leygardagur 2. mai 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 83 — 2. mai 1992
Henning Holten:
Stovnið ein foroyskan
fiskigranskingarstovn
Føroyar ikki bara liva av lánum. Vit gjalda 1% í
,
yvirprisi í
rentum, ti kredittvirði er so vånaligt. Tí mugu um fatandi
umleggingar gerast. Okkum torvar fyrst og fremst eitt
nýmótans sølulid
Henning Holten slerdi —
eins og Atli Dam — fast,
at almenna skuldin í Fer-
oyum ikki er so ovurhonds
stór. Men tað verður kort-
ini trupult at gjalda hana
aftur. Ráverugrundar-
lagið er avmarkað, skatta-
inntøkan minkar, og fólk
flytur av landinum. Og
tað er onki, sum bendir á,
at tað byrjar at ganga
rætta vegin. Tí helt hann
tað kortini avgjert vera
rætt at tosa um eina
kreppusteðu í Feroyum.
Minkandi inntøkur
Størsta vandan helt
Henning vera, at råvøru-
grundarlagið er avmark-
ad. Og ikki bert stendur
illa til viðvíkjandi fiski-
skapinum á opnum havi
— inntøkurnar frá alivinn-
uni minka eisini.
Tí helt hann tað einasta
rætta vera at satsa uppá
at viðgera innfluttan fisk.
— Men her má ein gera
sær greitt, at nógv sterri
mongdir skulu til, fyri at
tryggja somu innteku,
enn um talan er um okk-
ara egna fisk. Tá vit við-
gera innfluttan fisk enda
bert 25% av samlaðu inn-
Feroyum
ið selir
tøkunum i
restina fær tann,
okkum fiskin.
Marknadarføring
Men tad, føroyingar fyrst
og fremst mugu læra, er
ikki bert at hugsa i tons-
um, men eisini i dygd og
marknaðarfering.
— Feroyum tervar
VITAN, fyrst og fremst,
segði hann. Feroyingar
mugu læra hvusus markn-
aðir uppfera seg, hverjir
meguleikar eru, og hverj-
um tervur er á.
Henning helt tað av-
gjørt vera rætt at satsa
uppá vidgjørdar verur,
men legði dent á, at til
hesar verur krevst ein
annar sølupolitikkur enn
tann, nýttur varð til at
selja blokkin.
— Feroyingar mugu
velja sær nakrar markn-
aðir út, kanna teir, og síð-
ani laga framleiðsluna eft-
ir tí tervi, har er. Tað ber
ikki til at satsa upp á allar
marknaðir upp á ein gang.
Tann stóri spurningurin
í dag er: Hverjir mark-
naðir, og hverjar verur!
Men tað kostar...
Men at finna tað besta
svarið til henda spurning
er ikki ókeypis. Lands-
stýrið má stuðla markn-
aðarkanningum og
gransking, soleiðis at eitt
meira nútímans selulið
kann fáast upp at standa.
Hann vísti á, at ein
fiskigranskingarstovnur
finst í ellum londum, sum
fáast við at útflyta fisk —
men Feroyar, sum bert
hava fisk at liva av, hava
ongan tílíkan stovn.
— Og hann nýtist ikki
at vera so ovurhonds
stórur. Tað kann byrjast í
smáum — men tað er sera
týdningarmikið, at tað
verður byrjað!
Ferðafólkini kenna
ikki Føroyar
Henning helt eisini at vit
mugu fáa gongd á ferða-
fólkavinnuna. Og her er
tað eisini marknadar-
føring, alt stendur og
fellur við.
— Feroyingar gera nær-
um onki við hetta. Og tá
navnið »Føroyar« kortini
finst á summum ferða-
mannastovum, so er tað
ofta bert tí Maersk flýgur
til Feroya
Almennu iløgurnar
og tørvurin
Henning helt steðuna
vera so álvarsliga, at vit,
hverja ferð vit gera eina
almenna ílegu, mugu
hyggja at um hon kann
vaksa um okkara útflutn-
ingsvirði ella ikki.
— Í letuni haldi eg ikki,
at samsvar er millum al-
mennu ílegurnar og bú-
skaparliga veruleikan,
segði hann. Eg dugi bert
at síggja eina almenna
ílegu, sum kann gerast ein
búskaparligur fyrimunur.
Tað er tunnilin millum
Kaldbak og Signabe.
Eitt demi um eina av-
gjørt skeiva iløgu, helt
Henning vera sjúkrahúsið
á Tveroyri.
Síða 11
Hvat hendir
fara vit und-
Ir umsiting!
Endamálið við fundinum
mikukveldið var m.a. at
fáa greiði á, hvat hendir,
um Feroyar ikki klára at
svara sínar skyldur mót-
vegis lángevarum okkara.
Vit mugu í dag rinda
1% í yvirrentu fyri at fáa
lán. Hetta er nakað bank-
arnir krevja, tí kreditt-
virði okkara er so vána-
ligt. Teir halda seg ikki
hava nóg stóra trygd fyri,
at neyðugu inntekurnar
kunnu tryggjast við
skattum og avgjeldum.
Bankarnir bera ótta fyri,
at Feroyar ikki fara at
klára at rinda lánini aftur.
Men hvat hendir so, um
vit ikki klára tað?
Henning Holten
hesa frágreiðing:
gav
Undir umsiting
Tá eitt land ikki klárar at
svara sínar skyldur, hevur
tað fyri tað fyrsta við sær,
at tað ikki kann fáa nýggj
lán í langa tíð. Síðani má
tað tingast við lángevar-
arnar av nýggjum um eina
umlegging av verandi lán-
um.
Henda umlegging
hendir eftir ávísum treyt-
um. Privatu bankarnir
krevja, at avtala verður
gjerd við tann Internatio-
nala Valutagrunnin. Hann
krevur at ein politikkur
verður rikin, sum ger tað
meguligt at minka um
skuldina.
Tvey lyklahugtek ser-
merkja hendan politikk:
Fríar marknaðarkreftir og
ongin stuðul!
Henning helt at tann
politikkur, vit høvdu skul-
að rikið um vit fóru undir
umsiting í veruleikanum
ikki er so nógv annaðleiðis
enn tann, rikin verður í
Feroyum í dag. Stuðulin
minkar jú og marknaðar-
kreftirnar fáa rúmari ræs-
ur
— Men at eitt prosjekt
sum sjúkrahúsið á Tver-
oyri hevði verið steðgað,
er ongin ivi um, helt hann.
Atli: politiskur
stabilitetur
týdningarmestur
Atli Dam var sum sagt
sera bjartskygdur. Hann
væntaði ikki at tað fór at
koma hartil, at vit ikki
klára at svara okkara
skyldur.
Og hann dugdi heldur
ikki at svara uppá, hvat
hendi, um vit ikki klára
tað
Men tað týdningar-
mesta fyri at fyribyrgja
nekrum tílíkum helt hann
vera at vísa útheiminum,
at vit hava trygg og stabil
politisk viðurskifti í land-
inum. Vit mugu fyrst og
fremst sleppa undan vali í
ótíð einaferð enn. Tað
hevði givið lángevarunum
signal um ótryggleika og
óstabilitet — og tað hevði
verið tað ringasta, sum
kundi hent
Bátur til sølu
Aramis C.B.F.,
30 føtur,
165-hesta
motor. Linuspæl fylgir vid. G68 figging.
TIf. 24219
Hus
Havn
Eldri, men sum nyggj, hus v/ Landaveg-
in til sølu. Boð undir 1,1 milj. hava ong-
an åhuga.
Bill. mrk. 1004