fyrireika eina endaliga loysn. Vit hava aftur og aftur gjert vart við trupulleikarnar, men einki er komið av skafti viðvíkjandi ílegunum, og nú skerja teir nógv í rakstrinum í mun til næm- ingatalið. Gongur ofta striltið At Snorri Fjallsbak segði upp 1. maí skal síggjast í ljósinum av, at hann hev- ur tríggjar mánaðar upp- sagnartíð, og at tað fyri skúlan er best at nýggi rektarin tekur við, tá farið verður undir nýggja skúlaárið. Landsskúlafyrisitingin skal sum skjótast lýsa eft- ir nýggjum 'rektara. Landsskúlaráðið innstill- ar, og landsstýrið setir. Vanligt er at nýggjur rektari verður settur í starv við skúlaársbyrjan, men hesar báðar seinastu ferðirnar, rektari er settur á studentaskúlunum, hev- ur burðurin verið strævin: Í 1982 var Sámal í Skorini ikki settur fyrr enn miðjan august, og í 1989 var kom- ið út til 16. aug., áðrenn landsstýrið setti Snorra Fjallsbak í starvið. -nes ——w Framhald av síðu I steð. Víðari sigur hann, at flutningurin av bilum og ferðafólki er nógv mink- aður seinastu árini, tó er hetta ikki galdandi fyri farleiðina um Leirvíks- fjørð. Í januar 1990 vóru 21517 ferðandi, januar 1991 21.101, meðan talið á ferðandi í januar 1992 var heilt uppi á 22.310, ein vekstur uppá 5—6%. Taka vit hinvegin far- leiðina um Vestmanna- sund, har Ternan Í mær vitandi skuldi siglt sum hjálparskip hjá Sam í hes- um degum, so vóru 15843 ferðandi í januar 1991. Fyri januar 1992 vóru tey ferðandi 17951, ein vekst- ur uppá 2108, ella tvífalt so stórur vekstur sum rut- an um Leirviksfjørå. Tå id vit so hava i huga, at Sam tekur 16 per- sónbilar, meðan Ternan tekur 34 bilar, so sigur hetta ikki sl lítið, men eingin ivi er um, at rutan, sum hon er í letuni, so líð- andi kemur at minka, væl at merkja um henda far- leiðin ikki fær tað sam- band, sum arbeitt hevur verið fram ímóti. Tá so Strandferðsluleið- arin í Klaksvík líkasum gevur okkum eina fatan av, at veksturin í ferðsluni stavar frå broyttum feråslumynstri vid meiri trailara- og lastbila- ferðslu, so kann eg i ti sambandinum upplysa, at hagtølini hjá Strandferðsl- uni siga, at í 1991 sá talið á lastbilum, bussum og ar- beiðstólum soleiðis út: Oyragjógv-Vestmanna 13.576 akfør Leirvik-Klaksvik 11.123 akfør Térshavn-Skålafjørdur 4.294 akfør Hetta eru so sanniliga tøl, id tala, og sum svart upp å hvitt siga okkum, at nidurpinda Vestmannasund flutti fleiri lastbilar og arbeiðs- tól enn farleiðin um Leir- viksfjør, og ikki minni áhugavert, meira enn tríggjar ferðir so nógv sum Dúgvan. Henda ruðuleika, sum fjølmidlarnir siga norð- ingar ikki kunnu liva við í teir 14 dagarnar, Ternan er á sleipisteð, henda ruðuleika hava vágafólk eins og vinnulívið í Vág- um livað við í 20 ár. Frá 7. juni til 27. juni 1991 rekti Ternan rutuna um Vestmannasund og sjálvt um Ternan ikki er tann best hóskandi ferja til hesa rutu, so má á- sannast, at hesar tríggjar vikurnar veruliga vístu, hvat tað hevur at siga, tá fólk eru greið yvir, at tey kunnu koma um Vest- mannasund uttan at bíða í tímavís. Hesar 20 dagarnar vóru 32197 ferðandi, eila eitt meðaltal uppá 1600 um dagin. Persónbilatalið var hetta tíðarskeiðið 6.504, ella í meðal 325 bilar um dagin. Harafturat vóru 634 lastbilar og arbeiðstól flutt. Sjálvsagt skulu norðoy- ingar hava so gott sam- band sum yvirhevur gjør- iugt. Lika sjålvsagt er tad, at hetta ikki skal ganga ut yvir eina rutu, sum frammanundan er niður- pínd eins og hetta ekið bert hevur samband sjó- vegis. Tað mest natúrliga í hesum førinum var at tað ekið, sum bæði hevur far- leið eftir landi og sjóvegis, var meira at sær komið í hesum máli. Frank Davidsen Framsýning av forritum til EDV fyri blind og sjónveik á Føroya Blindastovni Framsyning av forritum i syntetiskari talu og størring av teksti verdur å Før- oya Blindastovni i døgunum 4. og 5. mai 1992. Høvi verdur hjå blindum og sjónveikum at koma og siggja og royna forritini/ tolini månadagin 4. mai 1992 kl. 17—19. Fólk, sum dagliga arbeiða við EDV, leið- beinarar fyri brekað og annars øll áhug- að fáa høvi at kunna sær størri vitan og somuleiðis royna forritini týsdagin 5. mai 1992 millum kl. 15—17. Blindastovnurin