Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Danmark - hjálpir okkum ikki Orð og myndir: Sjúrður Skaale Hóast lángevaraar hava tryggjað sær, at vit ikki broyta ríkisrættarligu stoðu okkara, so merkir tað ikki at teir rokna við, at Danmark stendur aftanfyri. Og tað ger Dan- mark heldur ikki. Hinvegin kann roknast við, at nakað av skuldini aldrin skal gjaldast aftur — bankarnir fara at rokna tað sum tap Í nógv umreddu reðu síni herfyri segði Skak-Nielsen m.a., at tað lættliga kann koma hartil i Føroyum, at landsstýrið ikki fer at kunna loysa trupulleikar- nar. Og tað hevði verið viðurskiftunum millum Feroyar og Danmark til stóran skaða, helt hann. Men danir hava ongar ætlanir um at leggja seg út í viðurskiftini í Feroy- um. Hetta gjerdi sitandi skrivari hjá Ráðgevandi Nevndini, Arne Christian- sen, púra greitt á fundin- um, MFS skipaði fyri í Feroyahúsinum í Keyp- mannahavn mikukveldið. Ikki uttan so at ein á- heitan um hetta kemur úr Feroyum, fara danskir myndugleikar at um- hugsa steðuna. Annars verður einki gjert, segði hann. Danmark stendur ikki aftanfyri lánini Men í onkrum av teimum sterru lánunum, tikin eru At óvissan millum fólk um framtið Feroya er stór, visti uppmetingin til fundin — nærum 200 fólk vóru og lurtaðu seinastu árini, stendur sum treyt, at Feroyar onki skulu broyta í ríkis- rættarligu steðu síni — »No change in the legal status of Faroe Islands«. Hetta var serliga nógv umrett, tá tjóðveldis- flokkurin í undanfarnu samgongu var við til at taka eitt lån við tilikum treytum. Hildið varð, at tað gekk beint ímóti stevnumiðum floksins. Men hesar lánitreytir merkja ikki, at lángevarin trýr, at Danmark stendur aftan fyri sum garantur fyri, at lánið verður aftur- goldið, upplýsti Atli Dam á fundinum. Og tað merk- ir heldur ikki, at vit onki kunnu broyta í ríkisrætt- arligu steðu okkara. Tað einasta, hesar treytir bera í sær, at, at um vit broyta nakað, so skal samráðast um rentuna av nýggjum. Atli Dam legði dent á, at okkara skuld ikki við- kemur denum á nakran hátt. — Og allir okkara lán- gevarar vita, at Danmark ikki fer at gjalda nakað av skuldini aftur. Viðvíkjandi tí, sum tos- að hevur verið um, at und- irskotið á fíggjarlógini ikki skal vera hægri enn 100 milliónir, greiddi leg- maður frá, at hetta er eitt mál, landsstýrið sjálvt hevur sett sær. Tað er ikki nekur treyt, lángevararnir hava sett. Nakað av skuldini fer sum tap Almenni parturin av utt- anlandsskuldini gerst al- samt sterri. Hetta hendir, tí so hvert landskassa- veðhaldini gerast effektiv, verður privata skuldin flutt inn í landskassan. Men nú eru bert uml. 300 milliónir eftir, sum á hendan hátt kunnu verða fluttar frá privatum til tað almenna, segði løg- maður. Tá hesi veðhald eru vorðin effektiv, veks- ur almenna skuldin ikki meira á henda hátt. Men so eru uml. seks milliardir í lánum, sum privatir hava tikið, uttan at landskassin hevur verið ímillum. Henda skuld tyngir sjálvandi búskap- Nr. 83 — 2. mai 1991 in, men hon eigur sam- bært Atla Dam ikki at roknast vid til almennu skuldina hjå Føroyum. — Og hóast vit sjålv- andi ikki diva uppá tað, so er eingin ivi um, at ein partur av hesum lánum aldrin skulu afturgjaldast, segði hann. Tað fer ikki at bera til hjá bankunum at fáa tey inn, og tí verða tey til endans avskrivað sum tap. Skattaskipan teirra ríku Á fundinum tóktist semja vera um, at for- oyska skattaskipanin er sera asosial. Hon verjir háinntokurnar og leggur byrðarnar av kreppuni á tey lægstlontu. Men í 1993 verður betri — 50% skattaloftið er ein heilt órímilig verja av há- inntøkunum. Tað gjørdi onki, um vit fóru upp ur 50% — Rentuskattaskip 1 NØKUr ár. og rentt bert t y verja tey eru best fyri, men eisini tey geva teimum stórar meguleikar fyri rentu- spekulatión. Hetta segði Atli Dam í sínum fyrsta innleggi. Og tað tóktist hava undir- teku millum fólk. M.a. segði fyrrverandi ríkisumboðsmaður, Niels Bendtsen, at hann helt skattaskipanina vera sera asosiala. — Tað eru tey ungu — tey sum skulu setast í búgv — sum bera alla kreppuna, segði hann. Tey eldru, sum hava eina upp- Jógvan Merkere helt, at fólkaflytingin úr Fer oyum í hesum degum kann samanberast við tað vit síggja í teimum londum, har kriggj og hungursneyð er. Og hann helt — eins og fleiri onnur hava víst á — at politisku flokkar- nir í Feroyum ikki taka steðuna í nóg stórum álvara. Hann eftirlýsti einum veruligum skip- aðum kreppupolitikki sparing, fáa allan ágóðan av rentuskattaskipanini. Og tey merkja als onki til kreppuna. Henning Holten kom ikki inn á tað á hesum fundinum, men hann hev- ur áður greitt givið til kennar, at eisini hann heldur okkara rentu- skattaskipan vera heilt ó- rímiliga. Frægari í 1993 Men í 1993 skuldu vit so fingið eina nýggja skatta- lóg. Hon fer sambært Atla Dam at geva sterri megu- leikar fyri at »pilka við< rentuskattin og -spekula- tiónina. — Og tað fer eisini at gera tað lættari ár um ár at klára útsving sum 500 mió. á fíggjarlógini, held- ur hann. eisini inni á o sum finst i fl ondum, men um helt hann at ein í sera varin við Oliuavgjald er nakað, sum rakar øll. Eisini tey, sum eru hart rakt framm- anundan. Tí skal ein ansa eftir við tí Viðvíkjandi ognar- skatti, sum eisini var um- røddur, var Atli greitt i- móti. — Vit kunnu ikki sam- anbera tað at eiga eini hús í t.d. Danmark og tað at eiga eini hús í Føroyum. Í Danmark er tað ofta ein inntekukelda. Í Feroyum fáa fólk sær hús, tí tey skulu hava eitt stað at vera. Og tí eigur ein ikki at rinda skatt av.